hósdagur 1. apríl 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ni. 63 — 1. APRÍL 1999
[ff [ff AA AA AAA AAA AAA AA AAA AA AA AA AA AA AA AAA AA AA AA Af Af AA AA AA Af AA Af AfAyAfyfAyAyAyAyfyAyfyfAyfAyfAfyfyAfyfyfAfAyf fy fy fy AA AAA "”"
nog væl« heldur, varð eg
sendur til tænastu í herin-
um, uttan at hava nakran
møguleika fyri at halda
fram at venja fótbólt á høg-
um stigi. Men Nasko var
kortini hepnari enn eg. Í síni
tíð vann pápi hansara tað
fyrsta bulgarska gullheið-
ursmerkið nakrantíð í
heimsmeistarakappingini í
glíming, og Sirakov-sonur-
in bleiv fyrigivin, fekk sítt
pláss á Levski aftur og end-
aði seinni á landsliðnum.
Helst minnast nógv hansara
mál ímóti táverandi heims-
meistarum úr Ítalia í setan-
ardystinum í HM 86 í Mek-
siko, og eisini ímóti argen-
tinarum í USA í 1994...
Soleiðis vóru viðurskift-
ini í tí landinum undir
»hørdu hondini< hjá aðal-
skrivaranum Todor Zjivkov.
Eg kann minna á eitt annað
dómi úr ítróttarlívinum í
Bulgaria í åttatiårunum.
Aftanå »Sofia-derby« final-
una i steypakappingini i
1985 millum Levski og
CSKA Septembreisko
Zname fóru leikarar frå báð-
um liðunum at berjast beint
á vøllinum fyri eygum á
nógvum túsundum av
áskoðarum, við Todor Zjiv-
kov á odda. Hesin seinni
bleiv so mikið argur og illa
skakaður av hendingini, at
hann sendi boð til Fótbólts-
sambandið at leikbanna
fleiri av landsins bestu
spælarum fyri restina av lív-
inum, teirra millum 19 ára
gamla Hristo Stoitjkov. Og
feløgini fingu enntá bod um
at skifta nøvn: Levski skuldi
kallast fyri Vitosja, og
CSKA bleiv til Sredets! Tí-
betur um tvey ár ella so
vórðu allir leikarar fyrigivn-
ir og trý ár seinni fingu bæði
feløgini síni upprunaligu
nøvn aftur.
Í kýpriotiskum fótbólti
í nógv ár
Ivan Hristov droymdi um at
flyta til okkurt annad land,
men undir tåverandi styrin-
um kundi hann ongan veg
sleppa. Hansara lagna var
at spæla áhugafótbólt í 2.
ella 3. deild í Bulgaria, og
royna at vinna sær pening á
øðrum økjum, til dømis sum
barrtænari í einum dansihøli
við plátutónleiki. Men tá ið
kommunistiska stýrið fall
fyri skjótt tíggju árum síð-
ani, fór hann av landinum
til Kýpros at arbeiða innan-
fyri fótbólt, tí hetta var tað
øki0, sum honum altíð
dámdi best at fáast við.
Einaferð fyrst í nitiår-
unum spældi kypriotiska
liðið Anorthosis ein evropa-
steypadyst í Bulgaria. og eg
hitti teirra formann. Eg
skifti nókur orð við kýpri-
otan, og hann bjóðaði mær
til Larnaca at arbeiða við
ungdomsliðnum í sínum
felagi.
Upprunaliga kemur An-
orthosis ikki úr Larnaca, har
felagið er statt í dag, men
úr Famagusta. Hesin seinni
býurin var tikin av turkisk-
um hermonnum undir teirra
atsókn á Kýpros í 1974, ta
ið oll grikskt-talandi fólk
vóru ríkin úr sínum heim-
staðum yvir um markið
millum kýpriotiska tjóð-
veldið og sokallað Tjóð-
veldið av turkiskum kýpri-
otum, ið ongantid hevur
verið góðkent av nøkrum
ðrum landi burtursæð frå
sjálvum Turkalandi.
Ometaliga stór
framgongd í fótbólti
á »Oynni hjá Afroditu-
Ivani Hristov dámdi væl at
virka sum ungdomsvenjari
á hesi lítlu oynni í Miðal-
havinum. Hann heldur nógv
um framstigini hjá kýpri-
otiskum fótbólti tey sein-
astu fimm-tiggju árini.
