mikudagur 31. mars 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 31. MARS 1999
Tey mólu
millum
húsini
i Havn
Umboðini fyri
Starvsmanna-
felagid, id fyrra-
partin i gjår leit-
aðu sær í Tinga-
nes at handa løg-
manni mótmælis-
skriv, komu á
stongdar dyr, og
máttu tey mala
millum húsini á
Tinganesi eina
løtu, áðrenn tey
sloppu inn
JOHN JOHANNESSEN
325 fólk hava skrivað undir
mótmælisskriv, har fram
terðin hjá Karsteni Hansen.
iggjarmålaråOharra, harð-
liga verður átalað. Tey 325
folkini eru Onøgd um við
merkingina, ið Karsten
Hansen heyði í Degi og
Viku fyri stuttum. tá hann
segði. at almenn starvsfólk
ganga og mala millum hús-
ini í Havn í arbeiðstíðini
Mótmælisskrivið lá í
bussinum uttanfyri Fíggjar-
málastýrið og í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum
månadagin, har høvi var at
skriva undir, og í gjár varð
farið í Tinganes at handa
løgmanni skrivið. Men tå
umboðini komu út í Tinga-
nes við skrivinum. vóru all-
ar dyr læstar. Á hurðini til
løgmansskrivstovuna hekk
eitt annað skriv, ið boðaði
frá, at vegna verkfall var
avgreiðslan í Tinganesi
stongd. Hetta gjørdi, at
neyðugt var hjá umboðu-
num at ganga millum húsini
á Tinganesi í Havn, fyri at
finna eina opna hurð onkra-
staðni. Men ikki var neyð-
ugt at mala so leingi, tí
skjótt sást Høgni Hoydal,
varaløgmaður, stinga høvd-
ið út gjøgnum dyrnar til løg-
mansskrivstovuna. Hann
boðaði frá, at løgmaður ikki
var at hitta, men at hann
fegin skuldi taka ímóti
skrivinum og handa tað víð-
ari til løgmann.
Skal fáa
sømuliga viðgerð
Umboðini fyri mótmælis-
fólkini søgdu, at tey hildu
framferðina hjá Karsteni
Hansen vera vanvirdiliga,
og hildu ikki, at hon kundi
fara óátalað fram við
Av ti at løgmaður
ikki var tilsteðar,
var Høgni Hoydal
varalógmaður
noyddur at taka
ímóti
mótmælisskrivinum
borðinum. Harafturat hildu
tey ikki umberingina hjá
fíggjarmálaráðharranum
bløðunum vera nóg góða
Tey vístu á, at hann heldur
átti at farið aftur í Dag og
Viku við eini umbering fyri
mistakið
Mótmælisfólkini siga seg
ikki kunna skilja. hvussu
samráðingarnar kunna
halda áfram við Karsteni
Hansen hinumegin borðið,
tá hann hevur sýnt starvs-
fólkum sínum so Osømilig
an atburð
Høgni Hoydal heyði onga
stórvegis viðmerking um
málið. Hann segði seg ikki
hava sæð innslagid, og
kundi tiskil ikki úttala seg
um tað. Men hann helt, at
onkur skilagóð frágreiðing
átti at verið. ið vísir, at út-
søgnin hjá Karsteni Hansen
ikki hevur verið meint eins
ógvusliga og fólk hava upp
fatað hana. Hann segði, at
hann skuldi bera løgmanni
mótmælisskrivið og lovaði
at tað skuldi verða vidgjørt
sømuliga.
Utifundur
Tå formella handanin av
mótmælisskrivinum var av,
gav Høgni Hoydal sær góð-
ar stundir at pråta við mót-
mælisfólkini. Hann helt
støðuna vera sera óhepna og
vónaði, at samráðingarnar
seinni í gjár fóru at føra til
eitt úrslit.
Semingsfólkini vístu
varaløgmanni á, at tey hildu
tað vera eitt sidur øvugt, at
fíggjarmálaráðharrin, ið er
tjóðveldismaður, ber seg so
illa at móti tí arbeiðandi
fólkinum, tá nevniliga Tjóð-
veldisflokkurin ber orð fyri
at vera arbeiðaraflokkur.
Høgni Hoydal vísti í hes-
um sambandi á, at Tjóð-
veldisflokkurin sanniliga er
arbeiðaraflokkur, men at
Karsten Hansen umframt at
vera tjóðveldismaður eisini
er fíggjarmálaráðharri.
Soleiðis varð prátað eina
góða lotu aftur og fram, til
semingsfólkini leitaðu sær
aftur til partamenn sínar, ið
spentir sótu í sólini uttanfyri
Café Natúr og bíðaðu eftir
tíðindum úr Tinganesi.
tíðindablaðið
Hvat skal
biltryggingin
kosta?
Spyr Trygd, um tú ivast.
Tað er hóast alt har,
prísurin verður ásettur!
Støkk inn á gólvið í einari av deildum Føroya
Banka ella hjá Trygd og tekna ta rottu
biltryggingina.
Rættar tryggingar
fyri rættan prís
RYGD
... eitt fet fremri
Tórsgeta 16 Postboks 44 110 Tórshavn Tel311677 Fax317211