fríggjadagur 4. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
RÚNAR REISTRUP
Í fýra dagar verður Norður-
landahúsið ein tónleikamið-
støð, har kend og minni
kend nøvn undirhalda før-
oyingum og útlendingum
við jazzi, gospel, tango,
blues, rock og fólkatónleiki.
Tað er tann 17. Tórshavnar
Jazz- Fólka- og Bluesfesti-
valurin sum setir húsið á
annan enda frá mikudeg-
num 9. august til leygar-
kvøldið 12.
Høvuðskvøldið á Jazz-
festivalinum plagar at vera
leygarkvøld, og tað er eisini
har, at fyrireikararnir hava
sett tey bæði kendastu út-
lendsku nøvnini á skránna.
Talan er um argentiska/
týska tangobólkin »Coco
Nelegatti y su Quinteto
Arrabal« og donsku song-
kvinnuna Lis Sørensen.
Men fríggjakvøldið, ið
traditionelt hevur verið før-
oyska kvøldið á festivali-
num, fer helst einki at
standa aftan fyri leygar-
kvøldið.
Fríggjakvøldið endar við
bólkinum »Lost Pilgrims«
við tí sum kemur næst einari
føroyskari
tónleikaguru,
nevniliga Jørgen Dahl, á
odda.
Klaksvíkingurin,
sum
hevur givið føroyskum tón-
leikarum nakað at hugsa
um, síðan hann í sínum
ungu døgum stóð fremst á
palli saman við »Straight
Ahead«, hevur ikki verið at
hoyrt í Føroyum í ógvuliga
nógv ár. Tí er ikki sørt av
spenningi í luftini fríggja-
kvøldið, tá Jørgen Dahl
vendir aftur.
Undan »Lost Pilgrims«
verður ein minst líka
áhugaverdur bólkur á palli.
Bólkurin er »Green Gate«.
Manningin í »Green Gate«
er fyri ein stóran part gomul
manning
úr
bólkinum
»Plüm«, so hendan fram-
førslan verður eisini ein aft-
urlítan á gamlar dagar.
Hetta verður tó bert gald-
andi fyri sjálvar tónleikar-
arnar, tí tónleikurin hjá
bólkinum er nýggjur og ikki
sørt spennandi.
Jazzutur Bach
Annars byrjar Jazzfestival-
urin mikukvøldið við einari
heiðran av J. S. Bach, tá
Jóhannes Andreassen og
Stamen Stantshev seta seg
við hvør sítt flygel og spæla
eina klassiska og eina meira
jazzuta útgávu av tónleiki-
num hjá Bach samstundis.
Talan verður sostatt um eitt
slag av samansmeltan mill-
um barokkin og jazzin.
Handan klassiska flyglið
situr Jóhannes, meðan Sta-
men situr aftanfyri tað jazz-
uta.
Í Klingruni hetta miku-
kvøldið verður helst best
umtókta songkvinnan í Før-
oyum í løtuni, Eivør Pálls-
dóttir og bólkurin Ivory.
Afturat sær hava tey víða-
gitna saxofonistin John Pur-
cell.
Íslendski bólkurin »Hall-
as Travel« endar miku-
kvøldið á Jazzfestivalinum.
Talan er um ein bólk, ið ger
annað og meir enn bara
spælir. Teir fýra tónleikar-
arnir í bólkinum hava
drúgvar royndir innan tón-
leik, og onkur teirra er eisini
sjónleikari. Sjálvir kalla teir
seg fyri »tónleikasjónleik-
arar«.
Armstrong í útnorði
Hóskvøldið byrjar við ein-
um samansettum bólki úr
teimum trimum londunum
í útnorði umframt Dan-
mark. Teir tveir grønlend-
ingarnir, tveir íslendingar,
tveir danir og ein føroyingur
hava eitt lítið seminar í Før-
oyum í døgunum upp undir
Jazzfestivalin, og sum eitt
slag av endabresti fara teir
at spæla í ein hálvan tíma
ella so í Norðurlandahúsi-
num.
