Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 17. APRIL 1999 ILL: : 15 (arln) Teir høvdu funnið útav, at Milosevic hevði gloymt teir i Dayton-fridaravtal- uni. Albanska uppreistrar rørslan UCK, sum bert taldi 200 mans tá, framdi álop á serbisku løgreglu na. Milosevic kallaði teir yvirgangskroppar og fór eisini við teimum hareftir Teir »naivu« ameriku- menninir settu einki spurnartekin við hetta brennimerkið. Í byrjanini av 1998 tosaði umboðs- maðurin fyri USA, Robert Gelbard. framvegis um yvirgangsfelagskapin UCK. Ein øvutur Midas Tad eyðkennir politikkin hjå Milosevic, at hann i staðin fyri at loysa verandi trupulleikar letur teir bún ast til ógvusligar kreppur Eitt annað eyðkenni er miseydnaða royndin at vinna sær størri vald Balkan-serfrødingar hava longu kallad hann »tann mest urslitaleysa nationalistin í nýggjari tíð<. Slobodan Milosevic hevur tó ongantíð verið nationalistur og heldur ongantíð kommunistur. Tá hann stríddist um valdið vóru tvær politiskar rørsl- ur í Serbia — ein kommun- istisk og ein nationalistisk. »Ti gav hann national- istunum fatan av at hoyra til teir og hinvegin komm- unistunum somu fatan,« sigur Milos Vasic, ein politologur úr Beograd. >Hugsnónum hevur hann ongan áhuga fyri - hann letur seg í og úr teimum, sum vóru tær T- shirts. Tað snýr seg í hans- ara føri um vald, hansara vald.< Srdja Popovic, ein av lestrarfelagunum hjá Milo- sevic við løgfrødisligu deildina á universitetinum í Beograd, sum í dag býr í útlegd í New York, hevur eisini eina ávísa meining um Milosevic: >Slobo er á ein hátt ein øvutur kong Midas (grikskur sagnar- kongur red.). Medan hann kundi gera alt tad, hann rørdi vid, til gull, so evnar Milosevic at finna fram til veikleikar hjå ødrum og styrkja teir«, sigur Popo- VIC. Fleiri bosniskir friðar- samráðingarmenn, frá Cyrus Vance til Lord Ow- en og kanska eisini mað- urin aftanfyri Dayton- avtaluna, Richard Hol- brook, kenna til hetta. Fyrr ella seinni hava teir allir upplivað hansara bein- harða politikk á egnan kropp. og eru ofta farnir av skrivstovuni hjá Milo- sevic við dálkaðum navni. Teir hástóru og sjálv- gladu serbisku mótstøðu- leiðararnir hava verið enn lættari at manupulera. Eftir framgongdnina hjá mótstóðufelagskapinum Zajednos á várið 1997 hendi nakað, sum hevði við sær álvarsamar fylgjur fyri felagskapin. Teir báðir leiðararnir Vuk Draskovic og Zoran Djindjic høvdu hver í sínum lagi gjørt avtalur við Milosevic. Eftir hetta var tað lætt hjá Milosevic at seta teir upp ímóti hvørjum øðrum til teirra samgonga datt sund- ur orsakað av ábreiðslum um svikagerðir. Teir vórðu sostatt báðir sendir út í kuldan. Missir vald Sjálvt um hann fer við mótstøðumonnum sínum á raffineraðan hátt, so merk- ir tað tó ikki, at hann fer at yvirliva Kosovo-kreppuna. Eftir 9 ára vánaligt stýri og fimm ára skilaleyst kríggj eru serbar útlúgvað- ir, og teirra búskaparliga og moralska neyðgoymsla fullkomiliga undangingin. Sjálvt um nakrir embætis- menn í Beograd framvegis brúka tjóðskaparlig her- róp, har Kosovo verður umrøtt sum »heilagt ser- biskt land«, so tykjast tílík orð tóm í oyrunum á fólki. Longu í 1998 var líka- sælan so vidfevnd, at sjålvt ikki hóttanir um NATO-luftålop undir heimsmeistaraskapinum í fótbólti kundu steðga ser- bum í at fylgja fótbólti- num í sjónvarpinum. >Um teir veruliga ætla at bomba okkum. so gera teir tað vónandi í hálvleikinum,< segði ein íbúgvi í Beograd tå. >Kosovo hevur als ongan týdning fyri meg. Milosevic missir tað undir øllum umstødum, eins og Kraina og Bosnia.