Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. apríl 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — 10. APRÍL 1999 tíðindablaðið 7 Foreldrini í Vesturbýnum kenna seg á mangan hátt illa viðfarin — Ég skilji væl, at foreldrini eru órkymlað av hesum svari. Sum tey síggja tað, so lógligger landsstýrismaðurin umsitingarlig brot, landsstýrismaðurin letur kommununa frítt tulka ásetingar í fólkaskúlalógini til egnan fyrimun, og landsstýrismaðurin vil ikki nýta heimildina, sum hann smbært lógini hevur, til at siga, hvat skúlahóli skulu nýtast til. Hesi orðini eigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurning til Signar á Brúnni OLAvuR Í BErTI Drúgvi fyrispurningurin við fleiri spurningum hjá Jenisi av Rana snýr seg um skúla- umdømi, og í viðmerking- unum til fyrispurningin, sig- ur Jenis av Rana, at fólka- skúlalógin, bæði gamla og nýggja, hevur fleiri áseting- ar, har vart verður gjørt við, eftir hvørjum reglum gang- ast skal, tá ið næmingar verða tiknir inn í skúlan. Nakrar teirra eru til at skilja sum góðar ætlanir, t.d. at børnini ikki skulu hava ov langan og truplan skúlaveg. og at systkin so vítt gjørligt skulu hava høvi til at ganga í sama skúla. Aðrar ásetingar eru meira bundnar. Eitt nú tær. ið snúgva seg um skúlaum- dómi og broytingar av teimum. Tað er sjálvsagt ein trygd hjá foreldrunum at vita, hvønn skúla børnini hoyra til. Harumframt eru skilaumdømini avgerandi, verður talan t.d. um at nid- urleggja ein skúla. - Flest alla staðni er bara ein skúli í kommunini, og tá hevur hendan áseting sjálvsagt ikki tann stóra týdningin. Men taka vit t.d. Tórshavnar kommunu, har tridingurin av Føroya fólki býr, so er tað ikki heilt líka- gyldugt, hvussu ásetingin um skulaumdømi verður umsitin. Foreldrini Foreldrini í Vesturbýnum kenna seg á mangan hátt illa viðfarin í hesum máli. Tey skrivaðu í góðari trúgv síni børn inn í Venjingarskúlan í januar mánaði farna ár. Ein mánað seinni fáa foreldrini at børnunum norðan fyri Landavegin at vita, at børn- ini ikki sleppa í Venjingar- skúlan. Talan er um eitt stórt øki, sum altíð hevur hoyrt til Venjingarskúlan. Tá ið tey kanna málið nærri, varn- ast tey fleiri løgin viður- skifti. - Tey halda, at staðfesting landsskúlastjórans av Tórs- havnar kommunu sum eitt skúlaumdgmi byggir á skeivum og ófullfíggjaðum grundarlagi. Býráðið hevur ongantíð samtykt, at komm- unan skal vera eitt skúla- dómi. Býráðið hevur í sam- bandi við viðgerina av ein- um áliti samtykt ,, at endur- skoða skúladómini og møg- uliga strika tey „. Felags- lærararáðið hevur tikið und- ir við ætlanini um møguliga at strika skåladømini. Einki sæst til at skúlaráðið hevur gjørt eina formliga samtykt í málinum. Tí halda foreldr- ini, at staðfesting landsskúl- astjórans er ógildug EIN NÝGGJHEIT, IÐ VERÐUR GOMUL Beint nú er hetta nýggjasta vaskimaskinan í verðini. Hon er løtt at Tekur ikki alt inn - Somuleiðis eru foreldrini ósamd við kommununa um, hvat tað merkir at komm- unan er eitt skúladómi. For- eldrini undrast tí av røttum á, hví teirra børn, ið hoyra til skúladómið hjá Venjing- arskúlanum, ikki sleppa i hendan skúlan, tá ið tey hava kravt tað, og skúla- dømini ikki eru broytt. Somuleiðis kann ein undr- ast á, hverjar reglur eru galdandi, tá ið tað snýr seg um skúlaniðurlegging, um skúladómini ikki longur eru til. Tað, sum kanska undrar foreldrini einamest, er tó. at Venjingarskúlin ikki tekur allar næmingar inn. tá ið tað er pláss fyri teimum.Hetta halda foreldrini vera sera órímuligt. Heimari skúli er partur av skúlaverkinum í Tórshavnar kommunu, og hevur hann í mong ár verið NÝTT OG LÆTT! v: handfara, ti tå skalt bara trysta å tveir knøttar: Antin forrit 1, 2, 3 ella 4 og so startknøttin. Hesir 4 knøttar kunnu låka krøvini til 95% av vanliga vaskitórvinum, men kunnu skjótt broytast til tað forritið sum tú vilt samanseta. Maskinan hevur alt innan nýggja vaskitøkni og verður stýrd við mest framkomnu sensor- skipan, sum tryggjar tær lægstu orkunýtslu og besta vaskiúrslit. Kom og siggj tær nýggju BUILT TO LAST LONGER vaskimaskinurnar og turkitrumlurnar, sum fara at halda langt inn í næsta áratúsundið. & LM-handilin * Smyrilsvegur 2 * Tel 31 12 20 * Boks 3100 knýttur at Venjingar- skúla num. Foreldrini skilja ikki, at kvøldskula-virksemid verdur tikid framum børn- ini. Hvi kann tad ikki flytast til annað stað í býnum, i staðin fyri at tað skulu vera tey minstu børnini, ið verða flutt Kærdu Og Jenis av Rana upplýsir, at foreldrini kærdu avgerð- ina hjá skúlamyndugleika- num á staðnum til lands- stýrismannin, men gav hann teimum ikki viðhald. Landsstýrismaðurin svar- aði, at staðfesting lands- skúlastjórans av Tórshavnar kommunu sum eitta skúla- umdømi hevur fult gildi: at hetta merkir, at kommunan sjálv kann gera av, hvussu næmingar verða tiknir inn; t.d. kann kommunan bara áseta nøkur nýggj skúlaum- dómi: at kommunan sjål ger av, hvar hon nýtir síni skúlaholi til, bara hon syrgir fyri, at nóg nógv eru í kommununi sum heild Eg skilji væl, at foreldrini eru ørkymlad av hesum svari. Sum tey síggja tað, so: lógligger landsstýr- ismaðurin = umsitingarlig brot, landsstýrismaðurin let- ur kommununa frítt tulka á- setingar í fólkaskúlalógini til egnan fyrimun, og lands- stýrismaðurin vil ikki nýta heimildina, sum hann smbt lógini hevur, til at siga, hvat skulahøli skulu nýtast til Tí havi eg biðið landsstýr- ismannin útgreina sítt svar til foreldrini. Eg ivist onga løtu i, at eisini onnur for- eldur í Tórshavnar komm unu, har tridingurin av Før oya fólki býr, fegin vilja vita, hvussu steða teirra er. sigur Jenis av Rana í við merkingunum til fyrispur ingin