týsdagur 4. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2005
5
Danska flogfelagið
DAT flutti væl fleiri
ferðafólk millum
Danmark og Føroyar
um høgtíðina, enn
væntað varð, tá tey
gjørdu av at royna
fúgvingina, sigur
rutustjórin í
felagnum. Fyribils
heldur hann
grundarlag vera fyri
at royna aftur
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar:
Rutustjórin í Danska flog-
felagnum Danish Air Tran-
sport, Bjarne Rasmussen,
er væl nøgdur við royndirn-
ar frá flúgvingin til Føroya
um jólini og nýggjárið.
Undirtøkan var so mikið
góð, at hann heldur grund-
arlag vera fyri at taka
flúgvingina uppaftur.
Seinasta flogfarið hjá
DAT í hesum umfarinum
fór úr Vágum annan nýggj-
ársdag, sigur Bjani Ras-
mussen. Enn er ov tíðliga at
siga nakað um endaliga úr-
slitið av hesi royndarflúgv-
ingini.
Men tølini, tey hava fing-
ið, vísa, at nógv fleiri ferða-
fólk enn væntað flugu við
flogførum teirra hesar túr-
arnar, sigur hann.
– Vit høvdu tilsamans
800 setur tøk og settu okk-
um sum mál at fáa brúkt tey
fýrahundrað. So hildu vit
væl standa til. Men tá av-
tornaði høvdu fleiri enn
500 fólk ferðast aftur og
fram við okkara flogførum.
Og tað eru vit stak væl
nøgd við, sigur hann.
Hendan fyrsta royndin
hevur avgjørt økt um hugin
at halda fram, sigur Bjarne
Rasmussen.
– Tann stóri trupulleikin í
hesum sambandinum er at
fáa hendur á flogførum til
slíka flúgving, sigur hann.
Sum er hevur felagið ikki
flogfør tøk til at seta í regl-
uliga flúgving á Føroyarut-
uni. Tað verður so ikki fyrr
enn í fyrsta lagi einaferð í
mars, sigur rutustjórin hjá
DAT.
Gera upp
Nú skal fyrst gerast upp eft-
ir hesar túrarnar, sum flogið
varð. Tað verður gjørt við at
útgreina spurnarbløð, sum
ferðafólkini fingu í flogfar-
inum og hava latið innaftur.
Tá Sosialurin tosaði við
Bjarne Rasmussen beint
eftir nýggjár, vóru ikki øll
spurnarbløðini viðgjørd í
telduskipanini, og tískil
kundi hann ikki siga nakað
endaligt um úrslitið.
Men hann visti tó at siga,
at av teimum svarunum,
sum viðgjørd vóru, vóru
nógv tey flestu sera positiv.
Og tað gevur avgjørt hug til
at royna aftur, sigur hann.
Hann sigur, at sambært
spurnarbløðunum er líkt til,
at tað eru fólk, sum annars
vanliga ikki ferðast loft-
vegis, sum hava ferðast við
donsku flogførunum nú um
høgtíðina.
Nágreiniligu
grundirnar til tað veit hann
ikki at siga, men hevur sína
hugsan um, at tað er øktu
møguleikarnir at sleppa á
flog, og teir eitt sindur
lægri prísirnar, sum hava
lokkað fólk út at ferðast um
jólini.
Størri køka
Rutustjórin hjá DAT metir
ikki, at tey hava tikið ferða-
fólk frá Atlantsflogi. Hel-
dur hinvegin er talan um
fólk, sum bara eru farin at
ferðast, tí ein eyka møgu-
leiki beyðst.
Hann vísir aftur til mynd-
ina, tey plaga at brúka, av
køkuni, sum ikki skal sker-
ast burturav, uttan heldur
gerast størri, soleiðis at
tann, sum áður hevði fingið
ein bita, framhaldandi skal
hava sín bita, hóast onkur
annar eisini fær ein bita
burturav.
