týsdagur 4. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Suni Winther sigur, at
eins umráðandi, sum
tað er at senda fyrstu
hjálpina beinanvegin
til kreppuraktu økini
– líka so umráðandi
er tað, at ein partur av
hjálpini verður ógvu-
liga væl umhugsaður,
tí tá er møguleikin
bestur fyri, at hjálpin
kemur, har tørvurin
er størstur
HJÁLPARARBEIÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin
í
føroysku
deildini hjá Reyða Krossi,
Suni Winther, sigur, at
nógv gongur fyri seg í løt-
uni kring um í Føroyum, og
at nógv fólk hava víst
áhuga fyri at stuðla tí
arbeiði, sum Reyði Krossur
ger til tess at hjálpa van-
lukkuraktu økjunum í land-
synningspartinum av Asiu.
- Aftrat tí, sum Reyði
Krossur ger – við hjálp frá
góðum fólki kring landið,
fer Neyðhjálp Fólkakirkj-
unar at savna inn pening í
kirkjunum, og Frelsunar-
herurin hevur eisini fingið
áheitan úr London um at
royna at savna inn pening
inn til hjálpararbeiði.
Suni Winther sigur, at
feløg hava stovnað kontoir,
og nógv privatfólk hava sett
pening á konto til arbeiðið.
Innsavning
Formaðurin
í
føroysku
deildini hjá Reyða Krossi
sigur, at nú verður miðjað
eftir at hava eina landsinn-
savning komandi leygar-
dag, og her hava nógv feløg
og felagsskapir boðið sær á
ymiskan hátt at hjálpa til
við samskiping og innsavn-
ing.
- Sunnudagin komandi er
so eisini ætlanin at hava
eina konsert í Út og SvF,
sum Teitur Lassen og Giss-
ur Patursson skipa fyri,
sigur hann.
1 miljón til tjøld
Suni Winther sigur, at tá ið
slíkar ræðuligar vanlukkur
henda, er umráðandi, at
fyrsta hjálpin kemur skjótt.
- Vit hava brúkt eina
miljón til hetta arbeiði, tá ið
vit rindaðu tjøldini, sum
send vórðu avstað við tí
eini lastini, sum fór 30.
desember.
Hann sigur, at føroyska
deildin hjá Reyða Krossi
hevur fingið tær fyrstu
300.000 krónurnar, sum
landið
letur,
umframt
100.000 krónur frá Skóta-
hjálpini.
- Kemur restin av upp-
hæddini, sum landið stuðlar
við, í dag, fer umleið ein
miljón avstað í dag, segði
Suni Winther, tá ið vit
høvdu hann í telefonini í
gjár.
Nú og seinni
Hann vísti á, at eins um-
ráðandi, sum tað er at senda
fyrstu hjálpina beinanvegin
til kreppuraktu økini – líka
so umráðandi er tað, at ein
partur av hjálpini verður
ógvuliga væl umhugsaður.
- Tá er møguleikin bestur
fyri, at hjálpin kemur, har
tørvurin er størstur, sigur
hann.
Nr. 1 - 4. januar 2005
9
- Eg vóni, at hetta er
byrjanin til, at fleiri
arbeiðarafeløg
eisini fara at stuðla
hjálpararbeiðinum,
sigur Suni Winther,
formaður í Reyða
Krossi, Føroya
Deild
NEYÐHJÁLP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tofta Arbeiðsmannafelag
hevur samtykt at veita
5.000 krónur í stuðli til
hjálpararbeiðið
hjá
Reyða Krossi í sambandi
við herviligu flóðalduna
og tær ræðuligu vanlukk-
ur, sum hendan hevur
elvt í landsynningspart-
inum av Asiu.
Harry
Benjaminsen,
formaður
í
arbeiðs-
mannafelagnum, sigur, at
nevndin er samd um at
stuðla hjálpararbeiðin-
um, og hann vónar, at
onnur feløg eisini fara at
stuðla arbeiðinum.
Ætlandi
vórðu
tær
5.000 krónurnar, sum
Tofta Arbeiðsmannafelag
veitir
Reyða
Krossi,
formelt handaðar á skriv-
stovuni
hjá
Reyða
Krossi, Føroya Deild,
seinnapartin í gjár.
Fyrsta felag
Suni Winther, formaður í
føroysku deildini hjá
Reyða Krossi er fegin
um, at eisini arbeiðafeløg
vilja stuðla hjálparar-
beiðinum.
- Eg vóni, at hetta er
byrjanin til, at fleiri feløg
fara at fylgja Tofta Ar-
beiðsmannafelag
og
stuðla innsavningini til
vanlukkuraktu
økini,
sigur Suni Winther.
Arbeiðarafelag
stuðlar hjálpar-
arbeiðnum
Suni Winther, formaðurin í føroya deildini hjá Reyða
Krossi, fegnast um, at arbeiðarafeløg nú eisini eru farin at
stuðla innsavningini til vanlukkuraktu økini í
landsyningspartinum av Asiu
Herfyri skipaði Stuðuls-
felagið hjá B71 fyri eini
sonevndari
»steðga
og
vinn« kapping. Hendan
varð skipað soleiðis, at ein
bilur við 5 litrum av bensini
í tanganum varð sendur á
rundferð kring Sandsvatn.
Økið kring vatnið varð so
býtt í teigar, sum fólk
kundu keypa, og vinnarin
av bilinum var so tann, sum
hevði teigin, har bilurin
steðgaði.
Og einki er at ivast í, at
áhugin fyri tiltakinum var
stórur. Nú B71 fylti 35 ár,
kundi stuðulsfelagið hand-
að felagnum ein kekk upp á
ikki minni enn 250.000 kr.,
og sum vera man, so eru tey
í felagnum væl nøgd um
hetta.
- Vit seldu 4.440 seðlar,
og hartil varð so talan eisini
um aðrar inntøkur av yms-
um slag. Útreiðslur vóru
sjálvandi eisini, men vit
kunnu so í øllum førum
staðfesta, at avlopið var
heilt
fitt,
sigur
Ottar
Hentze, sum er formaður í
Stuðulsfelagnum hjá B71.
Hann sigur, at enn er
endaliga úrslitið av tiltak-
inum ikki heilt endaliga
gjørt upp, og avlopið verð-
ur helst eitt vet størri enn
kekkurin. Men sum hann
sigur, so hildu tey føðingar-
dagin hjá felagnum vera
eitt hóskiligt høvi til hand-
an av kekkinum.
-jm
Nógv verður gjørt
fyri at hjálpa
Fjórðings millión til B71
Flóðaldan, sum rakti landsynningspartin av Asiu, gjørdi feigdina um seg. Nú
stendur heimurin saman um at veita hjálp í stóru neyðini
Ottar Hentze handara her
formanninum í B71, Eli
Hentze, stóra kekkin við
stóru upphæddini
Mynd: www.b71-sandoy.com