fríggjadagur 4. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 147 - 4. august 2000
Nr. 147 - 4. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Tiltikni málverjin
Ray Clemence er
ein kempa í ensk-
um fótbólti. Hann
hevur spælt fyri
Liverpool, Totten-
ham og á enska
landsli›num, og
nú er hann mál-
mansvenjari hjá
enska fótbólts-
sambandinum. Í
løtuni er hann í
Føroyum vi›
enska U16 lands-
li›num
Ey›un Klakstein
Hann telist millum størstu
nøvnini í enskum fótbólti,
og framvegis hevur hann
t‡›andi leiklut innan fót-
bóltsspæli› í Onglandi.
Heimskendi bretski mál-
verjin, Ray Clemence, er í
hesum døgum at síggja í
føroyska
høvu›ssta›num,
higar hann er komin vi›
enska U16 fótbóltslands-
li›num, sum luttekur í NM-
kappingini, sum hevur veri ›
í Gundadali alla vikuna.
Ray Clemence var mál-
verji í Liverpool, tá felagi ›
var ta› mest vinnandi í
enskum fótbólti í sjeytiárun-
um. Í 1981 flutti hann til
Tottenham, har hann spældi
til 1988. Clemence var eis-
ini á enska landsli›num 61
fer›ir til hann í 1983 gavst á
landsli›num.
Í dag er Ray Clemence í
starvi hjá enska fótbólts-
sambandinum,
har hann
hevur stóru uppgávuna at
venja og halda eyga vi› øll-
um teimum málverjum, sum
kunnu koma á ensk landsli›.
Hann venur teir bestu, sum
spæla á enska A-landsli›n-
um, og hann hann venur eis-
ini teir ungu og lovandi,
sum spæla á U16 landsli›n-
um.
Mikudagin hitti Sosialur-
in kenda enska málverjan á
Hotel Føroyum, har øll tey
útlendsku
fótbóltsli›ini,
sum eru vi› í NM-kapping-
ini, búgva. Vit tosa›u vi›
hann um arbei›i› sum mál-
mansvenjari,
um hansara
dagar í Liverpool-málinum
og um hvørjar eginleikar ein
málverji í nútímans fót-
bóltsspæli skal hava.
Bæ›i ungar
og royndar
– Fótbóltur er ein fantastisk-
ur ítróttur, og eg havi brúkt
stóran part av lívi mínum
upp á fótbólt. Tá kroppurin
so bo›ar frá, at hann ikki
klárar at spæla meira, so er
ta› frálíkt at kunna ver›a
ver›andi innan fótbólts-
heimin og geva ví›ari ta›,
sum eg havi lært og upp-
liva›, sigur Ray Clemence.
Uppgávan í Føroyum er
saman vi› U16 landsli›n-
um, men í summar var Ray
Clemence partur av enska
landsli›num,
sum spældi
vi› í EM-endaspælinum í
Belgia og Hollandi. Har var
uppgávan at venja landsli›s-
málverjarnar David Seaman
og Nigel Martyn.
– Seaman og Martyn eru
ávíkavist 36 og 33 ára gaml-
ir,
og teir hava nógvar
royndir. Tí kann eg ikki læra
teir naka›, men eg kann
syrgja fyri, at teir eru væl
fyri. Teir ungu málverjarnir
skulu allatí›ina læra naka›,
me›an teir, sum spæla á A-
landsli›num,
skulu halda
málmansspæli› vi› líka,
grei›ir Ray Clemence frá.
Uppgávurnar hjá einum
málmanni eru nógvar, men í
grundini sn‡r ta› seg um at
for›a mótstø›umonnunum í
at gera mál.
– Málmenn skulu duga at
brúka hendurnar, tí ta› nytt-
ar einki at tora at tveita seg
ni›ur fyri føturnar á álops-
spælarum ella upp í mál-
horni›, um endin á øllum er,
at tú ikki klárar at taka
bóltin ella fáa hann burtur.
Hendurnar eru t‡dningar-
miklar.
– Tá vit tosa um altjó›a
fótbólt, so er konsentratión-
in eisini sera t‡dningarmik-
il, og málmenn skulu taka
røttu avger›irnar. Í altjó›a
fótbólti
hava
málmenn
sjáldan nógv at gera, men tá
ta› er okkurt at gera, so
mugu teir taka røttu avger›-
irnar.
Tær størstu løturnar
Ray Clemence hevur sjálvur
roynt alt ta›, sum hann tosar
um. Hann hevur spælt nógv-
ar avgerandi dystir, bæ›i í
Onglandi og í altjó›a fót-
bólti vi› Liverpool og enska
landsli›num. Men í grund-
ini ætla›i hann sær ikki at
vera málverji.
