fríggjadagur 4. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 147 - 4. august 2000
Nr. 147 - 4. august 2000
JÁKUP MØRK
Í blaðnum í gjár stóð at lesa,
at Bjørn á Heygum hvass-
liga fanst at frídømingini av
Signari á Brúnni, fyrrver-
andi landsstýrismanni.
Millum annað vísti hann
á, at hetta mál kann skapa
fordømi fyri, at landsstýris-
menn at kalla fáa frítt spæli-
rúm uttan at skula taka fyri-
lit fyri teimum játtanum,
sum løgtingið annars hevur
samtykt.
Greiðari
mannagongdir
Hasi orðini frá Bjørn á
Heygum havi eg sum so
onga viðmerking til. Hatta
er ein juridiskur spurningur,
Endurskoðan er neyðug
Málið um Signar á Brúnni hevur greitt víst, hvussu alenyðugt tað er at endurskoða lóggávuna á økinum, heldur
Anfinn Kallsberg, løgmaður
sum eg sum so einki hava
at siga um, vóru fyrstu orð-
ini frá Anfinni Kallsberg,
løgmanni, tá vit spurdu um
hansara fatan av málinum.
Løgmaður segði tó víðari,
at eftir hansara fatan hevði
málið um Signar á Brúnni
týðuliga staðfest, hvussu
neyðugt tað er við eini
endurskoðan av lógarkarm-
inum á økinum.
- Trupulleikin er, at tað á
fleiri økjum eru konfliktir
ímillum stýrisskipanar- og
játtanarlóggávuna, og hetta
málið er bert eitt dømi um
henda trupulleika, sigur løg-
maður. Víðari sigur hann, at
eigur at verða soleiðis fyri-
skipað, at greiðar manna-
gongdir fáast á økinum, so-
leiðis at sleppast kann und-
an líknandi trupulleikum í
framtíðini:
- Vit nýta alt ov nógva tíð
og orku upp á at loysa tru-
pulleikar, sum tað skuldi
verið púrasta óneyðugt at
komi í. Tað, sum tørvur er
á, er at fáa púrasta greiðar
mannagongdir frá A til Z,
soleiðis at tað eingin ivi er
um, hvussu mál skulu hand-
farast. Hetta eigur at vera
galdandi frá teirri løtu, at
málið stingur seg upp á ein-
um stovni og allan upp í-
gjøgnum tað politisku pro-
cessina. Tað ber ikki til, at
vit alla tíðina skulu trilva
okkum fram og fara skeivur
av hvørjum øðrum, sigur
Anfinn Kallsberg at enda.
- Tað ber ikki til, at vit ala tíðina skulu trilva okkum fram, heldur løgmaður
Í løtuni verður arbeitt við at gera ferjulegurnar við Gomlurætt og í Skopun til reiðar, so
tær eru førar fyri at taka ímóti nýggju Sandoyarferjuni, tá henda verður sett í sigling.
Eisini í Hesti skulu fyrireikingar gerast til nýggju ferjuna, og á myndini omanfyri sæst,
hvar Sandoyarferjan eftir ætlan skal leggja at.
Fyrireikingar
Mynd: Edvard Joensen
Jazzfestivalurin
Jazzfestivalurin
Stavanger Gospel Choir
SQUARE ONE
Lis Sørensen
, KR. 80,-
, KR. 150,-
,
Mikudag 9. august
Hósdag 10. august
Fríggjadag 11. august
Leygardag 12. august
Bjørn Thoroddsen (IS)
JASSARNIR
J.S.& Bach
Trio 2/ASSIMILATION
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
IVORY v/ Eivør Pállsdóttir og John Purcell
A Tribute to Louis Armstrong
SWINGING LINK v/Jens Nørholm
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
Kurts Blues Band Åland
JASSARNIR
GREEN GATE
PLÚMM
PÁLL finnur PÁLL
SQUARE ONE Blues trio (N)
JASSARNIR
Coco Nelegatti y su QUINTETO
ARRABAL arg./tysk Tango ork.
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
SOFIA FINNILÄ, vokal (
JAZZOASIS
(FO)
Arne Forchammer (DK)
(FO)
v. Holger Laumann &
(FO)
(FO)
FIN) v.
