týsdagur 4. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2005
7
Ì døgunum 4. til 7.
januar kemur
fíggjarnevndin hjá
Fólkatinginum á
vitjan í Føroyum
VITJAN
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Fíggjarnevndin hjá Fólka-
tinginum kemur í dag, týs-
dagin 4. juli, til Føroya. Tað
er fyrst ferð í langt sámiliga
tíð,
at
fíggjarnevndina
leggur leiðina hesaferð.
Av løgtingsskrivstovuni
siga tey seg ikki kunna
minnast nær fíggjarnevndin
hjá Fólkatinginum hevur
verið á vitjan í Føroyum
seinast, og heldur ikki
Ríkisumboðið
dugir
at
finna fram til, at Fíggjar-
nevndin hevur verið her
áður.
Kunning
Dan Knudsen á skrivstov-
uni hjá Ríkisumboðnum
sigur, at ferðin verður kall-
að fyri studie-rejse, og
endamálið er kunning í
breiðastu merking. Eitt ótal
av fundum eru avtalaðir.
Millum annað skal danska
nevndin á fund við fíggjar-
nevndina,
Landsbankan,
løgmann, landsstýrismann-
in í fíggjarmálum og við
Búskaparráðið.
Eingin føst dagsskrá er
fyri fundirnar. Dan Knud-
sen sigur, at nevndin letur
tað vera upp til føroysku
fundarluttakararnar
at
kunna um síni viðurskifti.
Áhugin er heldur ikki
tann størsti at koma við til
Føroya. Bert sjey av seytjan
limum koma við til Føroya.
Dan Knudsen frá Ríkisum-
boðnum sigur, at hetta
skyldast, at limirnir í fíggj-
arnevndini eisini eru limir í
øðrum nevndum. Danski
Javnaðarflokkurin
eigur
flestu luttakararnar í ferða-
lagnum. Nevnast kann, at
einki umboð er fyri stóra
stjórnarflokkin, Venstre.
Formaður fyri fíggjar-
nevndina hjá Fólkating-
inum er Kristian Thulesen
Dahl úr Dansk Folkeparti.
Hann kom á breddan í Før-
oyum í summar í kjalar-
vørrinum á einum innslagi
á sjónvarpsrásini TV2 um
hýrunar hjá føroyskum
fiskimonnum.
Nýggjársrøða
løgmans var rætt og
slætt vánalig,
sambært Jenis av
Rana. Drotningin fær
annað skoðsmál
RØÐA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Leiðarin fyri næststørsta
andstøðuflokkin, Jenis av
Rana, heldur ógvuliga lítið
um røðuna hjá Jóannesi
Eidesgaard nýggjársaftan.
Røðan hjá løgmanni var
vánalig. Jenis av Rana
hevur ikki eitt einasta posit-
ivt orð at siga um røðuna
hjá politiska leiðaranum í
Føroyum, tá vit mánamorg-
unin høvdu hann í tele-
fonini. Harvið er ikki sagt,
at yvirhøvdið fyri danska
ríkið fær somu skoðsmál.
Hennara røða var frálík.
– At hoyra drotningina
var fantastiskt. Hon helt
eina góða, fevnandi og
heita røðu, har grundleggj-
andi virði vórðu viðgjørd,
sigur Jenis av Rana.
Men so er tað eisini lið-
ugt við teimum meira jaligu
orðunum.
– Har var onki nýtt í
nýggjársrøðu løgmans –
ikki ein einasta nýhugsan.
Hatta var politisk agitering,
sigur Jenis av Rana.
– Eg gjørdist meira roy-
alur enn nakað annað, sigur
Jenis av Rana skemtandi.
Sjálvfylgjur
Tað, sum serliga harmar
formann Miðfloksins, er, at
løgmaður tosar um polit-
iskar sjálvfylgjur, sum hann
tekur til.
Hann heldur eisini, at løg-
maður í fleiri førum stór-
liga mistekur seg.
