Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 4. januar 2005 19 100.000 kr. frá Skóta- hjálpini Neyðhjálpargrunn- urin hjá Skótahjálp- ini hevur gjørt av at lata 100.000 kr. til innsavningina hjá Reyða Krossi NEYÐHJÁLP Tíðindaskriv Hjá flestu skótaliðum kring landið byrjar ar- beiðsárið fyrst í september við at tiltakið, nevnt "Skótahjálpin" er á skránni í viku 39. Tá ganga skótar hús úr húsi og bjóða sær til at gera eitthvørt fyri fólk, sum teir so fáa nakrar krónur afturfyri. Eitt nú fara tey mangan okkurt ørindi, vaska bil, sópa tún, ansa børnum, taka upp epli ella hvat tað nú kann vera. Við Skótahjálpini fáa vanliga frísk og ferðug børn í Føroyum høvi at hjálpa børnum, sum vegna sjúku, fátakt, van- lukku, kríggj ella á annan hátt hava hjálp fyri neyð- ini. Hetta verður gjørt á tann hátt, at ein partur av árligu Skótahjálpini verð- ur nýttur til eina verkætl- an í Føroyum og ein part- ur til eina verkætlan utt- anlanda, vanliga í einum menningarlandi, børnum at frama. Seinasti triðing- urin fer í ein grunn, sum er ætlaður til hjálp í samband við vanlukkur. Úr hesum grunni er sjálvsagt at hjálpa, nú so illa er statt í londunum kring Indiskahavið. Nevndin fyri Skótahjálp- ina, sum hevur umboð úr øllum teimum 4 skóta- samskipanunum í Føroy- um, er samd um, at í føri sum hesum er munabest at hjálpa gjøgnum Reyða- kross í Føroyum. Tí stuðl- ar Neyðhjálpargrunnurin hjá Skótahjálpini tiltakið hjá Reyðakrossi við 100.000 krónum. Harumframt fer skóta- hjálpin at samskipa inn- savningartiltak í næstum til vanlukkuhjálpina hjá Reyðakrossi. Við tað, at skótar ikki eru í øllum landinum, er hesaferð ætlanin, at skúlabørn fara at ganga í húsini við búss- um. Nú er brúk fyri einum skjótum og muna- góðum tiltaki. Tí verður eisini roknað við hjálp frá peningastovnum, tíðinda- tænastu og møguliga eis- ini frá øðrum felagsskap- um. Mikkel Rosenquist, sum býr í Klaksvík, heldur at listin yvir saknaðar persónar átti at verið almann- kunngjørdur nógv fyrr. Sjálvur visti hann onki um mammu sína, sum møguliga var í van- lukkuøkinum, fyrr enn í morgun VANLUKKAN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 31 ára gamli Mikkel Ros- enquist, sum starvast Í Klaksvíkar Timburhandli, undrast yvir, at danskir mynduleikar hava bíðað so leingi við at almannakunn- gera listan yvir saknaðar danir í vanlukkuøkinum. Sjálvur royndi hann fleiri ferðir til fánýtis at venda sær til danska uttanríkis- málaráðið fyri at frætta okkurt um mammu sína. Mamman starvast á donsku sendistovuni í Bangladesh, men skuldi eftir ætlan halda jólafrí longri suðuri í India. Frið í sálina – Eftir at hava roynt fleir ferðir, eydnaðist tað mær umsíðir at fáa fatur á danska uttanríkimálaráðn- um hósdagin, har eg fekk at vita, at mamma ikki stóð á listanum. Tað var eg sjálv- andi glaður um, men tað undrar meg stórliga, at ein slíkur stovnur ikki hevur eina kreppulinju í slíkum førum, sigur Mikkel Ros- enkvst, sum eins og øll onnur bara fekk fatur á ein- um skrivstovufólki, sum royndi at stilla hann um til rætta viðkomandi. Eitt sindur meir frið í sál- ina fekk Mikkel, tá hann 2. januar sá almenna listan, og í morgun fekk hann so um- síður ein teldupost frá mammu síni, sum var kom- in aftur til Bangladesh í øllum. Skeivt navn kann fyrigevast Mikkel