hósdagur 8. apríl 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 65 — 8. APRÍL 1999
Heðin Mortensen, formaðu: í byggi- og byarskipanarnev ndini:
Læknamidstøodin í Gunda-
dali liðug á Olavsøku
Tveir kommunulæknar fara at húsast í nýggju vidtaluhølunum í Gundadali.
TURIÐ KJOLBRO
Nýggja læknamidstødin í
Gundadali í Havn verður
eftir tíðarætlanini liðug á
Olavsøku. Stødin verður í
fyrsta umfari gjørd til tveir
kommunulæknar, men hon
kann útbyggjast til at húsa
fleiri. Greitt er, at tað verður
Sølvi Winther Olsen,
kommunulækni, og tann
nyggi kommunulæknin, ið
verður settur at byrja í starv-
Telefonbók
Gulu síður
komin
Tur KJØLBRO
Telefonbékin 1999 vid
teim hvitu og gulu sidu-
num er komin, og verður
næstu tvær vikurnar borin
út til hvort húski í Føroy-
um.
Nógv viðskiftafólk
hava vent sær til Føroya
Tele vid uppskotum til
broytingar i Telefonb6k-
ini. Okkurt er tikið til eft-
irtektar, annað verður
goymt til seinni útgávur.
Størsta broytingin í
nýggjastu åtgåvuni er utt-
an iva, at hvítu síðurnar
eru býttar í sjey økisyvir-
lit: Suðurstreymoy, Norð-
Myndina á permuni hevur Absalon Hansen tikið av
sólsetri. Tað súmboliserar endan av einum ártúsundi
og at nýggja ártúsundið skjótt kemur undan kavi
Nýggja Tele-
fonbókin
Gott og væl 30.000 nýggjar telefon-
bøkur verða næstu dagarnar bornar
út til felagarnar kring landið
fíggjað
Føroyakorti.
I mun til åtgåvuna, sum
kom út síðsta vár, eru
hvítu síðurnar, ið hesa
ferð eru fremst í bókini,
øktar við 49 síðum og tær
gulu við 10 síðum. Minn-
isblødini, ið nógvir brúk-
arar hava saknað, eru nú
aftur at finna í bókini.
Í ár er Telefonbókin
gjørd av Teleforlagnum,
sum er ein deild av Fer:
oya Tele. Bókin er prent-
að i 37.000 eintøkum hjá
Oddi hf. i Reykjavik. Allir
telefon-, fax- og fartele-
fonfelagir fáa bókina,
men tað ber eisini til at
keypa hana í telebúðu-
num kring landið og á
Tænastumiðsteðini fyri
hálvt hundrað krónur ein-
takið. Næsta telefonbókin
kemur út næsta ár. ;
yvirlit å
inum |. september í år, ið
fara at húsast í nýggju høl-
unum.
- Tað er ein politiskur
spurningur, um fleiri læknar
skulu húsast á einum stað.
Húsini kunnu útbyggjast til
tveir læknar afturat, men
mín persónliga meining er,
at kommunulæknarnir eiga
at virka í ymsu byarpørtu-
num soleiðis, at tað er
høgligari hjá borgarunum at
fara til lækna. I býráðnum
er ikki semja um henda
spurningin, sigur Heðin
Mortensen, formaður í
byggi- og býarskipanar-
neyndini hjá Tórshavnar
býráð.
Kostnaðarmikil hús
Tað er Heildarveiting við
Eiriki Suna Danielsen, ið
byggir húsini. J. P. Gregor-
iussen, arkitektur, hevur
teknað og hann hevur eisini
eftirlitið við byggingini.
Húsini, ið eru á stødd við
tvey vanlig sethús, kosta 6
miljónir krónur, tá ið tey
standa liðug. Orsøkin til
henda høga prisin, sigur
Heðin Mortensen, vera, at
jørdarbeidid varð umfat-
andi, umframt tað, at húsini
eru serliga innrættað til end-
amálið við fleiri smáum
Í heyst verða hesi húsini karmur um vidtaluhøli hjá tveimum kommunulæknum í Havn.
vidtaluhølum, kanningar-
rúmum og øðrum, ið krevst
á einum slíkum stað.
Sølvi Winther Olsen.
kommunulækni, heldur í
løtuni til í vidtaluhølum i
Sjúkrakassahúsunum í
Magnus Heinasonargøtu.
