Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 69 — 14. APRIL 1999 KOSTE ER FAROE ÍSLANDS YOUTH ER HOSTELS Vallaraheimsbólkurin er ein áhugafelagskapur fyri vallaraheim, og bólkurin hevur ein lim í Gistingar- | hústelagnum Vallarin fing- 'ið ein faldara Vallaraheimsbólkurin hevur givið út faldara við upplýsingum um | niggju vallaraheim í Føroyum TuURIÐ KJØLBRO Tad er tungt at reka vall- araheim i Føroyum, men fyri at gera vart vid tey og tað, tey kunnu bjóða. er neyðugt at lýsa. Níggju vallaraheim hava í Vall- araheimsbólkinum tikið seg saman at gera ein faldara í felag við upp- lýsingum um oll hesi heimini - Vallaraheimsbólkurin hevur til endamáls at rækja áhugamálini hjá vallaraheimunum. Fyri at røkka longur ut, hava vit gjørt av at geva út ein faldara, tann fyrsta av sínum slag. Aður hava heimini hver í sínum lagi lýst. og tað er rættiliga kostnaðarmikið. Við at gera ein faldara í felag spara vit nakrar útreiðslur samstundis sum ferða- fólkið fær eina betri mynd av útboðnum sum er, sigur Jákup Linden- skov. Hann hevur tilknýti til Fjalsgarð í Oyndar- firði. sum IOGT eigur. og umboðar Vallaraheims- bólkin í Gistingarhúsfel- agnum. Í faldaranum eru upp- lýsingar um níggju vall- araheim. ið lúka nøkur serlig krøv. Tey eru Gjå- ...... argarður við Gjógv, La Carreta í Vestmanna, Á Giljanesi í Sandavági. Aargardur í Øravik, Fjalsgarður í Oyndarfirði, Vallaraheimið í Klaksvík. Skótamiðdepilin á Sela- trad, Vallaraheimið hjá Smyril Line í Havn. og Bládýpi somuleiðis í Havn Altjóða skeltiseyð- kenni, ið siga, hvat heim- ini hava at bjóða, hvussu tey eru opin og annað, eru við í faldaranum. Hvert heimið er góðskumett við stjórnum. ið eru eftir skotskari fyrimynd. Trý hava eina stjørnu og rest- in tvær. - Stjórnurnar siga nak- að um, hvussu stødid er á vallaraheiminum. hverjir hentleikarnir eru og annað. Tað eru onnur vallaraheim, men tey eru ikki við, tí tey lika ikki somu krev sum hesi. Aftast í faldaranum eru hentir upplýsingar til fremmanta ferðafólkið um Føroyar og tað Før- oyar hava at bjóða vall- aranum. Tað hevur kostað slakar hálvt hundrað tús- und at gera henda fald- aran. Vallaraheimsbólk- urin hevur fingið stuðul frå Ferðaráð Føroya. Fórovahúsið í Keypmannahavn: Foroyar í fokus Føroyar og før- oysk viðurskifti verða í andgletti í komandi viku, tá ið Fórovahúsið i Keypmannahavn saman við ødrum skipa fyri kunn- andi tiltøkum ser- liga ætlad dønum TURIÐ KJØLBRO Alla næstu viku standa Før- ovar, foroysk list, mentan og áhugamál ovast á bredda num í Keypmannahavn. For- oyahúsið skipar saman við Atlantic Airways, Maersk Air. Smyril Line og Ferðaráð Føroya fyri eini Føroyaviku, ið serliga vendir sær til danir. Tiltokini byrja sunnudag- in. tá ið ein stór framsyning við verkum hjá Hans Jákup Glerfoss úr Klaksvík. Ossur Mohr úr Fuglafirði og Sám al Toftanes úr Leirvík letur upp. Kinna Poulsen. ið er cand.mag. í listasøgu. letur framsyningina upp Fónleikarar og sangarar úr Alborg framføra saman við einum føroyskum kørt sang leikin um Barbaru undir Førovavika er i Forovahúsinum í Keypmannahavn í døgunum 18. til 25. apríl. Fyrsta tiltakið á skránni er listaframsyning við verkum hjá Hans Jákup Glerfoss, Ossur Mohr og Sámal Toftanes leiðslu av Erik