Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 1 - 4. januar 2005 Mesic vann fyrra umfar Alt bendir á, at kroatiski forsetin, Stipe Mesic, verður afturvaldur.Á val- inum sunnudagin fekk hann 49 prosent av at- kvøðunum, meðan tað mótvalevnið, sum kom honum næst, varaforsæt- isráðharrin Jadranka Ko- sor, fekk sløk 21 prosent. Rey bæði skulu nú til eitt seinna valumfar, sum verður tann 16. januar. Undir valstríðnum hevur tann 70 ára gamli Stipe Mesic havt kroat- iskan limaskap í ES sum eitt av sínum høvuðsmál- um. Á einum tíðinda- fundi sunnukvøldið segði hann, at á seinna valum- farinum skulu kroatar taka støðu til, um Kroatia skal fara inn í 21. øld saman við Evropa, ella um landið skal venda aft- ur til fortíðina. Valluttøkan sunnudag- in var bara 51 prosent, og Stipe Mesic heitti sunnu- kvøldið á fólk um at fara á val, tá seinna valumfar verður. Eigarin tikin Løgreglan í Argentina hevur avdúkað, at neyð- hurðarnar í diskotekin- um, sum eldur kom í hóskvøldið í síðstu viku, vóru læstar við ketum og heingilásum. Tað var ein høvuðsorsøk til, at elds- brunin kostaði 175 ung- fólkum lívið, og at næst- an 900 onnur fingu brunasár. Sunnudagin gjørdi løg- reglan av at handtaka mannin, sum átti disko- tekið, og hann er nú ákærdur fyri grovt brot á lógina um trygd á dansi- støðum, sigur CNN. Løgreglan hevði av fyrstan tíð illgruna um, at eldurin stóðst av fýr- verki, men tað er ikki prógvað enn. Sambært løgregluni í Buenos Aires vóru um- leið 2.000 ungfólk inni í diskotekinum, tá eldurin kyknaði. Borgarstjórin í býnum, Anibal Ibarra, hevur lovað, at málið verður kannað til botns, og at tann ella tey seku verða revsað. Blóðugt nýggjár í Kolombia Ein nýggjársveitsla í kolombiska býnum Tame endaði í einum blóðbaði, tá vápnaðir menn lupu á veitslufólkið og skutu minst 17 teirra. Millum tey deyðu vóru seks kvinnur og fýra børn. Kolombisku myndug- leikarnir hava givið víð- gongda marxistiska fe- lagsskapinum FARC skyldina av álopinum. Nøkur av teimum, sum sluppu livandi frá álop- inum, hava greitt frá, at álopsmenninir løgdu tey undir at stuðla teimum víðgongdu høgrabólkun- um, sum berjast ímóti FARC. Samanbrestir eru javnan ímillum partarnar, og báðir partar verða lagdir undir at drepa stuðlar hjá mótpartinum. Álopið á veitsluna í Tame hendi dagin eftir, at FARC-leiðarin Jevenal Ricardo Palmeraa varð sendur til USA, har hann er skuldsettur fyri rús- evnasmugling og gísla- tøkur. Palmeraa er tann fyrsti FARC-leiðarin, sum er sendur til USA til rættarsókn har, skrivar Reuter. 1,3 mia. fólk í Kina Almenna kinesiska tíð- indastovan, Xinhua, veit at siga, at í hesari vikuni fer kinesiska fólkatalið upp um 1,3 milliard. Kinesiska fólkatalið hevur í fleiri ár ligið beint niðan fyri 1,3 milli- ard, men nú fer tað so uppum. Kinesisku mynd- ugleikarnir hava í fleiri ár skipað fyri tiltøkum, sum skulu tálma fólkavøkstr- inum. Eitt nú hava hjún ikki loyvi at fáa sær meiri enn eitt barn, og ser- frøðingar siga, at uttan hesi tiltøkini var fólka- talið farið upp um 1,3 milliard fyri fýra árum síðani. Meiri enn ein fimta- partur av øllum heimsins íbúgvum búgva í Kina. UTTAN ÚR HEIMI Hósdagin hittast um- boð fyri fleiri lond í Indonesia, har tey fara at umrøða, hvussu