Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 1 - 4. januar 2005 Orðaskiftið í útvarpinum nýársdag um búskaparligu útlitini fyri 2005 var lítið upplyftandi. Tað var torført at finna nakrar glottar í tí, sum umboð fyri vinnu og peningastovnarnar bóru fram. Orðaskiftið var eyðkent av nøkrum metingum av støðuni, sum at kalla staðfestu, at vit eru uppi ímóti vánaligum fiskaprísum, fallandi dollarkursi, ójøvnum oljuprísum og einum landsstýri, sum ongan vinnupolitikk hevur. Serstakliga varð funnist at, at játtanin til gransking og menning er lækkað. Samantikið so sær tað svart út, um farast skal eftir tí, sum var sagt. Tað, sum gekk aftur og aftur í gjøgnum orðaskiftið var, at landsstýrið skal ikki blanda seg, landsstýrið skal lata vinnuna hava frið, samstundis sum funnist var at lands- stýrinum fyri at vera uttan vinnupolitikk og uttan nakra vinnupolitiska strategi. Her hekk ikki væl saman hjá debattørunum. Eitt undantak var formaðurin í Fiskimannafelagnum, sum royndi at vísa á, at tað slepst ikki uttan um hitt almenna, um gongd skal fáast aftur á búskapin. Spælir tað almenna ikki við, so fæst ikki gongd á aftur. Hetta er alment galdandi fyri øll samfeløg. Hann vísti á grannalond og ES lond, ið róku virknan og visioneran vinnupolitikk, sum enntá fevndi um beinleiðis og óbeinleiðis stuðul til kroystar vinnugreinir. Hetta bar ikki til í Føroyum, tí byrokratarnir á løgmanskrivstovuni steðgaðu hesum við at vísa til altjóða forðingar. Hann kundi havt lagt afturat, at vinnan er vorðin offur fyri sínum egna retorikki um tørvin á ótálmaðum marknaðarbúskapi og um allar tær vanlukkur, sum planbúskapur leiðir til. Hvørji ráð eru so til at taka sambært luttakararnar í orða- skiftinum? Umframt at mæla tí almenna frá at blanda seg, so høvdu vinnuumboðini í roynd og veru eingi góð ráð uttan at mæla politikkarunum sum skjótast at privatisera allar tær almennu fyritøkurnar. Hetta skuldi ikki gerast í bitum men í einum høggi. Víst var til onnur lond, har privatiseringar høvdu havt sera gagnliga ávirkan á búskapin. Annars var nógv talað um tørvin á betri fiska- prísum, men einki veruligt boð kom um, hvussu hetta letur seg gera. Tað var mikið spell. Sama er um alt tosið um gransking og menning at siga. Hví kunnu vit ikki fáa nakað meira ítøkiligt at vita, um hvat slag av gransking okkum tørvar og hvussu hendan granskingin kann menna búskapin? Samantikið má ásannast, at orðaskiftið var nakað av einum vónbroti. Ein partur av luttakarunum staðfesti, at næstan einki letur seg gera, eitt nú tí vit hava ikki reinan marknaðarúskap og tí at politikkararnir blokera fyir øllum skilagóðum loysnum. Aðrir vístu á, at tað í fiskapakk- anum hjá Bjørn Kalsøe eru nakrir møguleikar fyri menn- ing og vøkstri, men vit fingu ikki nakað ítøkiligt at vita. Formaður Fiskimannafelagsins vísti á vandan við tí vána- liga stemninginum. Okkum manglar nýggjar tankar og nakað av tí pionéranda, sum ráddi, tá vit bardu okkum burturúr stórkreppuni í nítiárunum. Hann hevur rætt. Tað er sum, fokuseringin í sjálvum sær støðugt er negativ - ein "einki ber til" støða, sum í sjálvum sær er niðurbrótandi. Um vit ikki trúgva uppá, at tað ber til at koma uppundan aftur, so verður trupult at koma uppundan í bræði. Hetta var kanska tann mest áhugaverda læran av einum orða- skifti, sum lítið nýtt hevði at bera lurtarunum. DAGSINS MEINING Sosialurin Metingar og útlit VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Felagið fyri Kirkjuráðslimir Edvin Joensen formaður Súni Kristiansen, sum er urguleikari í Skála kirkju, hevði beint fyri jól áhuga- verda grein um tónleik í kirkjuni í blaðnum Krung, ið KFUM í Havn gevur út. Greinin er umskrivað endurgivin í Sosialinum 29. desember. Súni er fakmaður á økin- um, hann er góður tónleik- ari við stórum innliti og drúgvum royndum. Eg eri ikki tónleikari og eri ikki førur fyri at viðgera tað tónlistarliga í greinini, men eg kundi hugsað mær, sum leikmaður í kirkjuni og ein, ið hevur fingist nakað við kirkjuligt arbeiði, at gjørt nakrar viðmerkingar til greinina. Tú vísir á, at urgan er bert umleið 100 ára gomul í føroysku kirkjuni, og at einki skuldi verið í vegin fyri, at onnur ljóðføri í framtíðini skuldu avloyst hana. Eg dugi væl at fylgja argumentatiónini, men eg haldi ikki spurningurin