fríggjadagur 4. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bæði Katrina og Mads
Petur eru nakað norðan
fyri Føroyar. Í løtuni eru
hvairnir tætt við hvønn
annan. Jónhild gavst at
senda heim eftir ólav-
søku, men enn veit eing-
in hvat er hent. Hon var
nakað eystanfyri, tá hon
seinastu ferð ringdi heim
tann 30. juli.
Í grind herfyri varð
staðfest, at Ísak hevur
mist sendaran. Nú eru so
bert tveir hvalir, ið reglu-
liga ringja heim til kann-
ingarfólkini.
Í komandi viku fæst
eisini vissa fyri, um
sendarar eru festir á hann
ella hon hvalir. Tað sigst,
at honhvalir eru meira
sosialir og halda seg til
bólkin, meðan hannhval-
ir svimja meiri fyri seg
sjálvar. Men hetta fæst
greiðu á, tá úrslitini
koma í næstu viku.
DIA MIDJORD
Hóast ætlanin hjá Pan Fish
og Vestlaks at býta fifty/
fifty fór í vaskið, so sam-
starva feløgini víðari. Ar-
beitt verður í løtuni at víðka
samstarvið, so tað gagnar
báðum pørtum og er innan
fyri lógarinnar karmar.
Nýggja avtalan førir við
sær, at Vestlaks saman við
Pan Fish skal reka átta ali-
pláss. Feløgini Laksaaling,
Sílaaling og Norðaling eru
komin aftrat við nýggju av-
taluni.
Á laksatoppinum
Vestlaks svimur
frá hinum
Tá avtalan millum Vestlaks og norska Pan Fish kemur
undir land, gerst Vestlaks so nógv tann størsti alirisin í
Føroyum
Í dag er Vestlaks risin í før-
oyskari alivinnu. Nú Oynd-
arfjørður er komin aftrat,
hevur Vestlaks aktivitet á
átta plássum. Faroe Salmon
í Klaksvík hevur næst
mestu framleiðsluna og
hevur aktivitet á fýra pláss-
um.
Endamálið við saman-
leggingini er, at bæði Vest-
laks og Pan Fish skulu fáa
meira burtur úr á ymsu
plássunum. Og tá fleiri ali-
pláss verða rikin undir sama
taki, ber til at leggja stilt
einastaðni og flyta laksin
aðrastaðni. Á henda hátt ber
til at leggja okkurt alipláss
Báðir
hvalirnir
norðan-
fyri
brakk, so tað kann reinsast
eitt sindur fyri dálking.
Eru givin
Ein avleiðing av samstarvi-
num millum Pan Fish og
Vestlaks er, at Kryvjivirkið
í Oyndarfirði varð niðurlagt
í februar mánaði, og ma-
skinurnar fluttar til Fugla-
fjarðar.
Fleiri av arbeiðsfólku-
num, ið arbeiddu í Oyndar-
firði, kryvja í dag í Fugla-
firði. Men nøkur teirra, ser-
liga mammur í Oyndarfirði,
ið ikki so væl kundu flyta
úr bygdini, hava mist ar-
beiðið.
• Mads Petur
L Katrina
o Jónhild
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 147 - 4. august 2000
Nr. 147 - 4. august 2000
EDVARD JOENSEN
Birgir Enni gongur við ætl-
anum um at gera tað gang-
andi fram við sjónum runt
oynna Hest. Sjálvandi við
Verður tað, sum Birgir Enni ætlar, skal bera til at ganga
runt oynna Hest fram við sjónum. Ætlanin er stórfingin
men ikki ómøgulig, heldur maðurin við teimum nógvu
hugskotunum
Spennandi forn-
leivdir á Sandi
EDVARD JOENSEN
Fornfrøðingarnir grava
dúgliga
í
bakkanum
Heima á Sandi. Fólk hava
varnast, at steinsetingar
eru komnar undan, so
hvørt sum lopið er burtur
úr bakkanum. Bæði undir
Høgnamørk og Junkara-
fløtti eru áhugaverd ting
funnin, sigur Símun Arge,
fornfrøðingur á Føroya
Fornminnissavni.
Turra veðrið í summar
hevur gjørt, at sandurin er
so lættur, at hann ikki
liggur, men fýkur oman-
av. Hetta hevur so avdúkað
øskufláir, har funnin eru
bæði djóra- og fuglabein,
sigur Símun Arge. Eisini
hava fornfrøðingarnir funn-
ið hitasprongt malargrót,
sum kundi bent á búseting.
Men Símun Arge sigur, at
einki er staðfest enn, og tí
vil hann einki siga fyri vist.
Hann veit enn ikki at siga,
um talan er um búseting
sum so, ella bara talan er
um ein øskudunga, har burt-
urkastið er blakað. Heldur
ikki vita fornfrøðingarnir
fyri vist, hvussu gamalt tað
er, sum teir nú hava funnið.
Tað verður kannað sum
skjótast, sigur Símun Arge.
Hann sigur, at hetta, sum
nú kemur undan, líkist
rættiliga nógv tí, teir fyrr
hava funnið í bakkanum
yviri á Sondum. Har varð í
1994 grivið, og funnu tey
tá bústaðarfláir í fýra-fimm
umførum. Tað var greitt, at
har hevði fólk búð. Var so
flutt burtur og síðan aftur-
komið.
Enn eru eingir brúkslutir
funnir, sum greitt kunnu
vísa á búseting, sigur Símun
Arge. Men umráðið má
kannast og tíðarfestast bein-
anvegin, sigur hann. Tí
hann væntar ikki, at tað fer
at liggja veturin av, soleiðis
sum náttúran er farin við
bakkanum higartil.