tey oyðiløgdu økini skulu endur- reisast FLÓÐALDA Árni Joensen fartekst@mail.dk Samstundis summ talið á deyðum aftan á flóðalduna í Suðurasia er komið upp um 150.000, fyrireika fleiri politiskir leiðarar kring heimin seg til at fara til Indonesia at umrøða, hvussu tey oyðiløgdu økini skulu endurreisast. Indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoy- ono, hevur boðið umboðum úr 17 londum til Jakarta, og fleiri av londunum hava boðað frá, at tey fara at senda umboð á fundin. Eitt nú hevur japanski forsætis- ráðharin, Junichiro Koi- zumi, sagt, at hann fer til Jakarta, og tað sama sigur kinesiski forsætisráðharrin, Wen Jiabao. Somu boð eru komin frá forsætisráðharr- unum í Avstralia, Ný Sæ- landi, Suðurkorea og Singapore. ST-aðalskrivar- in, Kofi Annan, kemur á fundin saman við Jan Ege- land, varaaðalskrivara, sum hevur ábyrgdina av at sam- skipa ST-hjálpartiltøkini í vanlukkuøkinum. . Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, kom til vanlukkuøkið sunnudagin, men tað er ikki greitt, um hann fer at taka lut á fundinum hósdagin. Í Danmark er fráboðað, at Per Stig Møller, uttanríkis- ráðharri, fer til Indonesia, og tað sama ger norski uttanríkisráðharrin, Jan Pe- tersen. 44 lond stuðla Í gjár vóru umleið 14 milli- ardir krónur játtaðar til arbeiðið at hjálpa teimum neyðstøddu í Suðurasia. Japan hevur játtað at lata umleið 2,5 milliardir krón- ur og USA umleið 1,8 milliard. Bretland hevur latið 500 milliónir krónur, Svøríki góðar 400 milli- ónir, Spania 380, Kina 340, Frakland 320, Danmark 300, Avstralia 250, ES 220, Kanada 180, Niðurlond 180, Týskland 140, Írland 140, Noreg 100 og Finn- land 30 milliónir krónur. Herumframt hevur Heims- bankin latið 1,2 milliard krónur. Fleiri oljulond hava eisini játtað pengar til hjálpar- arbeiðið. Qatar hevur játtað 140 milliónir krónur, Saudiarabia 50, og Kuwait, Venesuela, Algeria, Sam- eindu Arabisku Emiratini og Libya hava játtað 10 milliónir í part. Fleiri lond hava kunn- gjørt, at tey fara at lata meiri. Eitt nú hava bæði Danmark og Noreg nevnt, at tey fara kanska at lata eina milliard krónur í part. Tann 10 ára gamla Tilly Smith visti, hvat var á vási, tá tað brádliga fjarðaði á strondini í Maikhao FLÓÐALDA Árni Joensen fartekst@mail.dk Umleið 100 ferðafólk vóru stødd á Maikhao-strondini í Teilandi, tá tann stóra flóð- aldan nærkaðist landi. Millum teirra vóru tann 10 ára gamla bretska gent- an Tilly Smith og mamma hennara, sum vóru farnar til Teilands at halda jólafrí. Stutt undan frítíðini hevði skúlaflokkurin hjá Tilly gjørt eina uppgávu um flóðaldur, sum standast av jarðskjálvtum undir hav- botninum, og tá Tilly sá, at sjógvurin brádliga rann út frá strondini, visti hon alt fyri eitt, hvat var á vási. Hon segði mammu síni frá, og tað eydnaðist teimum báðum at ávara hini fólkini, sum vóru har. Sambært teilendsku myndugleikunum kravdi flóðaldan einki mannalív á Meikhao-strondini takkað verði teirri 10 ára gomlu gentuni. Bretsk skúlagenta bjargaði 100 øðrum Toppfundur um at endurreisa Suðurasia Tað verður eitt ovurhonds tak hjá altjóða samfelagnum at endurreisa tey oyðiløgdu økini. Serliga indonesiski landsparturin Aceh er illa farin, soleiðis sum hendan myndin eisini vísir Mynd: Reuters