— Kypros byrjadi at lut-
taka í altjóða kappingum
longu í fimtiårunum. Men
næstan alla hesa tíðina tald-
ist kýpriotiska landsliðið
millum tey veikastu í Eu-
ropa. Til dømis einaferð
vóru kýpriotar smurdir av
12-0 av Týsklandi. Men
nógv er broytt síðan tá.
Landið fær góða inntøku av
ferðavinnuni, og ítróttarfel-
øg hava møguleikar fyri at
bjóða leikarum og venjarum
at koma á oynna úr útlond-
um, fyrst og fremst úr eyst-
ureuropeiskum londum. Nú
arbeiðir ein hópur av jugo-
slavum, rumenum og bul-
garum í kýpriotiskum fót-
bólti. Bæði Hristo Bonev og
Anghel lordanescu, fyrrver-
andi HM-landslidsvenjarar
hjá åvikavist Bulgaria og
Rumenia, hava virkað á
Kypros eisini. Umframt tað
nýta myndugleikarnir nógv-
ar pengar til ungdómsar-
beiði. Og einki undarligt er
í ti, at alt hetta saman gevur
kýpriotum betri úrslit á al-
tjóða hópi, bæði í HM- og
EM-undankappingum fyri
landslið og í europeiskum
kappingum fyri felagslið.
Kýpriotiski 3-2 sigurin á
Spania fyri nøkrum mánað-
um síðani var als ikki til-
vildarligur fyri meg, og
hetta var ikki teirra fyrsta
fralíka úrslit ímóti stórri
tjóðum. Eisini føroyingar
fingu eitt sannførandi prógv
um styrkina hjá kýpriotisk-
um fótbolti, tå ið føroyska
landsliðið og seinni HB
royndu seg ímóti oyggja-
búgvunum úr hinum endan-
um av Europa.
Hjálpir bulgarskum
spælarum at sleppa
uttanlands
Ivan Hristov heyði arbeitt á
Kýpros í fleiri ár. Hann fekk
eisini nógvar kenningar
millum umboð hjá feløgum,
ið selja yrkisleikarar frá ein-
um liði til annað.
— Eg seldi onkrar kenda:
bulgarskar spælarar uttan-
lands. Teirra millum kann
eg nevna landsliðsverjuleik-
aran lljan Kirjakov, ið fór
úr Anorthosis til kenda
skotska felagið Aberdeen.
Og fyri kortum fór ein skoti
úr Aberdeen. ið kundi ikki
arbeiða saman við sínum
venjara í Aberdeen, til Lev-
ski í Bulgaria at royna seg.
Viðurskiftini í Bulgaria eru
nógv ødrvisi nú, enn tey
vóru fyrr, og sjálvt um fíggj-
arliga stødan í landinum er
langt frá at vera støduføst,
hava storfeløg ráð at keypa
útlendskar spælarar eisini.
Eg haldi kortini ikki, at bul-
garskur fótbóltur megnar at
fara upp á tað stødid, hann
var mitt í okkara tíggjuára-
skeiði, tá landsliðið vann
fjórða plássið í HM 94 í
ítróttar
USA, og seinni spældi seg
til EM 96 í Ongiandi og HM
98 í Fraklandi. Talan var um
ein bólk av frálíkum ein-
staklingum við Hristo
Stoitjkov, Krassimir Bala-
kov og Emil Kostadinov å
odda, ið gjørdu um seg i
sama tíðarskeiðnum. Nú
teir eru farnir, hevur bul-
garskur fótbóltur einki at
bjóða. Eg vóni tó at teirra
avrik kunnu ávirka ungar
leikarar í landinum, og fáa
fleiri børn at fara og sparka
bólt.
Hitti Páll á Reynatúgvu
niðri á Kýpros
Ivan Hristov kom til Føroya
undir rættiliga tilvildarlig-
um umstødum. Á sumri
1997 spældi HB ein europa-
dyst niðri á Kýpros, og tá
hitti bulgarin Páll á Reyna-
túgvu, ið var við í ferðini
sum vøddamykjari. B71 lið-
skiparin greiddi Ivani frá
støduni í felagnum, sum tá
var í stórum vanda fyri at
flyta niður í 2.deild.
