leygardagur 27. mars 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. MARS 1999
tíðindablaðið
Viðmerkingar:
Søguligi møguleikin!
Høgni Hoydal skrivar, i
Dimmalætting 13. mars, um
ein søguligan møguleika,
sum nå stendur okkum før-
oyingum i bodi.
Jú tað er helst rætt, at vit í
dag hava ein søguligan møg-
uleika. Vit eru komin hartil,
at ein stórur meiriluti av Før-
oya fólki ynskir, at vit taka
við stórri ábyrgd av okkara
landi, og hendingarnar sein-
astu árini vísa, at tað er neyð-
ugt.
Søguligi møguleikin er so,
at vit við góðum treysti og
eldhuga fara undir tær av-
bjóðingar, sum tann økta á-
byrgdin krevur, og um vit
skulu klára avbjóðingarnar
er sera avgerðandi, at vit
standa saman soleiðis. at tað
er eitt projekt, sum flest allir
føroyingar taka undir við
Higartil hevur ikki gingið
serliga væl at samla kreftir-
nar. Landstýrið hevur sagt
vat tað vil. og um tú ikki
hevur tikið undir við tí. hev-
ur verið loyvt at kalla teg
æði líkt og ólíkt. Spurn
ingur er so, um kompromis-
eysa linjan. serliga lands-
stýrismaðurin í sjálvstýris-
málum hevur lagt, er við at
forkoma tí søguliga møgu-
eikanum.
Vit vita hvussu gekk vid
injuni hjå Edmund Joensen.
Hansara noktan av veru-
eikanum å rikisrættarliga
økinum, var størsta orsøkin
til, at vit í dag hava eitt lands-
styri, sum hevur sett sær fyri,
at Føroyar skulu úr rikisfel-
agskapinum. Høgni Hoy-
dal'sa alt ella onki politikkur
er nú við at forkoma søgu-
liga møguleikanum. Tá
Høgni Hoydal sigur, at full-
veldisprojektið er ein satsn-
ingur og, um tad ikki eydnast
at fáa fullveldi hesaferð, so
er betur at vit venda aftur til
amtstøduna, so er ringt at fáa
eyga á hvussu vit skulu
røkka tí søguliga møguleik-
anum.
Ein fyrsta treyt fyri, at vit
røkka er, at viðgerðin er sakl-
ig, men tað sær út til, at
Høgni Hoydal gongur skjótt
skeiva vegin. Um tad er ti,
at hann er um at missa vón-
ina um. at loysingin skal
koma nú, og tí vil forða fyri
at nakað hendir, ella tað bara
er frustration yvir. at tað
kanska er onkur annar
flokkur, sum hevur eitt betri
boð uppá framtidarstødu
Føroya í rikisrættarligum
høpi, er ringt at vita
Greinin um søguliga møg-
uleikan fór heilt av spori
num, og um eg ikki altíð
trúði uppá tað besta í
menniskjanum, hevði verið
nærliggjandi at hugsa, at
Høgni Hoydal nú beinleiðis
er farin at lúgva fyri fólki,
men hann hevur helst bara
ikki lisið fíggjarlógina nóg
væl.
Høgni Hoydal sigur í
greinini, at í 1998, 1999 og
2002 fer mest sum allur
blokkurin til at gjalda rentur
og skuld við, og hann held-
ur fram, at um fólk íkki
trúgva tí, hann sigur, so
kunnu tey bara hyggja í
fíggjarlógina.
Tað er heldur ikki heilt
skeivt sum Høgni Hoydal
sigur, men hann sigur bara
ein part av sannleikanum, tí
tað er nevniliga ikki allur
blokkurin sum fer til at
gjalda skuld við. Um hugt
verður eftir tí postinum á
fíggjarlógini, sum eitur ”Ut-
vegan" sæst, at i 1998 komu
270 av milliónunum, sum
skuldin varð goldin við, frá
nýggjum lánum, og har
stendur eisini. at fyri 1999
er somuleiðis ætlanin, at 270
mió. skulu koma frá
nýggjum lánum, og tað sama
Eind: tús. kr
Tilsamans(Rakstur og løgur)
Skattur og avgjøld
er galdandi fyri 2002.