Føroyingurin í hópinum
Jazzfestivalurin er á gáttini
Tann árligi Jazz- Fólka- og Bluesfestivalurin, tann seytjandi í røðini, verður blástur ígongd mitt í komandi viku
Íslendski bólkurin »Hallas
Travel« ella ferðin hjá
Hallu, sum navnið merkir,
spælir tónleik og sjónleik
alt í einum. Bólkurin fer á
pallin fyrsta kvøldið á
Jazzfestivalinum.
nar« og tað er framvegis
hann, ið venur og stjórnar
teimum. Hesir blaðungu
tónleikararnir eru blivnir
nakað eldri, síðan teir fyrstu
ferð vóru á palli, men fleiri
av teimum eru við enn.
»Jassarnir« blása fyrsta tón-
an á 17. Tórshavnar Jazz-
Fólka- og Bluesfestivali-
num.
Forsølan av atgongu-
merkjum byrjaði í farnu
viku, men enn eru pláss eftir
til øll kvøldini.
Í fjør vórðu serliga at-
gongumerkini til leygar-
kvøldið útseld langt framm-
anundan, so tað loysir seg
neyvan at bíða ov leingi við
at bíleggja pláss.
Tann argentinski/týski
bólkurin „Coco Nelegatti
y su Quinteto Arrabal“ fer
at spreiða tangotónar í
Norðurlandahúsinum
leygakvøldið 12. august.
er eingin annar enn sjálvur
høvuðsfyriskiparin av Jazz-
festivalinum, Brandur Øss-
ursson, og løgini, bólkurin
fer at spæla, verða góð
klassisk løg hjá Louis Arm-
strong.
Fyrsti bólkur í konsert-
salinum hóskvøldið verður
danska bigbandið »Swing-
ing Link« úr býnum Hjør-
ring. Talan er um eitt øðrvísi
bigband, ið millum annað
nýtir ljómborð at styðja tón-
leikin við.
Hóskvøldið endar við
»Stavanger Gospel Choir«,
sum fyrireikararnir vænta
fer at draga nóg nógvar
áskoðarar til at konsertsal-
urin verður fullsettur hetta
kvøldið.
Norðmenn eru tiltiknir
fyri síni góðu gospel kór,
og
»Stavanger
Gospel
Choir« sigst vera ein av or-
søkunum til tess.
Jassarnir fast
inventar
Í fastivalskránni síggjast
tvey nøvn ganga aftur fleiri
dagar. Talan er um »Jassar-
arnar« og »Trevor Hunter
Folk Duo«, sum spæla í
ávikavist forhøllini og mu-
sik-cafeini trý av kvøldu-
num.
Trevor Hunter er fiólleik-
ari í Hetlandi, har hann dag-
liga arbeiðir sum musik-
skúlalærari.
»Jassarnir« eru unga ætt-
arliðið innan føroyskan
jazztónleik. Teir hava í fleiri
ár verið fast invenatar á
Jazzfestivalinum, har teir
plaga at syrgja fyri einum
lættum huglagi í forhøllini.
Brandur Øssursson tók fyri
sjey árum síðan stig til at
savna blaðungar tónleikarar
saman í bigbandið »Jassar-
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 147 - 4. august 2000
Nr. 147 - 4. august 2000
Reiðarar og fiskimenn troyttast av politikkinum
hjá landsstýrinum:
Spurningurin er um vit
skulu kasta frá okkum
ÁKI BERTHOLDSEN
–Hetta er blivið so troytt-
andi, og so møtimikið, at
spurningurin er, um vit ikki
Tað, sum hann hugsar
um, er spøkilsi, sum aftur
nú er komið undan kavi um
at tvinga lemmatrolararnar
upp í fiskidagaskipanina.
