týsdagur 4. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2005
11
30. desember doyði Valdemar Dalsgaard
á ríkissjúkrahúsinum eftir hjartaskurð-
viðgerð. Hann var føddur í Hoyvík í 1929
og var 75 ár, nú hann fór.
Tað tynnist av álvara í liðinum av hoy-
víkingum, sum minnast tíðina, áðrenn
tær miklu broytingarnar komu, sum
gjørdu, at Hoyvík frá at vera ein tann
minsta bygdin í Føroyum er vorðin ein
tann størsta. Valdemar var ein av hesum
fáu, og hann var ein góður eygleiðari til
alt tað, sum var farið fram.
Tann fyrsta stóra broytingin í Hoyvík
var í 1908, tá bróstsjúkrahúsið læt upp,
og fyrsti føroyski koyrivegur um komm-
unumark var gjørdur millum Hoyvík og
Havnina. Men tann næsta broytingin var
í 1920, tá landbúnaðarroyndarstøðin
kom.
Í meir enn hundrað ár høvdu tveir
garðar verið í Hoyvík. Á øðrum var ein
kongsleiglendingur. Hin garðurin var
lagdur av til fútan, ið hevði hann sum
frynsugóða. Fútin hevði uppsitarar, men
treytirnar vóru so harðar, at teir ikki lótu
sær lynda at vera meir enn nøkur fá ár. Tá
so kom upp á tal at gera ein fyrimynd-
argarð fyri føroyskar búnaðarmenn varð
hildið, at hetta var hóskandi høvi hjá tí
almenna at sleppa sær burtur úr hesi
skipan, og m.a. tí varð royndarstøðin
løgd í Hoyvík. Fyrsti fyristøðumaðurin
var ein dani, men hann fekk væl lærdar
og dugnaligar føroyingar afturat sær, og
ein av hesum var búfrøðingurin Jóannes
Dalsgaard, ið sostatt kom til Hoyvíkar
sum ein serfrøðingur.
Sum navnið sigur frá, var hann av tí
vælkendu ættini av Dalsgarði í Skálavík.
Pápi hansara var keypmaður á Mølini, og
tiltikin eru systkini sum mentafólk, og
hevði Jóannes fingið nógv við heimaní-
frá, eins og Hákunarbók hansara ber vitni
um.
Í Hoyvík kom hann upp í alt tað fjøl-
broytta vísindaliga og praktiska arbeiði,
sum fór fram á royndarstøðni. Nógv úr
Hoyvík og av Hvítanesi arbeiddu har.
Jóannes gjørdist hoyvíkingur, giftist og
bygdi sær hús við Gamla veg á trøð síni í
Hoydølum.
Valdemar var elstur av børnunum.
Mamma hansara, Elsa, var dóttir tjóð-
skald okkara Símun av Skarði, annar av
teimum, sum settu tann føroyska háskúl-
an á stovn.
Valdemar var ein gávuríkur drongur,
og tann, sum hevur verið so heppin at
hoyra sendingarnar hjá Marionnu Debes
Dahl um heimsbardagarnar, hevur hoyrt
Valdemar greiða so livandi frá, tá ið
kríggið kom til Hoyvíkar og hvussu tað
ávirkaði lívið hjá børnunum har.
Valdemar kom at ganga í skúla hjá tí
megnar lærarinnuni Sannu Olsen av
Malarenda í Nólsoy. Ikki var skúla-
gongdin nógv, tí tað var bert annan
hvønn dag skúli var í Hoyvík. Hinar dag-
arnar var Sanna uppi á Hvítanesi, men
nógv lærdi Valdemar hjá henni, og ikki
minst lærdi hon børnini sera væl før-
oyskt.