– Tað tykist hava eydnast,
sigur Bjarne Rasmussen.
Og hóast teir sera bíligu
ferðaseðlarnir, fólk tosaðu
so nógv um, sum eisini
vóru sera fáir, bert vóru
galdandi úr Føroyum til
Danmarkar, vísti tað seg, at
tað var úr Danmark, tær
nógvu
bíleggingarnar
komu. Ivaleyst frá fólki,
sum í seinastu løtu gjørdu
av at fara heim til Føroya at
halda jól, og nú sluppu
avstað, tí høvið beyðst. Tað
prógvar so, sigur hann, at
vit hava ikki tikið nakað frá
Atlantsflogi. Heldur givið
teimum, sum ikki sluppu
við har, ein møguleika at
sleppa heim at vitja familju
á jólum.
Bjarne Rasmussen, rutu-
stjóri hjá DAT, sigur, at ein
túrur varð avlýstur fyri
veður. Mett varð ikki, at
lendingarlíkindi
vóru
í
Vágum, tá flogfar teirra
skuldi koma, og tí varð
gjørt av at flyta øll ferða-
fólkini yvir í flogfarið hjá
Atlantsflogi.
Atlantsflog
hevði eitt flogfari standani í
Vágum, og eingin trupul-
leiki var at sleppa á flog.
Tey, sum skuldu til Føroya
við
DAT
flogfarinum,
sluppu so eisini úr Kastrup
við Atlantsflogi.
Hendan dagin skuldi
DAT flogfarið fara til
Ålborg. Og tí varð neyðugt
at flyta ferðafólkini millum
kastrup og Ålborg við SAS.
Soleiðis komu tey, sum
ætlaðu sær við DAT til og
úr Føroyum, kortini fram
sama dag, tey høvdu ferða-
seðil til, vísir Bjarne Ras-
mussen á.
Fleiri ferðafólk enn væntað
Kappingin á Føroyarutuni um jólini var ikki verri enn so, enn at tá DAT flogfarið, sum er longri burtur á myndini, ikki fekk lent í Vágum fyri veður, tók Atlantsflog
ferðafólkini við sínum flogfari
Mynd: Jens Kristian Vang
Samhalds-
fasti hækkar
Stýrið fyri Arbeiðs-
marknaðareftirlønar-
grunnin avgjørdi á
fundi 30. desember at
hækka eftirlønina úr
grunninum
Talan verður um
eina hækkan av út-
gjaldinum við nærum
einum triðingi. Úr 710
í 910 kr. um mánaðin.
Hinvegin verður inn-
gjaldið til grunnin nú
økt við eini helvt. Síð-
ani 1992 hava arbeiðs-
gevarar og lønmóttak-
arar rindað 1/2% av
lønini í grunnin. Hetta
verður nú broytt, so
talan verður um 0,75%
-jm
Nógv færri
nýggir bilar
Sambært hagtølum frá
Bileftirlitinum
fall
skrásetingin av inn-
fluttum akførum við
15,5% í 2004, sam-
mett við 2003. Í 2003
var talið 2.324 akfør,
meðan hetta tal í fjør
var 1.964.
Serliga fyri nýggj
akfør var talan um
stóra afturgongd. Heili
19,7%.
Hinvegin
vórðu í fjør innfluttir
fleiri brúktir bilar. Teir
Teir vóru í 2003 414 í
tali. Í 2004 var talið
430.
-jm
Posturin
fingið nevnd
Vinnumálaráðið hevur
sett Jan Danielsen sum
formann fyri nýggja
partafelagið, sum ætl-
anin er skal reka post-
virksemi í Føroyum.
Afturat honum eru
Ben Arabo og Bryn-
hild Setberg vald í
nevndina.
Stjóri í felagnum er
Bergur í Garði, sum
eisini er postverks-
stjóri í løtuni.
Felagið eitur P/F
Postverk Føroya.
ek