Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 14. APRIL 1999 tíðindablaðið Besta úrslit nakrantid Roknskapurin, sum varð lagdur fyri aðalfundin hjá Atlants- flog fríggjadagin í farnu viku, vísti besta úrslit felagsins nakrantid. Arsúrslitið var eitt avlop upp á góðar 13 mið. krónur, og tað er met hjá fóroyska felagnum SVEINUR TRÓNDARSON Tað gongur væl hjá før- oyska flogfelagnum. Í 1998 legði leiðslan ein roknskap fyri nevndina, sum visti eitt avlop upp á góðar 13 milli ónir krónur Sammett við árið fyri er hetta ein framgongd upp á umleið 50 prosent og tað er ikki so lítið. tá hugsað verð ur um. at ársúrlitið hjá fel agnum í 1997 var eitt avlop upp á 8,6 mió. krónur Umsetningur felagsins vaks eisini rættiliga fitt í 1998 sammett við árið fyri I 1997 var umsetningurin um 102 mio. men i 1998 var hann 118 mió. krónur At tað gongur væl. sæst aftur á tann hátt, at Atlantstlog um ársskiftið hevði góðar 28 mió. krónur innistandandi á bók. sam stundis sum skuld felagsins var um átta mió. krónur lægri enn við ársskiftið semast. Tað sæst eisini aftur í roknskapinum. at Atlants- flog hevur havt undanvind seinastu = tvey-trý árini. Landsstýrið mátti í 1992 seta 75 mió. krónur í nýggj- um partapeningi í felagið. men hóast tað. so var egin- ognin rættiliga fitt minni enn tær 75 mió. krónurnar. Orsøkin var sjálvsagt, at tað fyrstu tíðina ikki gekk so væl í hond hjá felagnum. men tað er so sanniliga komin vend í seinastu árini. Eginognin er nú knappar 57 mió. krónur. Tað vil siga, at tað resta góðar I8mió. krónur í áðrenn allur part- apeningurin aftur er tøkur. CISINI Nógv fleiri ferðafólk Síðani Atlantsflog byrjaði hevur felagið havt gott tak á teimum ferðandi. Ferð afólkatalið er vaksið ár um år, og tað hevur havt við sær, at leiðslan hevur sæð seg noyddan at økja kapa- sitetin Størsti eftirspurningurin er, sum verða man, á sumri, og tí gjørdi felagið av at leiga eitt flogfar frå einum svenskum felag. og hentta VISU seg vera eina vala gerð. Samstundis. sum felagið fekk eitt flogfar afturat varð túratalið á farleiðini til Keypmannahavnar okt. og farið var undir aðrar nýggjar rútur. Atlantsflog byrjaði at flúgva upp á Skotland tvær ferðir um vikuna og tað við sera góðum úrslit Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan. at tað uttan iva var mest gleðiligt í sambandi við Skotlandsleiðina var. at nærum helmingurin av teimum ferðandi komu úr Stórabretlandi. Leigusáttmálin við Mal- mø Aviation vísti seg at ganga so væl í 1998 at fel øgini bæði hava avgjørt, at taka táttin uppaftur, men leiðslan í Atlantsflog hevur staðfest, at tað er rættast hjá felagnum at útvega sær flogfar, sum felagið sjálvt ræður yvir. Nær hetta verður, verður tó einki sagt um í ársfrá- greiðingini. Framtíðarinnar avbjóðingar Nú hevur Atlantsflog verið á flogið í góð tíggju ár við bert tí eina flogfarinum. Bara at hava tað eina flog- farið fer ikki at bera til í longdini av teirri orsøk. at flogið verður so nógvar rut- ur at tað er ómoguligt. I år fer Atlantsflog eisini at flúgva til Stavanger i Noregi. og tå tann farleiðin er komin í ferðaskránna hjá føroyska flogfelagnum, eru øll okkara nærmastu grann alond umbodad Tað gevur føroyskum ferðandi einastandandi góð ar møguleikar á ymsan hátt. og tað gevur útlendskum ferðandi nógv