Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 1 - 4. januar 2005 Starvssetanin av nýggjum leiðara fyri Listasavn Føroya er blivið til ein rúkandi vígvøll í stríðnum millum listafólkini í Føroyum. Meirilutin í stýrinum fyri Lista- savnið atkvøddi fyri innstillaða umsøkjar- anum, men formað- urin í stýrinum er ímóti og sigur, at eingin er settur í starvið enn. Hann vil hava Mentamálaráðið at kanna, um umsøkj- ararnir lúka treytir- nar í starvslýsingini LISTASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyska listalandslagið er í hesum døgum alt annað enn merkt av mjúkum lit- um, bláum himni, summar- grønum slættum og hug- takandi sólskini. Skuldi onkur av føroysku lista- fólkunum nú mála hetta landslag, so hevði tað líkst meira einum myrkum víg- vølli við skotgravakríggi, rúkandi byrsumúlum og listarligum spreingingum. Tað er trupult at staðf- esta, hvar hetta stríð byrjar, og hvar tað endar. Men fronturin er í løtuni Lista- savn Føroya, har nýggjur leiðari skal setast. Ein fundur í stýrinum fyri Listasavni í farnu viku skuldi seta nýggjan leiðara fyri Listasavn Føroya, og ein meiriluti í stýrinum var samdur um, at Helgi Fossa- dal skuldi hava starvið. Men formaðurin í stýrinum var ímóti hesum, og hann hevur biðið Mentamála- ráðið kanna, um umsøkj- ararnir lúka treytirnar í starvslýsingini. Nú valdar ruðuleiki, og stóri spurningurin er, um leiðarin er settur ella ikki. Eingin endalig loysn Síðani Bárður Jákupsson fór frá sum leiðari fyri Listasavn Føroya, hevur tað ikki eydnast at finna eina varðandi loysn fyri leiðsl- una av savninum. 1. juli í fjør varð Mathea Hilduberg sett sum leiðari fyri Listasavnið, meðan danska Inger Smærup Sørensen ein mánað seinni fór til arbeiðis sum lista- frøðingur. Stýrið fyri Listasavnið ætlaði, at leiðslubygnað- urin fyri savnið skuldi vera soleiðis, at ein leiðari var við hægstu ábyrgd av savn- inum í breiðari merking, og síðani skuldi ein listarligur leiðari verða, sum skuldi hava útbúgving sum lista- frøðingur og hava listarligu ábyrgdina av Listasavnin- um. Men hesin bygnaður er ongantíð formliga settur í verk, Mathea Hilduberg segði seg úr starvinum eftir stuttari tíð, og Inger Smæ- rup Sørensen gjørdist fyri- bilsleiðari fyri Listasavnið. Nú skuldi ein endalig so ein leiðari endaliga setast at stýra Listasavninum, men tað endaði bara við, at stríðið millum tveir ymisk- ar bólkar í listaumhvørv- inum breyt út í ljósum loga. Stýrið skal seta leiðara Tað er stýrið fyri Lista- savnið, sum ger av, hvør skal verða leiðari. Fýra fólk sita í stýrinum, og tey eru vald av Mentamálaráðnum, Tórshavnar býráð, felag- num Føroysk Myndlista- fólk og Listafelagi Føroya. Umboðini í stýrinum eru Gunnar Hoydal, sum er formaður, Helgi Fossadal, Heðin Mortensen og Astri Luihn. Í sambandi við við- gerðina av nýggjum leið- ara, hevur Malan Marners- dóttir verið innkallað sum eykalimur, tí Helgi Fossa- dal hevur søkt starvið. Viðtøkurnar fyri Lista- savnið siga, at stýrið fyri Listasavnið setir leiðara og loysir hann úr starvið. Fýra fólk sita í stýrinum, og av- gerðir verða tiknar við van- ligum meiriluta. Stendur tað á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avger- andi. Tá ið leiðari skal setast fyri Listasavnið, verður hetta gjørt eftir innstilling frá tveimum føroyskum listarfeløgum – Føroysk Myndlistafólk og Listafe- lagi Føroya. Hesi bæði feløg hava – sambært upp- lýsingum hjá Sosialinum – bæði innstillað Helga Fossadal til starvið og ong- an annan av hinum trimum umsøkjarunum. Vildu fylgja innstilling Meirilutin í stýrinum fyri Listasavnið tók á fundinum í síðstu viku undir við til- mælunum frá listarfeløg- unum, men formaðurin var ímóti, og hann vildi ikki viðurkenna avgerðina. