Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. apríl 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 16. APRÍL 1999 tíðindablaðið 21 Skulin skal menna ton- leikalivið í Fuglafirði Í nógv ár hevur so at síga einki virkesemi verið innan rútmiska tónleikin í Fuglafirði, men nú hevur skúlin keypt fleiri ljóðfóri og ætlar harvið at fáa gongd á aftur í bygd- ini, sum hevur fostrað so kendar bólkar sum Silly Boys og Absurdy Fair TER] NIELSEN Tað er einki at ivast i, at tå 10 man setur Fuglafjørd og tonleik saman. so hugsar man fyrst og fremst um kør tónleikin. tí bygdin hevur fleiri kend kór. Kendast er uttan iva gentukórið. sum Frits Johannesen í mong ár hevur tikið sær av, men eis- int kunnu nevnast Fugla- fjarðar Sangkór og kórið hjá brødrasamkomuni í bygd- ini. Fann rútmiski tónleikurin hevur ikki verið nógv frammi í Fuglafirði í mong ár. Soleiðis var ikki fyrr. tí í sekstiårunum áttu fuglfirð- ingar ein tann best umtókta bólkin í landinum, nevnliga Silly Boys. og nøkur ár seinni var ein annar bólkur hagani, Absurdy Fair, eisini væl dámdur kring landið. Síðani tá hevur eingin rúum- iskur bólkur úr Fuglafirði gjørt um seg, tí nærum eing- ir bólkar hava verið. Tó eru tað nakrir einstakir tónleik- arar ur bygdini, sum spæla í bólkum, sum eru mannaðir av tónleikarum úr ymsum bygdum. Í kenda bólkinum Visible Fish er onkur fugl firðingur. og somuleiðis er onkur eisini í bólkunum Ip- kiss og Clickhaze. Stórur áhugi fyri rútmiskum tónleiki Í skúlanum í Fuglafirði hev- ur rútmiski tónleikurin eis ini ligið í dvala í rúma tíð. men nú er tó gongd komin á aftur. Skúlin hevur brúkt rættuliga fitt av peningi til at keypa ljóðfori. og áhugin millum næmingarnar at spæla rútmiskan tónleik er sera stórur. Hóast lj60førini fyrst og fremst eru keypt til framhaldsdeildina, so sleppa aðrir næmingar tó eisini at royna seg. Hendan dagin, tá Sosialurin var á vitjan, vóru tað nakrir garp- ar úr fjórða flokki. ið spældu fyri okkum. Tveir lærarar í skúlanum. Jónsvein Poulsen og Martha á Lakjuni, standa á odda fyri tónleikaundirvísingini í Fuglafjarða Skúla. Tey greiða frá. at skúlin har á staðnum hevur tónleikin høgt í metum. og tiskil játtar leiðsla skúlans fitt av pen- ingi til nyfløgur av ljóðfor- um í mun til nógvar aðrar skular kring landið. Í tón- leikastovuni á skúlanum eru trummur, keyboard, elek- triskur gittari og mangt ann- að. Jónsvein greiðir frå, at næmingarnir fara sera væl um nýggju ljóðfórini, sum oll verða læst inni. tá ið eingin undirvísing er. Musikskúlin góða undirtøku At áhugin fyri tónleiki sum heild er stórur í Fuglafirði. sæst eisini aftur á musik- skúlanum. Heilt nógvir fuglfirðingar ganga í mus- ikskulanum, og til fleiri ljóðfóri er talan um langar bidilistar, tí oll sleppa ikki framat. At summir næmingar eis- ini ganga í musikskúlanum, sæst aftur í undirvísingini í Fuglafjarða Skúla. Martha á Lakjuni greiðir frá, at tey mangan brúka fleiri av teimum, sum eisini ganga í musikskúla, til at hjálpa til í tónleikaundirvísingini. Stødid hjá næmingunum í Lærarin, Martha á Lakjuni, leggur næmingunum lag á tónleikatímunum er ógvu- liga Ojavnt, og tískil er tað gott, at tað ber til at fáa tær stinnaru næmingarnar at hjálpa til við frálæruni. I føroyska fólkaskúlanum var tað soleiðis fyrr, at tå var ikki nøkur lærugrein, sum æt tonleikur. Tå æt lær- ugreinin sangur, og sum navnið sigur, so var einans sungið í hesum tímum. Nú eitur lærugreinin tónleikur, sigur Jónsvein Poulsen og leggur aftrat. at saman við vælútbúnum lærarum hevur hetta ført við sær, at tað aftur er rúm fyri rútmiskum tónleiki í skúlanum. Hann nevnir í hesum sambandi. at Martha er útbúgvin fólka- skúlalærari við tónleiki sum høvudslærugrein. Nýgga fólkaskúlalógin gevur meguleikar Í sambandi við at nýggja Nnevur tor ikurmnm Si! norð d så n NVO , um li } ppt ( 2 í i í £ Na toamir FÅ foli INAÆMMEAarnr I 4. HOKKI eru sera fegnir um nýggju ljóðforini Mynd: Terji Nielsen Mynd: Terji Nielsen tónleikin. Rúm skal verða fyri ollum teimum handa- ligu lærugreinunum, men tí- verri førir hetta við sær. at teir einkultu lærugreinarnar ikki fáa so nógvar tímar hvor. Í nýggju fólkaskúla- lógini verður eisini lagt upp. at lærugreinar í ávísan mun verða tengdar saman, so at arbeitt verður tvørtur um lærugreinarnar. Hetta hava tey gjørt sær dælt av í Fuglafjarðar Skúla. soleiðis at næming- arnir, serliga í framhalds- deildini, arbeiða við einum evni í fleiri lærugreinum. Eisini tónleikurin verður tengdur at øðrum lærugrein- um. og í hesum døgum framføra næmingar í Fugl- afjarða Skúla ein sjónleik við nógvum tónleiki. sum næmingarnir spæla Vónandi spyrst úrslit burturúr Nú karmarnir so sm Verða Hi slað tt ki Í 10 spælir rúuniskan tónleik an: kanska í eim Prix For oyar finalu!