So orsøkin til, at vit kunnu
gjalda rentur og skuld við
einari upphædd, sum er líka
stór sum blokkurin, er at vit
taka nýggj lán. Og fyri hini
árini vísur Høgni Hoydal'sa
egna roknistykki, at nógvir
pengar resta í.
Tá Høgni Hoydal sigur, at
vit kundu verið blokkin fyri
uttan, um vit onga skuld
høvdu, so er tað altso ikki
rætt.
Sum um Høgni Hoydal
visti, at tað hann sigur ikki
er rætt, endar hann greinina
vid at spyrja “Hvat megna
vit sjálvi at gjalda?"
Tað er ein góður spurn-
ingur og um vit hyggja í
fíggjarlógina, er lætt at
síggja, hvussu hevði sæð út
hjá Landskassanum, um
ongin blokkur var og heldur
ongin skuld.
Niðanfyri er eitt brot úr
fíggjarlógini
sí talvu niðanfyri
Vit síggja at samlaðu út
NÝGGJA HEITIÐ Á
KENDU VØLUND DYGDINI
Utreidslur
reiðslurnar uttan rentur og
avdråttir eru: (2.489.985-
33.056+138.750) tús.kr.=
2.596 mió
Intøkurnar uttan blokk og
rentur: 2.073 mió.
Uttan skuld og blokk
mangla á fíggjarlógini: 523
mió.
Hetta vísur týðuliga, at fitt
er eftir á mál, áðrenn vit
sjålvi fíggja rakstur og íløgur
hjá landskassanum. Og tá
skal man eisini minnast til,
at hetta er við sera góðum
fiskiskapi og prísum.
Haraftrat koma tær út-
reiðslur, sum staturin hevur
í Føroyum, har ein stórur
partur verður nakað sum
landsskassin kemur at bera
Teir pengarnir, sum koma
inn í samfelagið sum blokk-
ur, skapa eisini eitt økt virk-
semi í landinum, sum geva
landskassanum skatta — og
avgjaldsinntøkur, so um
blokkurin ikki var, høvdu
inntøkurnar hjá landskassa
num ikki verið 2.073 mió.
men nogv minni
Mad er sjálvsagt eitt stórri
arbeiði at finna út av hvussu
hetta hongur saman, men so
einfalt sum Høgni Hoydal vil
gera tað til er tað altso ikki,
ti ein inntøkuskapan —
multiplikator — er i øllum
fórum í blokkinum, tað eru
vit væl samd um
Alt hetta byggir jú eisini
á, tað rættuliga naivu upp-
fatan, at um vit loysa og
harvið siga blokkstuðulin frá
okkum, so hvørvur skuldin
eisini. Tað er tó ikki serliga
sannlíkt
Sakligheitin hjá Høgna
Hoydal kann sostatt verða á
einum nógv hægri stødi, men
higartil er tað bara gingið
skeiva vegin, men vit mugu
helst liva í vónini
Søguliga roknistykkið hjá
Høgna Hoydal minnir meg
um Klaksvikskingin, sum
royndi nýggja avhøvdaran
Hann segði: ”Snilt, snilt”
áðrenn hann kappaði fingr
arnar av
Keypmannahavn
22. mars 1999
Petur Mohr Dam
ER
239.201 2000)
messer |
um
2.729.186
ÞETA
TESS U——
3.117.58 138.750
se
EIN NYGGJHEIT, ID VERDUR GOMUL
Vølund hevur gjøgnum fleiri ættarlid verið útvegari av hvitvørum
til føroysku húsarhaldini, men nú broyta vit navnið til okkara
— altjóða hvitivøruheiti - Asko.
Saman vid hesari nyggjheit koma vit vid verdins nyggjastu vaski-
maskinu. Hon er løtt at handfara, av ti at tå bara skalt trýsta á tveir
knøttar: Antin forrit 1, 2, 3 ella á og startknøttin. Hesir á knøttar kunnu lúka krøvini til 95%
av vanliga vaskitørvinum, men kunnu skjótt broytast til tað forritið sum tú vilt samanseta. Alt
verður stýrt við mest framkomnu sensorskipan, sum tryggjar tær lægstu orkunýtslu og besta
vaskiúrslit.
ed ASKO
BUILT TO LAST LONGER
LM-handilin * Smyrilsvegur 2 * Tel 31 12 20 * Boks 3100