leygardagur 27. mars 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 27. MARS 1999
Nr. 60 - 27. MARS 1999
Dagfinn Olsen
Arið 1970 er vert at merkja
sær á mangan hátt. Úti í
heimi fullu mongu a
stjørnunum á nýggja tóna
hvålvinum, men eisni her
heima var hetta fellisár.
hava vit tey í huga. ið strídd
ust við penni í hond. Hetta
ir fóru fyra av okkara skriv
I
indi monnum.: Poul F. Jo
I
Så
fekk M. A
Jacobsens virdisløn fyri
søgusavn, sum kom ut í
1968
Sum so mangur annar
skrivandi tå, so fór hann á
Foroya fólkaháskúla og
fekk hann tá sínar fyrstu
yrkingar á prent felagsblað-
num .„Tjaldrið“.
Karsten Hoydal hevur
drúgva og sera forvitnisliga
grein um Hans Dalsgaard í
Varðanum í 1973. Hann sig-
ur m.a. soleiðis.
Hann var ættaður úr hús-
inum á Mølini í Skálavík.
triði elstur av 9 brødrum
Foreldrini vóru nógv ávirk-
að av danska háskúlanum.
Brødurin á Mølini skrivaðu
blad, sum vidgjørdi skemt-
iligar og ålvarsligar spurn-
ingar í bygdini. Blaðið kom
ikki út millum manna, men
var ætlað til innanhýsis brúk
og venjing.
I 3. árg. av Varðanum,
sum kom í 1923, síggja vit
tad fyrsta koma å prent, sum
Hans Dalsgaard setir navn
undir. Yrkingin „Aksið“.
sum í myndum og orðaljóði
er sera føst og búgvin. Sum
annað, ið hann skrivaði. var
hon sidilig og uppbyggj
andi. Í sama árgangi a
Vardanum, vóru tvær aðarar
yrkingar: „Vár“ og „Ung
lingafundur“ og eisini søg
an „Duld eru døpur mein”,
um eina hending í midøld
Karsten Hoydal fer víða
leið skaldsins. T.d
im á livs
Oarritid Varðan os
trúgvari vin hevur tíðarritið
ikki havt, sigur Karsten
Hoydal m.a. í drúgvu grein-
ini, Hans dalsgaard til
minnis
Arni Dahl greiðir m.a. so-
leiðis frá um Hans Dals-
gaard í Bókmentasogu II.
Sekstan ára gamal fór
hann til skips.
Veturin 1919-20 før hann
á Føroya fólkaháskúla
(sæmbart K. Hoydal saman
við bygdamanninum Heðin
Brú). og samveran við lær-
arar skulans, Rasmus og
Símun, gjørdi honum stóran
mun. Næmingarnir á há-
skúlanum høvdu handskriv-
að felagsblað „.Tjaldrið“, og
her komu nakrar av fyrstu
yrkingum hansara at standa.
Karsten Hoydal nevnir
viðvíkjandi hesum í Varða-
num. at undirvísingin í nátt-
úrufróði á háskúlanum
skakaði Hans og gjørdi, at
hann kom í sálarkreppu. tí
nåttårufrødin hóvaði so illa
saman við føstu trúnna og
gudsóttan, sum foreldrini
Hans Dalsgaard 100 ár
Mánadagin 29. mars, eru 100 ár liðin,
síðani Hans Dalsgaard úr Skálavík
varð føddur. Hann varð føddur 29.
mars 1899 og andaðist 25. oktober
1970.
Hans Dalsgaard hevði mánadagin 29. mars verið
100 ár. I takkarrødu síni, tå hann í 1968 fekk M.
A. Jacobsens virdisløn, endaði hann við orðunum:
>Hentari er handartak manni livandi enn lov, tá
19vdu lagt niður í hann
Bokmentasøgan heldur
fram: Heimafturkomin til
teimbygdina setti hann
saman við øðrum á stovn
ungmannafelag, og í sam-
andi við hetta felagsar
eiðið skapti hann gilt av
yrkingum og søgum, sum
seinni komu á prent í Varð
inum ella onkrum av blød
inum. Hann býr nú í Skål
| verðir fyrifallandi
ur sr ið
ndir 2 leimsbardaga
ður IN 44 sendur
til Islands sum løgtingsins
umboðsmaður har hitti
hann íslendskar høvundar.
sum gjørdust vinmenn
hansara
Aftan á kríggið (1950)
flutti hann til Havnar at
búgva og fór at arbeiða hjá
landsverkfrødinginum, har
hann starvaðist, til hann fór
frå við eftirløn.
Bókmentaverk
Tað mesta av tí, Hans Dals-
gaard yrkti og skrivaði, varð
skapað í tíggjuáraskeiðnum
1920-30, men ikki fyrr enn
í 1966 kom fyrsta og einasta
yrkingasavn hansara ut, og
ikki fyrr enn í 1968 kom
einasta søgusavn hansara
„Av mannagøtum” eitur
yrkingasavnid; ikki er tað
stórt, telur tilsamans 14
upprunayrkingar og 16 týð-
ingar úr donskum, norskum
og íslendskum. Bæði upp-
runayrkingarnar og týðing-
arnar bera merki av tí sjáld-
sama vandna yrkjaranum,
Hans Dalsgaard, ið ikki lat
av hondum nakad verk, utt-
latin er«
an hann hevði handfarið tað
fleiri ferðir. snákað og
snøggad tað til lítar
Arni Dahl sigur víðari í
Boøkmentasøguni, at Hans
Dalsgaard yrkir um árstíðir.
verjir tey happaðu í samfel
agnum. yrkir um einsemi og
unglingafundir. Eisini nem
ur Arni Dahl við kendastu
yrkingina hjá Hans Dals
„Tú vallari á vegnum
SUM gongur revstur -
anså ULF
at kjarnin góðar mentir fær.
