týsdagur 4. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 1 - 4. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mitt í jólamánaðinum bórust tey sorgarboðini, at Dánjal
Petersen varð farin sjeyti ára gamal.
Dánjal var sonur Martinu og Sámal Petur av
Viðareiði, sum hann vanliga varð nevndur av
fuglfirðingum, og var hann fimtelstur av tólv systkjum.
Dánjal hevði frá ungum av áhuga fyri træsmíði og fór
heilt ungur í snikkaralæru hjá Jákup Oluf Jacobsen í
Fuglafirði, ið hevði eitt stórt og tíðarhóskandi verkstað.
Eftir útbúgvingina fór hann undir sjálvstøðugt virksemi,
fekk sær lærling, og fekst mest við húsasmíð.
Tá ið byggivirksemi minkaði nakað, fór Dánjal til
skips. Sjónáttúru hevði hann góða, so hann treivst væl á
sjónum.
Nøkur av teimum skipum, hann var við, vóru
Atlantsfarið, Brestir og Kallsevni. Síðstnevnda skipið
førdi Brynjálv-ur Petersen, ættaður úr Sandavági, ið
gjørdist ein av trúføstu vinum Dánjals.
Eftit at hava verið til skips í nøkur ár, fór Dánjal í land
aftur, og tók sítt gamla starv húsasmíð uppaftur. Dánjal
hevði altíð nóg mikið at gera, ið ikki var sø løgið, tí
hann var bæði nærlagdur og vælgerðin.
Tá ið D.P. Højgaard fór undir at reka timburhandil í
Fuglafirði, gjørdist Dánjal leiðari. Hann hevði eitt gott
samstarv við leiðsluna fyri D.P. Højgaards timburhandil
í Runavík, eins og hann dugdi væl at fara um sínar
kundar, ið altíð føldu seg væl, tá ið teir leitaðu oman í
timburhandilin at keypa og at spyrja Dánjal um góð ráð.
Dánial starvaðist í timburhandlinum, til hann legði frá
sær vegna aldur.
Eftir at hava lagt frá sær, væntaði Dánjal at fáa nøkur
góð ár, har hann kundi taka sær av løttum, men lagnan
vildi tað øðrvísi, Dánjal føldi seg ikki raskan. Eftir
nakrar kanningar, varð staðfest, at Dánial var raktur av
álvarsamari sjúku. Hann varð viðgjørdur á ríkissjúkra-
húsunum móti krabbameini. Viðhvørt hevði hann tað
betri, men so komu bakkøstini, ið bóru í sær, at Dánial
viknaði, sum tíðin leið.
18. desembur orkaði Dánjal ikki meira, sjúkan hevði
vunnið á honum.
Hóast hansara næstu vistu, hvønn veg tað bar, so
høvdu tey væntað og vóna, at hann fór at fáa eina tíð
aftrat saman við teimum, men so gjørdist ikki, fjørðurin
varð rógvin.
Dánjal var giftur við Katrinu úr Fuglafirði, dóttur
Kristiannu og Hans David. Tey áttu trý børn - Hjalta, ið
býr í Fuglafirði, Kristiannu, ið er gift niðri við
Flemmingi og so Terji, ið somuleiðis býr og starvast
niðri.
Fyrst av øllum nívir sorgin tykkum, ið stóðu honum
so nær og vóru altíð um hann - serliga ta tíðina sjúkan
herjaði. Hann bar stóran kærleika og alsk til sína familju
- konu, børn verson og abbabørn - ja hana setti hann í
hásæti.
Nógv vóru tey, ið leitaðu í kirkjuna mikudagin 22.
desembur at siga Dánjali farvæl. Vøkur orð vórðu søgd
um Dánial og vakrir sálmar vórðu sungnir.
Ein av sálmunum, ið sungin varð, var "Sum Jesus ei
nakar á jørðini var" - ein sálmur, ið Dánjali dámdi so
væl.Triðja ørindi ljóðar soleiðis:
" Tí æviga kletti nú hvíli eg á,
Hann, hann er mín friður í dag,
og harvið eg himmalin tryggur skal ná,
tann stað, sum mín trúgv hevur sæð."
Dánjal er farin, hann hvílir tí æviga kletti á, saknurin
verður stórur, og ringt verður at fylla tómrúmið eftir
hann. Minnini um hann eiga tit, ið eingin kann taka frá
tykkum.
Við hesum orðum verður friður lýstur yvir minnið um
Dánjal Petersen.
Gunnvør og Signar
Dánjal Petersen í Fuglafirði farin
Dagurin
4. januar. Metusalem, sonur Enoks. Hann gjørdist
969 ár (1. Mós, 5, 25-27).
75 ára føðingardagur
Mikudagin, 5. januar, fyllir Sylvia Sivertsen í Klaks-
vík 75 ár. Føðingardagurin verður hildin heima við
hús á Skáltavegi 12, frá klokkan 18.00.
Valdemar Dalsgaard
Hoyvík
* 10.08.1929 30.12.2004
Farvæl góði!
Bozena, Meduna, Maja og Tommy, Mira, Malfríð
og Mourek.
Jarðarferðin verður týsdagin 4. januar kl. 13.00
úr Havnar kirkju
Kunngjørt verður, at okkara kæri pápi, verfaðir,
abbi og langabbi
Hans Jacob Guldbro
Leirvík
andaðist 1. januar 2005, 79 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Hebron
týsdagin 4. januar kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Osla, Mia, Lis, Sonja, Sakaris og Katrin
Seinastu uppgávurnar hjá
Jan Christiansen sum
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu var at víga
brúðarpør nýggjáraftan.
Kl. 11 var ein brúðarvígsla
í Ebenezer og kl. 13 ein
onnur í býráðssalinum.
Brúðarvígslur seinastu uppgávurnar
hjá Jan Christiansen
Brúðarvígsla í Ebenezer nýggjársaftan. Jan Christiansen vígur brúðarparið Gvøðny Steensen og
Janus Gunnarsson
Mynd: Magnus Gunnarsson