— Tað var næstan einki
skil í spælinum, tá ið eg
kom heim á Sand, serliga á
taktisku síðuni. Tað tók eina
tíð at læra leikararnar at
hugsa á vellinum, og ikki
bara renna og sparka, tí
byrjaðu vit ikki serliga væl
í kappingini 1998. Men
seinni hevur tað gingið
nógv betri, og eg havi onga
løtu verið í iva, at vit klára
okkum. Men í ár verður ein
onnur søga. Kappingin í |
deild er nógv harðari, og tað
ber illa til at vænta av okk-
um, at vit fara at kappast
um heiðursmerki. Summi
onnur lið hava eitt sindur
betri møguleikar á øllum
økjum, enn vit
Ojavnir møguleikar
i ymiskum feløgum
i Føroyum
Ivan Hristov vísir á, at fýra-
fimm føroysk feløg hava
gjørt ómetaliga stórt fram-
stig tey síðstu árini, meðan
hini liðini framvegis standa
næstan á sama plássi, har
tey vóru, tá ið Føroyar fingu
altjóða góðkenning frá
A og UEFA.
— Her á Sandi er einki
broytt síðan liðið gjørdist
føroyameistarar í 1989. Eg
haldi ikki, at B71 spælir
verri nú, enn fyri tíggju ár-
um síðani, men onkur lið í
Føroyum spæla nógv betri.
Eg kann tó skilja, at til døm-
is í Sandoy eru ikki so nógv-
ir fótbóltsleikarar at velja
ímillum. Men tað er púra
Ogjørligt at byggja upp eitt
veruliga gott lið, ið kundi
sett sær høg mål, undir
teimum umstødum, sum vit
hava. Meir enn tiggju av
okkara spælarum búgva utt-
anfyri oynna, og teimum
tørvar at venja eisini. Eg eri
ofta í Havn og venji >úti-
setar« á Argjum, men tað
hendir sjáldan, at eg kann
savna báðar partar av liðn-
um saman. B71 er eitt lítið
felag. Men hetta er ikki tann
einasti trupulleikin. Megin-
parturin av fólkinum í B71
kennir seg sum 100 prosent
áhugaspælarar. Hetta gerst
ikki við, tí at hetta er veru-
leiki — leikararnir fáa ikki
løn úr felagnum. Men av tí
kann eg heldur ikki krevja
frá teimum at vera í besta
formi í hvørjum dysti, møta
til venjingar hvørja einasta
ferð, ikki ganga regluliga í
býnum og so framvegis.
Nógvir føroyskir spælarar
meta fótbólt sum sjónleik.
Um teirra lið vinnur, so eru
teir týdningarmiklir menn í
sínari bygd um vikuskiftið
og vikuna eftir. Um liðið
tapir, er tað eitt sindur keði-
ligt, men eisini í lagi: Vit
kunnu bíða við veitslu til
næstu ferð. Gamaní. Men tú
kanst bert vinna nakað stórt
í tí føri, at allir métstødu-
menn gera tað sama sum tú.
Men soleiðis er ikki longur.
Í onkrum feløgum í hesum
landinum vita leikarar, at
teir kunnu vinna okkurt ikki
bara á vøllinum, men eisini
uttanfyri. Nógvir av spæl-
arunum á teimum liðunum,
tó ikki allir, taka fótbólt í
álvara. Tey liðini eru sett
fyri at rókka stórum málum.
Í hesum sambandi kann eg
nevna bæði havnarfeløgini,
KI, GI og NSI, sjålvt um eg
kanska ikki kenni viður-
skiftini í hesum og hinum
liðunum nóg mikið væl.
Nógvir evnaríkir
spælarar í
so lítlum landi
B71-venjarin heldur, at tær
figgjarligu umstødurnar í
Føroyum eru sera góðar fyri
at ala evnarikar fótbóltsleik-
arar, hóast feløgini hava
ymiskar møguleikar fyri at
fremja ungdómsarbeiði.
- Tað er neyðugt at hjálpa
ungum frálíkum 15-16 ára
gomlum dreingjaspælarum
at gerast enn betri, áðrenn
teir steðga í sínum klassa-
vøkstri. Her eru heilt ótrú-
liga nógvir dreingir við góð-
um evnum. Eg ivist ikki í,
at hetta lítla landið fær sín
Maradona, fyrr ella seinni.
ið skal gerast heimsstjørna
og fer til Onglands ella Ital-
ia at spæla. Sjálvandi hava
føroyingar nú Toda Jónsson
niðri í Danmørk, og hann
er ein ógvuliga góð fyri-
mynd hjá teimum ungu.
Men eg trúgvi, at ein dag
kemur ein annar inn á pallin
og fer at umboda Føroyar í
teimum størstu landskapp-
ingum í heiminum.
A Sandoynni hava vit tí-
verri ikki so góðar møgu-
leikar fyri ungdómsarbeiði,
eisini tí at fólkagrundalagið
er lítið. Men eg kann nevna
einar tveir fínar ungar leik-
arar, ið vónandi fara at gera
nógv um seg í føroyskum
fótbólti tey komandi árini.
Her verður hugsað fyrst og
fremst um Kára Nielsen.
Hóast ungur, hevur hann
verið stuðulsspælari hjá fel-
agnum rættiliga leingi. Eg
haldi, hann kann gerast yrk-
isleikari uttanlands um nøk-
ur år. Ein annar góður ungur
maður á liðnum er Bergleif
Sólsker. Men báðir mugu
arbeiða sera nógv áðrenn
tað kann blíva til nakað ser-
ligt.
Húsast hjá
HB-venjaranum
Tá id Ivan Hristov er stadd-
ur í Havn, húsast hann hjá
einum øðrum útlendskum
venjara, rumenanum Ion
Geolgau år HB. Teir eru
sera góðir vinir, sjålvt um
teir ikki eru ættaðir úr sama
landi. Men konan hjá Ivani,
Gabriela, er eisini rumensk.
og Ivan Hristov skilir nógv
av teirra máli. Bulgarski
venjarin hjá sandoyingum
dugir enskt sera væl fyri ein
eystureuropeara. tosar lýta-
leyst russiskt, og í løtuni
lærir hann spanskt, sum
hann nýtir sína frítið til. Til
spurningin um honum dám-
ar føroyskan mat, svarar
Ivan Hristov á hendan hátt:
— Nei, mær dámar ikki
føroyskan mat, serliga ikki
grind og spik. Eg eri til
dømis ímóti grindadrápi. Eg
vil als ikki gera nakran firtn-
an av mínum orðum, men
eg plagi at umrøda øll ting
soleiðis, sum eg síggi tey
sjálvur, og eg eri ikki bangin
fyri at siga hart frá mínari
stóðu viðvíkjandi hvørjum
spurningi sum helst, sjálvt
um kanska ikki øllum dåm-
ar mína meining. Tað sama
í fótbólti — eg ummæli al-
ment støðuna i B71, sum
hon er i veruleikanum, ikki
fyri at gera fortred, men ti
25
eg royni at betra hana
Hevur storar
ætlanir i fotbolti
Ivan Hristov trivist væl i
Føroyum, men hann roknar
kortini ikki við at hann
verður her í fleiri ár. Bul-
garski venjarin hjá B71 sig-
ur seg at vera sera stórætl-
aðan í fótbólti.
— Eg fari at fáa venjara-
prógv í Bulgaria seinni í ár.
Eg veit ikki hvar eg skal
vera í 2000, men tað verður
neyvan í Føroyum. Ég eri
glaður fyri at fáa royndir
her, men eg vil helst arbeiða
í yrkisfeløgum í stórum
londum. Men mítt núver-
andi mál er at hjálpa B71 at
fáa eitt heiðurligt úrslit í
kappingarárinum 1999.
Hetta kann verða strævið,
men hóast allar trupulleikar
ræðast vit ikki nakran, og
vit megna ivaleyst at taka
onkran av favorittunum á
bóli. Hetta kann eg lova
teimum størru.
Bláa bók
Føddur 15.juni 1962 í Aitus (Bulgaria). Uppvaksin
i Sofia.
Spælari: Levski Sofia, Lovetj, Sjumen, Neseber
i Bulgaria
Venjari: Anorthosis Famagusta og ymisk ung-
lingalid å Kypros.
Frå 1998 spælandi venjari hjå B71 heima å Sandi,
tó spældi lítið sjálvur.
Giftur við Gabrielu.