Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 4. januar 2005 17 – Tá fólk vera rakt av sorg, mugu tey fáa ta tíð tað krevur til at koma í gjøgnum hana. Sorg er ikki nakað, sum ein kann skunda ígjøgnum og bara fáa út úr sínum systemi. Hetta sigur Jógvan Fríðriksson, prestur, sum fyri nøkrum árum síðani skeyt upp, at ein tvør- fakligur sorgarmið- depil verður settur á stovn í Føroyum SORG Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Jógvan Fríðriksson, prestur, harmast um, at tað í dag tykist sum um at sorg er nakað, sum á ein ella annan hátt bara skal skundast í gjøgnum. Tað ræður um at fáa fólkini í gjøgnum hana sum skjótast, so lívið kann halda fram. Men hetta ber, sambært presti, als ikki til. – Sorgin er ikki ein ítøki- ligur lutur sum til dømis gips. Um tú brýtur beinið, so fært tú hjálp, verður gipsaður og einar seks vik- ur seinni parkerar tú gipsið, ella koyrir tað í skrell. Men soleiðis er ikki við sorgini, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann greiðir frá, at tá man hevur livað saman við sínum børnum, hjúnafelaga ella øðrum í eina tíð, so er tað talan um eitt tíðarskeið, sum ein ikki bara kann seta í klombrur. – Tey mugu læra seg at liva við sorgini, og tað krevur sína tíð. Tað ber ikki til at gera by-pass upp á sorgina. Tað kann gerast við ein blóðtøpp, men sorg- ina slepst ikki rundanum, sigur Jógvan Fríðriksson og leggur dent á, at menniskju mugu bera sorgina ígjøgn- um lívið ella læra seg at liva við henni. Ósikkurheit Tað er ofta sagt, av fólki, sum hava mist, at eitt tað fyrsta tey uppliva er, at teirra nærmasta umhvørvi brádliga ikki dugir at tosa við tey. Fólk, ið tey vanliga hava tosað við, tá tey hava hitt tey á gøtuni, gera sær brádliga ómak fyri ikki at hitta tey, og á hendan hátt sleppa sær undan at tosa við tey. Hetta siga mong, hevur sært tey nógv, og tey hava torført við at skilja slíkan atburð. Jógvan Fríðriksson hel- dur, at slíkt er eitt greitt tek- in um ósikkurheit. Tey, ið missa, verða beinleiðis rakt av sorgini, meðan tey sum eru rundan um, verða rakt av samkenslu. Hesi bæði eru hvør sítt, men tað eru djúpar kenslur, sum fólk mugu takla og fyrihalda seg til. Men hann heldur kortini, at í Føroyum er siðurin við jarðarferðum eitt tekin um, at fólk fegin vilja vísa teirra samkenslu. Jógvan vísir á, at tað ikki er óvanligt at eini 3-400 fólk eru til jarð- arferðir í Føroyum, og tá talan er um ung fólk, ið hava latið lív, so kann talið skjótt fara upp um tey tús- und. Fólk fara til jarðar- ferðina fyri at vísa teirra samkenslu og at kondolera, men kortini er ósikkurheit- in har, tá tey so hitta tey av- varðandi á gøtuni aftur eina tíð seinni. Hetta heldur prestur kemur av, at menn- iskju hava gloymt at pleyga kenslurnar, og tískil duga vit ikki at møta fólkum, har tilveran er rakt av sorg. – Eg haldi, at deyði og sorg eru tilverunnar kor, men vit menniskju hava eina ella aðra ide um, at lívið bara skal ganga framá, og tískil hava vit lyndi til at stoyta sorg og deyða og umstøðurnar harum frá okkum, heldur prestur fyri. Tvørfakligur depil Jógvan Fríðriksson, prestur, legði einaferð eitt uppskot fram um at seta ein tvørfak- ligan sorgardepil á stovn. Við hesum sær hann fyri sær ein stovn, har ein leið- ari er tilknýttur, men annars verða hjálparfólk tilkallað, tá tørvur er fyri tí. Á hendan hátt heldur Jógvan, at tað hevði verið betri møguleiki fyri, at øll fingu ta røttu hjálpina, veg- leiðingina ella viðgerðina. – Sorgin er individuell og líka ymisk sum menniskj- uni sjálvi, og tískil kann ein persónur fáa nógv burtur úr av at tosa við ein prest, meðan ein annar als onki fær burtur úr tí, vísir prest- ur á og leggur afturat, at tað finst ongin uppskrift fyri, hvussu viðgerð ella hjálp fyri syrgjandi skal fremjast. Hann heldur, at við ein- um sorgarmiðdepli høvdu øll møgulig fólk kunna veitt teimum, ið eru rakt av sorg, hjálp. Og her hugsar hann