< Hóttan innanífrá Hundraðtals løgregluf6lk valdu at fara úr starvi í 1998 í staðin fyri at stríð- ast móti albansku mót- stødurørsluni. »Milosevic fer fyrr ella seinni at luttaka f onkrum friðarsamráðingum og skriva undir eina avtalu aftur fyri eitt herðaklapp,< segði ein fyrrverandi løg- reglumaður speiskur í fjør. »Eg ætli mær ikki at enda á óumberuliga deyða- listanum.< Fátæki og misrøkti her- urin er heldur ikki serliga glaður fyri at stríðast ímóti NATO — sterkasta hernað- arvaldið í heiminum. Størsti trupulleikin hjá Milosevic er hóttanin frá motstødumonnunum um, at hann ikki sleppur 6 skakaður undan ollum hesa ferð Orsakað av langa stríð- num um Kroatia og Bosn- ia ætlar vesturheimurin at gera skjótari av enn áður. Men tað kann vísa seg at blíva trupult við teimum trupulleikum, sum stødan inniber. Um landsparturin skuldi blivið sjålvstødugur, so hevði Makedonia ikki kunnað blivið verandi samlað.Tí heldur vestur- heimurin fast vid, at Kos- ovo å ein ella annan hått skal halda å fram at vera ein partur av rest-Jugo- slavia. Hinvegin kunnu tey ikki loyva Milosevic at ræda Kosovo-albanar og noyða tey til rimingar. Milosevic kennir tvi- støðuna og dregur sær gagn av henni. Leggja russar uppí gerst stødan enn meira fløkjaslig og hetta kann hava við sær fleiri hóttanir. Dýrabara sætið hjá forsetanum í Beograd kann tó blíva ótrygt at sita í. Veruligi vandin kemur aloftast innanífrá og ikki uttanífrá. Tað kundi hugsast, at onk- ur frá hansara innasta skara kundi fingið tað hugskot at koyra hann um koll. Tílíkt hendir vanliga uttan ávaring. Blá bók Slobotan Milosevich varð føddur 29. aug- ust í 1941 í serbiska Pozarevac. Foreldur hansara vóru tilflytarar úr Monte- negro. Faðirin, ein ortodoksur prestur, rýmdi frá familjuni. Mamman gjørdi sjálvmorð. Milosevic hevur lisið løgtrødi og gjørdist limur í kommunistiska flokkinum í 1959. Í 1968 fekk hann eitt leiðandi starv í fyritok- uni Teknogas. Í 1984 kom hann í hægri starv sum kommunistiskur floksformaður í Beograd og í 1987 floksformaður í Serbía. Í mai 1989 gjørdist Milosevic forseti í Serbia. Eftir at Slovenia og Kroatia blivu sjålvstødug i juni i 1991, gav hann sam- veldisherinum boð um at gera atsóknir. Eitt ár seinni fór jugoslaviski herurin inn í Bosn- ja. Við friðarsamráðingarnar í Dayton í 1995 hevði Milosevic ein týðandi og uppbyggj- andi leiklut. Í 1997 mutraði einræðisharrin serbisku mótstoðuna við stuðuli frá ávika- vist løgregluni og snildum framferðarhátti og varð tilnevndur forseti i Jugoslavia. Milosevic er giftur við komministinum Mirjana Markovic. Hann hevur tvey børn, sum eiga eina út- varpsstoð. Tey stuðla honum bæði og brúka eisini útvarpið til hetta endamál.