(FO)
J
S
óhannes Andreassen &
tamen Stantshev (FO)
GR/IS/F0/DK trad. Jazz
(N)
v. Jørgen Dahl
(DK)
KR. 100,-
, KR. 150,-
HALLAS TRAVEL
STAVANGER GOSPEL CHOIR
LOST PILGRIMS
LIS SØRENSENS GROUP
LOST PILGRIMS
17. Tórshavnar Jazz, Fólka & Blues Festival 2000
Í Norðurlandahúsinum
ATGONGUMERKI TIL ALLAR DAGAR: KR. 360,-
Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, tlf. 317900
og á Kunningarstovuni, tlf. 315788
Fyrivarni verða tikin fyri broytingum
NICLAS JOHANNESEN
Fyri tveimum árum síðani -
og fyri fyrstu ferð nakrantíð
í amerikansku tónleikasøg-
uni - var country tónleikur
skúgvaður av ovastu sølu-
hillunum.
Har dusaði rapp-tónleik-
urin sær. Tað fitta - country
- hevði tapt móti tí ljóta -
rappinum. Henda lutfalsliga
unga sjangran seldi 81
milliónir fløgur, kassetu-
bond, og plátur, meðan
country-sjangran seldi 72
milliónir í 1998. Vøksturin
innan rapp-tónleikin var
heili 31 prosent samanborið
við tvey prosent innan
country-tónleikin og seks
prosent vøkstur innan rock-
sjangruna.
Harðligt
Fyrstu vikuna í juni ár 2000
kom hvíti rapparin Eminem
við sínum harðligu tekstum
út við nýggjari fløgu og
skúgvaði alt fyri eitt bubble-
gummi drotningina Britney
Spears út á síðulinjuna.
Eminen liggur í hesum døg-
um eisini ovaliga á føroysk-
um hit-listum so sum „15
Teimum Bestu“.
Útgávan “The Marshall
Mathers LP” er fylt við
haturi, neyðtøku og morði.
Og mest seljandi fløgan
fyrstu
vikuna
í
juni.
Eminem sló rættiliga ígjøg-
num við lagnum “Slim
Shady” (Slim Shady er ein
fiktivur persónur, líka sum
Esmar Eysturoy, uttan at
hesir báðir tó líkjast serliga
nógv, blðm.) og var ein av
teimum fáu hvítu rappar-
unum, millum fyrst og
fremst svartar gangstar
rapparar so sum Dr. Dre,
Snoop Dog, Tupac Shakur
(skotin), og Notorius Big
(doyði í vanlukku).
Hip-hop er kollveltingar
rødd ungdómsins, segði
rapparin Jay-Z í eini grein í
Time Magazine fyri árum
síðani. Hetta er tað, fólk
vilja hava, legði hann aftrat.
Hann hevur helst rætt. Hip
hop er í dag at hoyra
allastaðni.
Á
filmum,
radiostøðum og lýsingum
fyri alskyns lutum. Tað er
serliga ágangandi, tunga
beatið, sum tey ungu fella
fyri.
Í moral-fikseraða USA
eru tey tó mong, sum rópa
varskó. Nakað av rappinum
eggjar nevniliga beinleiðis
til ólevnað og kriminalitet.
Fyri at halda fast við
Eminem so skrivar hann
beinleiðis um at neyðtaka
mammu sína.
Tað fær valla verið verri.
Foreldur gerast heit um
skallan og ivast í, hvussu
tey skulu takla, at Eminem
og hansara líkar ljóma inni
í kamarinum hjá tannáringa
soninum/dótrini. Í Norður-
amerika eru allar fløgur, ið
innihalda eiðir og annan
ónærisligan tekst merktar
við ávaringum. So øll eru
fullgreið um, at hetta er ikki
ein sunnudagsskúla fløga.
Tey serkønu hava síni boð
til foreldur. Men tey eru ikki
øll í samsvari við hvørt ann-
að.
Eini boð eru, at foreldrini
skulu bara sjálvi lurta eftir
hesum fløgunum. Tí ikki
allur tónleikur er líka radi-
kalur. Haraftrat verður eis-
ini mint á, at seinastu 50
árini hava foreldur øst seg
upp um moralin hjá tann-
áringum - heilt síðani ung-
dómsmentanin vaknaði við
undirlívsvreiggjunum hjá
Elvis. Hetta við foreldra-
óttanum mótvegis børnun-
um er líkasum ein náttúru-
lóg.
Fjáltur
Foreldur hava syfst í bylgj-
um av moralskum fjálturi í
50 ár, vísir eitt nú profess-
arin Martin Laba á Simon
Fraser universitetinum í
USA á. Sjálvur er hann
sannførdur um, at ússa-
ligasta loysnin er sensurur.
Tað hevur ongantíð dugað,
og tað fer aldrin at duga,
sigur hann.
- Dagsins børn liva í ein-
um elektroniskum um-
hvørvi, sum er fullkomiliga
ógjørligt at regulera. Tað,
børn hava fyri neyðini, er
“media-lærdómur” soleiðis
at tey ungu kunnu verja seg
sjálvan mótvegis ágangandi
boðskapum, sum media-
heimurin sendur í stríðum
streymum, allatíðina, sigur
Laba professari.
