Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Peter O. K. Olofsson: Eg sigi meg úr starvi, um bispur heldur fram at stríða móti luthersk- evangelisku læruni. Eg kann sum sálarhirði ikki góðtaka, at innihaldið í kirkjuni beinleiðis stríðir móti bíbliuni. Og tí sigi eg meg úr starvi 1. juni, um ikki skil fæst á kirkjuligu viðurskiftunum Nr. 65 — 8. APRÍL 1999 tíðindablaðið — Eg nokti at sigla við smuglaragoðsi Peter O. K. Olofsson sammetir kirkjuna við eitt reiðaríð, har bispur er reiðari og hann er ein av skiparunum, ið ikki kann góðtaka, at reiðarin noyðir hann at sigla við smuglaragóðsi. Tískil sigur hann seg úr starvi 1. juni, um skil ikki fæst á viðurskiftunum JOHN JOHANNESSEN Eg kann als ikki taka á- byrgd fyri tí, ið bispur letur koma inn í kirkjuna. Bispur stríðir beinleiðis móti bibl- tuni í fleiri fórum. Ein kann sammeta hann við ein reið- ara, ið krevur, at ávísur skip- ari skal sigla við smuglara- góðsi. Hetta kann eg als ikki góðtaka. og tí sigi eg meg úr starvi 1. juni, um ikki skil fæst å vidurskiftunum, sigur Peter O. K. Olofsson, sókn- arprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Ber seg at sum løgfrødingur Peter O. K. Olofsson sigur, at uppgåva bisps eigur at vera tann, at hann er prestur prestanna og allatíðina ar beiðir fyri at skapa góð kor fyri prestarnar. Harafturat eigur hann at hava eftirlit við, at tað, ið prestarnir gera, verður gjørt sambært bíbilsku læruni Men Olofsson heldur ikki, at bispur virkar sum prestur prestanna. Heldur heldur hann, at bispi dámar væl at spæla løgfrøding. og at løgfrødin hjá bispi stríðir beinleiðis móti bíbliuni Eg haldi, at løgfrødin hjá bispi ofta og tíðugt trodkar bíbilska innihaldið burtur. Hetta er heilt burt- urvið, og haldi eg, at bispur heldur átti at lagt seg eftir at røkt starv sitt sum bispur enn at leikt løgfrøding. Vil ikki hava sersødir I skrivingini, ið hevur ver- ið í seinastuni, hevur tað sæð út sum, at eg krevji ser- sømdir ella óavmarkað vald. Tað geri eg als ikki Tað er í lagi, at aðrir prestar prædika í kirkjunum eftir ynski frá kirkjufólki, men so skal hetta vera tá ið kirkj an annars stendur tóm, og ikki tå hon skal nýtast til vanligar guðstænastur, sigur Peter O. K. Olofsson Sóknarpresturin í Fugl- afjarðar prestagjaldi sigur, at tað aldri fyrr í søguni er hent, at nakar bispur hevur trokað ein prest burtur, fyri at annar skal sleppa framat prædikustólinum. Men tað er vanligt, at onnur sleppa framat uttanfyri vanligar guðstænastutíðir, og tað hevdi hann góðukið, um nakar ynskti tað Viðmerkjast skal, at brævið frá bispi, ið var í blaðnum í gjár, var eitt svar Gl kirkjufólk úr Fuglafjarðar, Elduvíkar og Gøtu sókn, og var tað stílað til Elsu Jacobsen. trúboðara í Gøtu. - Bispur eigur at virða, at eg eri valdur at røkja mítt arbeiði fyri mína meinigheit í friði. Um bispur blandar seg uppí, so virðir hann ikki meinigheitina, ið hevur valt meg sum hirða. Tað sær út sum, at bispur heldur seg vera leiðara fyri eina stór- fyritøku, har hann hevur fullan avgerðarrætt, í staðin fyri at vera bispur í einari fólkakirkju við fleiri eink- ultum meinigheitum Sigur upp Peter O. K. Olofsson. sókn- arprestur, sigur, at hann fer at siga seg úr starvi, um bispur heldur fram at stríða móti luthersk- evangelisku læruni. Hann kann ikki góð- taka, at innihaldið í kirkjuni beinleiðis stríðir móti bíbl- tuni. Tað kann harn sum sálarhirði als ikki góðiaka, og tí sigur hann seg úr starvi 1. juni, um ikki skil fæst å kirkjuligu vidurskift- unum Sóknarpresturin heldur eisini, at tað er undarligt, at bispur kemur fram í Dimm- alætting við einum brævi, ið Olofsson og aðrir prestar sjávir hava skrivað, men sum bispur hevur lagt annað innihald í. enn veruliga stendur í brævinum Lesið meria á síðu 8 Av tí at nýggj café fer at lata upp í Club 20, fara vit at skriva út búmerkjakapping. Ætlanin er at caféin skal hava eitt navn fyri seg sjálva, og tað er upp til hvonn einstakan um diskotekið - Club 20 - eisini skal skifta navn. Luttakararnir skulu bæði finna uppá navn og búmerki (logo). Cafein verður í neðra, og verður stilurin ein heilt annar enn í dansiholinum í erva. Stílurin sum vit hava miðað ímóti er xlassiskur og heldur tíðarleysur, har ein og hvor kann kenna seg væl. Caféin skal eftir ætlan hava opið allan dagin, hvonn dag í vikuni. Vinningurin er: . Kr. 5.000,- og ókeypis atgongd i Club 20 í eitt år . Kr. 2.500,- og ókeypis atgongd í Club 20 í eitt år 3. Okeypis atgongd í Club 20 í eitt år Seinasta freist at lata inn uppskot Club 20 * Postsmoga 3085 * Fo-110 Tórshavn Tel 31 56 28 - 21 12 11 * Fax 31 03 91