Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

viljin at hjálpa var 0 truligur, sjålvt í eim tíð, tá 10 stór kreppa var í landi num Etlanir, ið ikki eru framdar Freydugt so, tá ið litid verður aftur. eru ætlanir, 10 hava ligið á borðinum. men sum ikki eru komnar longur. Ein av hesum er ætlanin um at gera ein filmklubba, har fólk tekna eg sum lim og fyri líma rjaldið sleppa at siggja 5 10 filmir hvort hålvaår Etlanin vid hesum er at vísa norðurlendskan film. sum ikki verður vísur í biografunum. Hetta bindir húsið ógvuliga men ætlanin er ikki slept. og nýggi stjórin arbeiðir víðari við tí - Tey. ið ganga nógv í biograf, velja heldur ein aksjónfilm fram um ein norðurlendskan dygdar- góðan film. Men vit skulu minnast til. at tað eru fólk. ið velja tað øvugta og sum einki hava í at velja. Fólk kunnu eisini læra at síggja film. - Eg hevði í hyggju at fáa opera til Føroya, meiri ballett og dukkusjónleik. Eg kundi hugsað mær at fingið føroyingar at fáa áhuga fyri dukkusjónleiki. Í hesum býr ein møguleika at skriva til børn, og at ferðaðst runt á dagstovn- um og til yngri skúla- flokkar. Seinasta avrikið í Føroy- um á hesum sinni er at geva út eitt føroyskt kort- spæl. tað fyrsta av sínum slag, sum Bárður Jákups- son hevur teknað. - Hetta verður mín sou- venir til føroyingar. nogV. Ut um landið Síðsta vár heyði Norður- landahúsið í Føroyum fimtan ár á baki. Í tí sam- bandi varð tosað aftur og fram um, hvat hesin stovnurin hevur havt at týða fyri føroyingar og mentunarlívið í Føroyum. Og leikluturin hjá hesum tí størsta mentunardepli- num í Føroyum stendur ikki óbroyttur, heldur Peter Turtschaninoff. - Føroyska mentunar- lívið fer at taka yvir ein part frá Norðurlandahúsi- num. Føroya fólk hevur fingið eitt yrkisleikhús til dømis. Aðrenn varð yrkis- sjónleikur spældur í Norð- urlandahúsinum. Upp- gávan hjá húsinum verður at bjóða altjóða mentan, ikki kommersiella. - Um Norðurlandahúsið verður eins ráðandi i før- oyska mentunarlívinum í framtíðini sum tað er og hevur verið, veldst um, hvussu tað gongur Føroy- um fíggjarliga. Eg kom higar, tá ið kreppan var ringast. Fólk høvdu ongar pengar til at skipa fyri tiltókum og tí hevur húsið havt ein part av teimum uppgávunum. Tá ið landið tekur yvir partar av ment- unarlívinum, skilt soleiðis, at tað fær innivist og karmar aðra staðni. verður leikluturin hjá húsinum ein annar. Stjorin má lurta eftir. hvat hendir i før- oyska samfelagnum. og Norðurlandahúsið kann átaka sær at vera vid, tá ið tiltokini verða ov stór, ov trupul og ov smøl Norðurlandahúsið er bindilið millum Føroyar og hini Norðurløndin. stovnurin skal stuðla tjóð armentanini og ikki minst koma út á bygd. Norðurlandahúsið skipar fyri um 60 ultøkum á bygd um árið. Umstød urnar eru ikki so 2óðar alla staðni. men hetta verður bótt um í næstum Eg havi í trý ár arbeitt fyr at fáa ein framleidslubil til húsið. ið hevur alla tekn tska útgerð Verður hesin bilurin keyptur. sum eg rokni við, ber til at skipa fyri ultøkum alla staðni í landinum, har koyrandi er. Samstundis kann bilurin eisini brúkast saman við útgerðini í Norðurlanda- husinum, tå ið hann ikki verður brúktur úti um landið. Tað kann ikki vera meiningin, at øll bygda- husini í Føroyum skulu keypa slíka útgerð. Kunnu bygdafólkini ikki