Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 1 - 4. januar 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku vóru kunn- gjørd tøl fyri amerikanskt brúkara- og vinnuálit. Brúkaraálitið vaks meir enn væntað, meðan vinnu- álitið lækkaði meir enn væntað, so tað var einki greitt tekin haðani. Tað vóru heldur ikki lyklatølini, ið stýrdu gongdini á fíggj- armarknaðinum ta síðstu vikuna í 2004. Vikan varð merkt av, at sera lítið varð handlað. Tað hevði, eins og vikuna áðrenn, við sær, at tað sum var av størri handlum, flutti marknaðin meir enn van- ligt. Danska 10-ára rentan sveiggjaði soleiðis umleið 0,15% hesar dagarnar. Fríggjadagin kemur am- erikanska arbeiðsmarknað- arfrágreiðingin fyri desem- bur mánað. Hon hevur verið týdningarmesta hendingin hvønn mánaða í 2004, og tað sama kann væntast kom- andi mánaðirnar. Orsøkin til, at hon hevur ávirkað fíggjarmarknaðirnar so nógv er, at íleggjarar ikki enn eru sannførdir um, at búskaparligi vøksturin í USA er nóg væl grundaður til at nóg nógv fólk koma í starv og harvið fáa møgu- leika til at økja um nýtsluna. Fyrstu 11 mánaðirnar í 2004 vórðu í miðal sett 185.000 nýggj størv á stovn um mánaðin, tá sæð verður burtur frá landbúnaðinum. Tað er oman fyri tey umleið 150.000, sum skulu til, fyri at arbeiðsmarknaðurin kann fylgja við vøkstrinum í fólkatalinum. Sostatt vísa tølini fyri 2004 sum heild á ein hampuliga sterkan ar- beiðsmarknað. Tølini fyri nýggj størv sveiggja tó nógv, og tað er eisini ein partur av orsøkini til, at fíggjarmarknaðirnir flyta seg so nógv, tá frágreiðingin kemur. Marknaðirnir vænta, at 175.000 nýggj størv vóru sett á stovn í desember. Arbeiðsmarknaðarfrá- greiðingin er soleiðis tann týdningarmesta hendingin hesa vikuna. Haraftrat koma ídnaðarálitistøl bæði úr USA og Evropa, um- framt evropisk prís- vakstrartøl. Jaliga rákið á partabrøvum seinastu vikuna í 2004 helt fram inn í 2005. Lækkandi oljuprísir sein- astu tíðina hava birt undir bjartskygni hjá serliga framleiðslufyritøkunum sum nú ikki óttast útlitini fyri einum høgum oljuprísi eins nógv. Í næstu viku kunngera Intel, Apple, Yahoo og IBM sínar ársroknskapir, sum kunnu ávirka gongdina á partabrøvum. Men hesa vikuna verður tað serliga umrødda arbeiðsmarknað- arfrágreiðingin, ið fer at ávirka marknaðirnar. Arbeiðsmarknaðarfrágreiðing fríggjadagin Vika 1, 2005 www.kaupthing.fo Løgmaður kom væl frá uppgávuni Formaðurin í Sjálvs- stýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, heldur, at løgmaður, Jóannes Eidesgaard, kom væl frá síni fyrstu nýggj- ársrøðu NÝGGJÁRSRØÐA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg haldi, at røðan var góð. Samanumtikið var hon bæði stimbrandi, mennandi og eggjandi. Formaður Sjálvsstýris- floksins, Kári P. Højgaard, heldur, at løgmaður, Jó- annes Eidesgaard, kom væl frá fyrstu nýggjársrøðu síni. Hann heldur, at nýggj- ársrøðan hesaferð var rætti- liga lík nýggjársrøðum undanfarin ár. – Løgmaður kom víða um, og var ikki serliga ítøkiligur, men tað skal hann helst heldur ikki vera í slíkum røðum, vísir Kári P. Højgaard á. Spurdur, um hann beit merki við nakran ávísan politiskan boðskap í nýggj- ársrøðu løgmans, svarar Kári P. Højgaard, at persón- liga fegnaðist um, at løg- maður segði seg vera heitan fyri kommunalu saman- leggingunum kring landið. Orð og gerðir Kári P. Højgaard hevur kortini eitt hjartasuff við- víkjandi nýggjársrøðuni hesaferð. Í partinum um búskaparstøðu Føroya, heldur formaður Sjálvsstýr- isfloksins, at lítið samsvar er millum orð og gerðir hjá løgmanni og landstýrinum. – Í røðuni nemir løgmað- ur við, at tað er av stórum týdningi at vit áhaldandi menna vælferðarsamfelag- ið, og í tí sambandi vil eg vísa á, at skattalættin hjá samgonguni er við at máa grundarlagi undan vælferð- ini, tí gjógvin millum tey ríku og tey, sum eiga minni, økist. Í tí partinum av nýggjársrøðuni var einki samband millum orð og gerðir hjá landsstýrinum, heldur Kári P. Højgaard. Formaður Sjálvsstýris- floksins vísir á, at í sam- band við framtíðar før- oyska oljuvinnu, var løg- maður rættiliga jarðbundin í nýggjársrøðu síni. – Hóast tað sær ógvuliga bjart út viðvíkjandi nýggj- asta oljufundinum het- lendskumegin føroyska markið, so var løgmaður rættiliga jarðbundin í nýggjársrøðu síni, og tað haldi er ógvuliga skilagott av honum, sigur Kári P. Højgaard. Overvað net um høgtíðina Fartelefonnetið hjá Føroya Tele varð ov- ervað um høgtíðina. Hetta hevði við sær, at sms-boð vórðu send umaftur og umaftur TELEFONNET Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Um høgtíðina vóru tað fleiri, sum høvdu trupul- leikar av sms-boðum og fartelefonunum. Tað kom fyri hjá nógvum, at eini sms-boð vórðu send fleiri ferðir upp í saman. Nøkur millum 20 og 40 ferðir. Richard Mortensen, marknaðarleiðari á Før- oya Tele, sigur, at bæði jóladag og nýggjársaft- an/nýggjársmorgun vóru stórir trupulleikar við net- inum, tí tað var overvað. – Maskinurnar megn- aðu ikki at fylgja við øll- um aktivitetinum, men ongin kemur at gjalda nakað eyka fyri tey sms- boðini, ið vórðu send ov nógv, tryggjar Richard Mortensen kundarnar um. Goldið verður tískil bert fyri tað eina boðið, og ikki fyri tey 20-40, sum eru móttikin í hinum endanum. Føroya Tele fer at fáa eina nýggja sms-støð í januar mánaði, og hon kemur væntandi at loysa allar trupulleikarnar hjá stovninum viðvíkjandi sms-boðum. Fartelefonnetið hjá Føroya Tele var overvað, og tí vórðu nøkur sms-boð send umaftur millum 20 og 40 ferðir. Føroya Tele sigur tó, at kundarnir koma sjálv- andi ikki at gjalda fyri hetta Savnsmynd – Løgmaður kom víða um, og var ikki serliga ítøkiligur, men tað skal hann helst heldur ikki vera í slíkum røð- um, vísir Kári P. Højgaard á Mynd: Savnsmynd