hósdagur 15. apríl 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
EN
Nr. 70 — 15. APRIL 1999
tíðindablaðið
25
...Lyndisfróð og lætt í lund, leita
vit á ljósins fund, undir bláum loga
Grækarismessuróða í Mikladali 13. Mars 1999
Gott fundarfolk!
Fyrst fari eg at takka fyri álitið.
ið á henda hátt er sýnt mær. nú
eg havi fingið litið upp í hendi at
flyta fram fyrstu almennu græk-
arismessurødu, ið mær kunnugt
nakrantíð er havd her á Kals-
oynni, og eru tað skótarnir, ið her
eins og aðrastaðni í landinum
hava tikið stig til henda fundin í
dag, og tøkk skulu tit eiga fyri
tað. men hóast vårligt lag, so
mega vit taka undir við skald-
inum, har hann sigur:
I Føroyum er hart um vetrartíð
stormurin spælir um tindar.
skalvarnir hanga í brattari líð,
so hvassir leika teir vindar.
I.P.G. 1845-1901
Soleidis kvødur skaldid Joan
Petur Gregoriussen um vetrar-
tíðina her á landi, og tað er helst
soleiðis, at um heystid, tá sera
vakrir dagar enn kunnu koma av
og á, duga vit ikki rættiliga at
ímynda okkum. hvussu daprir og
tungir teir longu vetrardagarnir
mangan eru við myrkri. stormi
og regni. Jólini koma við ljósi
heimsins og samstundis horvir
sólin norduraftur, men tað er.
sum myrkrið júst tá roynir at
leggja dent á, at enn er langt til
”grønkandi vår”, sum høvundin
tekur til í yrkingini:
“Mær leingist at fevna teg
grønkandi var”
mær leingist hold titt at kina.
Mær leingist at kenna títt
flovandi tár,
ið blomuna vekur og sálini
spár:
Nú byrjar brátt sólin at skína.
S. P. Zachariasen (1887-1977)
Kortini, hóast alt tað dapra við
vetrinum, so vinnur ljósið. sólin,
og tað er tíbetur galdandi bæði
fyri náttúruna og mannahjørtuni,
ið tekkja várið hitt gróna og
bjarta fyri framman. Best kennist
lagið á børnunum, ið byrja at
taka sínar eyðkendu ”vårleikir”
fram: Hoppa um band o.s.fr.
Minnist eisini frá mínum egnu
barnadøgum suðuri i Syðradali.
hvussu vit plagdu at kappast um
at finna hin fyrsta summardáan
ein góðan várdag í mars/apríl, og
var frøin stór. tá onkur saman-
kropin og lítillátin blóma varð
funnin í onkrari lítlari koytu ella
lægd. Brátt savnaðist allur barna-
flokkurin kring um hesa urtina,
ið fyri barnahuganum boðaði um
vár og summar við leiki í fjøru,
bø, áum og haga, har allur heim-
urin kundi rúmast í hugflogi
barnanna.
Skótalív/náttúra
Sum fyrrverandi skóti, so havi eg
kunnleika til, at ein stórur partur
av skótalívinum snýr seg um at
vera í náttúruni, njóta hana og
fáa sum mest burturúr av kunn-
leika um lív og trivnað hjá plant-
um og djórum.
Tessvegna vil eg minna tykk-
um skótar á, at tað ræður um at
fara væl um, tá tit ferðast við
strondina. í bønum, í åunum, í
haganum, við åir, vøtn og millum
fjalla.
Bæði plantur, dýr. fiskar og
fuglar eiga at fáa frið. har tey
halda til. og heldur enn at drepa
til onga nyttu ella til stuttleika,
so eiga tit at fjålga um og royna
at nøra um. har tað er gjørligt.
Um vit gera hetta, so verður
tilfeingið stórri og meira at taka
av, tá tað er neyðugt til lívsins
uppihald.
