Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 15. APRÍL 1999 tíðindablaðið Kronur til Kosovo, ella flottafolk til Føroya...? Sosialurin hevur verið á løgtingsloftinum og loddað dýpið í spurninginum um flóttafólk úr Kosovo eiga at fáa friðskjól í Føroyum HOGNI MOHR NATO-bumbingarnar í Jugoslavia, ið hava til enda- máls at fáa Serbiska leiðar- an Slobodan Milocevic at gevast við ágonguni móti Kosovo-albanunum, hava higartil havt við sær, at stór- ur flóttafólkastreymur gongur norðuryvir, eisini móti skandinavísku londu- num Sambært sjónvarpsrásu- num. ið eru tøkar í Føroy- um, ætla :m.a. norsku myndugleikarnir at taka í- móti útvið 6.000 flóttafólki úr Kosovo. Ísland hevur bjóðað 100 Kosovo-alban- um at vera í Íslandi so longi, teimum lystir Føroya Løgmaður. An- finn Kallsberg. boðaði tys dagin frå, at Landsstýrið hevur játtað 200.000 krónur til hjálp í nærumhvørvinum. Sosialurin hevur vent sær til Logmann, eins og log tingsumbod fyri hinar flokkarnar. við ti fyri eyga, at finna ta prinsippiellu støðuna. flokkarnir og um- boð teirra hava í hesum máli Spurningarnir. Sostalurin hevur sett, snúgva seg ser- liga um, um vit føroyingar ikki hava eina moralska skyldu til at hjålpa å sama hått sum grannalond okk- ara, ið taka tey neydstøddu til sín. Anfinn Kallsberg, Løgmadur — Eg veit ikki, um útgrein- ingararbeiðið i sambandi við ríkisrættarligu broyting- arnar, er somikið væl áleiðis komið, at ein flóttafólkalóg er í eygsjón, sigur Løgmad- ur við Sosialin. Spurdur, um hann sum floksformadur og Føroya Løgmadur kann hava eina prinsippiella stóðu til flótta- fólk, sigur Anfinn Kalls- berg, at sjálvandi kann hann tað. — Ein eigur altíð at hjálpa flóttarfólki best møguligt. Eg havi sjálvur luttikið á ST-fundi, har høvudsevnid nettupp var flóttafólk. Nidurstødan á hesum altjða fundi var, at flóttafólk sum heild verða best hjálpt so tætt uppat egna heimi sín- um, sum gjørligt. Eg skilji at hetta er tann strategi, ið eftir øllum at dóma eisini er vald í Kosovo-trupul- leikanum, sigur Løgmaður. Um so er, at tað vegna støðuna á staðnum, ikki ber til at fylgja hesi strategi, eiga vit so at taka tey neyð- støddu til okkum..? Jú. sjálvandi, sigur An- finn Kallsberg. men vit mugu gera okkum greitt. at lógargrundarlagið eigur at vera í lagi, soleiðis, at tey ið koma sum flóttafólk, vita hvørjar treytirnar eru. Tey mugu ikki fáa ta uppfatan, at tey hava fingið eitt tilboð. vit ikki kunnu veita teimum tá avtornar, sigur hann. og leggur afturat. at høvuds trupulleikin hjá okkum for oyingum er, at hetta lógar økid er danskt burturav Vit hava ikki lógar heimild á økinum, og kunnu tískil ikki leggja uppskot um reglur fyri Løgtingi0 Danski innanríkismálaráð- harrin varir av útlendinga- politikki í danska ríkinum. Vit kanna annars í løtuni, um til ber at taka nøkur neydstødd heim til Føroya, gjøgnum donsku skipanina, sigur Føroya Løgmaður. Finnbogi Isakson, Løgtingsformadur: Sjålvandi eiga vit at vera við. í eini hjålparveiting til neyðstedd fólk. sigur løgtingsformadurin. - Men eg haldi, sum løgmaður hevur gjørt greitt í sjón- varpsviðtalu, at øll hesi vid- urskifti eiga at vera formali- seraði. Vit eiga at fáa eina greiða lóggávu, fyri at sleppa undan, at flóttafólk og innflytarar, koma til Før- oya undir skeivum fortreyt- um, og harvið noyðast at fara = avaftur landinum knappliga, tí stødan har- heima batnar, sigur