er heilt so einfaldur. Urgan, eisini kallað drotningin millum ljóðføri, hevur í øldir leitt sálmasongin í kirkjunum úti í heimi, og kirkjuligir myndugleikar bæði her á landi og í grannalondum okkara hava miðvíst stuðla urgubygging til kirkjur. Uttan henda stuðul var hetta gamla handverk helst langt síðani farið í søguna. Eg haldi tó ikki, at urgan eigur at vera einasta ljóðføri, ið sleppur inn í kirkjuna. Í Christians- kirkjuni plagar Klaksvíkar Hornorkestur at spæla til serlig høvi bæði sjálvstøð- ugt og saman við urguni, og hetta haldi eg vera sera há- tíðarligt. Undir yvirskriftini "At seta við" rør tú framundir, at summir urguleikarar sita so fastir á urguni, at yngri kreftir hava ilt við at sleppa framat. Eg býti merki í, at tú ikki nevnir kirkjuráðið í hesum sambandi. Kirkju- ráðið er kirkjuligi myndug- leikin á staðnum, og tað setir kirkjutænarar. Tað er tí kirkjuráðið ein eigur at venda sær til, um ein kundi hugsað sær venjing á kirkjuurguni við tí fyri eyga at spæla til gudstænastu. Á ársfundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir fyri nøkrum árum síðani kom spurningurin um nýggjar urguleikarar fram. So mong tóku orðið, at hetta gjørdist høvuðsevnið á fundinum tað árið. Tað var týðiligt, at hetta er ein trupulleiki, hjá stórum parti av limunum. Ein arbeiðsbólkur varð sett- ur at kanna hvat gerast kann, og kom hann við eini tilráðing árið eftir. Mælt varð til at fáa samstarv við musikskúlan, har musik- skúlalærarar kunnu undir- vísa verandi urguleikarum og áhugaðum næmingum í kirkjuni og at kirkjan rindar luttøkugjaldið. Hetta hevur verið gjørt á nøkrum pláss- um, men ikki í tann mun ein hevði vónað. Orsøkin til, at mælt varð til hesa mannagongd var, at tað einans er kirkjuráðið, ið kann nýta pening til hesa uppgávu. Tað merkir ikki, at peningur ikki er til. Ein og hvør sum hevur hug til at útbúgva seg til urgu- leikara kann venda sær til kirkjuráðið um hetta. Tað sama er galdandi fyri nótabókina, tú nevnir, tað er bara at biðja kirkjuráðið keypa hana, so gera tey tað. Eg kenni stóran part av kirkjuráðslimunum í land- inum, eisini tykkara kirkju- ráð, og eg veit at tey eru dugnafólk, ið fegin vilja samstarva. Tá hesin háttur at út- búgva urguleikarar ikki hevur verið nøktandi, er or- søkin helst, at kirkjuráðini, afturat øllum tey annars sjálvboðin gera, ikki hava orku til at fara út at finna hesar komandi urguleikar- ar. Tað kundi tí verið eitt hugskot, at Felagið fyri Kirkjuráðslimir og Áhuga- felagið fyri Urguleikarar komu saman fyri at finna út av, hvussu vit kunnu hjálpa í hesum máli. Eg vil fegin takka tær Súni, fyri at tú reisir hesar spurningar. Sum J. Fr. Øregaard, sáli segði: "Tvey høvd eru altíð betri enn eitt..." Tað hevði helst verið rættari at spurningurin um urguleikarar var komin fram meira alment, so kirkjutænarar og kirkjufólk annars við áhuga kundu verið til at funnið eina loysn. Gott nýggjár. Tónleikur í kirkjuni Viðmerking til grein í Krung 22. desember 2004 Dukkumentar er heitið á eini video-installatión, sum Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík 7.-11. januar. Opið verður hvønn dag frá 16 til 21. Hetta er ein verkætlan ætlað ungum í Føroyum. Endamálið er fyrst og fremst at fáa tey ungu, sum vanliga ikki ganga til lista- framsýningar, oman í Smiðjuna, tó at øll onnur sjálvandi eisini eru væl- komin. Video-installatiónin er sett saman av eini dukku- animatión og so einum dokumentariskum stutt- filmi, sum lýsir kreativu gongdina í verkætlanini. Tær báðar, Marianna og Rannvá, hava arbeitt við hesi verkætlan síðani sep- tember mánað, eftir at tær hava lokið prógv innan móta og koreografri. Forarbeiðið til filmin er fyri tað mesta gjørt í London, men ein ferð til Montreal og New York hava eisini verið á skránni hjá teimum báðum. Sagt verður annars í tíðindaskrivinum, at stórur dentur er lagdur á at skapa eina listaframsýning, sum hevur ein øðrvísi og ikki heilt so hátíðarligan dám. Til dømis er listarúmið líkt eini stovu við brúktum sof- um og stólum, sum hyggj- arin kann sleingja seg í, og soleiðis kenna seg heima, samstundis sum ein listar- lig uppliving stendur á skránni. Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir hava sjálvar staðið fyri upptøk- um, animatión og rediger- ing. -jm Dukkumentar í Lítluvík