hósdagur 15. apríl 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 70 — 15. APRÍL 1999
%
tíðindablaðið
"le
Bolturin liggur hjá bispi
— Um bispur vil, so er trupulleikin i kirkjuni skjótt loystur. Sleppur sóknarprest-
urin at hava ræðið á guðstænastuni klokkan tolv, og verður latið vera vid at
lesa úr >Lívið spratt av kærleiks rót<, so er málið loyst, sigur heimildarfólk
JOHN JOHANNESSEN
Sosialurin hevur tosað við
ein av høvudsstigtakaru-
num fyri innsavnanini av
undirskriftum til mótmæl-
isskrivið til bisp, har mót-
mælt verður, at bispur í fýra
forum hevur tikið Peter O.
K. Olofsson av ræði. Hetta
skal hann hava gjørt, tá ein
kvinnuligur prestur fekk
loyvi frá honum at halda ta
regluligu guðstænastuna í
Fuglafjarðar kirkju í 1991,
tå dómpróvsturin fekk loyvi
at halda ta regluligu guð-
stænastuna í Elduvíkar
kirkju í 1995, tá bipsur gav
loyvi ti, at tað skuldi verða
lisið úr lestrarbókini „Lívið
spratt av kærleiks rót“ í Eld-
uvíkar kirkju í 1996 og tá
ein kvinnuligur prestur fekk
loyvi at prædika við teirri
regluligu guðstænastuna í
Fuglafjarðar kirkju í 1998
Heimildarfólkið sigur. at
hon enn stendur fast við
mótmælið. hon saman við
øðrum sendi bispi. Men hon
heldur, at skjótt er at loysa
trupulleikan, um bispur er
sinnaður til tess. Hann skal
bert lata sóknarprestin hava
ræðið yvir guðstænastuni á
middegi sunnudag, og so
skal latast vera við at lesa
ávísar lestar úr bókini >Lív
ið spratt av kærleiks rót<.
Tá hetta er avgreitt. so verða
allir aðrir trupulleikar, ið av
hesum hava stungið seg upp
í seinastuni. loystir av sær
sjálvum, heldur hon.
Følsk læra
Lestrarbókin >Lívið spratt
av kærleiks rót< verður av
fleiri mett sum følsk læra
Orsøkin er m. a. lesturin hjá
Marjuni Bæk til Boðanar
dag Mariu, har ávísfólk
halda, at høvundurin setir
spurnartekin við inkarnati-
ónina.
Heimildarfólkið sigur, at
hon saman við øðrum hevur
verið hjá bispi og mótmælt
bókini, og at bispur var
samdur i, at nakrir av lestr-
unum í bókini eru óhepnir.
Tí dugir hon ikki at skilja.
at bispur ikki stígur alment
fram og sigur, at hann hevur
gjørt eitt mistak, tå hann gav
bókini sitt viðmæli.
Sleppa at prædika
— Eg virði tey, ið hava onnur
sjónarmið, tí haldi eg tað
vera sera Oheppi, at hendan
virðing ikki gongur báðar
vegir, sigur heimildarfólkið
Hon heldur, at talan er um
vanvirðan av kirkjufólki-
num, tá bispur letur kvinn-
uligan prest ella fráskildan
prest prædika í kirkjutíð
sóknarprestsins. Tey kirkj-
ufolkini, ið hava somu sjón
armið sum Olofson, og sum
altíð eru í kirkju á middegi
sunnudag, verða tá noydd
at verða við til eina kirkju-
gongd, ið stríðir móti teirra
sannføring. Tí heldur hon,
at hesi heldur skulu halda
seg til at prædika til eyka-
guðstænastur.
Samvitskan fyri Guði
Heimildarfólkið sigur, at
hon virðir avgerðirnar hjá
Olofson, um ikki at gifta
upp aftur fráskild. Hon sig
ur, at talan jú er um ein
samvitskuspurning. ið
presturin hevur fyri Guði,
og hetta. heldur hon, eigur
at virðast.
Men heimildarfólkið á-
sannar, at ein týdningarmik-
il partur av kristindóminum
byggir á náði og fyrigeving.
men tó vil hon ikki fara at
leggja seg út í eitt kjak, um
ein kann gifta fráskild. Hon
leggur tó dent á. at tað er
beinleiðis ósatt, at Olofson
hevur noktað at doypa børn
hjá ógiftum pørum.
Ikki noydd
at skriva undir
Tað hevur verið at hoyrt
tveir rættir 1 3 5 y
Borð kann bileggjast á
tlf. 31 75 00 (æ?
millum fólk í Eysturoynni,
at nógv av teimum, ið hava
skrivað undir mótmælis-
skrivið, siga seg hava verið
noydd at gera hetta. Men
heimildarfólkið vísir hesum
blankt aftur.
Eplapetur
umborð á
Hoganesi
Sunnudagin 18. apríl
verður ein konsert fyri
børnum og foreldrum
teirra umborð á sluppini
»Høganesi« í Runavík.
Konsertin verður við
Bárðu Hansen og pápa
hennara Palla, sum sein-
asta summar góvu út
barnafløguna >Eplapet-
ur<. Tað verða sangir av
hesi stuttligu fløgu, ið
Bárða og Palli fara at
syngja og spæla á kons-
ertini.
Sangtekstirnir, ið Alex-
andur Kristiansen úr
Fuglafirði hevur yrkt, eru
um eina gentu, sum í hug-
anum ferðast ógvuliga
víða saman við einum
løgnum jassi, sum býr
Eisini fæst bíli
gisting
inni í henni. Løgna jass-
in. sum kanska í veruleik-
anum er hennara egna
hugflog. kallar hon »Epl-
apetur<.
Umframt Bárðu og
Palla verða Arni Carlsen,
Justin Philbrow og Kári
Sverrisson eisini við á
konsertini. Teir fara mill-
um annað at syngja og
spæla sangir av fløguni
ȯll hava veingir<, sum
kom út i "96.
Konsertin umborð á
»Høganesi« sunnudagin
byrjar klokkan 17.00, og
børn, sum koma at lurta
og dansa, mugu hava ein
vaksnan við sær, sum
kann varða av teimum.
Fríggja-
Tlf. 317500
Hotellið vid utsyninum
& leygar-
kveldið
17. apríl
frá kl. 18.00