– Hetta uppskotið avdúk-
ar so dyggiliga, at tað er
evna til av fólki, sum førir
fiskivinnupolitikk á einum
skrivaraborði, uttan at hava
minstu hóming av, hvat tað
ÁKI BERTHOLDSEN
Lemmatrolararnir
koma
ikki at klára seg við tí upp-
skotinum, sum landsstýrið
hevur lagt fram.
Tað sigur Jósup Henrik-
sen, formaður í felagnum
fyri lemmatrolarar.
Eftir ætlanini hjá lands-
stýrinum skulu teir minnu
lemmatrolararnir, teir við
minni motori enn 2100
hestum, fáa 100 fiskidagar
á innaru leiðum.
Teir størru trolararnir
skulu fáa 80 dagar á innaru
leiðum. Men hvør dagur
skal kunna býtast um við
fýra dagar á ytru leiðum.
bara fara at blaka frá okk-
um.
Jósup Henriksen, formað-
ur í felagnum fyri lemma-
trolarar, er so uppøstur av
ber í sær at fiska undir Før-
oyum.
Landsstýrið ætlar, at teir
minnu
lemmatrolararnar
skulu fáa 100 fiskidagar á
innaru leiðum og teir størru
trolararnir skulu fáa 80 dag-
ar. Men hvør dagur á innaru
leiðum kunnu býtast um við
fýra dagar á ytru leið.
– Bara hetta vísir betri
enn nakað annað, hvussu
illa umhugsað uppskotið hjá
landsstýrinum er, tí sjálv-
andi skuldu teir teir størru
trolararnir havt fleiri fiski
døgum enn teir smærru, tí
teir eru meiri úti.
Troyttast inn at sálini
Jósup Henriksen sigur, at
tað eru nú trý ár síðani, at
ætlanin tók seg upp at fáa
lemmatrolararnar upp í
fiskidagaskipanina - við so
fáum døgum sum gjørligt.
– Síðani hevur hetta ligið
og hótt okkum hvørt ár, og
nú er tað farið at troytta
okkum inn at sálini.
–Spurningurin er, um vit
ikki nú eru komin har til, at
tað er longst sum best bara
at kasta frá sær.
–Vit tíma ikki at ferðast
til Havnar á fund í tíð og
úrtíð á fundir við stovnar og
nevndir um at fáa loyvi at
fiska.
–Er ætlanin at fáa lemma-
trolararnar burtur, er tað
ongin trupulleiki, tí so fara
teir burtur.
–HTað hevur ongan týdn-
ing fyri okkum sjálvar, tí vit
skulu nokk fáa kans onku-
staðni- um ikki annað, so
við onkrum útlendskum
skipi.
–Men teir, sum halda, at
fíggjarliga úrslitið, hjá skip-
unum, sum verður eftir, fer
at batna, um helvtin av flot-
anum fer burturúr, teir hava
ikki skil fyri fiskiskapi.
Jósup Henriksen sigur, at
allir, sum fiska, teir vita, at
fiskurin undir Føroyum
stendur so spjaddur, og flyt-
ir seg so nógv, at tað krevur
stór orka at fáa hann til
høldar.
–
Í
Barentshavinum
kundu vit liggja í vikur á
sama stað og fiska, uttan at
flyta okkum meir enn ein
fjórðing
hendaveg
ella
handaveg.
–Men undir Føroyum eru
tað hitabroytingar, og onnur
viðurskifti, sum gera, at
fiskurin stendur ongantíð í
stað og bátarnir mugu flyta
seg tíma fyri tíma.
Formaðurin í felagnum
fyri lemmatrolarum vísir
eisini á, at teir fiska fisk, sum
annars ikki kemur til høldar.
– Men verður flotin av
lemmatroalrum skerdur, so
kann tann fiskurin verða
meiri til týskarar og aðrar
at fiska fyri okkum, heldur
Jósup Henriksen speiskliga
fyri.
