hósdagur 1. apríl 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit SLEPPA
£ UNG 99:SOSIALURIN
Yngd nr. 13
I. apríl 1999
2. árg.
YNGD Í DAG:
- Ófriðarkroppar
- Uttan úr heimi
- Listarnir
Hjá Niklasi hevur
tað gingið út yvir
fótbóltsvenjingina
at hann ikki er
sloppin til Klaks-
víkar hvort kvold
Verkfallið hevur fort við sær, at nógvir klaksvíkingar, ið
ganga í skúla á Kambsdali, ikki fáa ferðast aftur og fram
sum vanligt. Yngd hevur hitt tveir av hesum klaksvíking-
unum
Terji Nielsen
Tað er einki dulsmál, at hó-
ast tey flestu, ið eru í verk-
falli, starvast í Havn, so er
tað serliga úti kring oyggj-
arnar, at verkfallið merkist,
og ikki í meginøkinum. Eitt
nú hava teir nógvu klaksvík-
ingarnir, sum hvenn morgun
ferðast um Leirvíksfjorð á
veg til arbeiðis ella í skúla,
nærum verið noyddir til at
finna sær skjól á meginøki-
um. Møguleiki hevur tó
verið fyri at ferðast um fjørd-
in við smábáti, men hetta
hevur kostað 100 krónur
hvenn vegin, og tað er
skjótt at rokna út, at ein
skúlanæmingur, sum í
mesta lagi fær 2.200 krónur
í studningi um mánaðin ikki
hevur ráð til at gjalda 200
krónur um dagin til ferðing.
Gist á Norðskála
Teir báðir ungu klaksvíking-
arnir, sum Yngd hevur hitt,
eru 19 ára gamla Anja Isak-
sen og 19 ára gamli Niklas
Niclasen. Bæði ganga tey á
Studentaskúlanum á
Kambsdali. Anja gongur í 1.
HF, meðan Niklas gongur í
Tey greiða frá, at tað er
ógvuliga keðiligt fyri tey, at
tey ikki sleppa til Klaksvíkar
hvønn dag, men tey hava tó
funnið sær skjól, so leingi,
sum verkfallið er. Anja býr
hjá einum floksfelaga á
Anja hevur gist á
Norðskála undir
verkfallinum
Norðskála, so leingi verkfall
er, meðan Niklas er í teirri
hepnu stødu, at hann hevur
skyldfólk á Kambsdali, sum
hann býr hjá.
Bæði Anja og Niklas harm-
ast um, at verkfallið serliga
rakar utjadaraøkini, og hó-
ast tey hava tað gott, har
sum tey búgva undir verk-
fallinum, so leingist teimum
tó heim til Klaksvíkar, sum
vera man.
Niklas missur venjing
Hjá Niklasi er tað eisini ein
serliga stórur missur, at
hann ikki er í Klaksvík hvort
kvold. Hann er við í 1. deild-
arhópinum hjá Kl, men
møguleikin hjá honum at
vinna sær fast pláss á liðn-
- um hevur ikki verið stórur,
meðan verkfallið hevur ver-
ið, tí Niklas ikki hevur fingið
vant. Eitt kveldið fór hann tó
um Leirvíksfjorð, og tå ið
hann var til venjingar sama
kvøld, merkti hann væl, at
hann var aftan fyri liðfelag-
arnar í venjinarstoði. Hetta
legði venjarin hjá Kl eisini til
merkis og segði tað við Nikl-
as, og tískil noyðiast Niklas
at gera serliga nógv við
venjingina, nú páskafrítíðin
er, og hann er í Klaksvík.
Somuleiðis hevur ófrívilliga
uppihaldið hjá Niklasi á
meginøkinum ført við sær,
at hann ikki sær so nógv til
gentu sína, sum hann kundi
tonkt sær.
Tey bæði, Anja og Niklas,
greiða frá, at tað eru einir
50 næmingar úr Klaksvík,
sum til dagligt ganga í eðr-
um av miðnámsskúlunum á
Kambsdali, ið vanligai sigla
ímillum Klaksvík og Leirvík
hvønn dag. Hesir næmingar
hava, sum ådurnevnt, verið
noyddir til at finna sær skjól
ymsastaðnis á meginøki-
num, og hjá onkrum hevur
tað verið so galið, at tey
hava búð hjá skyldfólki í
Havn og koyrt við bussinum
norður til Kambsdalar hvønn
morgun.
Ikki bert um
Leirvíksfjorð
Tað eru ikki bert klaksvík-
ingar, ið eru í eini slíkari
óhepnari stoðu, at tey undir
verkfallinum ikki fáa nýtt
vanligu farleiðina til og frá
skúla ella arbeiði. Eisini
hava bæði vágafólk og
sandoyingar sama trupul-
leika. Yngd er vitandi um
fleiri vágafólk, sum hvønn
dag ferðast um Vestmanna-
und á veg í skúla. Hjá
summum av hesum var tað
so óheppið, at tey fyri ein
dýran pening høvdu ognað
sær mánaðarkort við flutn-
ingskervinum hjá Strand-
ferðsluni beint undan verk-
fallinum. Hesi mánaðarkort
fáa tey nú einans nýtt til
bussarnar, meðan tey noyð-
ast at gjalda 50 krónur eyka
fyri bert at sleppa annan
vegin um Vestmannasund
Heldur ikki er tað serliga
heppið fyri teir mongu sand-
oyingar, sum hava sítt dag-
liga yrki í hovuðsstaðnum,
at tað er so trupult hjá teim-
um at sleppa av oynni og
heim aftur. Ikki er altíð líka
stuttligt at fara um fjøråin
hesi ársins tíð, og onkran
dagin, meðan verkfall hevur
verið, hevur tað viðra so illa
at eingin hevur siglt um
fjørdin.
Gott við páskadogunum
Í ollum tí ringa er tað tó
gott, at verkfallið eisini fellur
saman við páskafrítíðin
Hetta ger, at skúlanæming-
arnir ikki eru noyddir til
halda til á meginøkinum
eins leingi, sum tað hevði
verið galdandi, um verkfallið
fall eitt annað tíðarskeið av
skúlaárinum. Tað er bert at
vóna fyri hesar mongu
skúlanæmingarnar og øll
onnur, sum fáa sína vanligu
farleið kvetta av verkfalli-
num, at partarnir á arbeiðs-
marknaðinum finna eina
semju sum skjótast, so at
dagurin aftur gongur sína
vanligu gongd eftir páskir