Tú annars er
eitt burturkast á vegnum. “
Um søgur og leikir greiðir
Arni Dahl soleiðis frá:
Í søgusavninum, ið hevur
heitið „Bondur og fátæk
fljóð“, eru níggju uppruna-
søgur og seks týðingar úr
íslendskum, fýra eftir Elias
Mar og tvær eftir Gudmund
Gislason Hagalín.
Upprunasøgurnar = eru
partvís endurminningar frá
barnaårunum, partvís frá-
sagnir bygdar á sagnatilfar,
ið livandi hevur verið í
Skálavík.
Tær eru sagdar á kjarn-
góðum máli, og í fleiri teirra
nýtir høvundurin høvi til at
kunngera samhug vid ti
happaða, ti undirmetta i
samfelagnum. Menniskj-
ansliga lysingin av bygdar-
spottinum Nelson, ið letur
lív fyri at bjarga ødrum lívi.
er gott prógv um hetta, og í
søguni „Keglið“ fáa vit úr
munni mammunnar orð. ið
kundu staðið sum felags-
hugsan fyri nógv av tí, Hans
Dalsgaard skrivaði:
„Latið tit altíð hjartað
ráða, ið hvat tit so gera, tá
verjir Gud tykkum, um
menn vilja skaða tykkum!“
I 1926 kom á prent í Varð-
anum „Jákup Sibbi. sjón-
leikur í tveimum pørtum,
bygdur á væl kenda táttin
Jåkupsa skegg“. Hetta er
ein glæntrileikur, uttan iva
skrivaður til onkra kvøld-
skemtan í heimbygdini.
Tvær tær seinastu yrking
arnar eftir Hans Dalsgaard.
vóru yrktar tå deyðsboðini
komu av Martin Joensen å
jólum 1966 og av Poul F
Joensen á joansøku 1970
I 1968 fekk Hans Dals-
gaard M.A. Jacobsens virð
isløn, og tað gleddi hann
nógv. Hans Dalsgaard
dugdi at taka til og í takkar-
røduni endaði hann við hes-
um orðum:
Hentari er
manni livandi
enn lov, tá latin er
handartak
V. U. Hammershaimb 180 ár
Eiríkur Lindenskov
A Mariumessu á vári 1819
var faðir skrivtmál okkara,
V. U. Hammershaimb borð-
in í heim á løgmansgar0i-
num á Steig í Sandavågi.
Pápi Vensels. Jorgen
Frants Hammershaimb. var
hin seinasti løgmadurin í
Føroyum, eftir at løgtingi0
varð lagt niður sum ting í
1816.
Løgmaður búði kortini á
garðinum í Sandvågi nøkur
ár eftir hetta. men um 1820
doyði Jørgen Frants, og tå
garðurin skuldi býtast sund-
ur, flutti løgmanseinkjan við
báðum børnunum, Vensili
og Mariu Louisu til Havnar.
Bæði faðir og móðir Ven-
sils vóru úr Gongini í Havn.
Hann úr Fútastovu og hon,
Armgard Maria, var úr
Nýggjustovu. Tá hon flutti
til Havnar aftur, flutti hon
inn til móður sína, Helene
Christien Egholm. og búði
hon har restina av ævi síni.
Størsta partin av barn-
dóminum búði Vensil í
Nýggjustovu í Havn, men
longu 12 ára gamal fór hann
í 1831 til Keypmannahavn-
ar at ganga í skúla.
Í bókini >V. U. Hamm-
ershaimb - livssøga og virki
hans< sigur Edward Mort-
ensen (seinni Mitens) frá
um — uppvøksturin hjá
Hammershaimb. Hann sig-
ur m. a., at Vensili dámdi
sera væl at lurta eftir søgum,
sum tey gomlu søgdu frá.
Abbi hansar var Wencels-
laus Hammershaimb, fútin,
sum búði í grannahúsinum,
Fútastovu. Hann var vitugur
maður, og tá Vensil var seks
ára gamal, lærdi abbin hann
at lesa.
Fyrstimadur futans, Jens
Davidsen (1803-78) hevdi
lært at lisið hjá ommu-
beiggja Vensils, Jens Chr.
Svabo. Hann lærdi Vensil at
lesa, og síðan var hann sett-
ur í Havnar skúla.
Fyrsta prestaembætið hjá
Vensili í Føroyum var i Kví-
vík í 1855, og har eggjaði
hann monnum sum Kvívíks
Jógvan og Jóan Peturi uppi
í Trøð, sum seinni gjørdu
sannir Føroyamålsvinir.
I 1862 gjørdist hann
próstur og flutti inn á Nes. I
1878 fór hann aftur til Dan-
markar, og har fekk hann
prestakall í Lyderslev
Seinasta ferðin hjá Vensili
í Føroyum var í 1893. Hann
doyði í Keypmannahavn 8
apríl í 1909 90 ára gamal
Hósdagin - á Mariumessu,
vóru liðin 180 ár síðani. at
faðir skrivtmål okkara, V. U.
Hammershaimb, varð føddur
føddur