betri umstød ur at ferðast til Foroya TO so, hetta er ikki uttan kostnað Stóru flogfeløgini úti í heimi gera alt fyri at vinna marknaðarpart Nøkur skifta eigara, með an onnur leggja saman, fyri á tann hátt, at fáa ein betri og bíligari rakstur Atlantsflog er ikki farið upp í nakað formligt sam starv enn. men fer væntandi at taka tættari samstarv við SAS í 1999 um Euro Bonus skipanina Harumframt skal Atlants flog flúgva tvær ferðir um vikuna millum Reykjavík og Narsarsuaq í Gronlandi. so altjóða uppgávurnar hjá felagnum alsamt fleiri. Tí sigur leiðslan eisini at framhaldandi menning av flúgvingini hjá Atlantsflog kemur í stóran mun at byggja á aktivitet í utlond- um, og at krøvini til at standa seg í altjóða um- hvørvi vaksa í hvørjum. gerast Neyvan eins gott í 99 Hóast framúr góða úrslitið í 1998, so tykist leiðslan í føroyska flogfelagnum ikki hava mist fótafestið tá mett verður um urslitid í hesum árinum. Búskapurin her heima veksur ikki við somu ferð. sum hann gjørdi í 1997 og 1998 og felagið víðkar heldur ikki um framleiðsl Rasmussen & Weihe latið upp skrivstovu i Saltangarå Ein av størstu grannskoðarafyritókum í landinum, Rasmus- sen & Weihe, letur í hesum dógum upp skrivstovu í Salt- angará SVEINUR TRÓNDARSON Tað grør um gangandi fót, verður mangan tikið til. og soleiðis er eisini í vinnulív- inum. Framgongdin í føroyska samfelagsbúskapinum hev- ur havt við sær, at tað er meir at takast við á so at siga øllum økjum. Hetta merkist eisini í grannskoð- aravinnuni Í mong år, hevur Grann- skoðarafelagið Rasmussen & Weihe havt eitt ótal av kundum úr Eysturoynni, og í nógv ár, hevur felagið havt eitt ynski at koma kundun- um nærri. Nú er hetta ynski vorið veruleiki. Um dagarnar lat fyritøkan upp skrivstovu í leigaðum hólum í Saltangará. Skriv- stovan liggur á Heiðavegi í Runavík Skrivstovan verður opin tveir dagar um vikuna, týs- dag og hósdag. frá klokkan 8 á morgni til 16.30. Tað verður Jóhannes Danielsen, sum er skrásettur grannskodari, sum skal hava dagligv leiðsluna á skrivstovuni í Saltangará Jóhannes, sum er 33 ára gamal og býr á Toftum, hev- ur drúgvar royndir í fak- inum. Hann hevur starvast Jóhannes Danielsen, skrásettur grannskoðari hjá Rasmussen á Weihe seinastu 10 árini. Førovska flogfelagið fekk av sonnum luft undir veingirnar í 1998. Umsetnineurin ferðafolkatalið, talið á rutum og aviopið oktist munandi Einasta sum minkaði var KUTGIN, OG SO KANN IKKI SIGast annað enn, at: felagið er d rættari Kos (Savnsmynd) una í sama mun Samstundis stendur flog nun ra at ligg] nøk Lønarutreidslurnar verða = farið fyri eini ing mlunda san toði sum í hægri. metir leiðslar sum kostar rættiliga fitt á fjør ð slurnar friður á arbeiðsmarknaðin peningi. og tað hevur alt fara at kt um í Føroyum ávirkar ferð alt við aær. at leiðsla fi H ingina millum lond SIN TO d MK GEN Gå > 3 6. #07" Tel 319767 Aftur í 60 -årini IILBOÐ Út av húsinum: Hvønn dag frá kl. 17.00 - 22.30 I matstovuni: Sunnudag til friggjadag frå kl. 17.00 - 22.30 BONDASTEIK Steikt i kryddblandi og vid kryddsmør ENSKUR BUFFUR v/ brunari sås og leyki FRANSKUR BUFFUR v/ persillusmøri T-BONE STEAK v/ kryddsmøri RIO BRAVO STEAK + 320870 Allir kjøtverdir verða borð- reiddir við grønmeti og bakaðum epli petur & petur med RIO BRAVO * Tórsgota 11 * Tel. 319767