Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 1 - 4. januar 2005 Gott kvøld. So standa vit aftur á gáttini til at bjóða einum nýggjum ári vælkomnum, samstund- is sum vit hetta gamlaárs- kvøld dvølja eina løtu við tað, sum farið er. Í januar var løgtingsval, og samgongan, við tveimun triðingum av tinginum aftan fyri seg, varð skipað. Samgongan hevur sett tryggleika og støðufesti í miðdepilin, samstundis sum vit við vinnupolitisk- um framtøkum skulu gera búskapin sterkari. Soleiðis menna vit vælferðarsam- felagið – fyri øll. Eisini lokalt hava fleiri nýggjar kreftir tikið við eftir kommunuvalið í farna mánað. Eg fegnist um, at alt fleiri kommunur velja at leggja saman í størri eindir. Á henda hátt gerast tær betur førar fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum. Vit føroyingar kunnu framvegis vera takksamir fyri at búgva í einum væl- ferðarsamfelagi. Men tað skerst ikki burtur, at árið, ið farið er aftur um bak, ikki hilnaðist eins væl á øllum økjum. Partar av okkara fiskivinnu hava verið fyri bakkasti, og andróðurin er harður í løtuni - eitt nú í alivinnuni og í rækjuvinn- uni. Aftur mugu vit ásanna, at skjótt er hvønn vegin. Soleiðis er í einum sam- felagi, sum byggir sítt álit á eittans náttúrutilfeingi. Men í einum lítlum landi er tað tíbetur eisini lættari at venda gongdini. Tað sannaðu vit fyri bara fáum árum síðani, tá ið vit reistu okkum eftir stóra skrædlið fyrst í nítiárunum. Ongan- tíð var tað føroyinginum fyri at falla í fátt ella setast hendur í favn. Heldur var tað hugurin at bjóða fram- tíðini av, ið var drívmegin, og við bjartskygni, dirvi og áræði at fara undir lívs- verkið. Lat okkum halda fram at fylgja í fótaspor- unum hjá teimum, ið gingu undan og bygdu hetta landið, teimum, ið høvdu dirvi at hugsa nýggjar tank- ar og at taka tøk. Hetta landsstýrið og hendan samgongan skulu vera við til at velja, hvønn veg hetta samfelagið skal flyta seg. Skulu vit velja nýggjar leiðir heldur enn vanahugsan? Skulu vit velja nýskapan heldur enn stillstøðu? Tíðin er búgvin til ný- hugsan! Vinnuliga, polit- iskt og samfelagsliga skulu vit hugsa nýtt. Framtíðar- støða Føroya snýr seg nevniliga um, í hvønn mun vit megna at laga okkum til nýggjar og øðrvísi kapp- ingartreytir. Vit mugu ikki stara okkum blind uppá at kappast um at gera tingini á bíligastan hátt, men seta fokus á, hvørjar fyrimunir og møguleikar vit hava. Eitt nú hava vit serstakan møguleika at kappast, tá ræður um dygd og fesk- leika á okkara fiskavørum. Kundin er vorðin meira medvitin og kræsin og vil gjalda meira fyri ta bestu vøruna. Vit skulu fáa meira burtur úr rávøruni við at gagnnýta alt tilfeingið. Okkara besta tilfeingi er eitt vitandi og virkisfúst fólk. Tí skulu vit halda fram at menna útbúgving- armøguleikarnar. Vit skulu skapa nýggjar vinnur. Vit skulu finna útav, hvussu vit fáa meira burtur úr tí stóra vitanartilfeingi, vit longu eiga. Hetta tilfeingið skal kunna nýtast eitt nú í vinn- um, ið byggja á kunningar- tøkni, biotøkni og gentøkni. Nú tað frættist, at stórur oljufundur er gjørdur het- lendskumegin føroyska markið, birtir tað sjálvsagt aftur undir trúnna, at vit í framtíðini fáa eitt náttúru- tilfeingi afturat at byggja okkara búskap á. Men vit hava kortini bæði beinini á jørðini og kanna okkum so avgjørt ongan bita, fyrr enn hann er svølgdur. At hugsa nýggjar tankar krevur eisini, at tú letur upp fyri tí fremmanda. Tað fremmanda kann ofta tykjast eitt sindur ræðandi. Men vit mugu velja, um vit skulu lata aftur og dyrka okkum sjálvi á hesum oyggjum í Norðuratlants- havi, ella um vit skulu vit lata upp fyri teimum møgu- leikum, sum eitt víðkað samstarv við útlendingar og umheimin gevur. Opinleiki er ein fyritreyt fyri at kunna menna sam- bandið og samstarvið við umheimin. Vit eru til reiðar at taka størri ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum. Tað fer at geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at gera avtalur við onnur lond, og við tí eisini at víðka sjónarringin, bæði vinnuliga, mentanarliga og politiskt. Í heimsbúskap- inum spyr kapitalurin ikki longur eftir landamarki. Í staðin fyri at ræðast út- lendskan kapital og sam- starv við útlendingar, skulu vit tora at luttaka. Vit skulu finna okkara nýggja pláss í heimsbúskapinum og gera okkum greitt, hvørjir møguleikar eru, og hvussu vit kunnu troyta hesar best. Her hugsi er serliga um viðurskifti okkara við felagsskapir sum ES og lond, sum