Hetta eiga vit sum føroyingar
at leggja okkum eina við, av
teirri einføldu orsøk. at vit skulu
jú liva av djóralívinum bæði á
sjógvi og landi. Um vit hugsa
langt fram í tíðina. so er tað
eisini hetta, ið skal vera okkara
álit at liva av sum fólk
Rein náttúra
Hugtakið um reina náttúru eigu:
tí at vera okkara fremsta stremb
an bæði á sjógvi og landi. Vit
kunnu jú spyrja okkum sjálvi
um. hvor ið fer at keypa okkara
fisk tann dagin. tá havið ikki
longur er reint?
Havid eigur tí at vera "heilagt
fyri okkum. Har má einki tveitast
í. Okkara "matarkovi" kann jú
ikki nýtast til kost. har vit ein
dag tveita alt møguligt burturkast
og dagin eftir fara at fiska ella
verða grind og fugl til matna. ja.
eisini til útflutnings av sonevnd-
ari dygdarvøru úr reinasta hav-
umhvørvi út um heimin.
Her hava skótarnir eina serliga
ábyrgd vegna tess. at teir ferðast
nógv í náttúruni og hava uppliv-
að. hvussu vøkur og hugtakandi
hon er bæði í ódn og logn.
Náttúran sum
listarlig uppliving
Vit her í Føroyum eru vælsignað
við einari teirri fríðastu og há-
bærsligastu náttúru í hesum
vakra heimi, og tað er ikki minst
galdandi her á Kalsoynni, ið
eigur mín serliga tokka, og sum
frá norðast til sunnasta enda er
eitt fjølbroytt listarverk frá nátt-
úrunnar hond. Ymisk er hon frá
tí heldur lítillætna fyri sunnan til
hitt meira áleypandi skiftandi
millum yndi og veldi her fyri
norðan.
Havi so mangan staðið á Syðr-
adali og skoðað fagurleikan bæði
til fjals og fjøru. Alla tíðina skift-
andi myndina til okkurt annað.
Ongantíð júst tað sama hvorki á
sjógvi ella landi. Ikki er tað hent.
at heildin hevur verið hin sama.
Nei tað skiftir frá lotu til aðra,
ongantíð keðiligt at skoða
Sum eg havi upplivað tað. so
er føroyska náttúran áleypandi
Tú sleppur ikki at standa érørdur
sum áskoðari. Tú ert støðugt
bergtikin, hugtikin og stendur
spyrjandi, undrandi. ikki bara við
hvort. Nei, tað er hvørja ferð. ið
tú ert áskoðari. Ja, soleiðis upp-
liva mong tað. ið hvussu er. aftur
og aftur
Skótar!
Við tykkum skótar vil eg siga. at
Ut eiga at lata náttúruna sleppa at
floyma inn í hugans heim tykk
ara. har hon fer at geva tykkum
upplivingar fyri lívið. eins og
hon hevur givið íblástur til sc
mangan rithøvund. eisini hin
navnframa Christian Matras í
Brekkumork. tå hann tekur til
Tú gakk tær fram við ánni
grasið lemsgist
td ÞURA
la eyrur fjarar turru
og Ia GGrrasin Wetngist
og fenid er vid søljum sett
sum himmirikis fløta
Tá er tað, sum at lívið títt
var bert ein lítil lota
Christian Matras (1900-1988)
Grækarismessa/Nólsoyar Páll
og *“tjóðfuglur okkara"
Upprunaliga var grækarismessa
ein av mishalgidøgunum (deyða-
dagur Gregors) frá teirri katólsku
tidini, ið hildin varð til minnis
um påvan, “Gregor ella Grækaris
hin mikla", ið livdi frå 540-604.