Fey. Kendi sjónvarpsmaðurin — Søren Ryge Petersen hugleidir um ferðir sínar í Føroyum og sjáldsamar upplivingar í ti sambandi. Nils Malmros heldur ein lættan fyrilestur rundan um filmin og skald- søguna Barbara Mikukvoldið verður kjak- fundur um føroyskt sjålv- stýri. um politisku og bú skaparligu støðuna í Føroy- um. Luttakarar verða Oli Breckmann. løgtings- og fólkatingsmaður. og Kim Á myndini Ossur Mohr. Mynd Behnke. fólkatingsmaður. Dagin eftir verður aftur kjak fundur, hesa ferð við evni num Føroyar sum ferða fólkamál. Við pallborðið sita Petur Olivur í Hoyvík. for- maður í Ferðaráð Foroya. Magni Arge. stjóri í Atlants Flog. Gunnar Ingimarson, frá Smyril Line, og Per Levr- ing frá Maersk Air. Carsten Elsted. blaðstjóri. verður orðstýrari. Alla vikuna eru fjølbroytt tiltøk á skránni. tónleikur. sangur. kór. føroyskur dans- Vvur Haraldsen ur, og ikki minst matur og øl. Leygardagin verður vin- smakking og veitsludøg verði. og Mortan i Hamra- vyrgi heldur rødu. Føroya- vikan endar Flaggdagin. tå ið fólkafundur verður. Elin org Joensen, forkvinna í samtakinum av føroyskum eløgum í Danmark. heldur rødu. Felagsangur og tón- leikur verða eisini á skránni. Lista- og frímerkjafram- sýningin er opin hvønn dag alla vikuna. Skúlar og feløg eru vælkomin eftir avtalu. Årliga sjóferðin hj = » Georg Stage byrjað Umborð eru 63 ungfólk, trý teirra eru føroysk TURIÐ KJØLBRO Um middagsleitið í gjár legði skúlaskipið George Stage frá bryggju í Keyp- mannahavn við 63 næming um í aldrinum 17 til 22 ár umborð. 22 kvinnum og 41 monnum. seks eru úr Grøn landi og trý úr Føroyum Tíggju av næmingunum eru mynstraðir sum kokkanæm- ingar. Ferðin varir fimm og ein hálvan mánað, og næming arnir skulu gjøgnumganga erundskeið fyri skipsatstød- ingar. Eftir eina væl gjøgn- umførda ferð hava næming- arnir møguleika fyri at mynstra sum skipsatstød- ingar i danska handilsflota- num. Aðrenn fráferðina hava tey 63 ungu umborð tikið skeið í sjotrygd, ið fat- ar um bæði eldsløkking og bjarging. Sjóferðin. ið serliga verð- ur í skandinaviskum og norðatlantiskum farvatni. endar 30. september. Skipið leggur inn í nógvar havnir á vegnum. Tann 30. juli verður Georg Stage við í Tall Skips Race 99 í Green- ock í Skotlandi, har 100 stór seglskip og skúlaskip taka lut. Meðan skipið er í Green- ock. fáa næmingarnir høvi til at royna seg í kappingum við næmingar frá hinum skipunum. eitt nú í sjómans- skapi. rógving. ítrótti. fót- bólti og øðrum. Miðskeiðis í september koma 40 starvsnæmingar úr 9. og 10. flokkum umborð Hetta tiltakið verður gjørt fyri at geva starvs-møgu- leikum innan sjóvinnuna gætur. Takkað verið einum breiðum og heilhjartaðum stuðli til virksemið hjá skúl- askipinum til frama fyri ungdóminum. er Georg Stage í dag hóast sin høga aldur eitt gott og sjósterkt skip. Arbeiðið við at bóta um og varðveita skipið í framtíðini er kortini ein uppgáva. sum alla tíðina krevur stóran ans og nógvar pengar. Stovnurin „Georg Stages Minde” vantar slakar 300.000 krónur í til, at út- reiðslur og inntøkur á sjó- ferðini í ár viga upp ímóti hvor øðrum. Samstundis er eitt stórt ynski um at fáa fíggjarligt rásarum til at um- væla navigasjónsútgerðina. Georg Stage er eitt gamalt, men gott skúlaskip