- Tórshavnar kommuna
varðveitir møguliga hesi
hølini. Umvæla vit tey,
kunnu tey vera tók hjá ein-
um ødrum kommunulækna.
Kollafjørdur verdur lagdur
saman vid Havnini nú og
brúk verður fyri einum
kommunulækna afturat.
Um hann fer at húsast í
Kollafirði ella í Havn, veit
eg ikki enn at siga, sigur
Heðin Mortensen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya:
Føroyingar hjálpa Kosovo-albanum
- Vit hava skyldu til at hjálpa teimum, ið verða rakt av slíkari vanlukku, sigur
Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya
TURIÐ KJØLBRO
Í hesum døgum halda fleiri
hundrað túsund albanar úr
Kosovo til úti á berajólum í
grannalondunum, serliga í
Albania, ið er fátækasta
landið í Europa - uttan at
eiga annað enn tað tey hava
á kroppinum. Hjálparfel-
agsskapir eru farnir í holt
við at hjálpa teim neyð-
støddu flóttarfólkum. Ein
teirra er Alheims Reyði
Krossur, ið Reyði Krossur
Føroya er partur av. Og fel-
agsskapurin heitir á øll um
at hjálpa.
Tørvurin er størstur á
pengum til at keypa heili-
våg, mat og tjøld fyri. Reyði
Krossur Føroya hevur fyri
trimum vikum síðani sent
hålvt triðja tons av brúktum
góðum klæðum av stad, og
roynt verður at fáa hesa
nøgdina víðari til Balkan
vid hjålp frå Dansk Røde
Kors.
- I løtuni savna vit ikki
klædi inn. Vit hava sent
klæði av stað tvær ferðir
higartil í ár. Aheitanin hjá
okkum um neyðhjálp er
fyrst og fremst eftir peng-
um, sigur Súni Vinther, for-
maður í Reyða Krossi
Føroya.
Vóna góða undirtøku
Reyði Krossur Føroya hev-
ur fingið áheitanir frá fólki
um at skipa fyri eini pen-
ingainnsavning. Hvussu
nógv felagskapurin vónar at
fáa inn og hvussu leingi
savnað verður inn, torir for-
maðurin í felagskapinum
ikki at spáa um.
- Vit hava skyldu til at
hjálpa teimum, ið verða rakt
av slíkari vanlukku. Hesi
fólkini eru sakleys. Roknast
kann við, at henda stødan,
ið er íbirt, heldur fram eina
tíð. Venda fólkini aftur til
staðið, tey eru flýdd frá,
skulu tey byrja av nýggjum
við ongum.
- Vit hava júst sent
240.000 krónur til tey, ið
vórðu rakt av náttúruvan-
lukkuni í Miðamerika. Hes-
ir pengar komu inn við
stuðli frá Føroya Landsstyri
og fólki annars, ið lótu
38.000 krónur. Miðamerika
og Balkan eru fjart úr For-
oyum. Føroyingar hava
lættari við at fyrihalda seg
til slíkar vanlukkur, tá ið tær
henda nærri okkum, sum til
dømis í Íslandi fyri nøkrum
árum síðani. Men vit vóna,
at væl kemur inn til tey
neyðstøddu á Balkan, sigur
Súni Vinther.
Reyða Krossur Føroya
samstarvar vid Dansk Røde
Kors. I løtuni liggja 4000
tons av klædum klår at
senda til neydstødd fólk
kring allan heim.
Limatalið í Reyða Krossi
Føroya er ikki høgt í mun
til fólkatalið, ei heldur í
mun til, hvussu tað er aðra
staðni - uml. 4-500 fólk eru
limur. Fólk kunnu altíð
veita eina hjálpandi hond til
hjálparvirksemið hjá hesum
felagskapi við at fara inn í
ein peningastovn og flyta
pening á konto hjá Reyða
Krossi við tilskrift, hvar
peningurin skal brúkast.
Aðalfundur var fyri stutt-
um i Reyða Krossi Føroya.
Nevndin er mannad av Stina
- Hjålp okkum at hjålpa
flóttarfólkunum á Balkan,
ljóðar áheitanin frá Reyða
Krossi Føroya. Súni Vinth-
er er formaður í Reyða
Krossi Fóroya
Vinther sum formanni,
Marner Simonsen sum
næstformanni, Øssur av
Steinum, Jens Paula Reyn
og Nanny Henriksen.