Væl lá fyri hjá Valdemari í so máta, og
gjørdist málið hansara virkisøki. Eftir at
hava fingið studentsprógv fór hann á
lærda háskúlan í Keypmannahavn at lesa
norrøna málfrøði, einum lesnaði, sum
hann fekk nógv burturúr. Hetta var tíverri
eitt av teimum fakum, har frálæran var
sera illa skipað á universitetinum, og
flestu lesandi fingu, eins og Valdemar,
einki beinleiðis prógv fyri alt tað, tey
høvdu lært. Fyri at liva noyddist Valde-
mar at fáa sær nakað at takast við. Tað,
hann fór undir, var ikki hissini arbeiði,
men gjørdist hann rættlesari á Berlingske
Tidende. Har stríddist hann við at leggja
dønum lag á at skriva teirra egna móður-
mál. Samstundis fekk hann tó tíð til at
taka prógv í russiskum. Tá var eftirspurn-
ingur eftir lærarum í hesum faki í Føroy-
um, og kom hann tí heim.
Hann og Bozena, sum er kekkisk,
fingu fýra døtur. Tey hava sæð til at børn-
ini hava lært bæði móðurmálini til lítar.
Sjálvur havi eg altíð vitað um Valde-
mar, men samstarv okkara tók seg veru-
liga upp tá ið eg fór at geva bøkur út. Eg
visti, at Valdemar var gløggur rættlesari,
og heitti tí á hann um at lesa handritini.
Flestu av hesum hevur Axel Tórgarð
skrivað, og hann er sum kunnugt ein av
okkara fremstu orðmeistarum. Hann
hevur havt so góðar royndir av Valde-
mari, at tá hann fekk deyðsboðini, hevði
hann fyri munni, at hetta andlát var eitt
hart slag fyri føroyskt mál.
At Valdemar var ein brandur at síggja
um eitt orð var rætt stavað, var ein sjálv-
sagdur lutur. Tekstir, sum aðrir gløggir
rættlesarar høvdu verið ígjøgnum, fekk
hann altíð til eina eyka gjøgnumgongd,
og tað var undrunarvert, sum hann kundi
síggja av slíkum, sum eingin annar hevði
gáað um.
Men tað, sum hann var ein veruligur
meistari í, var at fara inn í tekstin og
síggja, hvat ið høvundurin hevði havt í
hyggju at skriva, og gera vart við, um
onkur lítil broyting kundi fáa hugsan
hansara enn greiðari fram. So setti hann
fram uppskot til umhugsunar, og helt
høvundurin ikki, at nakað broytingarupp-
skot var nóg gott, so var tað í fínasta lagi.
Umframt at lesa rættlestur av bókunum
hjá mær og Axeli var hann uppií at gera
orðabøkurnar, sum Stiðin hevur givið út,
bæði ta ensku og ta donsku. Hetta arbeiði
dámdi honum avbera væl, og helt hann
tað vera sera gagnligt fyri menningina av
tí føroyska málinum.
Ein serlig frøi fyri hann var tað sam-
starv, hann fekk við Marionnu Clausen
um útgávu av føroyskum løgum, fyrst av
løgunum hjá Regini Dahl, sum hann
kendi so væl frá Keypmannahavn, og
síðani av kvæðaløgunum, ið vóru ein
týdningarmikil partur av hansara ment-
anarførningi. Hann las rættlestur av
øllum føroyska tekstinum í hesi stóru
bók. Har er eitt heildaryvirlit yvir øll tey
niðurløg, ið hava verið kvøðin á gólvi.
Einki slíkt yvirlit hevur verið gjørt fyrr,
og hevði hann sera stóran áhuga fyri tí og
skrivaði eina forvitnisliga grein í bókini
um hesi fjølbroyttu niðurløg. Hann
gleddi seg almikið til framhaldið av
hesum arbeiði: tey andaligu vísuløgini -
fyri ikki um at tala skjaldrini, sum hann
sjálvur hevði fingist nógv við.
Hóast árini vóru vorðin so nógv, var
arbeiðsorka hansara einki minkað. Hann
las rættlestur av teimum báðum bindun-
um av Ringanna harra, ið komin eru, og
Talvsøga eftir Stefan Zweig, sum Axel
eisini týddi, var síðsta verk, sum hann
hevði hond í.
