Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ur Framtíðin tíðindablaðið) } PE Nr. 62 - 31. MARS 19992 I pr 12 RE. 1 Og inn í hjartað í Havn I eini 35 - 40 ár hevur Jógvan Dahl verið við til at mynda føroyska tónleikapallin. Vágbingurin kom beina leið úr Framtíðini í Vági og inn í hjartað í Havn, Sjónleikarhúsið, meðan sekstiårini við nýggjum rákum og tónleiki floymdu yvir klettarnar. Og enn seta vit hann í samband við eitt Í. SO nú Faroe Boys og Harkaliðið. - Tað kravdi eina hugburðsbroyting, tá vit ætlaðu at fáa pening fyri at spæla. Formaðurin í Framtíðini kundi floyta fyri einki, minnist Jógvan Dahl, sum heldur, at aloftast hevur tað víst seg, at hann hevur spælt fyri at stuðla t.d. mentan ella ítrótti, - ongantíð tónleikinum í sær sjálvum. Jógavn Dahl minnist afturá og sigur sína hugsan, nú politikarar hava sett sær fyri at orða ein mentapolitikk. Dagfinn O is leggja lunnar dan dans i ættarliðið kennir nn sum lærara í alisfrødi . men órvað køna guitarleik- ran, 10 ikki setist aftur, tå CISINI SUM nú 51 ára gamli evnafrødingurin og tón- eikarin. Jógvan Dahl, var ) år, tá hann fekk sin ta guitar 7 undirvisingar- timar frå Simma - Guitarin hugtók, og eg ærdi fyrstu akkordirnar Tá búði eg í Havn. Tá var tað meira eitt umhvørvi, enn ávísir bólkar. Vit búðu i Varðabú, har nógv børn á mínum aldri búðu. sum dámdu væl at syngja og spæla. minnist Jógvan, ið sjálvur lærdi seg nakað á guitaran, men sum eisini tók 7 undirvísingartímar hjá Simma í lítla húsinum við endan av Niels Fin- sensgølu - Hugurin til tónleikin vaks. og eg hevði fitt for- eldur, ið skiltu støðuna, so vit ungu í Varðabú fingu loyvi at innrætta tónleika- holl í kjallaranum, har vit hittust eftir skúlatíð og í vikuskiftunum og spældu tónleik, ið var frammi tá og kanska nakað av schi- fertónleiki. Vit høvdu guitar, vaskibretti, cha-cha kúlur og so høvdu vit gjørt ein kontrabass av einum the-kassa, einum kusta- skafti og nakað av twaini, sigur Jógvan, ið minnist, at tey sjálvi málaðu hetta ungdómshús, har tað var prátað og kjakast og har tónleikaleiðin byrjaði. Í Grannalagnum hjá Jógvani búði Niels Símun Johannesen (seinni eisini kendur úr Islenders), ann- ar spældu rútmu og hin sologuitar. Og í hesum realskúlaárunum hitti Jógvan eisini Símun Arge, ið leikti klaver, guitar og bass. Íblásturin fingu teir frá Radio Luxenburg og annars royndu teir at taka upp á band og at gerast betri Í Vági floytaði for- maðurin fyri einki - So fekk pápi mín ar- beiði suðuri í Vági, og mamma og eg fluttu so eisini suður. Har tók eg so restina av realskúlanum. Hugurin at spæla hvar ikki, og skjótt fann eg saman við onkrum at spæla saman við. Men sambandið við Niels Sím- un og Símun Arge slitnaði ikki. Vit skrivaðu saman og teir komu suður at vitja. Vit fingu lænt eina stovu í gamla skúlanum í Vági og at enda spældu vit til dans í Framtíðini, greiðir Jógvan Dahl frá. - Sum so vóru umstød- urnar góðar. Vit nýttu gamla skúlan til venjing, sum tað passaði okkum, og eingir aðrir bólkar vóru. Men tónleikurin, ið vaks fram í sekstiárunum, kravdi fleiri ljóðfori og harvið pening. Og pen- ingur var ikki tað, ið vit høvdu mest av, sigur Jógv- an. - Vit royndu at tosa lagaliga við formannin í Framtíðini, um at fáa pen- ing tyri at spæla, so vit kundu keypa ljóðfóri. Men har kravdist ein hugburðs- broyting, tí tónleikarar spældu av gleði og nýttust ikki pening fyri at spæla, men har vóru vit eitt sind- ur ósamdir og royndu at føra okkara sjónarmið fram, men einki hjålpti, greiðir Jógvan frá. - Millum annað minnist #9 eg, at formaðurin segði, at vildu vit ikki spæla, so kundi hann floyta til dans fyri einki. Og tað gav so at bíta nakað seinni, tá eitt verjuskip var á Vági, og sum vanligt, so skuldi dansur verða. Boð komu frá formanninum, um at biðja orkestrið spæla, men eg segði nei, tí nú kundi hann floyta, um hann heyði hug. og so bleiv eingin dansur tað kveldið, sigur Jógvan, og leggur afturat, at eftir hetta kom broyting í. Seinni fingu Jógvan og viðleikarar samrátt seg fram til ein rímuligan prosentpart av tí, ið kom inn. so teir fingu pening til nýggj ljóðfóri. og teir royndu so eisini at greiða frá, at við at spæla til dans, so bundu teir seg til at lata eina voru frá byrjan ul enda. peningur kravdist og hetta var arbeiði, og hesum fingu teir í sátt og semju viðhald í at enda Ur Framtíðini inn í hjartað í Havn Fara vit víðari. so kom Robert McBirnie at spæla ein leiklut eisini. Hann gekk á læraraskúla í Havn Hann kom suður í frítíð- unum og varð biðin at spæla annað påskakvøld, annað jólakvold o.s.fr., og hann spurdi so, um vit kundu bakka hann upp. Soleiðis komu vit at kenn- ast og tað riggaði fínt. Tá vinir mínir úr Havn vóru í Vági, og Robert eisini, so spældu vit allir saman, sigur Jógvan, sum nakað seinni, tá realskúlatíðin fekk ein enda, legði leið- ina til Havnar og niðan í Hoydalar á studentaskúla á matimatiskudeild. - Nakað samstundis er Atli Hansen liðugur við ein part av síni læraraút- búgving og skal í prak- tikk. Faroe Boys standa so og mangla ein solospælara og Robert og eg kendust, so hann spurdi. um eg hevði hug at koma við. Tað var spennandi, tí Far- oe Boys var nakað, ein sá upp til, tað var toppurin tå, so beinleiðis at verða bið- in at koma úr Framtíðini í Vági, og inn í hjartað í Havnini, tað ávirkaði, minnist Jógvan, ið ikki fekk sovi um næturnar, tí hann sat á songarstokki- num og vandi. 60*ara andin og føroysku beatlarnir Soleiðis kom Jógvan upp í Faroe Boys miðskeiðis í sekstiárunum og leikti har eini tvey ár og hann minn- ist hetta sum gleði og gleim. - Teir vóru slopnir inn í Sjónleikarhúsið, tað besta hølid, ið var tå, men ikki sunnukvøld, tí tá spældi Gággan, men mikukvøld. Tosar ein við fólk í dag, so meta nógv, at hetta var eitt kvold, ið sæð varð fram til. Og tað var pakkað við fólki, eini 800 atgongu- merki vórðu lættliga seld, so tað var sum sild í tunnu