Finn- bogi Isakson. Løgtingsfor- maðurin heitti í vidtaluni vid Sosialin å Landsstyrid, um at tað skuldi arbeiða víðari við málinum, og skunda sær. — Hetta mál hevur verið uppi og vent fyrr, men tað hevur ikki fyrr verið so á- trokandi sum nú, ið sera ngv fólk gjørdust heimleys eftir stuttari tid, sigur hann. — Vit vilja, í mun til støddina á landinum, sjålvandi vera við at veita hjálp. men við- urskiftini eiga at vera for- maliseradi, heldur Finnbogi Ísakson. og leggur afturat, at vit ikki kunnu taka ímóti flóttarfólki við heimild í donsku lóggávuni á øki- num, tí beinanvegin tey stíga ftin á land í Føroyum, eru tey ikki undir tí donsku lógini longur. Manna- gongdin eigur ast vera tann, at føroyingar sjålvir eiga at avgera, hvussu vit kunnu hjálpa flóttarfólki Jákup Sverri Kass, løgtingsmadur fyri sjálvstýrisflokkin Hetta mál hoyrir undir danska kongaríkið, í hvussu so er tann løgfrødiligi part urin av 01, Sigur ungt sjálv stýristingmaðurin Prin siptelt haldi eg. at um vit kunnu veita besta stuðulin við at játta pening, eiga vit at gera tað. heldur enn at brúka ngva orku og pening. at flyta fólk upp her. Sjálv- andi eiga yit at veita ta bestu hjálpina, og hon er eftir mínum tykki peningalig. Eg haldi ikki. at peninghjálpin. ið er játtað, er ein roynd at betala seg burturúr trupul- leikunum. sigur Jákup Sverri Kass. Núverandi støda við flótt- arfólki. ið kemur til oll grannalondini, kundi hon ikki bent á, at tað ikki ber til at hjálpa á staðnum..? Jú, men tað eru stórri lond kring okkum, og Føroyar eru eitt viðbreki samfelag, so eg ivist í øllum hesum, sigur Jákup Sverri. - Vit kundi roynt at tikið eini 20 fólk hendanvegin, men vit hava jú ongar royndir á øki- num. Undir øllum umstød- um, eiga vit ikki at lata hurðarnar heilt aftur fyri flóttarfólk, ið ætla sær til Føroya, heldur sjálvstýris- maðurin. — Skuldi hetta hent, eiga vit at gera neyð- ugu fyrireikingarnar til at taka ímóti teimum. Vit skulu, tå Føroyar gerast eitt fullveldi, fyrihalda okkum til allan uttanrikispolitikk, eisini tann partin, ið hevur við neydstødd fólk at gera. slær Jákup Sverri Kass fast - Mín persnliga stóða er. at vit altíð eiga at royna at veita hjálp á staðnum. men verður tað neyðugt at taka ímóti fólki, eiga vit at vísa næstrakærleika og gera alt til tess at hjálpa hesum neyðars fólkum. Marjus Dam, løgtingsmadur fyri sambandsflokkin Marjus Dam sigur sigur við Sosialin, at spurningurin um flóttafólk ikki er politiskur. men siðsemiligur Vit hava oll samkenslu við teimum menniskjum, ið eru rakt av hesum ræðuleiku num. Mín persnliga hugsan er, at viðhvort er neyðugt at seta álvarsom tltøk í verk. fyri at fáa bilbukt við eina ræðisharrum. sigur Marjus Dam. ið stuðlar NATO bumbingunum. og eisini einum møguligum her mannaálopi á landjørdini Eg vni, at bardagarnir vera at enda komnir sum skjtast, soleiðis at liviligt verður aftur hjá fólki á staðnum. sigur hann. — Eg haldi t eisini, at tað er rætt at stuðla figgjarliga, eins og eg haldi, at vit eiga at lata dyrnar upp fyri teimum, ið flággja. Politiskt munnu vit royna at skipa fyri at oll sleppa heim aftur. Vru vit føroyingar riknir av landi. so høvdu vit iva vilja havt møguleika at komi heim aftur, heldur Marjus Dam. Annars dugir Marjus Dam ikki at síggja, at stats- rættarliga stóða fóroyinga. á nakran hátt kann vera ein forðing fyri, at vit lata okk- ara egnu dyr upp fyri