týsdagur 4. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 1 - 4. januar 2005
Allir borgarar í Tórs-
havnar kommunu
skulu fáa ágóðan av
arbeiðinum hjá
nýggju býráðssam-
gonguni í høvuðs-
staðnum. Og so er
líkamikið um tey
búgva í nær ella langt
burtur frá Vaglinum í
Havn.
BÝRÁÐSARBEIÐIÐ
Snorri Brend
Tíðliga gjáramorgunin fór
Heðin Mortensen frá hús-
um og helt leiðina oman í
Býráðshúsini á Vaglinum,
Hetta hevur hann gjørt so
mangar ferðir áður hesi
seinastu 32 árini, men hesa
ferð var tó ein broyting:
Áður hevur hann mangan
stigið inn um hesar dyr sum
býráðslimur, men í gjár var
tað sum tann 18. borgar-
stjórin í landsins størstu
kommunu.
Sum leiðari av samgong-
uni millum Tjóðveldis-
flokkin og Javnaðarflokkin
skal hann tey komandi fýra
árini hava ábyrgd fyri at
málini í avtaluni teirra mill-
um verða førd út í lívið.
Og tað eru ikki hissini
mál, sum nýggja býráðs-
samgongan hevur sett sær
fyri.
- Okkara hægsta ynski er
at røkja áhugamálini hjá
øllum
borgarunum
í
kommununi – og so er
líkamikið um teir búgva í
Havn, Hvítanesi, Hesti ella
hinum bygdunum. Ja, vit
kenna tað sum okkara
skyldu at gera hetta, sigur
Heðin Mortensen í sam-
røðu við Sosialin.
Frá
nýggjárinum
er
Havnin vorðin enn størri, tí
Kirkjubøar, Nólsoyar og
Hests kommunur eru farnar
í søguna, nú tær eru vorðn-
ar partur av Tórshavnar
kommunu.
Á skrivstovu síni á Vagl-
inum í Havn hevur Heðin
Mortensen eitt gott útsýni
yvir Vaglið. Her skulu
ætlanirnar samskipast og
førast út í lívið, til gagns
fyri allar teir 19.000 borg-
ararnar í høvuðsstaðar-
kommununi.
Vinnan fær góð kor
Tey seinastu árini eru stórur
útbyggingar farnar fram í
høvuðsstaðnum, og tað
arbeiðið er ætlanin at halda
fram við. Ætlanin er kortini
ikki at leypa framav, tí í
avtaluni millum flokkarnar
verður týðiliga og greitt
sagt, at førast skal eina
varligur og ábyrgdarfullur
fíggjarpolitikkur.
- Hóast alt hetta, so er
okkara hægsta ynski at seta
trivnaðin hjá tí einstaka
borgaranum
í
hásætið,
sigur Heðin Mortensen.
Ein av stóru málunum
hjá nýggju samgonguni er
at geva vinnuni góðar um-
støður og kor. Við hesum er
endamálið at skapa góðar
karmar fyri nýggjum virk-
semi og nýggjum vinnum.
Ætlanin er at seta eina
nevnd at taka sær av øllum
málum, sum hava við
menning av vinnuni at
gera. Samstundis skal ein
menningarleiðari fylgja við
gongdini og skal ráðgeva
býráðnum í hesum sam-
bandi.
Allir aldursbólkar
Er nógv gjørt fyri at menna
og útbyggja høvuðsstaðin
upp til henda dag, so er ikki
ætlanin at slaka í hesum
arbeiði í framtíðini.
Í avtaluni millum flokk-
arnar verður sligið fast, at
eftir útbyggingina av Hoy-
víkar skúla stendur Argja
skúli næstur á listanum. Ein
námsfrøðilig menningar-
ætlan skal gerast fyri
barnaansingina, og fyri
barnafamiljurnar
verður
helst eisini sæð fram til at
ein avsláttur fyri systkin
verður settur í verk.
Kropsvenjing og ítróttur
hava eisini stóran áhuga hjá
nýggju samgonguni, og tí
fer kommunan framvegis at
stuðla mennandi virksemi
innan ítrótt og frítíðarvirk-
semi. Og ætlanin er haraft-
rat at menna ítróttin so-
leiðis at Oyggjaleikir aftur
kunnu haldast her á landi.
Á fyrsta fundinum
hjá nýggja býráðnum
í Havn, sum var hós-
kvøldið, vórðu allar
trettan nevndirnar
mannaðar. Talan er
um tær vanligu sjey
býráðsnevndirnar og
seks økis- ella bygda-
nevndir
Boðað varð frá tveimum
valbólkum á býráðsfundin-
um í Havn í gjár. Sam-
gongan við sjey býráðslim-
um,
Heðin
Mortensen,
Katrin Dahl Jakobsen og
Elin Lindenskov úr Javn-
aðarflokkinum og Jógvan
Arge, Leivi Hansen, Hildur
Eyðunsdóttir og Marin
Katrinu Frýdal úr Tjóð-
veldisflokkinum. Hin val-
bólkurin var andstøðan,
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin við Jan
Christiansen, Sjúrði Olsen,
Bjarta Moht og Anniku
Olsen úr Fólkaflokkinum
og Betae L. Samuelsen og
Høgna Mikkelsen úr Sam-
bandsflokkinum.
Hetta býtið í býráðnum
ger, at samgongan fær
tríggjar limir í allar fimm-
mannanevndir, meðan and-
støðan fær hinar báðar.
