Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 73 — 20. APRIL 1999 13 ítróttar Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo ITROTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo | | | Jens Kristian Hansen úr B36 og Helgi Petersen úr NSÍ hava leingi vitað, at teir fara at hittast af! tur í fjórðingsfinaluni Á Mynd: Álvur Haraldsen Lítið hopi í steypakappingini Fótbóltur: Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypid er at meta sum ein »undansteypakapping«, og ikki kann sigast annað. enn at veruliga steypakappingin ikki byrjar fyrr enn 2. maí EmiL L. JACOBSEN Bólkaspælið í kappingini um løg- manssteypid er so gott sum farið aftur um bak. og í skrivandi løtu restar bert útsetti dysturin millum B68 og KI í, áðrenn allir dystirnir eru spældir. Síðani FSF fyri nøkrum árum síðani fór undir at skipa steypa- kappingina í bólkar. hevur grund- gevingin fyrst og fremst verið. at hetta gevur liðunum nógvar dystir at finna rætta formin, áðrenn landskappingin byrjar. Tað er kanska ikki so býtt. at oll liðini, sum eru við í bólka- spælinum, fáa heilt fitt av dystum beint áðrenn landskappingin byrj- ar, men nú hesin parturin av kapp- ingini syngur sítt síðsta ørindi í ár, eru fleiri spurnartekin við. um hetta nú er tann rætta skipanin. Tað man neyvan koma fyri nakra aðrastaðni í fótbóltsheim- inum, at eitt lið kann tapa fýra dystir í steypakappingini og fram vegis ikki vera útsligið (IF í år). Í flestu forum er ein taptur dystur nóg mikið. Alt gott um IF, men um fuglfirðingar nú vinna steypa- kappingina, eftir at teir hava tapt fýra dystir, eru teir so teir røttu steypavinnararnir? I so máta kunnu vit ikki kalla bólkaspælið fyri annað enn ein kvalifikation til steypakappingina vid ødrum ordum ein »undan steypakapping«. Tað er eisini so sum so. hvussu stórum álvara liðini taka kapping- ina. Tað eru fleiri dómi um, at lið ikki hava hug at sleppa í bólka- spælið, tí tey ikki halda tað tæna nøkrum endamåli, hvorki hjá teimum ella teirra møguligu mót- stødulidum. Og hví ferðast runt um alt landið til dystir, tú ikki hev- ) ur nakran kjans fyri at vinna Vit minnast øll nøkur år aftur, tå fótbóltsfelagið Skansin kom i bólkaspælið. har teir m.a. taptu 22-0 móti HB Síðani tá er skipanin tíbetur broytt soleiðis. at eitt lið sum Skansin í dag skuldi verið sera heppið fyri at sloppið so langt sum í bólk saman við teimum sterkastu |. deildarliðunum. So hevði onkur sagt, at um vit høvdu gjørt tað sum flestu aðra- staðni, kundi Skansin trekt HB longu í fyrsta umfari og framvegis tapt 22-0. Gaman i, men tað hevði so verið tað, og so høvdu teir ikki verið noyddir at spælt ein dyst afturat móti HB. umframt tveir móti B36, ella GI. ella KI... Tríggjar endurtekur í fjórðingsfinalunum Nú restar framvegis ein dystur í bólkaspælinum i år, men tað er longu greitt. at tríggjar av teimum fýra fjórðingsfinalunum verða endurtøkur av dystum í bólka- spælinum. Tað snýr seg um dystir- nar B36-NSI (sum tey flestu við skili fyri fótbólti vistu longu frá lutakastinum av, fóru at gerast tvey tey ovastu liðini í bólkinum). HB-IF (HB sum vinnari av bólki I og IF sum næstbesti 3'ari), og tað er eisini greitt, at besti 3'arin verður tann í bólki 2. Og hann skal spæla móti... ja, nummar tvey í bólki 2! Nú eru endastødurnar falnar sera óheppið út fyri kappingar- skipanina, men spurningurin er. um tað ikki hevði verið skilabetri t.d. at bíða við lutakastinum. inntil bólkaspælið var liðugt. so ein kundi tryggjað sær, at tað ikki blivu tey somu liðini, sum spældu móti hvørjumødrum. Tað munnu B68 og KÍ halda. Hesi bæði liðini hava longu spælt ein steypadyst og skuldu eftir ætlan spæla ein afturat í gjár. Síðani hittast tey aftur í fyrsta umfari av landskapp- ingini, og níggju dagar seinni eru fjórðingsfinalurnar. og sannlikind ini fyri. at tað aftur verða KI og B68. sum hittast í tí dystinum, eru stor Kann loysa seg at tapa Nakað annað er. at eftirsum KI og B68 nú eru tey einastu liðini, sum hava dyst eftir i bólkaspæl- inum, kunnu tey »spekulera« í úrslitinum og so at siga sjálvi velja. hvønn tey skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. Eingin kann verja seg móti veðri og verkfalli. og als ikki fótbólturin. men tað gevur onga meining. at tað í eini steypakapping skal kunna loysa seg at tapa Sum heild hevur steypakapp ingin avdúkað nakrar óhepnar veikleikar í núverandi skipanini Sum sagt hava endastødurnar i bólkunum verið sera óhepnar. men fyri at taka samanum, er lítið hopi í at halda fram við núverandi skipan, um hetta verður lagið hvort ár. Tí tað kunnu hvorki spæl- arar ella áskoðarar vera serliga nøgdir við