koma í Norðurlandahúsið, má Norðurlandahúsið koma til tey. Nýggjar og aðrar raðfestingar Seinasta summar og heyst vóru atfinningar at hoyra og síggja í fjølmidlunum frá fólki í mentunarlívi- num, ið løgdu stjóran í Norðurlandahúsinum und- ir ikki at lurta og hava virðing fyri teimum og tí, tey hava at bjóða. - Eg havi altíð lurtað, kanska ikki í so stóran mun eftir felagsskapum, men eg havi verið noydd- ur at gera aðrar raðfesting- ar. Eg havi ilt við at skilja, hví hesi vænta, at tey hava einkarætt uppá tað. ið skal vera í húsinum. Mín rætt- ur sum stjóri er eisini at koma til Føroyar við nøkr- um hugskotum, ið føroy- ingar ikki droyma um, bæði góðum og minni góðum. Tað ber eisini til at venda tað soleiðis við og siga, at uttan at fylgja boðum úr Norðurlandaráð- num og raðfesta soleiðis, sum teir politikararnir seta út í kortið, høvdu vit ikki fingið stórri fíggjarætlan til húsið. Tá ið tú tekur nýggj tiltøk inn í húsið, gongur tað so ella so út yvir tiltøk, ið hava átt heimarætt í húsinum. Gongur inneftir Í sendingini Innskoti í SVF fyri einum ári síðani tos- aði Peter Turtschaninoff um hugtakið aquamentan ella oyggjamentan. Tað vil siga mentan, ið eyðkennir eitt oyggjafólk. - Tá ið tú sært fastar listaframsyningar í Føroy- um merkir tú, at kraftin í listini gongur inn eftir, at listafólkið í nógvum før- um stendur við rygginum móti havinum. Noevar bókaútgávur í Føroyum eru søgulig afturlit - un feløg. fk lagsskapir, folk og slikt. Ogvuliga lítið pláss er til nyskapandi skald skap. og tað er tekin um. at fóroyingar hyggja inn eftir ístaðin fyri uteftir tað er so, tí fl ingar hava ver skilt. hví síu FØroy ið uttan lands. Sjálvsagt eru und- antøk, men tey eru fá. Eitt nú Tróndur Patursson Hann spreingir øll mørk int. ið bingjan setir hon um, « i kosmos Eins og Will i Heinesen m f Unun indum, ið uttanifrå tað I bl no og od nu. Tað remmandå nýtist ikki at vera ræðandi. tað kann | d ið so stórur dentur verður í afturlítandi ment an, er lítið pláss til menn- ing Peter Turtschaninoft metir. at ein orsøk til hetta er, at føroyingar hava havt eina fremmanda mentan í landinum. ið hevur verið yvir teirra. - Føroyingar hava ikki rivið seg mentunarliga leysar frá hesi mentanini. Ikki fyrr enn í nýggjari tíð hava føroyingar fingið loyvi til at vera rættir føroyingar. Tað ber ikki til at leypa søgulig tíðarskeið um, og tad ber heldur ikki til at heinta alt tað mista inn vid at leypa annað um. Føroyingar hava rætt og slætt ikki havt tid at koma igjøgnum menningina, 10 hevur verið aðra staðni, og tað er orsakað av vantandi frælsi. Bert frælst fólk kunnu hugsa frælst. - Okt fatan millum menniskju er týdningar- mikil, og uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er eisini at vísa føroyingar list, teir ikki eru vanir við. Verða eyguni ikki latin upp fyri slíkari list, ber ikki til at útvikla seg. Idealisma og sjálvoffran er nóg mikið til eitt vist, men fyri at utvikla listina mugu pengar til. - Mentan ávirkar oll viðurskifti í mannalívi- num. Tey. ið gera brúk av mentunartilboðum og tey. sum virkir. taka lut í ment- anini so ella so, liva longri. Mentan er lívs- dygd. Tað ber ikki til hjá eini tjóð at vera til uttan mentan. - Tað hava altíð verið einstakir politikarar í Før- oyum, ið hava verið