- Tað finst ein óndur
heimur har úti, fyltur við
ábyrgdarleysum menniskj-
Tey velja rapp
um og loysnin er at vera
snildur og kritiskur, leggur
Martin Laba aftrat.
Haraftrat er Martin Laba
fullvísir í, at innan popp-
tónleik koma orðini í aðru
røð aftan fyri beatið í sang-
unum. Í londum, har enskt
er fremmandamál, er hetta
upp aftur meira galdandi.
Hip-hop er list - ikki veru-
leiki, sigur hann. Tað er list,
sprottin í kjalarvørrinum á
einum rasistikum, fátæks-
ligum samfelag, har markn-
aðurin og kapitalurin ráða.
Hann vísir eisini á, at rapp
hevur eitt rættiliga dygt
søguligt kjølfesti og sigur,
at um hann hevði børn, so
hevði hann ynskt, at tey
lurtaðu eftir rapp heldur enn
eftir Britney Spears.
Senurur nyttar onki
Eisini sálarfrøðingurin og
professarin Kim Schonert-
Reichl er samd í, at sensurur
nyttar onki. Hon heitir á for-
eldur um at finna útav,
hvussu stóran leiklut - og
hvønn - leiklut rapp-tón-
leikur hevur í lívinum hjá
teirra børnum. Hon mælir
foreldrum til at práta við
teirra børn.
Víst verður eisini til
bókina “Metal Heads”, sum
viðger, hvussu ung brúktu/
brúka heavy metal tónleik.
Høvundurin Jeffrey Jensen
Partur av rapp-tekstum, sum ljóma inni í kamarinum hjá tannáringum er
bæði blóðigur, harðligur og kvinnu-hatskur. Og ovast á hitlistunum. Í USA
rópa summi varskó, meðan onnur mæla til at sláa kalt vatn í blóðið. Eisini í
Føroyum er rapp væl við.
kemur fram til, at tann-
áringar brúka tónleikin at
regulera sinnislop (mood
swings) við.
Tónleikurin
hevði
ta
ávirkan á tey ungu, at tey
gjørdust minni ill eftir at
hava lurtað eftir hesum villa
tónleikinum.
Kanningar,
sum Arnett, lærari a Lærda
Háskúlanum í Maryland,
hevur gjørt vísa, at ung ser-
liga lurtaðu eftir hesum
tónleiki, tá tey vóru ill. Og
hetta var ein púra vanda-
leysur háttur at vísa teirra
øði.
Arnett er tó ikki samdur
við teimum, ið seta líkheits-
tekin millum Elvis og hans-
ara beinsveiggj og so harð-
skaps-eggjandi rapptónleik-
in. (Gangster) Rapptónleik-
ur gevur eina forskrúvaða
versjón av, hvussu kvinnur
skulu vera viðfarnar, sigur
hann.
Martin Laba er samdur,
men sigur, at tað hava eisini
aðrar tónleika sjangrur gjørt
frammanundan. Og hann
hevur ein universitetsklassa
fullan av ungum fólki, sum
eru uppvaksin við gangsta-
rapp tónleiki, men sum
kortini liva í kensluligari
javnvág. Hann vísir á, at tey
flestu ungu liva seg full-
komiliga inn í sjálva rapp-
mentanina og har er harð-
skapur bert ein lítil partur í
tí stóru myndini.
Heldur enn at forbjóða,
eiga fólk at práta um tað.
Sum foreldrini
Sálarfrøðingurin Schonert-
Reichl, vísir eisini til kann-
ingar, ið vísa, at í síðsta
enda so fáa børn sum oftast
somu lívsvirðir sum teirra
foreldur.
Tað snýr seg um at geva
teimum gott í beinið, sigur
hann.
Somu kanningar vísa eis-
ini, at børn, har foreldrini
veruliga lurta eftir teimum,
hava betur kjans at menna
ein sunnan moral enn børn,
har foreldur tala í boðshátti
og dialogurin er einsrætt-
aður.
Í síðsta enda er tað helst
júst tað, rapp-tónleikurin
snýr seg um. Røddir ongin
hoyrdi, fyrr enn trummu-
beatið bankaði boðskapin
inn í hvønn krók.
Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir
fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum
Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú
leggja eftir samkyndum.
Tað er serliga millum ungar dreingir, at Eminem hevur
sín dygga viðhaldsskara
Hendan myndin er tikin sama dag sum nýggja útgávan hjá Eminem kom á
heimsmarknaðin. Hann seldi milliónir eftir eini løtu