fríggjadagur 9. apríl 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66 — 9. APRÍL 1999
tíðindablaðið
23
Beinbrot setti fót fyri Símun
Fótbóltur: Fyri
tveimum árum
síðani upplivdi
24 ára gamli
Símun Eliasen
ringasta dagin í
fótbóltslívi
sínum. Síðani tá
hevur tað verið
eitt stóðugt stríð
at náa somu
hæddum sum
áðrenn álvarsama
skaðan
EYÐUN KLAKKSTEIN
ARHUS: Tað er ein góður
dagur í februar, kalt og stilt
Rópini hoyrast frá venjing
arvøllinum hjá Arhus Frem
ad við Riisvang Stadion, ein
bleytur grusvøllur
Simun Eliasen og hansara
lidfelagar á 2. liði hjá Århus
Fremad eru júst komnir út
eftir hálvleikssteðg í venj
ingardysti móti 3. liðnum í
felagnum. Teir eru framm-
anfyri, og Símun hevur
skorað.
Tíðliga í seinna hálvleiki
strýkur ein viðspælari hjá
Símun avstað í høgru síðu.
og Símun fylgir eftir mitt
fyri. Bólturin verður lagdur
inn úr síðuni. og Símun er
fyrri enn málverjin. hann
fær skot á. bólturin fer við
síðuna av, og síðani bresta
Símun og málverjin saman
Brakið hoyrist um vøllin,
Símun liggur eftir á. men
hann merkir einki í bein
inum. Hann hyggur niður
og sær. at fóturin hevur
dragað sær meira enn gott
er. Har er okkurt heilt galið
Føroyski spælarin verður
fluttr á Arhus Kommune-
hospital. sum liggur nær-
hendis vøllin, og har verður
staðfest, at annar leggurin í
beininum er brotin og tvey
liðbond, sum skulu halda
fótinum uppi á pláss, eru
slitnað.
Ringasti
fótbóltsdagurin
24 ára gamli Símun Eliasen
úr Fuglafirði minnist enn
allar smálutirnar frá óhepna
leygardegnum fyri tveimum
árum síðani, tá hann upp-
livdi ringasta dagin í sínum
fótbóltslívi higartil.
- Eg var sera væl fyri júst
tá eg breyt beinið. Eg skuldi
við á 1. lið hjá Arhus Frem-
ad næsta dystin, og eg
spældi fyri einum føstum
plássi á føroyska A-lands-
liðnum. Men so var alt
knappliga vent á høvdid, og
eg fór heilt í botn, greiður
hann frá.
Alvarssami skaðin kost-
aði tað mesta av einum ári,
hóast Símun spældi fyrstu
ferð aftur í august 1997, og
síðani tá hevur tað verið eitt
støðugt stríð fyri at náa
somu hæddum. sum áðrenn
skaðan
Eg var fullur av sjálvs
áliti áðrenn skaðan. tí tað
gekk so væl, og alt så so
ljóst út. Seinastu tvey árini
havi eg ofta hugsa um. um
tað er vert at brúka so nógva
tíð upp á fótbólt. og eg eri
komin til ta niðurstøðu. at
tað er ov tíðliga hjá mær at
gevast
Men hóast ídni og nógva
venjing er Símun Eliasen
ikki aftur komin í nánd av
1. liði hjá superligafelag-
num Århus Fremad.
— Sum stødan er beint nú,
rokni eg ikki vid, at eg fåi
kjansin á 1. liði áðrenn
summarsteðgin, men skaðar
og leikbann kunnu altíð
hava við sær, at venjarin
gevur mær kjansin.
Símun venur annars sam-
an við 1. liðshópinum, men
spælir á Danmarksseriulið-
num, sum hann og Uni Arge
vóru við til at spæla upp úr
tí, sum verður kallað
Jyllandsseriuni.
Undan seinnu hálvu av
superliguni var Símun við
1. liðshópinum í Spania á
venjingarlegu, og har
spældi hann ein dyst.
Må spæla i verjuni
I superligahópinum hjá År-
hus Fremad eru næstan 30
spælarar, og vanliga eru tað
teir somu, sum sleppa við
til dystirnar, meðan restin so
spælir í Danmarksseriuni
Mín vegur á 1. lid er at
gera tað so gott sum gjørligt
á 2. líði. men tað eru tað
nógvir sum royna. Fleiri
sáttmálaspælarar eru á 2
liði, og tað eru ofta teir sum
fyrst fáa kjansin, tá leikbann
og skaðar eru á 1. líði. sigur
Símun Eliasen
A einum liði. har málið
hjá ollum spælarunum er at
náa einum liðið longri uppi.
kann væntast, at spælararnir
spæla fyri seg sjálvar. So-
leiðis er tað eisini í Århus
Fremad.