tilvit- aðir um mentan, men gjøgnumgangandi hava politikararnir svikid ment- anina. I kreppuni hevur verid trupult at satsa uppå mentanina. Men Føroyar eru eitt lítið land og tað fer ongantíð at vera so, at her fer at vera alt. Fleiri og fleiri fáa eina útbúgv- ing innan list og onnur nema sær aðrar høgar útbúgvingar, og tað eru partvís hesi, ið fara at eisini vera íblástur lagdur - Tað er rættiliga hugvekjandi, at førovingar hava varðveitt so nógv av fornment- — anini, sigur Peter Turtschaninoff mynda føroyska mentun- arlívið. Hesi fara ikki at vera tigandi, tey vilja vera í Føroyum og tey fara at seta krøv. Tað hoyrir til listina, at hon mótmælir, bæði sjálva listina og sam- felagið. Listin setir spurn- artekin við alt viðtikið. og myndugleikarnir fara altíð at hava trupult við at góð- taka hesi spurnartekini. Lívið er eitt val Peter Turtschaninoff er varin við at geva teimum, ið fyrireika ein føroyskan mentapolitikk. góð ráð. Bæði tí hann er útlending- ur og ti hann er á veg út úr einum virknum leikluti innan mentunarlívið. - Føroyingar eiga at gera sær greitt, hvat teir vilja hava og gera sær greitt, at ráð og umstødur eru ikki til alt. Tí eigur eftir mín- um tykki at verða lagdur dentur á tað foroyska og tað sum hevur týdning fyri føroyingar. - Musikskúlin ger eitt sera stórt arbeiði og nú síggjast fruktirnar av hes- um. Men eg undrist á, hví eingin sanglærari ella sangpedagogur er i Føroy- um. Føroyingar eru fram um alt annað eitt syngj- andi fólk. Her eru nógv fólk, ið duga væl at syngja, men teimum tørv- ar hjálp at koma longri fram. Tá ið sangpedagogar eru her á vitjan, síggja vit, hvussu stórur tørvurin er á einum slíkum. - Ein stuðulsskipan eig- ur at verða sett í verk. sum hjálpir teimum, ið hava gávur og evni, soleiðis at tey kunnu fara uttanlands at nema stórri lærdóm. Verða tey stuðlað heimani- frá í at fara uttanlands, fola tey, at tað tey gera hevur týdning og tey fáa hug at koma aftur. Fáa tey ongan stuðul, hava tey ongan hug at koma aftur. Tað verður ongantíð eitt livibreyð til øll, men velur tú kortini at seta teg niður í Føroyum, hevur tú gjørt Nr. 60 - 27. MARS 1999 i i eitt val - Børn verða trygg. tå ið tey hava nøkur mørk Børn uttan mørk verða rædd yvir fyri valdinum, tey halda. at tey hava. Á sama hátt er samfelagið Føroyar hava ikki og fara ongantíð at hava eitt so fjøltåttad mentunarliv, sum vit kenna aðra staðni Framtíðin I fyrsta umfari fer Peter Turtschaninoff aftur til Finnlands. - Eg kundi hugsað mær at verðið í Føroyum, um umstødurnar høvdu verið ødrvisi. Her er so nógv ein kann gera. Eg fari at skriva eitt sindur um tíð- ina i Føroyum, eg fari at royna at týða bøkur eftir William Heinesen til finskt, og so fari eg at vera saman vid døtrum mínum. sum ikki hava sæð so nógv til pápan síðstu árini, sigur Peter Turtschaninoff at enda. dl Ikast um mentapolitikk Hetta er sjeynda samrødan i eini greinarød um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið i samgongu- skjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við stødi i mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrødum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskift- ið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi mikudag verður samrøda við Jógvan Dahl, tónleikara.