Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

N:. 62 — 31. MARS 1999 ítróttar 27 Eysturriki plott igjøgnum av Spania Fótbóltur: Men eysturríkararnir hálda framvegis. at mest eyðmýkjandi tapið hjá teimum nakrantíð var, tá teir taptu móti Føroyum í Landskrona Í oktober var eitt ár síðani. at føroyska landsliðið tapti 3-1 í Spania. Urslitið var bæði í Førovum og í øllum fótbóltsheiminum mett at vera sera gott fyri føroyskan fótbólt Hondina á hjartað so lúrdi sum so mangan áður tå okkara menn á útivolli hava roynt móti teimum størstu — óttin fyri sorli og stórtapi, men føroyingar komu — sum so mangan áð- ur — heilt væl burturúr tí, tá hugsað verður um, at tað var ein av teimum størstu í heiminum, sum var mót- stóðuliðið. Leygardagin var tað Eyst- urríki, sum skuldi royna seg á utivølli móti Spania. Vón- irnar vóru ikki heilt eiða- sørar, tí fyrstu royndirnar hjá Spania í hesari EM und- ankappingini vóru alt annað enn góðar. Fyrst taptu teir 3-2 á Kypros, og so var tað ikki meiri enn teir kneykaðu einum teprum 2-1 sigri móti Ísrael. Men hesa ferð bar betur til hjá Spania. Eysturríki var spælt sundur og saman, og úrslitið gjørdist ein knús- andi 9-0 heimasigur. Stóri seg Sumba er langari ferð maðurin hjá heimaliðnum var Real Madrid maðurin Raul, sum var við. tá For oyar spældu í Gijón. Hann Skoraði fýra mál og legði upp til trý onnur Minnast framvegis Føroyar Tá vit hoyra um eina Sso- vorna eyðmýking av Eyst- urriki, so er skjótt at ímynda sær, at hetta man hava verið mest flóvisliga tapið nakr- antíð, og í onkruia altjóða fjølmiðlum varð tikið til, at hetta var meiri eyðmýkj- andi, enn tá Føroyar vunnu 1-0 móti Eysturríki. Men tað halda eysturrík- arar sjálvir ikki. Tann, sum segði frá í eysturrískum sjónvarpi, var sjálvandi ikki í serliga góðum skørum. Tað sigur seg sjálvt. Men hann helt ikki, at 0-9 á úti- vølli móti Spania, sum er størsta tapið í 90 ára longu søguni hjá eysturriska fót- bóltssambandinum, var tað mest eyðmýkjandi úrslitið nakrantíð hjá Eysturríki. — Hetta er als einki at rópa hurrá fyri og ein stór eyð- mýking, men tað skal eing- in ivi vera um, at 1-0 tapið í Landskrona móti Føroyum 12. september í 1990 fram stendur sum mest eyðmýkjandi úrslitið nakr- antíð hjá eysturríska lands- liðnum, varð sagt. tá dyst urin í Spania var liðugur leygarkvoldið. Tá Føroyar høvdu vunnið móti Eysturríki varð venj- arin, Josef Hickersberger, skiftur út. Í fyrradagin frætt- ist, at 43 ára gamli venjarin hjá Eysturríki, Robert Pro- haska, hevði lagt frá sær. Hann hevði staðið á odda fyri liðnum í 51 dystum. Nú skulu teir í Eysturríki finna nýggjan venjara, og fyrsta uppgávan hjá honum verður í EM undankapping- ardysti móti San Marino Tann dysturin verður 28. apríl, og um tað ikki fer at eydnast hjá Eysturríki at vinna ta ferðina, so verður tað stórri sensation, enn tå teir taptu móti Føroyum. Føroyar hava tvær ferðir vunnið móti San Marino 3-0 á heimavelli 25. mai 1995 og 3-1 á utivølli 11. oktober sama árið. vegis Fleiri stortap Tá eitt so Ogvusligt úrslit Á Fótbóltur: Taka alt um eina leið í steypakappingini Í gjár skrivaðu vit um, at toftamenn vóru ikki við hús aftur fyrrenn mánanáttina klokkan fýra, eftir at teir høvdu verið í Vági og spælt. Teir vóru farnir suður við útróðrarbáti tíðliga sunnu- morgunin. Klaksvíkingar fóru suður leygardagin, og sjálvt um teir komu norður