— Sjálvandi eru tað nakað
av ti, men eg haldi ikki tað
er so útbreitt. Venjingin og
dystirnir hjá liðnum verða
tiknir í stórum álvara, og tað
valdar ein stór disiplin á lið-
num, greiður Símun Eliasen
frá.
Og tann disiplinin umfat-
ar eisini spælið á vøllinum,
har spælararnir fáa greið
boð um at halda plássini,
teir spæla á. Tað er nakað,
sum passar illa hjá Simuni,
sum er kendur fyri at fjakka
nógv á vøllinum og at gera
eitt stórt arbeiði bæði har
frammi og har afturi.
Júst nú spælir Símun
vinstri bakkur í 4-4-2 spæli-
skipan, og tað hevur havt
við sær, at hann skal læra
seg at spæla í flatari verju,
at dekka í økjum og annars
halda sítt pláss á vellinum.
— Eg havi sum so einki
ímóti at spæla á hesum
plåssinum, sjålvt um tað
ikki er nakað ynskiplåss
men eg sakni eitt sindur at
verða við har frammi á vøll-
inum og at gera okkurt mál
við hvort. Men tað eru
nógvir um boðið um júst
ålopssinnadu plássini á
vøllinum
Flytir kanska til
Føroya
Simun Eliasen hevur gjørt
upp vid seg sjålvan, at hann
spælir i Arhus Fremad
restina av árinum. Hvat so
hendir eftir tað, veldst um
hvussu tað gongst í felag-
num næstu mánaðirnar.
— Mínar ambitiónir eru til
meira enn bara at spæla í
Danmarksseriuni, tí um-
hugsi eg at skifta felag tá
hetta árið er úti. sigur Símun
Eliasen.
Hann er undir útbúgving
sum maskinverkfrødingur
og gongst alt sum ætla við
útbúgvingini skal hann í
praktikk frá január mánaði
ár 2000. og tann praktikkin
kann takast allastaðni í Dan-
mark og eisini i Føroyum.
— Eg havi onga avgerð
tikid um, hvar eg fari enn,
og tað kann vælsaktans
blíva til bæði Føroyar og
Danmark. Sjálvt um støðið
í Danmarksseriuni er passa-
liga høgt. hevði eg ivaleyst
verið meira sjónligur í før-
oysku kappingini, heldur
7
sjalvsalitt
arenn skaðan
tað gekk so væl, og att
Seinastu
Sa So TJOST Ul
tvey árini havi eg oft.
hugsa um, um tað er vert
at brúka so nógva tíð upp
á fótbólt. og eg eri komir
til ta niðurstøðu, at:tað er
ov tíðliga hjá mær at
ast M nd E
Klakksteir
Símun Eliasen.
Skuldi tað hent, at Arhus
Fremad flytir niður úr
superliguni í juni mánaði,
gevur tað samstundis Sím-
uni betri møguleikar fyri at
koma á 1. liðið í felagnum.
tí so flyta fleiri spælarar frá
felagnum.
Skuldi tað hent, at Símun
flytir til Foroya um eitt lítið
ár, so verður tað helst til
høvudsstadin, og so verður
tað eitt av feløgunum har,
sum fær gleði av fótbólts-
evnunum hjá landsliðsspæl-
aranum
Givið avboð
til landsliðið
Símun Eliasen hevur seinni
árini verið við t
dystir hjá førovsk tbólts
landsliðnum
tveimum av teimun
Ambitiónirnar ha
verið og eru framvegis
Vinna fast plass fol
landsliðnum. men tað verð
ur ikki áðrenn summar
ein I ar, I
givið avboð ti
dystirnar fyrra hálva árið
Tann avgerðin er partvís tík
in út frå, at nógvar royndir
eru fyri framman á skúla-
num og at hann hevur fingið
lítla spælitíð á landsliðnum
Nú taki eg ein steðg frá
landsliðnum fram ul í
summar, og so fáa vit at
síggja. hvat hendir eftir tað,
sigur Símun Eliasen
Og hóast sjálvbodna
steðgin frá landsliðnum skal
eingin ivast i, at Símun Elia-
sen hevur stórar ambitiónir
við fótbóltsspælinum. Fyri
fyrst snýr tað seg um at
vinna sjálvsálitið og við-
gongdina aftur, sum hann
hevði fyri tveimum árum
síðani, og síðani at spæla
seg til eitt pláss á einum
hægri liðið enn tí, hann nú
spælir á nú. Og so snýr tað
seg eisini um at spæla seg á
føroyska fótbóltslandsliðið
Og tað verður neyvan fyrr
enn tá, at minnini frá einum
óhepnum leygardegi í febr-
uar 1997 rættiliga kunnu
skúgvast til viks
ste