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Gunnari Hoydal fyrrapartin í gjár, men hann hevur sagt við Útvarpið, at eingin leiðari er settur á Listasavninum. Hann sigur, at fundurin um starvsetanina var niður- lagdur, meðan tað verður kannað, um umsøkjararnir lúka treytirnar í starvslýs- ingini, har søkt varð eftir einum fólki, sum hevur útbúgving sum listafrøð- ingur ella tilsvarandi út- búgving. Hetta er Menta- málaráðið biðið um at kanna, og fundurin um nýggja leiðaran skal takast uppaftur, tá ið Mentamála- ráðið er komið við einum svari, sigur formaðurin. Sostatt tykist ruðuleiki valdað í listarliga umhvørv- inum, og eingin kann við vissu siga, um nýggjur leiðari er settur fyri Lista- savnið, um avgerðin hjá meirilutanum í nevndini stendur við, um Menta- málaráðið kann gera annað enn lata stýrið fyri Lista- savnið taka avgerðina, ella um starvið skal lýsast av nýggjum. Nógvir smáir bardagar Stríðið um leiðaran á Listasavninum er bara ein av nógvum ósemjum, sum hava verið millum tveir bólkar av listafólkum og fólkum í føroyska listaum- hvørvinum seinastu tíðina. Tað er trupult at definera bólkarnar, men ein bólkur við teimum mest etableraðu og royndu listarfólkunum eru komin í minniluta ímóti einum størri bólki av listarfólkum, sum er ein blanding av fólki, sum fáast við listarligt arbeiði burtur- av og framíhjá. Tá ið aðalfundur var í felagnum Føroysk Mynd- listafólk herfyri, vóru tveir av teimum etableraðu við undirlutan í atkvøðu- greiðslum. Ein nýggjur nevndar- limur skuldi veljast, og her stóð valið millum Bárð Jákupsson og Guðrið Poul- sen, og Guðrið varð vald. Eisini skuldi eitt fólk veljast at umboða felagið í stýrinum fyri Listasavnið, og her varð Sigrun Nicla- sen, sum er eitt lutvíst nýtt navn í listaumhvørvinum, vald fram um Trónd Pat- ursson, sum varð skotin upp av Bárði Jákupsson. Tveir dagar seinni fekk formaðurin í Føroysk Myndalistafólk bræv, har ellivu av teimum meira royndu yrkislistarfólkunum meldaðu seg úr felagnum – millum annað Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson. Hetta kom sum ein avleiðing av aðalfund- inum, tí tey ellivu hildu, at felagið ikki longur røkti teirra áhugamál. Nú halda fólk í listaum- hvørvinum ondini, meðan bíðað verður eftir svari úr Mentamálaráðnum. Fólkini í stýrinum fyri Listasavnið vilja ikki gera viðmerk- ingar til støðuna, og tað tykist, sum um óvissan um leiðarastarvið er stór í løtuni. Stríð um listamaktina Neyðrakett á tekju Beint eftir miðnátt nýggj- ársaftan, fekk løgreglan fráboðan um, at eitthvørt fýrverk var dottið niður á tekjuna á býlingshúsin- um í Gillagøtu í Hoyvík. Vakthavandi sigur, at talan ógvuliga sannlíkt var um eina neyðrakett. Sløkkiliðið varð eisini boðsent, og kom á staðið beinanvegin, men tá var fýrverkið slóknað av sær sjálvum, uttan at eldur var komin í ella at nakar skaði varð hendur. Sløkkiliðið kannaði tó bygningin væl og virði- liga, og helt eyga við honum alla náttina. Bardagi á Manhattan Klokkan 03.30 nýggjárs- nátt, var boðað frá bar- daga á Manhattan. Løg- reglan kom á staðið at skilja partarnar, og teir góvust beinanvegin løg- reglan kom. Vakthavandi sigur, at teir sjáldan gera nakað meiri við tílíkar bardagar, tí oftast eru partarnir líka góðir um tað. – Tað kemur fyri, at vit koyra annan partin til hús, fyri at skilja teir sundur. Men tað er upp til inn- blandaðu partarnar, um teir vilja meldað hin fyri harðskap. Oftast vilja teir ikki tað, tí teir sláa sum oftast báðir, greiðir vakt- havandi frá. Húsaófriður í Havn Nýggjársnátt ringdi onk- ur inn á støðina, og bað løgregluna koma út og megla í húsaófriði. Poli- tiið kom á staðið og fekk skilt partarnar sundur. Tað endaði við so góðum friði, at báðir partar vórðu verandi eftir. Vakthavandi sigur, at teir annars ofta taka mannin við, og koyra hann til hús, ella til fa- milju, um vandi er fyri, at partarnir bresta saman aftur. Postkassar sprongdir 2. januar komu tvær frá- boðanir um, at ótangar høvdu sprongt postkassar í Hoyvík í luftina við fýrverki. Fyrra fráboðanin kom kl. 15.30 í Guttormsgøtu á Løgmannabreyt, og seinna fráboðanin kom kl. 16.10 Millum Gilja. Vakthavandi sigur, at teir ikki fingu fatur í ótangunum, men at tað er ógvuliga sannlíkt, at tað hava verið teir somu, eftirsum, at tað var so stutt ímillum spreinging- arnar, og at tað var í sama økið. Eys Stríð er í stýrinum fyri Listasavn Føroya um nýggja leiðaran, sum skal setast. Meiriluti í stýrinum tók á fundi í farnu viku undir við, at tann innstillaði umsøkjarin skal hava starvið, men formaðurin vil ikki viðurkenna hetta og hevur biðið Mentamálaráðið kanna førleikarnar hjá umsøkjarunum. Nú valdar stór óvissa um starvsetanina Mynd: Jens Kristian Vang