Tað var tíverri alt ov lítið, ið Valdemar
sjálvur skrivaði og fekk út undir egnum
navni. Hann var ov lítillátin til tess. Men
vert er at nevna, at hann saman við André
Niclasen stendur sum týðari av einum
klassikara. Talan er um kommunisktiska
manifestið. Verður henda týðing saman-
borin við upprunatekstin, sum Marx og
Engels skrivaðu á týskum í 1848, sæst
skilliga, at talan er um eitt samvitskufult
arbeiði, har nógv hugtøk, ið verða nýtt í
søguskriving, fyrstu ferð koma fyri á før-
oyskum.
Umframt at vera góður til tað skrivliga
kundi Valdemar, so friðarligur hann enn
tóktist, vera ein rættur íspegil. Henda
síðan av lyndi hansara kom t.d. fram í
teimum mongu skemtitekningunum, sum
hann gjørdi sær til dagdvølju. Nakrar av
hesum eru tíbetur almennakunngjørdar,
hóast hann, smæin sum hann var, ikki
helt hetta vera vert at gera hóvasták
burtur úr.
Øll tey, ið eru góð við føroyska málið,
hava mist nógv við Valdemari. Hetta er tó
fyri einki at rokna samanborið við tann
miss sum Bozenu og døtrunum hevur
verið fyri. Okkara samkensla er við teim-
um, og skal eg við hesum fátæku orðum
lýsa frið yvir minnið um Valdemar.
Zakarias Wang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um Valdemar Dalsgaard
Tollaksmessudag var ein fullsett Vestur-
kirkja karmur um jarðarferðina hjá Klæ-
minti Olsen. At so stór mannfjøld savnast
at vísa samkenslu og siga tí farna sítt
seinasta farvæl ein vanligan arbeiðsdag
beint áðrenn jólahalguna sýnir greitt, at
Klæmint var ein kendur og avhildin
maður, ið hevði stóra virðing millum
manna.
Tá slíkar lagnuløtur sum hendan møta
einum á lívsleiðini, tykjast orð til tykkum
ið varða av so fátæk. Hvat skal ein siga
og hvussu skulu orðini berast fram?
Sonja Klein prestur hevði eina troyst-
andi og sigandi talu, har hon tók støði til
tekstin í jólaevangeliinum. Vísti á at tann
ið stóð undir børu hevði havt eitt gott,
virki og innihaldsríkt lív, hóast stutta ar-
beiðsdag sín. Hann hevði eina viðfødda
virðing fyri menniskjum, var hjálpsamur
og hevði umsorgan fyri konu og døtrum.
Prestur vísti somuleiðis á, at tað stendur
365 ferðir í skriftini t.v.s. eina fer til
hvønn dag í árinum: "Óttist ikki".
Tá genturnar eftir taluna sungu vakra
sangin: Tíðin rennur sum streymur í á;
rann orðatakið mær í huga. "Ongin veit á
morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir".
Lívslagna okkara er, í eitt styttri ella
longri tíðarskeið, at virka her á fold, men
tá deyðin bankar á dyrnar, kemur hetta
mangan óvart, serstakliga tá tað sum í
hesum føri er ein lívsfrískur persónur í
bestu árum, við góðari heilsu.
Vit vóru javnaldrar og komu at kennast
í kommunalpolitiskum høpi, har vit sótu
í SEV-umboðsnevndini. Seinastu árini
hava vit eisini havt høvi at samstarva
landspolitiskt, har Klæmint var virkin í
Starvsnevnd Sjálvstýrisfloksins. Hann
var góður í ráðum, trúgvur at møta til
fundar og var altíð klárur at taka eitt tak
fyri flokkin, tá boð vóru eftir honum.
Deyðin kemur ongantíð einsamallur,
hann hevur sínar trúgvu fylgisneytar
sorgina og saknin við sær. Mátti Hann í
øllum valdar givið tær Ragnhild, døtrum
og avvarandi, styrki til at koma gjøgnum
teir tungu dagar, ið liggja fyri framman.
Klæmint, tøkk fyri alt, hvíl í friði.
Kári P. Højgaard
Seinasta heilsan til
Klæmint Olsen