týsdagur 4. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 4. januar 2005
Tað besta:
Tað besta við øllum árinum
hevur verið, at eg, serliga
ígjøgnum mítt starv, havi
hitt
ótrúliga
nógvum
ótrúliga hugkveikjandi og
spennandi fólkum.
Tað ringasta:
At uppliva at politikkarar
framvegis ikki duga at
samstarva og góðtaka tað,
at saman standa vit sterk.
Ynski fyri 2005:
Eg vóni, at fólk fara at
bróta
fordómsgarðarnar
niður og góðtaka hvønn
annan her í lívinum, so-
leiðis, sum vit eru
Tað besta og tað ringasta
Vit hava spurt nakrar føroyingar, hvat tað besta og hvat tað ringasta var í 2004. Somuleiðis hava
vit eisini spurt um teirra ynski fyri árið, ið júst er byrjað
Tað besta:
Tað er, at eg havi góða
heilsu og sleppi til arbeiðis
hvønn dag og útynna tað
besta á arbeiðsplássinum.
Tað ringasta:
Vanlukkan á í Asia á jólum
er tað ringasta, ið er hent í
farna ári
Ynski fyri 2005:
Eg ynski, at tað verður
framgongd í samfelagnum,
og at allir føroyingar hava
eitt arbeiði at fara til.
Harafturat vóni eg, at tær
komandi samráðingarnar
fara at ganga væl, og at vit
í frið og semju fáa ein
góðan sáttmála.
Tað besta:
Fyri meg hevur tað besta
verið, at eg hevði eina stóra
framsýning í Listaskálan-
um. Hon varð sett upp í mai
og var allan juni mánað.
Tað er eitt stórt arbeiði, og
ein frøðist um, at megna
slíkt, og tað er altíð deiligt
at síggja sínar málningar í
Listaskálanum.
Tað ringasta:
Eg varð ógvuliga skelkað,
tá eg hoyrdi um vanlukkuna
í fjareystri. Og hon fer
uttan iva at lita alt árið.
Ynski fyri 2005:
Eg ynski, at tað verður
matur til øll fólk, og ongin
skal líða neyð. Harafturat
skal eg sjálv royna at vera
eitt gott menniskja. Nú havi
eg í fleiri ár sagt, at eg skal
leggja av at roykja, men tað
klári eg ikki, so tað sigi eg
ikki í ár. Annars ynski eg,
at vit skulu ikki altíð hugsa
so siðbundið. Vit skulu
bara vera, tey vit eru og
minnast til, at tað ringasta
er ikki, at fólk flennir eftir
einum.
Tað besta:
Tað hevur verið at kunna
fara til arbeiðis hvønn dag,
og at øll tey nærmastu hava
tað gott.
Tað ringasta:
Vanlukkan í Asiu rakti øll,
og persónliga er tað nú-
staðni farið at ganga upp
fyri mær, hvussu ógvusligt
tað veruliga var
Ynski fyri 2005:
At tann góða heilsan hjá
teimum nærmastu heldur
fram, og at eg framvegis
kann fara til arbeiðis hvønn
dag. Eg vóni, at Musikk-
skúlin fer at mennast
positivt. Hann hevur nógv
at siga fyri meg, og tað
leggi eg stóra orku í
Tað besta:
Fyri Televarpið hevur tað
besta verið, at vit hava
fingið eina avtalu við DR.
Kundatalið
hjá
Tele-
varpinum er nú komið yvir
4000, og tað frøist eg um.
Tað ringasta:
Vanlukkan í fjareystri er
tað ringasta. So nógv fólk
eru ávirkað av henni.
Ynski fyri 2005:
Persónliga ynski eg, at øll
familjan hevur tað gott.
Fyri Televarpið ynski eg, at
vit náa okkara málið, sum
eru settar út í kortið.
Millum
annað
at
útbyggingarætlanirnar
ganga sum tær skulu, so
uppaftur fleiri føroyingar
kunnu síggja Televarpið
Tað besta:
Tað besta hevur verið, at vit
byrjaðu uppá átkið »Koyr
bara«, tí tað loysti allar
trupulleikarnar
við
gjaldsskipanini í Vága-
tunlinum.
Tað ringasta:
Eitt tað mest forargandi
var, at skotið ikki vildið
ganga av til tíðina, tá vit
skuldu skjóta fyrsta skotið í
Norðoyatunlinum.
Ynski fyri 2005:
At tað verður friður og
semja millum fólk
Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari:
Jákup Magnussen, útvarpsmaður:
Astri Luihn, listakvinna:
Ingeborg Vinther, fakfelagsleiðari:
Dávur Reinert Hansen, stjóri í
Norðoyatunlinum:
Laila Hentze, stjóri á Televarpinum: