Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 7. APRÍL 1999 tíðindablaðið værn Tirs Hans J. Joensen, biskupur - Góðtekur Olofson ikki logirnar, kann hann siga seg úr starvi Hans J. Joensen, biskupur, sigur, at um Peter O. K. Olof- son, prestur ikki vil ganga undir somu lógum sum hinir prsetarnir, so er einasti møguleiki, at hann fær sær annað starv JOHN JOHANNESSEN Hans J. Joensen sigur seg fata mótmælisskrivini, honum eru send, soleiðis, at fólk i Fuglafjarðar prestagjaldi ynskja at Peter O. K. Olofson skal fáa vidkadar heimildir, so at hann hevur avgerarrættin fyri, hvør og hvussu verður prædika í prestagjaldinum. — Hetta ber als ikki til. Peter O. K. Olofson må ganga undir somu lógum, sum hinir prestarnir i Føroyum. Hann kann ikki fáa víðkað vald, tað stríðir eisini ímóti prestalyftinum, hann sjávur hevur givið, sigur Hans J. Joensen, biskupur. 300 fólk mótmæla Hans J. Joensen hevur fingið skriv, har 300 fólk mótmæla teirri viðferð Peter O. K. Olofson hevur fingið í starvi sínum. Tey halda, at presturin sjálvur eigur at avgera, hvor sleppur at prædika í kirkjunum i hansara valdømi, og harafturat mótmæla tey, at bispur hevur givið loyvi til at nýta lestarbókina „Lívið spratt av kærleiksrót“. Tey halda, at bispur ikki hevur røkt sínar uppgávur nóg væl. Tá vit í gjár royndu at fáa viðmerking frá teimum, ið skrivað hava brævið til bisp, høvdu tey onga viðmerking til málið, men bispur sigur, at Olofson fær ongar sersømdir. Peter O. K. Olofson, prestur í Fuglafirði Kirkjufólkið í Gøtu mótmælir Í 1989 kallaði Fuglafjarðar pretsgjald eftir nýggjum prest. Tað varð biðið nógv eftir at fáa bíbliutrugvan prest. Peter O. K. Olofson varð kallaður, og vígdur av Eivind Vilhelm, bispi í Fuglafjarðar kirkju 18. juni 1989. Við hesa guðstænastu varð biðið m. a. soleiðis „Almæguge, evige Gud, vor Herres Jesu Kristi Fader! Vi beder dig, at du vil give os trofaste , fromme forkyndere og lærere af dit ord, og ved din Helligånd bevare dem, som du giver os, í den rette og sunde lære dygtiggøre dem til frimodigt at forkynde Jesu Kristi evangelium og gendrive al falsk lære, og tl et helligt og ulasteligt levned at ære deres tjeneste, for at din menighed hos os må bevare og opbygge på den eneste sande grundvold, Jesus Kristus, din enbårne søn, som med dig lever og regerer i Helligånds enhed, een sand Gud fra evighed og til evighed!" Vit eru takksom fyri at hava fingið ein prest, sum heldur seg til ta evangelisk luthersku læruna, sum er tann læran, kirkjan stendur fyri Fuglafjarðar prestagjald hevur í dag ein prest, sum vísir sera stór ábyrgd fyri sínum prestagjaldi. Hann t alar Guðs orð klárt og reint, og kennir tað sum sítt kall at vegleiða kirkjuliðið. Tað skapar álit og tryggleika fyri okkum, sum hoyra tl Fuglafjarðar prestagjald, at hava ein prest, sum í síni samvitsku er bundin til tað prestalyfti, hann hevur givið, og at hava álit á, at tað, ið hann boðar, er í samsvari við Guðs orð Ti er tað óskiljandi, at tygum, Føroya biskupur, hava tikid Peter O. K Olofson, prest, av ræði í fýra fórum, har hann, út frá síni samvitsku og prestalyfti kendi seg noyddan at nokta: I. Tá ið ein kvinnuligur prestur fekk loyvi frá bispi at halda ta regluligu guðstænastuna Í Fuglafjarðar kirkju í 1991 2. At dómpróvstur fekk loyvi frá bispi at halda ta egluligu guðstænastuna í Elduvíkar kirkju í 1995 3. At biskupurin gav loyvi til, at tað skuldi verða lisið úr lestrarbókini „Lívið spratt av kærleiksrót“ í 1996 í Elduvíkar kirkju 4. At ein kvinnuligur prestur fekk loyvi at prædika við t a regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1998 Slíkt kann klovningur kirkjuliðið virka ul at Tygum, Hans J. Joensen, biskupur, eru av (i „Evangelisk Luthersku valdur at kirkjuni” hirði hjá seyðunum vera Frítíðararbeiðið við Gøtu