– Bæði í sambandi við
útlendingar og øll skulu
hava somu møguleikar er
ikki samsvar millum, hvat
løgmaður sigur, og hvat
samgongan vísir í verki. À
tí ríkisrættarliga er tað aftur
hendan sama endurtøkan
við ongum nýggjum, sigur
Jenis av Rana.
Eisini á øðrum økjum,
eitt nú við neyðhjálpini til
Asia, er Jenis av Rana
skuffaður av løgmanni og
samgonguni.
– Tann útrættað hondin er
kørg, sigur Jenis av Rana.
Alt politisk burtur
Røðan hjá løgmanni nýggj-
ársaftan eigur ikki at vera
so flokspolitisk, heldur Jen-
is av Rana. Tað politiska
stríðið eigur at vera lagt
afturum. Hann heldur ikki,
at tað í longdini verður
spennandi
við
tílíkum
nýggjársrøðum sum hana
fyri fýra døgum síðani.
– Verður nýggjársrøða
løgmans
útvíðkað
við
meira manifestatión, so
haldi eg, at tað er nøkur
meining í henni longur,
sigur Jenis av Rana.
Spurdur, hvussu stóran
part av røðuni, hann vildi
tikið burtur, svarar Jenis –
eftir at hava hugsað seg um
eina løtu – at tað hevði ikki
verið nógv eftir.
– Alt hatta politiska reyp-
ið hevði verið tikið burtur-
úr, og so hevði ikki verið
nógv eftir, sigur Jenis av
Rana.
– Nýggjársrøða
løgmans flytir ongi
mørk, men er meira
ein nýggjársheilsan,
sigur Edmund
Joensen, løgtingsfor-
maður og fyrrverandi
løgmaður
RØÐA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Vit skulu leggja ov nógv í
nýggjársrøðuna,
heldur
Edmund Joensen, løgtings-
formaður og fyrrverandi
løgmaður. Tað skal skiljast
soleiðis, at tað er ikki
nýggjarsrøðan hjá løg-
manni, sum flytir nøkur
politisk mørk.
– Røðan er ein nýggjárs-
heilsan til Føroya fólk frá
løgmanni og landsstýri. Tað
er vanligt at líta eitt sindur
aftur og fram í tíðina. Skal
tað vera tað, so verður røð-
an ikki nógv øðrvísi enn
hana, vit hoyrdu nýggjárs-
aftan, sigur Edmund Joen-
sen.
Kanska ikki heilt óvænt-
að heldur Edmund Joensen,
at røðan hjá løgmanni lýsti
væl, hvat samgongan hevur
sett sær fyri.
– Sum heild haldi eg, at
nýggjársrøðan minnir um
tær
undanfarnu,
sigur
Edmund Joensen
Aftur og fram
Sjálvur helt Edmund Joen-
sen tríggjar ferðir nýggjárs-
røðu. Hann sigur, at tað
sum so ikki eru nakrar regl-
ur fyri, hvussu tú skalt orða
teg, ella hvat røðast skal
um. Nýggjársrøða løgmans
er komin á skránna eftir
útlendskari fyrimynd.
Edmund Joensen heldur,
at tað betri pláss fyri út-
greiningum hjá løgmanni á
ólavsøku.
– Eg sigi ikki, at røðan
skal vera soleiðis sum hon
er, men tá fortreytirnar eru
sum tær eru, so er torført at
gera tað øðrvísi, sigur
Edmund Joensen.
Jenis av Rana:
Lurtið heldur eftir Margrethe
Margrethe bestod med glans – men Jóannes fall nýggjársaftan, sambært Jenis av Rana
Røðan er nýggjársheilsan
Fíggjarnevndin á vitjan
Kristian Thulesen Dahl er formaður fyri fíggjarnevndina hjá
Fólkatinginum
Nýggjársrøða løgmans skal ikki takast fyri meira, enn hon er,
heldur Edmund Joensen. Hann helt sjálvur tríggjar røður á
nýggjársaftan fyri Føroya fólki
Ongin tjóð-
veldisflokkur
Vit royndu fyrrapartin
at fáa samband við
umboð fyri tjóðveldis-
flokkin, í sambandi
við nýggjársrøðu løg-
mans, men tað eydn-
aðist ikki