Og júst nátturan sjálv
hevur
avdúkað
annað
áhugavert í bakkanum á
Spennandi leivdir frá gamlari tíð eru komnar undan kavi í
bakkanum Heima á Sandi. Fornfrøðingar kanna nú, hvat
tað kann vera, sum her er við at koma fram í ljósið
Sandi. Undir Høgnamørk
eru laðaðir veggir komnir
undan, har bakkin er lopin.
Símun Arge metir eisini
hetta sum sera áhugavert.
Talan er um veggir, sum
líkjast. Men líkt er kortini
ikki til, at teir eru frá sama
bygningi.
Hann sigur, at tað tykist
løgið, at einki gólv er
millum veggirnar, og at
heldur eingin øska er
funnin. Men fornfrøðing-
arnir hava sett sær fyri at
kanna økið nærri.
vaksandi ferðavinnuni fyri
eyga. Ætlanin skal gerast
veruleiki við at leggja jarn-
breytaskinnarar og renni-
streingir har, gangandi ikki
er, frá náttúrunar hond.
Ætlanin við hesum stór-
sligna hugskotinum er, at
tað skal bera til at vitja bjørg-
ini fyri vestan alt árið. Eisini
tá veðurlíkindini eru soleið-
is, at ikki slepst til við báti.
Tá skal kunna gangast úr
bygdini og soleiðis njóta tað
stórbæra umhvørvið, har er.
Tað ljóðar satt at siga
rættiliga fantastiskt, tá ein
fyrstu ferð hoyrir hugskotið
um at ganga runt oynna.
Vestantil er oyggin bert
berg, og har skuldi verið
ómøguligt at gingið fram-
við.
Men veruleikin er kortini,
at tað er rættiliga stórt øki,
har gangandi er, sum er. Og
við eini hampiligari íløgu
eigur at bera til at koma
runt, heldur Birgir Enni.
Birgir Enni hevur í fleiri
ár gjørt túrar undir Hest-
bjørgini við Norðlýsinum.
Serliga hava tað verið túrar-
nir inn í gjáirnar vestanfyri,
sum hava drigið fólk.
Hesar ferðirnar hava drig-
ið onnur hugskot fram, og
so hvørt sum kunnleikin til
økið er vaksin, eru nýggjar
ætlanir búnaðar.
Oyggin er soleiðis vorðin
fyri vestan, at stórar hellur
og røkur eru, sum gangandi
er eftir. Veldug loft eru at
fara undir, og gangandi er
eisini niður úr erva onkra-
staðni. Tá allir hesir møgu-
leikar verða lagdir saman,
vísir tað seg, sigur Birgir
Enni, at gangandi er longu
frá náttúrunar hond kring
stóran part av oynni. Verður
so hjálp til, har gjáir og aðr-
ar forðingar eru fyri, eigur
at bera til at koma runt alla
oynna til gongu, heldur
hann.
Birgir Enni vísir á, at tað
eru slíkar ferðir, fólk vilja
hava í dag. Og júst her eru
møguleikarnir rættiliga góð-
ir. Hestur liggur stutt frá
høvuðsstaðnum. Skjótt er at
koyra til Gomlurætt, og hað-
ani er eingin teinur út í Hest.
Verður tað, sum Birgir
Enni hugsar sær, skal bera
til at fara til gongur úr bygd-
ini suður við bakkanum. Á
Hælinum skal farast niður
á helluna og síðan er gang-
andi rættiliga langt norður
aftur vestanfyri. Gjáirnar,
har siglt verður við gummi-
bátunum hjá Norðlýsinum,
kunnu so vitjast úr erva, um
til dømis jarnbreytarskinn-
arar verða boltaðir í bergið
og soleiðis nýttir til búgv.
Til dømis hevði tá borið til
at gingið heilt inn í Trongu-
gjógv og út aftur í Klæ-
mintsgjógv. Har er jú opið
gjøgnum oynna.
Bara mynstrið í grótinum
í berginum er ein túr vert.
Fyri ikki at tala um alt tað
lív, har er um summarið,
sigur Birgir Enni.
Veturin kann sanniliga
eisini vera stórsligin undir
bjørgunum. Og tað er júst
her, hugskotið hjá Birgiri
kemur til sín rætt. Tí alla-
staðni, har gongt er, ber til
at ganga fríur av brimi.
-So hví ikki bjóða fólki
út í Hest at síggja brim úr
erva, tá soleiðis er? spyr Birgir.
Tað er greitt, at slík ætlan
kostar pengar. Men Birgir
Enni er av teirri áskoðan, at
hetta er so øðrvísi enn alt
annað, vit kenna frá ferða-
vinnuni, at tað eigur at
verða roynt. Og hann metir
ikki, at tað skal tann heilt
stóra íløgan til. Hann vil tó
ikki nevna nakað ávíst tal
kortini, men metir, at tað er
ikki størri íløga enn so, at
hon kann fáast innaftur, tá
fólk fara at brúka hana.
Birgir Enni vísir á, at alla
tíðina, hann hevur siglt við
Norðlýsinum, hevur vinnan
ment seg, so hvørt sum hug-
skotini eru komin. Viðhvørt
hava tey tókst heldur ør at
byrja við, sigur hann, men
tá tey so hava verið roynd,
hevur tað mangan víst seg
at verða »succes«.
So hann metir sjálvur, at
tað fer at bera til við góðum
vilja og fíggjarligum íløg-
um at gera hugskotið um at
ganga kring Hest til veru-
leika.
Mynstrið í berginum er sera áhugavert
Mynd: Edvard Joensen
Undir Høgnamørk hava teir funnið laðaðar veggir Mynd: Edvard Joensen
Jarnbreyt undir
Hestbjørgunum
29
29
UTSØLA
byrjar frggjadagin
4. aug. kl. 08.00
FLYING A
1/2 prísur
ALT
Opið er
til kl. 19.00