Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 14. APRIL 1999 tíðindablaðið Fer at reka ferða- vinnu í Norðoyggjum Torleif Sigurðsson hevur stórar ætlanir um at at fara undir skipaða ferða- vinnu í Norðoyggjum við báti sínum Alpha Pilot Alpha Pilot var eitt av álitunum um Leirvíksfjórð undir verkfallinum. Nógv fólk ferðaðust við bátinum, serliga um páskirnar JOHN JOHANNESSEN Fyri stuttari tíð síðan keypti Toleif Sigurðsson í Klaks- vík losbátin Alpha Pilot úr Noregi. Ætlanin við báti- num er at reka skipaða ferð- avinnu í Norðoyggjum. Báturin er sera væl egnaður til ferðafólkaflutning. held- ur eigarin, 10 i løtuni arbeid- ir við at fáa loyvi frå skipa- sýninum til at sigla við ferðafólki. Stórir møguleikar Torleif Sigurðsson sigur, at hann sær stórir møguleikal í at reka eina skipaða ferða- vinnu í Norðoyggjum. Tað krevst bert. at ein fyrireikar túrarnar nóg væl. Og tað er júst hetta. arbeitt verður við í løtuni. Eg kundi ul dømis hugsað mær, at vit gjørdu túrar ul ymisk áhugaverd stød kring Nordoyggjar, har staðkendir menn kundu ver- ið við og greitt frá, sigur ein framskygdur Torleif Sig- urðsson. Hugsað verður ikki bert Alpha Pilot gongur skjótt og liggur væl í sjónum, tí er hann væl egnaður at sigla við ferðafólki, heldur Tórleif Sigurðsson Mynd: Jan Miller um at sigla túrar kring Norðoyggjar við bátinum, men eisini at samskipa túr- arnar við gongutúrar í til dømis Svínoynni og Fugl- oynni. Torleif Sigurðsson sigur, at neyðugt er ikki altíð at gera túrarnar út frá Klaks- vík, hósat báturin hevur heimstað har. Hann heldur, at fleiri av túrunum kunnu eins væl verða gjørdir norð- an úr Sundi, tá talan t. d. er Mynd: John Johannesen um at sigla til Svínoyar Hetta ger nevniliga túrarnar styttri fyri tey, ið ikki ynskja at sigla ov leingi. Men hann heldur, at best er at hava túrarnar so fjølbroyttar sum møguligt, so at ferðafólk kunnu velja millum styttri og longri túrar. Verður gjørdur í stand Alpa Pilot verður í løtuni gjørdur í stand, so hann er sum nýggjur tå summarið kemur. Eigarin sigur. at ikki er nógv at gera við bátin. tí hann er so væl hildin, men kortini ynskir hann at hava bátin í so góðum standi sum møguligt, tí tað eru jú ferðafólk. ið siglast skal við Báturin hevur enn ikki fingið loyvi frá Skipasýni num at sigla við ferðafólki Tad eru so nógv pappirsar- beiði. ið skal fáast frá hond- ini áðrenn. men Torleif Sig- urðsson væntar ikki, at hetta fer at gerast nakar trupul- leiki. Flyta fólk um Leirviksfjørd Ikki er óhugsandi. at Alpa Pilot eisini fer at røkja ferð afólkaflutning um Leirvíks fjørð og til og úr teimum ymisku Nordoyggjunum, tá ikki annað ferðasamband er Hetta heldur Torleif Sig- urðsson båtin vera væl egn- aðan til. men hann heldur ikki. at båturin kann nýtast til at føra farm Fjølmidlatur Etlanin er, at fara túr við fjølmiðlunum so skjótt bát urin byrjar at gera skipaðar ferðafólkatúrar i Norð- oyggjum. Torleif Sigurðs son heldur hetta vera ein góðan møguleika fyri at vekja áhuga millum fólk fyri vøkru náttúrini norðan- fyri. men nær Alpha Pilot fer sín fyrsta túr kring norð- ggjar við ferðafólki er oyg ikki greitt enn. H. K. Neerskov kemur nú Fríggjadagin 16. og 17. apr- íl kl. 15 heldur hann sín fyrsta fyrilestur í aulumi í gula kommunuskula í Havn. Evnið er: Íslam og Verdenssituationen. Sunnudagin 18. Apríl kl. 18 er hann í Meinigheits- húsinum í Havn. og har fyri- lesur hann um: Vor tids for- førelser. Månadagin 19. April kl. 20 er hann at hitta å Hotell- inum (Sjómansheimið) i Runavík og har vil hann fyr- ilesa um: Kirkens betydning for Kommunismens fald. Týsdagin 20. Apríl fyri- lesur hann at enda í "Lib- anon” i Sørvågi um: Bibel- ens profetier og Antikrist 22. april fer Hans Kristian Neerskov aftur til Dan- markar við Atlantic Air- WAayS. Øll eru vælkomin at koma á hesar ufndir at hoyra ein avbera góðan og greiðan fyrilesara. - Tað er felagið Vinir Israels í Føroyum, sum stílar fyri. Høvi verður at tekna seg sum lím í felagnum eftir fyr- ilestranar. í Tróndargetu tlf. 318200