er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at almannakunngera listan yvir saknaðar persónar, men skilur ikki, hví mynd- ugleikarnar ikki gjørdu tað fyrr. – Teir hava eftir øllum at døma verið ógvuliga bangnir fyri, at nøvn vístu seg at vera skeiv - at onkrir persónar also ikki vóru saknaðir kortini. Men eitt slíkt mistak hevið eg í øll- um førum fyrigivið teim- um. Hevið tað verið øvut, hevði tað nokk verið trupl- ari at góðtaka, sigur Mikk- el, sum eisini hevur verið nógv í iva um, hvørt hann skuldi meldað mammuna saknaða ella ikki. – Eg eri hennara nærm- asti avvarandi, so tað var upplagt, at eg skuldi gera tað, um tað skuldi gerast. Men nær tekur man eina slíka avgerð? Mamma ar- beiðir hjá danska uttanrík- ismálaráðnum, og tí áttu tey at verið tey fyrstu at boða frá, hvussu veit við hjá teirra starvsfólkum, men har var sum sagt óvanligt trupult at fáa nøkur greið boð. Og tað tykist løgi, tí hetta er jú ein stovnur, sum júst nú hevur ein sera týdn- ingarmiklan leiklut, nú hundratals danir hava roynt at komið heim úr umráðn- um, sum skjótast, sigur Mikkel og leggur afturat, at svenska uttanríkisráðið visti til dømis benanvegin, at umleið 5000 svenskar fartelefonir vóru í økinum, tá vanlukkan hendi. – Tey sendu í stundini sms-boð send á hvørja einastu telefon, bara fyri at vita, hvussu visti við hjá fólki. Tað var ein innsatsur, sum munaði nakað eftir bert lítlari løtu, so tey av- varandi fingu frið í sálina. Meir skal í veruleikanum ikki til, tí í eini slíkari støðu er óvissan tað ringasta, sigur Mikkel Rosenquist. Saknaði mammuna: Hjálpti at síggja listan Tað gjørdi mun at biðja fólk gera vart við seg. Bert fáar tímar eftir at danska ríkisløgreglan hevði almannkungjørt listan yvir saknaðar danir í vanlukkuøkin- um, var talið minkað úr 268 niður í 92 VANLUKKUØKIÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Dapri listin yvir saknaðar danir, sum danska ríkisløg- reglan legði út á internetið kl. 10 fyrrapartin 2. januar, hevði hóast alt eina røð av sólskinsøgum við sær. List- in elvdi til telefonstorm hjá løgregluni, har fólk sjálvi ella avvarandi ringdu og gjørdu vart við, at persónar, ið stóðu á listanum, vóru komin aftur í aftur í øllum góðum. Sama kvøld kundi løgreglan almannkunngera ein nýggjan lista, har 177 nøvn vóru tikin burtur. Ikki ov dramatiskt Danska ríkisløgreglan fegnast um útslitið, men viðgongur, at tað var ein trupul avgerð at taka, tá listin yvir saknaðar danir í vanlukkuøkinum í Asia var almannakunngjørdur. Røddir hava eisini verið frammi um, at tað var ósømiligt at 177 nøvn upp- runaliga komu at standa á listanum á fólki, sum kort- ini høvdu tað gott. Nógvar danskar familjur hava hava fingið uppringingar frá fólki, sum vildu vísa sína samkenslu, tí onkur av teirra avvarandi hava staðið á listanum. – Summi hava verið ørg um at vit hava yvirdramat- iserað støðuna. Men støðan er dramatisk. Úrslitið vit nú hava fingið, høvdu vit ann- ars møguliga skula bíðað eftir í dagar, kanska vikur, sigur ríkisløgreglan sam- bært Berlingske Tidende. Danska løgreglan: Rætt at kunngera nøvnini – Eg bleiv sjálvandi glaður, tá eg sá, at mamma ikki stóð á listanum, men eg skilji ikki, hví listin ikki varð almannakunngjørdur fyrr, sigur Mikkel Rosenquist, sum starvast í Klakvíkar Timburhandli