ikki bara um professionell fólk. Jógvan veit nevnliga um fleiri dømi, har eitt nú lærari, systkin ella vinfólk hava víst seg at verið nógv størri hjálp hjá einum syrgjandi enn til dømis prestur ella sálarfrøðingur. – Á einum tílíkum depli hevði ein leiðari, sum varð uppringdur av einum syrgj- andi, kunnað spurt viðkom- andi, hvønn hann helst vildi tosað við. So hevði tað kanska verið størri møgu- leiki fyri, at tann syrgjandi beinanvegin fekk ta hjálp- ina, sum honum tørvar, heldur Jógvan Fríðriksson, sum tó leggur stóran dent á, at tann hjálpin, sum verður veitt í dag, er góð, men hann er sannførdur um, at hon kundi verðið nógv betri. Óheppin gongd Jógvan Fríðriksson sigur, at tað er eitt stórt minus við allari sálarhjálp í Føroyum. Líkamikið um tað er frá kirkju, samkomu, sálar- frøðingum ella øðrum. – Tað er sera harmiligt og óheppið, at vit sum veita hesa hjálp samstundis vilja marknaðarføra okkara egna yrki, sigur Jógvan Fríðriks- son Hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at tey, ið veita sálarbót bara eru til fyri at hjálpa og ikki fyri at verða breyðfødd av tí. Mill- um annað hetta ger, at prestur heldur, at tað væl kann vera, at ein sjúkra- systur ella onkur annar hevur nógv meira at geva enn prestur ella sálarfrøð- ingur. Prestur endurgevur ein týskan gudfrøðing, sum æt Dietrich Bonhoeffer. Hesin sat sum fangi undir seinna veraldarbardaga. Hann skrivaði nógv, meðan hann sat fangi, og millum annað skrivaði hann, at tað er onki, sum kann koma í staðin fyri eitt mist menn- iskja. Tað ræður um at halda missin og saknin út. Og at ganga runt og halda, at Várharra fyllir tað tóm- rúmið út, er ikki rætt. Bon- hoeffer sá tómrúmið sum eitt rúm, har kenslurnar, minnini og saknurin vóru, og tí helt hann, at Gud ger alt, hvat hann kann fyri at halda tómrúmið har, so at minnini og gleðin um tann mista verða varðveitt sum longst. – Tað er altíð torført at missa. Óansæð umstøðurn- ar, so eru tað djúpu kensl- urnar sum sorg, saknur og samkensla, sum stýra øll- um. Tá haldi eg, at tað hevði verið best við einum sorgarmiðdepli, har hjálpin kann vera so breið, sum tilber, sigur Jógvan Fríð- riksson at enda. Tvey ungfólk lótu lív, og ein var álvarsliga skaddur, tá tey nýggj- ársmorgun vóru fyri eini ferðsluvanlukku Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at vanlukkan hendi á vegnum út ímóti Norðasta Horni. – Tvey teirra lótu lív á staðnum. Tað var staðfest av einum lækna, tá tey komu út á Landssjúkra- húsið. Hin triðji fekk ringt á 112, og boðað frá van- lukkuni, áðrenn hann fall í óvit, greiðir vakthavnadi frá. Tey trý sótu øll á sama scootara og koyrdu á so- nevndu súkklubreytini, ið er framvið ovaru síðu á vegnum út til Norðasta Horn. – Tey koyrdu eystureftir, og vóru sostatt á veg oman ímóti Havnini, tá tey allar- helst hava rakt ein av mongu steyrunum, ið standa framvið vegnum og síðani hava mist tamarhald- ið á scootaranum, greiðir vakthavandi frá. Vakthavandi sigur víðari, at scootarin var slongdur nakað burtur, men at tey trý lógu tætt saman, og vórðu ikki slongd serliga langt burtur av harða stoytinum. Løgreglan veit ikki at siga um tey koyrdu ov skjótt ella um tey vóru ávirkað av rúsdrekka. Tó hevði eingin av ungfólk- unum hjálm. Scootarin er tikin inn á Bileftirlitið, har hann í løtuni verður kannaður. Eys Tvey ungfólk lótu lív Sorgin kann ikki parkerast Tað var á hesum vegastrekkinum, at vanlukkan hendi. Ungfólkini komu koyrandi omaneftir ímóti Havnini, tá tey brádliga mistu tamarhaldi á scootaranum. Vanlukkan hevur kravt tvey mannalív, og ein triðji er álvarsliga skaddur. Ungfólkini vóru 17, 15 og 14 ára gomul Mynd: Jens Kr. Vang – Sorgin er ikki ein ítøkiligur lutur sum til dømis gips. Um tú brýtur beinið, so fært tú hjálp, verður gipsaður og einar seks vikur seinni parkerar tú gipsið ella koyrir tað í skrell. Men soleiðis er ikki við sorgini, sigur Jógvan Fríðriksson Savnsmynd