Hann vísir eisini á, at tað
er trupult hjá lemmatrolar-
unum at býta fiskidagarnar
sundur í innaru og ytru leið-
ir, tí tað er so ofta, at teir
noyðast eitt sindur inn um
ringin eftir upsa og konga-
fiski, tá ið hesin flytir seg.
Hann leggur afturat, at
fara lemmatrolarar burturúr
flotanum, verður tað ein
vanlukka fyri tey øki í land-
inum, sum teir eru knýttir
til, eitt nú fyri Suðuroynna
og fyri Vágoynna.
Bíða eftir úrslitinum
Jósup Henriksen sigur, at
hann heldur, at teir, sum
eiga lemmatrolararnar, eru
nú komnir til ta niðurstøðu,
at tað er ein politisk avgerð,
at trolararnir skulu upp í
fiskidagaskipanina og at tað
nyttar lítið at stríðast ímóti.
–HVit eru farin at troyttast
av at hava hetta hangandi
yvir høvdinum á okkum ár
eftir ár. Tí ætla vit at royna
at fáa sum frægast burturúr.
–Vit eru komnir til tað
niðurstøðu, at nú skulu vit
bíða eftir úrslitinum, og so
taka vit avleiðingarnar aft-
aná.
–Eg sigi fyri meg, at tá ið
úrslitið fyriliggur, fari eg at
at umhugsa støðuna, um vit
skulu gevast, ella um vit
skulu halda á.
Og tað kann væl vera, at
eg komi til ta niðurstøðu, at
tað loysir seg ikki at blíva
við.
Hetta vilja lemmatrolar-
arnir ikki góðtaka uttan víð-
ari.
Felagið fyri lemmatrolar-
arnar hevur nú skrivað
landsstýrinum eitt mótmæli
ímóti ætlanini at fáa teir upp
í fiskidagaskipanina.
Felagið hevur eisini biðið
um fund við vinnunevndina
hjá løgtinginum, sum nú fer
at viðgerða uppskotið um
fiskidagaskipan.
Felagið hjá lemmatrolar-
unum sigur, at skotbráið at
viðgerða eitt so stórt og koll-
veltandi mál fyri lemma-
trolararnar, er ógvuliga stutt,
tí hetta er at fara undir eina
heilt nýggja skipan.
Men grundað á á tey
søguligu rættindini hjá
lemmatrolarunum, skjýtur
felagið hjá teimum upp, at
teir størru trolararnir fáa 96
dagar á innaru leiðum, men
at hvør dagur skal kunna
býtast við fimm dagar á ytru
leiðum.
Hinvegin skjýtur felagið
upp, at teir størru trolararnir
fáa 120 dagar á innaru leið-
unum, men at hvør dagur
hjá teimum kann býtast við
fýra dagar á ytru leiðunum.
Felagið sigur, at hetta
gevur 1600 dagar á innaru
leiðum.
Vilja hava 1600 fiskidagar
– Lemmatrolararnir hava mestsum sligið seg til tols við, at nú skulu teir bíða eftir úrslitinum, og so taka teir avleið-
ingarnar aftaná. Og tað kann væl vera, at niðurstøðan verður, at tað er frægast bara at gevast heilt, tí hetta er
blivið ov møtimikið, sigur Jósup Henriksen, formaður í felagnum hjá lemmatrolarunum
– Vit hvørki orka ella tíma at stríðast meiri. So tá ið avgerðin er fallin, fari
eg at at umhugsa støðuna, og so kann tað væl henda, at eg komi bara til ta
niðurstøðu, at tað er frægast at sigur Jósup Henriksen, sum er formaður í
felagnum hjá lemmatrolarunum
fiskivinnupolitikkinum hjá
sitandi landsstýrið, at hann
sigur, at nú er tað blivið ein
spurningur um teir skulu
gevast ella ikki.
Skotbráið at viðgerða eina so kollveltandi skipan er ov stutt, heldur felagið hjá
lemmatrolarunum.