Soleiðis eru tær trettan
nevndirnar mannaðar tey
næstu 4 árini:
Fíggjarnevndin:
Heðin Mortensen, for-
maður
Jógvan Arge
Leivur Hansen
Jan Christiansen
Høgni Mikkelsen
Sosiala nevnd:
Katrin Dahl Jakobsen,
formaður
Jógvan Arge
Elin Lindenskov
Jan Christiansen
Beate L. Samuelsen
Mentamálanevndin:
Hildur Eyðunsdóttir, for-
maður
Katrin Dahl Jakobsen
Jógvan Arge
Annika Olsen
Beate L. Samuelsen
Tekniska nevnd:
Marin Katrina Frýdal,
formaður
Katrin Dahl Jakobsen
Leivur Hansen
Havnin – ein kommuna fy
Allar býráðsnevn
Hóast teir flestu borgar-
arnir búgva í Havn, so
ætlar nýggja býráðið ikki
at tær smærru kommun-
urnar skulu gloymast.
Hesar skulu eisini fáa sín
lut í menningini av
størstu kommununi í
landinum, og tí eru eisini
lagdar ítøkiligar ætlanir
fyri hesi økini.
Í Kollafirði er ætlanin
at gera havnaøkið á Oyr-
areingjum klárt og gera
eina atløgubryggju. Á
Langasandi verða báðar
atløgubryggjurnar knýtt-
ar saman.
Nógv hevur verið tosað
um havnina á Sundi, har
ein ætlan um neysta-
bygging var frammi, men
sum ikki fekk politiska
undirtøku. Nýggja bý-
ráðið ætlar tí sum skjót-
ast at taka upp spurning-
in um havnina á Sundi,
og út frá hesum avgera
um henda í framtíðini
skal gerast fríhavn.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við havnalagnum í
Nólsoy, og har hevur
kommunan eisini aðrar
ætlanir, sum verða til
gagns fyri tann einastaka
nólsoyingin, og sum fer
at skapa tirvna í bygdini.
Í Nólsoy og Hesti hev-
ur verið lýst eftir teknisk-
um hjálparfólkum, sum
skulu virka sum eitt slag
av húsavørðum í bygdun-
um.
Hesi teknisku hjálpar-
fólkini, sum væntandi
verða sett í starv seinni í
hesum
mánaðinum,
skulu m.a. hava umsjón
og viðlíkahald fyri vatn-
leiðingunum, gøtuljós-
um, vegum, kloakkum,
kommunalum bygning-
um og havnaøkinum.
Annars fáa allar bygd-
irnar í stórkommununi
hvør sína lokalu nevnd,
har býráðið, sambært
Heðini Mortensen fer at
geva teirra arbeiði størst-
an ans. Býráðið hevur
sjálvt valt síni umboð í
hesar nevndirnar, meðan
borgararnir sjálvir velja
hini umboðini.
Útjaðarin skal mennast
- Hetta tekur sína
tíð, men eg meti tað
vera alneyðugt at
hitta hvørt einstakt
av teimum mongu
starvsfólkunum í
býráðnum, sigur
Heðin Mortensen
BÝRÁÐIÐ
Snorri Brend
Nýggi
borgarstjórin
hevði ein strævnan fyrra-
part í gjár: Hann møtti til
arbeiðis kl. 8, og brúkti
meginpartin av fyrrapart-
inum at tosa við starvs-
fólk á leiðini.
Tá vit tosaðu við hann
kl. 11:30 var hann komin
hálva leið við at hitta
starvsfólk í sjálvari um-
sitingini. Hann hevur sett
kortini sær sum mál at
hitta øll tey umleið 1000
starvsfólkini, sum eru
knýtt at kommununi á
einhvønn hátt.
Starvsfólkini fylgja
væl við
Fyrst á skránni í gjára-
morgunin var at seta seg
inn í ta nýggju skrivstov-
una við tí vakra útsýn-
inum móti Vaglinum.
Har var tó fólk inni so at
siga alla tíðina, tí ein
nýggj telda skuldi in-
stallerast og setast á
skrivaraborð hansara.
Hann hevði kortini ikki
langa tíð til at njóta út-
sýnið, tí hann skuldi
fyrireika seg til ein fund
við allar deildarleiðarar-
nar í kommununi. Hesin
fundurin byrjaði kl. 9, og
har legði hann fram
ætlanirnar hjá nýggju
býráðssamgonguni.
Eftir fundin byrjaði
hann so runduna at heilsa
uppá øll starvsfólkini.
Hann gav sær góða tíð til
tað, og ynskti ikki alt
bara hendi í skundi.
- Vit skulu jú sam-
starva í framtíðini, og tí
er eingin orsøk at renna
avstað.Starvsfólkini eru
øll spent uppá arbeiðið
hjá nýggju samgonguni
og hvørjar ætlanir hon
hevur í framtíðini. Hetta
er jú eisini teirra arbeiðs-
pláss, og tí fylgja tey eis-
ini sera væl við í tí, sum
politikkarnir takast við,
sigur Heðin Mortensen.
Eitt tað næsta stóra ar-
beiðið verður at fyrireika
komandi
býráðsfund,
sum er ásettur seinast í
mánaðinum. Hann vænt-
ar tó, at kallað verður inn
til eina eykabýráðsfund
fyrri enn tað, tí at nøkur
mál hava skund og onkur
týdningarmikil
nevnd
skal veljast tá.
- Alt tí alt hevur hetta
verið
ein
hugnaligur
fyrrapartur
í
mínum
nýggja starvi, staðfestir
Heðin, - áðrenn tann
næsta starvsfólkið kom á
hansara leið fyri at heilsa
uppá hann.
Fyrstu tímarnir
til arbeiðis