fáa øktan bú- skaparaligan týdning í framtíðini. Í nýggja árinum fara vit at taka fulla ábyrgd av sjálvstýrismálinum. Ætlan- in er, at vit við yvirtøku- lógini taka ábyrgdina av málsøkjum, tá vit vilja tað. Málið verður nú í okkara hondum. Arbeitt verður samstundis við eini nýggj- ari skipan á uttanríkis- økinum, ið skal virka á tann hátt, at vit fara at kunna gera avtalur við onnur lond á øllum økjum, sum eru undir føroyskum málsræði. Vit búgva í einum fræls- um landi, men í einum heimi, har alt ov mong framvegis liva undir ring- um og ófrælsum korum. Tíverri hótta hungur, fátækradømi og sjúkur sum eyðkvæmi ein stóran part av mannaættini. Heimurin kemur inn í okkara stovu dagliga, og vit sleppa ikki undan at taka støðu. Torført var at njóta jóla- friðin, tá tíðindini 2. jóla- dag bórust um ógvusligu flóðaldurnar í suður- og landssynningspartinum av Asia, har fólk í tíggjutús- unda tali mistu lívið. Aðrir ræðuleikar hava í árinum verið ovast á bredd- unum hjá heimspressuni. Eitt nú gíslatøkan í Beslan í Norður-Ossetia – eitt eirindarleyst og óskiljandi álop á verjuleys skúlabørn. Krígsskuggarnir liggja enn yvir Irak, og útlitini tykjast ivasom fyri friði í Mið- eystri. Framvegis livir allur vesturheimurin undir hótt- anini um yvirgangsatsókn- ir. Ein hóttan, sum tíverri hevur minkað um tolsemið og økt um mistrúnna mill- um muslimska og kristna partin av heiminum. Men glottar eru eisini. Eitt nú at tjóðartingið og hægstirættur í Ukraina koll- dømdu forsetavalið og kravdu nýval, har rætti vinnarin varð kosin. Af- ganistan hevur fingið sín fyrsta fólkavalda leiðara, eins og val vónandi um stutta tíð verður í Irak, sum áður varð stýrt av harð- rendum einaræðisharra. Demokratiið hevur fingið fleiri verjar. Vit skulu eisini taka okk- ara part av ábyrgdini at hjálpa teimum mongu í heimssamfelagnum, sum eru illa fyri. Nú munandi fleiri pengar eru settir av á fíggjarlógini næsta ár ber til at seta skjøtil á ein veru- ligan menningarpolitikk. Privatir hjálparfelagsskapir og framtøk hjá einstak- lingum hava ferð eftir ferð víst, at vit gleðiliga lata av tí vit eiga. Hetta sýnir, at vit eiga innlivingarevni og hava samkenslu við teim- um, sum líða. Men inn- livingarevni og tolsemi eiga eisini at ráða innan- veggja. Í okkara samfelagi skal vera pláss fyri øllum borgarum! Tolsemi er ein hornasteinur í einum opn- um og víðskygdum sam- felagi, har snævurskygni og fordómar ikki festa røtur. Andaligu karmarnir eru eins týdningarmiklir og fysisku karmarnir í einum góðum og sunnum sam- felagi. Hyggja vit at, hvussu landið verður útbygt, so er hent nógv í ár. Væl er kom- ið áleiðis við Norðuroya- tunlinum, og nýggja lands- sjúkrahúsið er tikið í nýtslu. Fleiri nýggir barna- garðar lótu upp, ellis- og røktarheim vórðu bygd – nøkur verða liðug í nýggja árinum. Eftirskúlin fyri menningartarnað verður klárur móti sumri og fer at bøta nakað um støðuna hjá hesum samfelagsbólki. Tollaksmessudag varð samferðsluhavnin á Tvør- oyri tikin í nýtslu. Tíverri er nýggi Smyril seinkaður, men skipið kemur í nýggja árinum. Vit halda fram at byggja út og menna okkara land. At vaksa upp í Føroyum gevur gott í beinið. Tað prógva okkara mongu tónlistafólk, ítróttafólk og listafólk annars, sum seta Føroyar á heimskortið. Vit kenna stoltleikan leika í bringuni og fegnast um tað sjálvsvirði og dirvi, tey sýna við at bjóða seg fram millum tey bestu – langt uttan fyri tryggu eingjar- garðarnar. Eisini frøast vit um tey mongu tónlista- og mentanarligu tiltøkini, sum gjørdu hetta til enn eitt mentanarliga ríkt ár her heima. Vit skylda okkara børnum og ungu bestu umstøður at menna síni skapandi evnir. Eins og uppgongd og niðurgongd eru natúrligir liðir í búskapinum, eru sól- skinsdagar og skuggafullar løtur natúrligir partar av lívi okkara. Vit fegnast um tey nógvu børnini, ið vórðu fødd í ár – og ynskja teimum eitt ríkt lív í hesum landi, vit øll meta so høgt. Men í kvøld leita tankar okkara eisini í samkenslu til teirra, sum í árinum mistu onkran av sínum kæru, og til teirra, ið á annan hátt hava tað svárt. Fyri tykkum ynskja vit, at nýggja árið skal bera glottar við vón. Tí í vónini býr styrki! Hitt gamla ár er runnið, brátt klokkan midnátt slær. Algóði Gud oss unni eitt annað ár í tær Við hesum takki eg vegna Føroya Landsstýri fyri árið, ið fór. Eg ynski øllum – á sjógvi og á landi – eitt eydnuberandi nýggjár. Gud signi mítt føðiland Føroyar. Nýggjársrøða løgmans