aftur av Tvøroyri og til Havnar við Bliki, so láta teir illa at, at tað var ófriðarligt. Teir leig- aðu útróðrarbát um Leir- viksfjørd og vóru aftur á Klaksvík mánanáttina klokkan hálvgum tvey. Tá hesar reglur verða lisnar kring landið, verður tað kanska onkur, sum fer at vita frá onkrari langari fótbóltsferð at siga. Men lít- il ivi man vera um, at súmb- ingar i hesum døgum eru við at seta met, tá tað snýr seg óvantað langari fót- bóltsferð. Sambært skránni fyri steypakappingina hjá monnum skuldi Sumba spæla á útivelli móti NSÍ sunnudagin. Teir fóru frá húsum um middagsleitið og komu norður á Havnina við einum trolara. Sunnudagin fóru teir inn í Runavíkina, har dysturin varð spældur, sjålvt um lík- indini vóru vánalig. So fóru sumbingar aftur til Havnar, men av tí at líkindini vóru so vánalig, fingu teir ongan fart zuOur aftur hetta kvøld- ið. Mánamorgunin fóru teir aftur at leita eftir onkrum báti, sum teir kundu sleppa suður við, men eingin sigl- di, og so løgdu teir á annan bógv. - Undan vikuskiftinum heittu vit á Fótbóltssam- bandið um at fáa dystin móti NSI útsettan, inntil ar- beiðssteðgurin var liðugur, og vit aftur kundu ferðast við Smyrli, men tá fingu vit at vita, at um vit ikki møttu í Runavík, so taptu vit dyst- in. Tað vóru vit illa nøgdir við, men vit fóru avstað, og vánaligu ferðavánirnar hava gjørt, at vit missa í hvussu so er ein og kanska tveir arbeiðsdagar í hesari vikuni. Tí hava vit gjørt av, at vit taka alt um eina leið, so- leiðis at vit sleppa frá at fara norður um aftur í steypa- kappingini. Og tað sær út til, at hetta fer at eydnast. Vit fara at spæla í Leirvík tyskvøldid, og so fara vit at spæla í Gundadali móti B36 mikukvøldid, segði spælan- di venjarin hjá Sumba, Birgir Jørgensen fyri okkum seinnapartin mánadagin. Tá vit tosaðu við hann, vóru spælararnir hjá Sumba farnir í ymsar ættir á fast- landinum at fáa sær hús hjá familju og kenningum, men í gjårkvøldid var ætlanin, at teir skuldu hittast í Leirvík, og ætlanin var eisini. at teir skulu hittast í Gundadali í kvold. Og so mugu vit rok- na við, at teir vera við hús aftur í Sumba eina ferð í morgin. Tá hava teir verið burturi í fótbóltsørindum í fimm samdøgur, og tað er ikki so lítið, tá ætlanin bara var at vera burtur í minni enn tvey samdøgur! jh Hóast Eysturríki herfyri tapti 9-0 móti Spani a, halda teir framvegis, at størsta eyðmýkingin kom móti Føroyum tann 12. september 1990 sum 9-0 gerst veruleiki, fara hagtalsmenninir at blaða í bókunum fyri at finna úrslit, sum eru í nánd av hesum I vikuskiftinum hava tól dystir í europeiskum lands- liðsfótbólti síðani 1971 ver- ið nevndir, har úrslitið hev- ur verið í minsta lagið 8-0. Føroyingar hava tíbetur ongantíð verið við í so- vorðnum dystum. Flest mál móti føroyingum hevur Jugoslavia skotið. Tað var tá teir 6. oktober 1996 vunnu 8-1 á Svangaskarði (Jan Allan Miller skoraði føroyska málið). Størsti sigurin og harvið størsta tapið nakrantíð i undankapping og enda- kapping í Europa var, tá Spania á heimavelli móti Malta vann 12-1. Tað var 21. desember 1983. 6. september 1995 vann Frakland á heimavelli 10-0 móti Aserbadjan. Spania vann 9-0 móti Albaniz. 