flótt- arfólk. — Vit eiga ikki bara at tosa um at hjálpa; vit eiga at gera ta0OTaka vit ímóti eini 100-200, eiga vit at bera so í bandi, at tey fáa eina gða tilveru her hjá okk- um, sigur sambandsting- maðurin. Hann er ikki so fegin um at tosa um eina føroyska lóggávu á økinum. — Hetta tosið er bert undanførslur, tí at summir politikarar ikki vilja hava fólk hendanveg- in. Vit hava eina moralska skyldu at taka móti fólki, sum eru neydstødd. Nakrir Kosovo-albanar, høvdu væl kunna liva í okkara landi. heldur enn at doyð í teirra egna, staðfestir Marjus. Tá hann var spurdur, um hann sjálvur ætlar at taka nøkur stig til, at hetta verður framt í verki, sigur hann, at Sam- bandsflokkurin ikki hevur vidgjørt spurningin stór- vegis, men at hann fer at mæla til bædi figgjarliga hjålp og at lata dyrnar upp fyri einum 100-300 flóttar fólkum. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins Vit eiga ikki at avbyrgja okkum í spurninginum un flóttafólk. sjålvt um logar grundarlagið er danskt. sigur Jóannes Eidesgaard Hann heldur. at føroyingar kunnu vera eins virknir hesum. sum londini kring okkum. um politiskur vilji er til tess. Eisini sigur Jóan nes. at ein lættliga kundi fingið ta hugsan, at Lands stýrið við at játta 200.000 krónur til hjálp á staðnum. roynir at rinda fyri at fáa samvitskufrið Vit eiga at taka okkum av einum 20-30 flóttafólk- um, tí vit eiga at luttaka í altjða hopi við tí orku og tí førleika vit hava, sigur hann. — Tað heyði tænt okk- um sum føroyingum úti um landaoddarnar, um vit vístu í verki, at vit eru samhug- aði, sigur formaður Javnað- arfloksins, og skjåtur upp. at ein politisk viðger eigur at fara fram á tingi. — Tað ber væl til undir verandi rík- isrættarligu støðu. Neyðugt posthusunum. er ikki við sjålvstødugari umboðan í ST og Norður- landaráðnum fyri at vísa í verki. at hjálparhugurin er til staðar Skulu lógauppskot leggjast fyri tingið, hesum viðvíkj- andi, er neyðugt við 17 at- kvødum. og Jóannes t1vast i, um partar av samgonguni vilja vera við. — Vilja vit lata føroysku dyrnar upp fyri flóttarfólki úr Kosovo. so ber hetta væl til, sigur for maðurin í Javnaðarflokki num. — Onki forðar okkum í hesum. Tað er ov bíligt at geva lógargrundarlagnum ábyrgdina av. at onki ska henda. Okkara 7 atkvødur eru tøkar í h festir Jóannes at Alvur Kirke, tingmaður fyri Miðflokkin Í minsta lagi 20 fólk eiga at fáa friðskjl í Foroyum. stað festir Alvur Kirke. - Men, ga ikki at gloyma. at t.d. danir hava havt trupul- leikar við sínum flóttafólka politikki. serliga tá spurn ingar stinga seg upp. um uppihaldið skal vera varn- andi. Til ber at seta treytir Etla flóttarfólk at vera verandi i Føroyum. eiga tey at læra seg at tosa foroyskt: ikki fyri okkara skuld, men teimum sjálvum at gagni. sigur Alvur Kirke. sum eisini heldur, at tey á henda hátt koma lættari inn i samfelagið, tey skuiu virk: í. Eg fari at stuðla ein: møguligari ætlan um. at få: flóttafólk til Foroya. sigu Alvur Kirke, sum fyribils situr á tingi fyri Jenis av Rana. Reyði Krossur savnar inn Formaðurin í Reyða Krossi í Føroyum, Súni Vinther boðar í tíðindaskrivi frå, at innsavningin til flttaflk úr Kosovo v.m., hevur givið 3.300 krnur. Hann takkar vegna Reyða Kross. og sigur seg vna, at enn fleiri fara at taka undir við hjálparveitingini. Til ber hjá teimum ið vilja stuðla at seta pening á konto í øllum peningastovnum og á giro-konto á