Tað hevur so passað soleiðis. at
tjøldrini koma aftur til landið um
hetta mundið sum fyrsta tíðuliga
tekinið um vár. Tjaldrið er jú
sera vakur og ásýniligur fuglur,
ið heldur ikki smæðist burtur, tå
um røddina er at røda. Sostatt
leggja vit væl til merkis, tå hesin
fuglur aftur er at síggja í okkara
vøkru náttúru. Í byrjanini eru tey
tigandi. helst móð av teirri longu
ferðini av teimum stóru sondu-
num í Stóra Bretlandi. Ein ferð.
ið avgjørt má vera strævin, um
tað ber á drúgva høgætt sum í ár
til dømis, men tað er okkara
navnframa skald Nólsovar Páll
(1766-1808). ið hevur givið
tjaldrinum tann samleikan í huga
okkara, sum tað hevur, av tí at
hann gjørdi henda fuglin til verju
smáfuglanna móti rovfuglunum í
fluttari merking av vidurskiftu-
num í Føroyum um år 1800, tå
danska embætismannaveldið
mangan var trupult at hava vid at
gera og ikki at tala um, um tú
komst teimum tvørt fyri í onkr-
um máli, sum jú Nólsoyar Páll
sjálvur upplivdi í stóran mun. tá
hann vildi visa fóroyingum á
nýggjar leiðir viðvíkjandi sjó-
vinnu við deksførum
Eg nevndi. at summi kalla
tjaldrid fyri "tjóðfugl okkara“.
men tað er tað ikki so leingi. vit
ikki sjålvi vilja vera tjóð. men
lata tjóðskapin vera til solu -. ein
stóða. ið er einastandandi í hes
um heimi yvirhøvur. Vónandi fer
folk okkara um ikki so langa tíð
il tak go t Vilja ver
el )m ri góði
samstaår tjóðirnar og
ikki minst onsku. ið vit
vegna søguligar orsøkir. ið os
drugvar eru at koma inn á her
Líta vit út í heimin, so eru
flestu lond nógv verri fyri figgj-
arliga enn okkara land, men tað
kemur ikki upp á tal nakra staðni
at selja sín tjóðskap og sítt full-
veldi ul okkurt av teimum ríku
og stóru londunum til tess at
hækka lívsstøðið i egnum landi
Skótarnir og tjøldrini
Tit bjóða tjøldrunum vælkomn-
um til landið. og alt gott er at
siga um hetta, men allar medaljur
hava sína baksíðu. Vit hava sæð
hesi seinastu árini, at alt fleiri
tjøldur og helst ungar koma i
fjøtur av lesull, ið rekst um hag-
an. Hetta er einki minni enn
landaskomm, ið tekur grundar-
lagið undan grækarismessuhaldi-
num. Okkurt munagott má ger-
ast. Vit mugu fara heldur fyrr á
fjall í áseyðaroyting. áðrenn
seyðurin kastar ullina, og traðar-
menn mugu somuleiðis kenna
sína stóru ábyrgd hesum viðvíkj-
andi.
Skótarnir og oll onnur. ið ann-
ars ganga í haganum mugu taka
lesullina upp. serstakliga teir
smáu lagdarnar og bera teir heim
til hús, so ullin ikki kemur tjøldr-
unum í vanda fyri at líða pínu-
fullan deyða av svongd og vesæl-
dómi tilvavd um beinini av sam-
anvavdari lesull
Her hava skótarnir veruliga
møguleikan at gera dagsins góðu
gerð. ið skótar fyrr gingu høgt
uppí at fremja
At enda fari eg at takka fyri
lotuna og ynskja øllum framhald-
andi gott vikuskifti og ikki minni
gott vár og ulstundandi summar
við fyrsta ørindi úr yrkingini hjá
Hans Andriasi Djurhuus (1883-
1951) har hann kvoður:
Tá ið vársins fyrsta stund
rísur upp á roða,
flýgur fuglur sunnan sund
undir sólarloga.
Blóman eftir vetrarblund
prýðir kuldabitna grund.
fagurlig at skoða
Lyndisfrød og lætt i lund
leita vit á ljósins fund
undir bláum loga
Hans Andrias Djurhuus (1883-
1951)