kirkju tann 25/1 - 1999 Olofson kann ikki fáa sersømdir Tygum hava saman við Dagbjørt Ólavsdóttir Hans- en, Sólfríð Heinesen og Dan Eliasen handað mær skriv við u.l. 250 undirskriftum, har tit heita á meg um »at virða tað. at prestur okkara hevur ábyrgd av, hvør ið skal prædika við kirkjuliðs- ins regluligu gudstænastur og hvgrjar lestrarbókur verða lisnar í okkara presta- gjaldi, sjálvsagt í samsvari við Guds orð<. Sum biskupurin og hinir prestarnir í føroysku kirkj- uni hevur eisini tykkara prestur í prestalyftinum lov- að, at >leggja sær nær við at prædika Guds orð reint og rætt, soleiðis sum tað finst í profetisku og apost- ólsku skriftunum og í symb- olsku bókum evangelisk- luthersku kirkju okkara, við virðing og sóma at fara um hini heilagu sakramentini eftir Jesu Krists fyriskipan, og her sum í øllum ødrum førum virka i samsvari vid tær forskriftir, sum galdandi eru fyri fólkakirkjuna,... og á øllum økjum irnan tæn- astu sina halda kirkjuligar Er“ lógir og fyriskipanir<. Og hesum lyfti eru vit øll bund- in av - eisini tá tað snýr seg um at halda kirkjuligar lógir og fyriskipanir. Mær vitandi er eingin broyting farin fram í teirri avmarkaðu ábyrgd og tí av- markaða rætti, sum sóknar- presturin hevur at gera av, hvør ið skal prædika við gudstænasturnar i kirkjum hansara. Biskuppurin hevur aldargamlan rætt (smb. Norsku Lóg 2-11-3) at lata aðrar prestar prædika í ýðr- um kirkjum enn teirra egnu, og henda rætt havi eg onga ætlan um at lata frá mær. Og sambært $ 3, stk. Í í lóg um brúk av kirkjum v.m., sum tit fingu avrit av, kunnu „een eller flere af et sogns eller sognedistrikts til folke- kirken hørende beboere be- gære, at der gives en anden præst i folkekirken end den eller de ved kirken ansatte lejlighed til at benytte kir- ken i noget af de i $ 1, stk 1, nævnte øjemed«. Hendan rætt hava kirkjufólk i Fugla- firði tvær ferðir nytt. I båd- um førum hevur sóknar- prestur teirra noktad at geva vidkomandi presti hetta loyvi, og i bådum førum hava tey so, sum lógin heimilar, lagt málið fyri meg til avgerðar. Tá eg onkra orsøk havi funnið til at sýta áheitan teirra, og tá lógin, sum eg í prestalyfti mínum havi lovað at hildið, og sum eg eisini sum tæn- astumaður hava skyldu at halda, gevur teimum henda rætt, havi eg givið loyvi til, at viðkomandi prestur fekk loyvi at nýta kirkjuna, tá ið sóknarpesturin ikki hevði gudstænastu har. Soleiðis havi eg gjørt, og soleiðis fari eg at gera í framtíðini, tí hetta er einfalda skylda mín. Og sjálvsagt er ábyrg- din mín, og ikki sóknar- prestsins Hini bæði førini, sum tit nevna í skrivi tykkara, geri eg ongar beinleiðis við merkingar til. Tey snúgva seg um Elduvíkar kirkju, og haðani havi eg onga við merking ella áheitan fingið. At enda loyvi eg mær at gera vart við, at kundi áheit- an tykkara verðið eftirlíkað, kom hon at skapa slíkar um- støður í kirkju okkara, at ein og hvør prestur kundi nokta ødrum prestum kirkjur sin- ar. Til dømis kundi tå ein sóknarprestur, sum ikki kennir seg heima innan Heimamissi6nina, forðað fyri heimamissiónsprestur slapp at prædika í kirkjum hansara og at rætturin hjá kirkjufólkinum at biðja um, at einum ødrum presti verð- ur givið loyvi at nýta kirkj- una til gudstænastu, ikki longur var til. Tá mong tykkara virka innan Heima- missiónini, undrar tað meg, at tit í kirkju okkara vilja skapa umstødur, sum gera tað møguligt at úthýsa heimamissiónsprædikuni úr ávísum kirkjum í Føroyum Tá einki umboð er við- merkt á skrivinum frá kirkjufólki í Leirvík. fari eg at loyva mær vinarliga at biðja tygum um at bera so í bandi, at tey fáa við- lagda brævbjálva, sum svar mítt til teirra er í. Vinarliga Hans Jacob Jonesen Hans Jacob Joensen, biskuppur, sigur, at tað stríðir móti lógini, um Olofson fær fullan avgerðarrætt i prestagjaldinum