týsdagur 4. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2005
3
Ársins fyrsti føroyingur av Sandi
Ikki meiri enn 55
minuttir vóru farnir
av nýggja árinum, tá
Dagunn Clementsen
av Sandi átti ársins
fyrsta barn á Lands-
sjúkrahúsinum í
Havn. Dótturin er
somuleiðis fyrsta
barnið hjá henni og
manninum, Eyðfinn
ÁRSINS FYRSTA
BARN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Lítla diddan hevur, hóast
hon er nýfødd, longu víst,
at hon hevur egnan vilja. Tí
hóast læknarnir mettu, at
hon skuldi verða fødd 21.
desember, so var hon av
aðrari áskoðan, og lat øll
bíða í spenningi heilar 10
dagar útyvir ásettu tíðina.
Keisaraskurð
Dagunn greiðir frá, at hon
var sett at eiga 21. desem-
ber, men tað dróg út, og
vatnið fór ikki fyrr enn
seinnapartin 31. desember.
Heili 10 dagar eftir ásettu
tíðina.
– Men sjálvt um vatnið
varð farið, so gekk tað ong-
an veg allíkavæl, og diddan
lat framvegis bíða eftir sær.
Beint eftir miðnátt nýggj-
ársaftan avgjørdu tey tí at
geva mær keisaraskurð,
sigur Dagunn.
Keisaraskurðurin gekk
væl, og klokkan 00.55
fingu Dagunn og Eyðfinn
eina dóttur.
Hon var 52 cm long og
vigaði 3750 gram.
Í Havn síðani 10.
desember
Tað hevur verið drúgv bíði-
tíð hjá Dagunn í Havn.
Læknin á Sandi sendir
nevniliga allar barnakonur
til Havnar 10 dagar áðrenn
tær eru settar at eiga, í so
fall, at barnið skuldi komið
fyrr enn væntað, ella um
onkur vandi skuldi stungið
seg upp.
– Eg var sett at eiga 21.
desember, so læknin sendi
meg til Havnar longu 10
desember. Eg havi bæði
hildið jól og nýggjár her í
Havn. Men sjálvt um eg
havi verið her leingi, so
hevur tað verið fínasta slag,
tí eg havi tvær systrar her,
so eg havi ikki verið einsa-
møll, greiðir Dagunn frá.
Spurd um hon leggur
nakað serligt í tað, at hava
átt ársins fyrsta barn, svarar
Dagunn, at tað ger hon.
– Tað er eitt sindur serligt
at hava ársins fyrsta barn,
tað haldi eg, svarar hon.
Hvørki á Suðuroyar- ella
á Klaksvískar Sjúkrahúsið
er nakað barn komið í
verðina higartil í 2005.
Dagunn og Eyðfinn Clem-
entsen av Sandi hava fingið
ársins fyrsta føroying. Klokk-
an 00.55 nýggjársnátt átti
Dagunn eina dóttur. Hon var
52 cm long og vigaði 3750
gram.
Mynd: Jens Kr. Vang
Ferðsluóhapp á
Oyggjarvegnum
Náttina til fríggjadagin
hendi
eitt
álvarsamt
ferðsluóhapp á oyggjavegn-
um, norðanfyri Kleynis-
varða.
Ein kvinna, sum einsa-
møll koyrdi í bili sínum, fór
út av vegnum og fekk álv-
arsligan løst.
Vakthavandi sigur seg
ikki vita smálutirnar í
hendingini, men kvinnan er
álvarsliga skadd, og hon
hevur ligið á landssjúkra-
húsinum síðani.
Bardagi á Hálsi
Beint eftir miðnátt, náttina
til nýggjársaftan, varð løg-
reglan biðin um at koma
niðan í ítróttarhøllina á
Hálsi, har tveir mans vóru
farnir til hendurs. Klokkan
01.30 varð ringt oman á
støðina, og løgreglan var
skjót á staðið. Vakthavandi
veit tó at siga, at tað ikki
var so álvarsamt, og at tað
lagaði seg so skjótt løgregl-
an kom á staðið.
Bardagi á
Platform
Klokkan 03.00 nýggjársaft-
ansnátt vóru boð send eftir
politinum í sambandi við
ein bardaga í dansistaðnum
Platform. Løgreglan fór
oman á Platform, har ógv-
usligur bardagi var ímillum
tveir mans. Vakthavandi
sigur, at harðskaps sak
verður burturúr málinum.
Bardagi í
Eysturbýnum
Um fimm tíðina nýggjárs-
aftansmorgun, vóru aftur
boð eftir politinum, at
koma ímillum ein bardaga.
Hesuferð var tað uttanfyri
eini privathús í Eysturbýn-
um, men so skjótt, sum løg-
reglan kom á staðið, lagaði
tað seg, og meiri varð ikki
gjørt við málið.
Eldur í bili
Um 21 tíðina nýggjársaft-
an, fekk løgreglan eina frá-
boðan um, at eldur var í
einum bili í Kvívík. Orsøk-
in til eldin er ókend, og bil-
urin er tí tikin inn á Bil-
eftirlitið, har bilurin í løtuni
verður kannaður. Ilt er at
siga, um talan var um fýr-
verk, ella um eldurin varð
ásettur. Eingin var í bilin-
um, tá eldur kom í hann.
Hann
stóð
parkeraður
uttanfyri eini hús.
Sløkkiliðið 2
ferðir boðsent
nýggjársaftan
Vakthavandi sigur, at eldur
varð fráboðaður ikki færri
enn tvær ferðir nýggjárs-
aftan.
Fyrru ferð í Vestmanna kl
21.15, tá fólk, ið vóru stødd
niðri
við
sjóvarmálan,
hildu seg síggja eld í vind-
eygunum í einum húsum
longri uppi. Sløkkiliðið
varð boðsent alt fyri eitt,
men tíbetur var tað, tá
avtornaði, ikki so álvarsamt
hóast alt.
Eitt bál var nevniliga
kynt nakað frá húsunum,
og flammurnar av bálinum
speglaðust í rútunum á hús-
unum. Tey, sum boðaðu
eldin, sóu ikki sjálvt bálið,
bert speglingina av tí í
vindeygunum, og tí ivaðust
tey ikki í, at eldur var
komin í,
Júst tað sama hendi á
Argjum kl. 21.30, tá sløkki-
liðið eisini varð boðsent,
eftir at eitt bál speglaðist í
vindeygunum
í
einum
húsum.
Í báðum førum kom
sløkkiliðið á staðið og stað-
festi, at talan var um
falskan alarm.