leygardagur 27. mars 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. MARS 1999 tíðindablaðið 5067 3
Løgmadur ávarar móti eini , Føroya Tele-líknandi“ loysn:
Mugu hugsa um
kappingarførio
-Tað heila snýr seg um, hvat er mest gagnligt fyri lønar-
lagið í samfelagnum og at tryggja, at Føroyar eisini í
framtíðini verða kappingarfórar. Fremja vit eina Fóroya
Tele-líknandi loysn, so hækka vit lønina nógv meira enn
tú hækkar lønina í teimum londum, vit skulu kappast við.
Og tá fær tú vánaligari kappingarfórið við færri arbeiðs-
Hanstholm
plássum í fóroyska samfelagnum sum avleiðing. fe |
JAN MULLER
- Tad, ið harmar meg mest,
er, at man ikki vil aftur til
samráðingarborðið. Starvs-
mannafelagið vil ikki lika
treytirnar, sum semings-
menninir koma við, tvs. at
byrja samráðingar av nýggj-
um við utgangsstødi í sem-
ingsuppskotinum. Hetta er
tað, sum landsstýrið hevur
sagt ja til, og hevði hin
parturin eisini havt gjørt tað,
vóru samráðingarnar byrj-
aðar fyri langari tíð síðandi
sigur Anfinn Kallsberg, løg-
maður í eini viðmerking til
Osemjuna á arbeiðsmarkn-
aðinum.
-Nógv hava ta kenslu, at
orsøkin til, at tað stendur
fast millum partarnar er
tann, at Karsten Hansen
ikki vil fórka seg!
-Tað er ikki tann varhugi
eg havi. Tvørturímóti haldi
eg, at hann roynir allar
møguleikar at fáa glid á aft-
ur samráðingarnar. Hann
hevur avgjørt vist sín góða
vilja at taka samráðingarnar
upp aftur við stødi í sem-
ingsuppskotinum, meðan
Starvsmannafelagið hevur
ynskt at byrja við ødrum
útgangsstóði enn semings-
uppskotinum. Og tå hava
semingsmenninir ikki nógv
at gera.
-Tað ljóðar, at lønirnar eru
fluttar, hóast Starvsmanna-
felagið hevur sett sum treyt
fyri at fara til samráðingar,
at tær ikki verða fluttar!
-Mær vitandi hevur fel-
agið sett hetta sum treyt fyri
at gevast við blokaduni av
Fíggjarmálastýrinum, men
eg dugi ikki at síggja, at
Karsten Hansen hevur ann-
að val enn at flyta lønirnar,
tí um fólk sum eru í al-
mennari tænastu, í lógligum
grindum, ikki fáa sína løn,
so kunnu tey leggja arbeiðið
niður. Og at leggja landið
lamið er eingin uppgáva í
sær sjálvum.
Annars heldur løgmaður
tað vera fullkomiliga burt-
urvið, tá formaður tjóðveld-
isfloksins sigur, at fólka-
flokkurin hevur stungið
Karsten Hansen í ryggin í
sambandi við avtaluna mill-
um Føroya Tele og starvs-
fólkið har.
-Vit hava ikki gjørt annað
enn at bakka fíggjarmála-
ráðharran upp. Hesar sam-
ráðingar hava annars einki
við Vinnumálastýrið ella
landsstýrið at gera. Tað er
eisini ein spurningur, um
starvsfólkið á Føroya Tele
eigur at verða organiserað í
einum almennum starvs-
mannafelag. Tað haldi eg
ikki.
Uppá fyrispurning um
ikki landsstýrið við hava
valt nevndina í Føroya Tele
sjálvt hevur ábyrgdina av tí
sáttmála har er gjørdur sigur
løgmaður, at landsstýrið
kann ikki diktera eini nevnd
í einum partafelag. -Vit
kunnu koyra hana frá, um
hon ger nakað býtt. Og tað
halda vit hon hevur gjørt.
Hon hevur gjørt ein sátt-
mála, sum man á almenna
arbeiðsmarknaðinum ikki
er gingin við til.