– Eg ætla›i ongantí› at
gerast málverji, og eg stó›
ikki í málinum, fyrr enn eg
gjørdist 15 ára gamal. Eg
byrja›i sum áleypari og
enda›i sum verjuspælari.
Ein dagin mangla›i li›i›,
sum eg spældi á, ein mál-
verja, og venjarin helt, at eg
skuldi royna meg, og alt
kom bara natúrliga eftir ta›.
– Fólk plagdu at siga, at
ta› er eingin spennandi upp-
gáva at vera málverji, og ta›
plagdi ta› kanska ikki at
vera, men ta› er ta› nú.
Málmenn vinna dystir fyri
síni feløg og landsli›, og vi›
brotssparkskappingnum
hava teir eisini fingi› ein
stóra uppgávu. Teir kunnu
blíva hetjur, um teir gera
bjargingarnar.
Á›renn stóru tí›ina í
Liverpool í sjeytiárunum,
spældi Ray Clemence í tvey
ár í 3. deildarfelagnum
Scunthorpe. Har fekk til-
tikni venjarin hjá Liverpool,
Bill Shankly, eyga á Cle-
mence, og eftir at hava fylgt
honum í eina tí›, avgjørdi
Liverpool at keypa hann fyri
140.000 krónur.
Hetta var í 1967, og eftir
ta› fylgdu 14 framúr ár í
Liverpool,
har Clemence
helst var kendasta navni› á
Liverpool-li›num.
– Tey 14 árini í Liverpool
góvu mær mínar størstu løt-
ur innan fótbólti. Eg spældi
saman vi› nógvum gó›um
spælarum,
og vit vunnu
nógv. Um eg skal peika á
tí›arskei›,
sum var ta›
besta, so má ta› var í 1977,
tá vit innan 10 dagar spældu
tríggjar avgerandi dystir. Vit
vunnu meistaraskapin leyg-
ardag, taptu sí›ani steypa-
finaluna leygardagin eftir,
og mikudagin vunnu vi›
Europa Cup fyri meistara-
li›, grei›ir Clemence frá.
– Hesir dagarnir góvu
mær alt, sum fótbóltsspæli›
kann geva. Tann stóra gle›in
at vinna, sí›ani vónbroti› at
– Fótbóltur er mítt lív
– Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so bo›ar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so
er ta› frálíkt at kunna ver›a ver›andi innan fótbóltheimin og geva ví›ari ta›, sum eg havi lært og uppliva›, sigur Ray Clemence.
Mynd: Jonhard Hammer
Lesi› eisini
ÍtróttaSosialin
á alnetinum:
www.sosialurin.fo
tapa, og sí›ani uppgávan at
taka seg saman aftur og
vinna tann størsta sigurin.
Ta› var ótrúliga spennandi
og stuttligt – eisini veitslan
eftir Europa Cup sigurin,
leggur hann aftur at flenn-
andi.
– Hana fara allir teir, sum
vóru vi›, at minnast fyri lív-
i›, sigur hann uttan at koma
vi› eini nærri frágrei›ing.
Finalan gjørdist ein
vanligur dystur
Í Liverpool spældi Cle-
mence 656 dystir, og í 335
av hesum dystum helt hann
máli› reint.
– Eg hev›i gó›ar spælara
rundan um meg. Vit kendu
væl hvønn annan,
bæ›i
styrki og veikleikar, og av tí
at vit høvdu so gott li›,
brúktu vit meginpartin av
tí›ini á hálvuni hjá mót-
stø›uli›unum.
Clemence var› einafer›
endurgivin fyri at siga, at
vi› hvørt iva›ist hann í, um
hann var› ynsktur á Liver-
pool-li›num. Hann hev›i so
líti› at gera, at slapp hann at
gera 3-4 bjargingar í einum
dysti, so hev›i hann havt
nógv at gera.
– Eg hev›i gó›ar verju-
spælarar frammanfyri meg,
men eg hev›i eisini gó›a
konsentratión. Tá eg í einum
dysti skuldi gera onkrar
bjargingar, so skuldi eg eis-
ini gera tær. Og ta› leggi eg
framvegis stóra vekt á –
málmann skulu vera klárir
og teir skulu konsentrera
seg allan dystin.
Í 1981 flutti Clemence úr
Liverpool og til Tottenham,
har hann sí›ani spældi til
hann gjørdist 39 ára gamal.