15 desember 1990, og úrslitið var tað sama, tá Ongland hevði vitjan av Luksemburg 15. desember 1982. Atta ferðir hevur úrslitið verið 8-0. Tað hevur tað ver- ið í hesum dystunum Portugal-Liktinstein, Malta- Holland, Holland-Kypros, Ongland-Turkaland, Irland- Malta, Týskaland-Malta, Týskaland-Malta og Luks- emburg-Holland. í ollum førunum hevur verið talan um heimasigrar, uttan tå Holland vann á åtivølli móti Luksemburg og Malta jh Kim Brink hevur D fingið fast starv í FCK Nú skulu vidurskiftini í FC Keypmannahavn fáast í ein- a fasta legu. Hetta er eitt | ynski hjá leiðsluni, og tað er ikki ilt at ímynda sær, at | bæði viðhaldsfólk og spæl- | arar eisini vilja hava, at dag- | liga gongdin ikki verður so | umskiftandi, sum hon hevur verið hesa síðstu tíðina. Í síðstu viku frættist, at Henrik Larsen er givin at spæla. Í staðin fyri at kapp- ast um pláss á liðnum skal hann vera hjálparvenjari hjá Kim Brink. Hetta starvið hevur Bjarne Hansen annars røkt øll árini, síðani FCK var til. Hann er gamal KB maður, og hann var bæði unglingavenjari og hjálpar- venjari, áðrenn FCK varð til. Tá Kim Brink var venjari síðsta heyst, hevdi Henrik Larsen ilt við at stríða seg til fast pláss á liðnum. Í ár var hann við í fyrsta lands- kappingardystinum, sum teir taptu í Brøndby, men tá varð hann útskiftur, og nú er karrieran hjá europa- meistaranum frá 1992 lið- ug. Eftir at Danmark hevði vunnið EM i Svøriki, vórðu fleiri av spælarunum seldir | uttanlands, og ein av teim- | um var júst Henrik Larsen, sum spældi í Italia eitt skifti Hann hevur annars verið liðfelagi hjá Toda Jónsson — fyrst í Lyngby og síðani í FCK. Brinkurin fast starv Leiðslan í FCK boðaði eis- ini frá í síðstu viku, at teir hava gjørt sáttmála við Kim Brink. Hann skal vera venj- ari fram til ársskiftið 2000/ 2001 — í hvussu so er. sum tað varð tikið til Við sáttmálanum og út- søgnini ynskir FCK at siga, at nú hava teir fult álit á venjaranum, sum teir tvær ferðir áður hava sett frá starvinum. Fyrst tí tað gekk so illa — tá gjørdist Kim Brink tað, teir kalla ítrótt- arstjóri í felagnum og Kent Karlsson tók við venj- arastarvinum, og síðani tí teir vildu hava besta venj- aran í Danmark, sum inntil fyri tveimum vikum síðani varð hildin at vera Christian Andersen. Seinnu ferðina var Kim Brink ein neyð- loysn sum venjari, tí Kent Karlsson av familjuåvum kendi seg noyddan at flyta aftur til Svørikis. Men nú verður Kim Brink altso ikki mettur sum nøkur neyð- loysn, og so mugu vit bara Fótbóltur: Og fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Henrik Larsen, skal nú vera hjálparvenjari vóna, at tað fer at gangast væl — bæði hjá honum og ikki minst hjá Toda Jónsson. Superligan helt frí síðsta vikuskifti, tá Danmark spældi landsdyst í Parkini móti Italia, sum vann 2-1. I morgin fer bólturin á rull aftur í superliguni, og tá skal FCK spæla í Lyngby. Gamla felagið hjá Toda Jónsson spældi månakvøld- ið á heimavelli útsetta dyst- in móti AaB. Urslitid var 1- 1, og í donskum fjølmiðlum verður sagt, at Lyngby spældi sera væl og hevði havt uppiborið at fingið øll stigini ' Undankappingarbyrjan í fjør heyst varð roknað við, at Lyngby, sum hevði mist venjaran og eina rúgvu av spælarum, skuldi teljast millum feløgini, ið fóru at stríðast fyri at sleppa undan nidurflyting, men enn eina ferð er sannleikin í tí, sum danin Storm P segði, stað- festur. Tað er torfort at spáa og serliga torført tá tað snýr seg um framtíðina. Lyngby er á 5. plássi beint í hølinum á FCK. AaB er á triðja plássi. AB er framvegis á odda, og Brondby er næst- fremst jh