hósdagur 1. apríl 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
ítróttar
Nr. 63 — 1. APRÍL 1999
— Her á Sandi er einki
broytt síðan liðið gjørd-
ist førovameistari i 1989.
Ég haldi ikki, at B71
spælir verri nú, enn fyri
tiggju árum síðani. men
onkur lið í Førovum
spæla négv betri, sigur
Ivan Hristov
Ivan Hristov, venjari hjå B71:
— Ein dag fær hetta litla
oyggjalandið sin Maradona
— Ég tvist ikki í, at hetta lítla landið fær sín Maradona, fyrr ella seinni, ið skal gerast heimsstjórna og fer til Ong-
lands ella Italia at spæla. Sjálvandi hava førovingar nú Toda Jónsson niðri í Danmørk, og hann er ein ógvuliga góð
fyrimynd hjá teimum ungu. Men eg trúgvi, at ein dag kemur ein annar inn á pållin og fer at umboða Føroyar í teim-
um størstu landskappingum í heiminum, sigur B71-venjarin Ivan Hristov millum annað í viðtalu við Ivan Eginsson
hv AN EGINSSON
ALVUR HARALDSEN
Eftir at B71 flutti niður í
2.deild í 1997. vóru tað fá,
ið roknaðu við. at sandoy
ingar fóru at fáa nakra mót
stóðu í stríðnum at flyta upp
aftur í fjør. Men í byrjanini
av kappingini 1998 hevði
B71 trupulleikar við at fáa
stig, og eftir seks umfør lá
felagið í miðjuni av talvuni.
Men aftaná tað vunnu nýggi
venjarin hjá sandoyingum
Ivan Hristov og hansara
Ivan Hristov hevdi tað
trupult í ungdómsárun-
um, tí hann vildi ikki
tillaga seg kommunist-
isku viðurskiftunum
í Bulgaria
menn ikki færri enn tíggju
dystir á rað og tryggjaðu
sær pláss í elituni langt áðr-
enn kappingarárið var kom-
ið at enda
I år telist B71 millum tey
feløgini, sum skulu berjast
ímóti niðurflyting. Hetta er
ikki undarligt. Felagið er
litid, og summir royndir
stuðulsleikarar, eitt nú fyrr-
verandi liðskiparin og nú-
verandi løgtingsmadurin
fyri Tjóðveldisflokkin, Páll
á Reynatugvu, fara at velja
onnur áhugamál framum
fótbólt. Men fólk á oynni
vóna, at teirra bulgarski
venjari megnar at fremja eitt
bragd afturat og bjarga
sandoyingum í 1. deild.
Higartil er Ivan Hristov
púra ókendur í landinum
uttanfyri Sandoynna. Tá
hann kom til Føroya á fyrsta
sinni, var meiningin tann,
at venjarin skuldi spæla
sjálvur. Men næstan bein-
anvegin fekk bulgarin álv-
arsaman skaða, tá hann rann
við fullari ferð í girðingina,
ið plagar at standa rundt um
fótbóltsvollir í Føroyum, og
síðani tá er hann ongantíð
farin frá sínum plássi á
venjarabeinkinum undir
dystum
Trupul ungdómur
í heimlandinum undir
táverandi stýrinum
Ivan Hristov væntar ikki. at
hann leikar sjálvur í ár. Tí
fara føroyskir fótbólts-
áskoðarar neyvan at síggja
á vøllinum mannin, ið byrj-
aði sína yrkisleið í øðrum
av teimum báðum størstu
feløgum í Bulgaria, nevni-
liga Levski frá høvuds-
staðnum Sofia. Hetta liðið
er uppkallað eftir bulgarsku
tjóðarhetjuni í loysingar-
rørsluni móti turkiska stýr-
inum í 19. øld, Vasil Levski.
Søguliga umboðar Levski
arbeiðarafakfelog i fótbólts-
kappingini, meðan hitt
størsta liðið í høvudsstadn-
um, CSKA Septembreisko
Zname, er knýtt til herin.
Tað var ógvuliga torført
fyri meg at gerast til stór-
leikara. Stødan var tann, at
abbi mín heyði sitið fongsl-
aður í nógv ár, tí at hann
mótmælti kommunistiskum
einaveldi í landinum. Eg
eyði nógvar trupulleikar í
mínum egna lívi av tí. Eg
spældi við unglingum hjá
evski saman við komandi
stjórnum í altjóða fótbólti
Men eg kundi ikki sleppa
uttanlands við teimum at
uttaka í kappingum, ti at eg
ikki hevdi loyvi til tess, or-
sakað av mínum >ótryggu<
frændum. Hverja ferð vit
skuldu úr Bulgaria at spæla
dystir, varð eg steðgaður og
sendur heimaftur. Eg kundi
sjálvandi roynt at hvað sam-
bært teirra reglum, men tað
vildi eg ikki. Eg fekk ofta
boð at koma á løgreglustød-
ir í Sofía, har teir plagdu at
spyrja meg, hvussu tað bar
til, at eg dagliga gekk í
amerikanskum cowboy-
buksum, og at eg dugdi at
tosa enskt. Tað var næstan
bannað at læra sjálvur enskt
ta tíðina, tí tað var málið hjá
hugsjónarligu fíggindun-
um!
Saman við mínum liðfel-
aga í Levski, Nasko Sira-
kov, ið ikki >skikkaði sær