– Seinasti dysturin hjá
mær í Liverpool var Europa
Cup finalan ímóti Real
Madrid í 1981. Dysturin var
spældur í Paris, og framm-
anfyri 50.000 ásko›arum
vunnu vit 1-0. Fólk trú›u
ikki sínum egnu oyrum, tá
tey hoyrdu, at eg skuldu
flyta úr Liverpool eftir ein
slíkan dyst.
– Men eg tók avger›ina í
skiftirúminum eftir hendan
dystinum, tí me›an spælar-
arnir drukku sjampanju og
vóru í gó›um lag, uppfata›i
eg ta› heila sum ein vanlig-
an dyst. Tá ásanna›i eg, at
eg hev›i brúk fyri n‡ggjum
avbjó›ingum fyri at fáa
meira burtur úr persónliga.
Tá ein europeisku finalan
ver›ur bara ein vanligur
dystur fyri teg, so ver›ur tú
noyddur at leita eftir eini
n‡ggjari avbjó›ing onkra
a›rasta›ni, og ta› gjørdi eg í
Tottenham.
Í Tottenham var Ray Cle-
mence vi› til at vinna ensku
steypakappingina, og í 1984
vann Tottenham UEFA Cup
kappingina. Men annars
vóru sigrarnir ikki at saman-
líkna vi› ta›, sum hann
hev›i vunni› í Liverpool.
Clemence
spældi
61
landsdystir á enska lands-
li›num, og ta› gjørdi hann
samstundis, sum hann kapp-
a›ist vi› eitt anna› kent
navn, Peter Shilton. Í 1983
gavst Clemence á lands-
li›num, og tá høvdu hann
og Shilton spælt nøkun-
lunda líka nógvar lands-
dystir. Shilton helt fram á
landsli›num,
og
hann
spældi samanlagt yvir 120
landsdystir.
– Um annar av okkum
ikki var málverji, so hev›i
hin spælt so nógvar lands-
dystir, sum eingin hev›i
kunna› samanlíka seg vi›,
heldur Clemence.
Fri›arligt í Føroyum
Hóast hann hevur fer›ast
nógv, er hetta fyrsta fer›in,
at Ray Clemence er í Føroy-
um.
– Mær dámar væl her. Eg
havi skilt á lagnum, at tit
hava ikki havt slíkt turrve ›-
ur í 100 ár, so eg havi ver›
heppin. Hitin hevur veri ›
gó›ur, og ta› hevur veri ›
líti› av vindi. Fólk eru sera
fyrikomandi og blí›, og her
er so fri›arligt og vakurt.
– Vit gingu ein túr í
b‡num í dag, og ta› er
munur á her og í London,
har eg búgva. Har gongur alt
so skjótt fyri seg, fólk eru
stressa› og havi ikki stundir
til naka›. Her tykist alt at
ganga eitt sindur spakuligari
fyri seg, sigur hann.
Hóast hann hevur nógv ár
á baki innan fótbólt, so ætlar
hann sær at halda fram. Í
løtuni er hann málmans-
venjari, men hann útilokar
ikki, at hann einafer› í fram-
tí›ini ver›ur venjari hjá
onkrum felagi í Englandi.
– Fótbóltur hevur veri ›
mítt lív, so einfalt er ta›. Eg
elski
fótbóltsspæli›
og
ynski framvegis at vera ein
partur av tí vi› øllum tí, sum
fylgir vi›.
– Ta› er ein ítróttur, sum
fer vi› nógvari tí›, og fót-
bólturin leggur nógvar for›-
ingar fyri tínum vanliga
sosiala lívi, tí tú ert nógv
burturstaddur og tú hevur
ongantí› frí um vikuskiftini.
Og sjálvt tá tú ert venjari,
mást tú offra naka›. Men eg
havi fingi› nógv burtur úr at
vera fótbóltspælari, eg havi
lært nógv,
fer›ast kring
heimin, og eg møtt nógvum
fólki, sum eg annars ikki
hev›i møtt, sigur Clemence.
Í morgin fer hann heim-
aftur til Onglands, og tá
kann hann samstundis halda
sín fø›ingardag nummar 53.
Málmanskempan úr Ong-
landi.
Ray Clemence vardi máli› hjá
Liverpool, tá felagi› var ta›
mest vinnandi í enskum
fótbólti í sjeytiárunum. Hann
spældi eisini í Tottenham og
61 fer›ir á enska landsli›num
– Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman vi›
nógvum gó›um spælarum, og vit vunnu nógv, sigur tiltikni málverjin úr Onglandi.