Um hetta fær avleiðingar
fyri nevndina í Føroya Tele
vil løgmaður ikki siga. Tað
fer tíðin at vísa.
-Er tað ikki rímuligt, at
limirnir í Starvsmannafel-
agnum, sum hava offrað
seg í kreppuárunum nú fáa
rimuliga lønarhækking?
-Hasi fólkini hava fingið
sina løn aftur. Ta seinastu
stóru lønarhækkingina
fingu tey 1. januar í år. Tað
kann man ikki koyra meira
uppá.
-Merkir tað, at tað kann
ikki koma uppá tal at fáa
eina Føroya Tele-loysn
fyri allar limir í Starvs-
mannafelagnum ?
-Tað heila snýr seg um,
hvat er mest gagnligt fyri
lønarlagid í samfelagnum.
Hetta snýr seg um at
tryggja, at Føroyar eisini í
framtíðini verða kapping-
arførar. Fremja vit eina
Føroya Tele-líknandi loysn,
so hækka vit lønina nógv
meira enn tú hækkar lønina
í teimum londum, vit skulu
kappast við. Og tá fær tú
vánaligari kappingarførid
við færri arbeiðsplássum í
føroyska samfelagnum sum
avleiðing. i
Løgmaður sigur, at lands-
stýrisflokkarnir eru púra
samdir í hesum málinum
Og eingin ætlan er at leggja
uppí frá løgtingssins síðu
tað hann veit. Landsstýrið
fyritekur sær enn einki.
-Fer løgmadur bara at
standa og hyggja at, með-
an stóðugt stórri partar av
samfelagnum verða lagdir
lamnir?
-Sum stødan er í dag kann
hann bara sita og hyggja at
men hann harmast um
støðuna. Feilurin liggur hjá
Starvsmannafelagnum. Tað
má bera til fyri siviliserað
fólk uttan treytir at seta seg
við borðið at loysa eina
kreppu sum hesa.
Løgmadur sigur, at vit
missa stór virði í okkara
vinnulívi, tí vinnumøgu-
leikar úti kring landið verða
nógv avmarkaðir. Hvor
dagur við verkfalli er sera
óheppin.
-Eg vóni, at feløgini á
arbeiðsmarknaðinum koma
til samráðingarborðið við
opnum sinni og uttan treytir,
soleiðis at man kann fáa
enda á hesum stríðnum.
-Var tað ikki sera Ó-
heppið, at tingmenn hækk-
aðu sína lón beint undan
samrådingunum?
- Tad er greitt, at eitthvørt
argument, sum fer handa
vegin, er til skaða fyri at fáa
eina skilagóða avtalu fyri
tað føroyska samfelagið,
sum tænir bæði landi og
borgarum.
-Um arbeiðsteðgurin
heldur fram inn í páskini
fer tú so at fyritaka tær
nakað?
-Eg fái einki gjørt. Bólt-
urin liggur hjá semings-
stovninum. Hann skal meta,
um tað er møguligt at fáa
semju millum partarnar Og
so leingi hann ikki ger tað,
er stødan vónleys.
96 55 03 50
/ Hedehusene |
46 59 34 98 |
|/ Pr gg > ==
Í >
+ S
NN £
Sr
| ...tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastoðum
| - tað sama hvar tú ert í Danmark.
| Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkonum fólki, ið |
kenna til farmaflutning til og úr Føroyum. Her svara og loysa |
vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og
Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm s |
| líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi
hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings-
leið.
Norrøna fer avstað leygarkvøld og mánamorgun eru vit frammi
í Føroyum.
Smyril Line Cargo
Smyril Line Cargo
Jónas Broncksgøta 35
Trafikhavnsgade 7
100 Tórshavn 7730 Hanstholm
Tlf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50
Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51
Smyril Line Cargo
Birkedam 10
6000 Kolding
Tlf. 076 30 08 55
Fax 076 30 09 55
Smyril Line Cargo
Guldalderen 6 |
2640 Hedehusene |
Tlf. 046 59 34 98
Fax 046 59 30 34
SMYRIL LINE |
TIN SKJOTASTA FARMALEID