týsdagur 20. apríl 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 20. APRÍL 1999
ítróttar
Málverjin reyk
eftir átta minuttum
Fótbóltur: Men hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu toftamenn kortini
at sleppa norður um aftur við øllum stigunum
Toftamenn fingu ein stóran
hvøkk, tá teir sunnudagin
vóru á Sevmyri. Bara átta
minuttir vóru farnir. tå dóm-
arin hevði ostaskorpuna á
lofti, og so mátti B68 mál-
verjin, Eyðun Petersen, tun-
gu sporini av vellinum.
Dómarin helt, at málverjin
hevði brúkt neyðbremsuna
uttanfyri brotsteigin. Tað
vóru toftamenn ikki samdir
við honum í. men tað hjálpir
lítið, tí sum kunnugt er bara
ein skipari á Polo — eisini á
fótbóltsvollinum.
Stødan, sum hevði útvís-
ingina við sær, var ikki so
ólík henni, sum so ofta hev-
ur verið at sæð áður. Mál-
verjin og álopsmaðurin í
senn til bltin, og dómarin
metti, at målverjin, sum
royndi at sparka bóltin burt-
ur, feldi álopsmannin.
So noyddist Bjørn Krogh
at umskipa. Aksel Højgaard
kom av beinkinum og i mål-
ið. og fótbótlsavrikið hjá
Finn Mørk gjørdist stutt á
Sevmyri sunnudagin.
Alopskendir
Í sovornum stóðum sæst
ofta, at venjarar taka ein á-
lopsspælara út og harvið
hava eins nógv fólk afturi á
vøllinum, sum motstødulid-
10 hevur.
Soleiðis gjørdi B68 venj-
arin ikki. Hann tók vong-
spælaran í vinstru av vøll-
inum og lat Marselo og Øss-
ur Jacobsen halda fram í
álopinum.
Toftamenn vóru komnir á
odda, tá teir mistu mál-
verjan, og bæði í tí førinum,
og tá teir øktu til 2-0, var
målskjuttin aftasti verju-
spælarin. Fróði Benjamin-
sen hevur av og å skorad
mål, tå hann hevur verið
miðvallari og ålopsmadur,
men hesa ferð skoraði hann
tvær ferðir, og báðu ferð-
irnar var tað eftir horna-
spark. og báðu ferðirnar var
talan um eitt sindur av aftur
og fram, áðrenn Fróði fekk
síðsta fótin á.
Ossur Jacobsen økti til 3-
1, eftir at Marselo, sum var
væl upplagdur, hevdi lagt
uppå tvørs ur vinstru, og
sami maður var meistari fyri
4-2 málinum.
Innskiftarnir
áttu málini
Ofta plaga tvøråmenn at
leggja stórt trýst á mót-
stødulidini, tá tey vitja á
Sevmyri. Tað gjørdu teir
ikki hesa ferð. Tað fór sera
stillisliga fram, og teir á
heimaliðnum vóru ikki ser-
liga grammir, hvorki tá teir
fóru í álop, ella tá teir skul-
du verja, og tað kom serliga
væl við hjá brasiliumonn-
unum hjá B68. sum duga at
spæla, tá teir fáa tíð og
pláss.
Sjálvandi var tað ein stór-
ur smeitur fyri TB, at Oli
Johannesen sat leikbannað-
ur uttanfyri. Tað sást ikki
minst, tå B68 hevði horna-
spark.
Eyðun Gullok Svalbard
varð skiftur inn í 1. hålv-
leiki. og hann meistari fyri
tveimum málum í 2. hálv-
leiki. Fyrst tå hann eftir 6-
beinleiðis fríspark stutt úr
málinum sendi millum verj-
ugarðin og stólpan, og so tá
hann var fyrstur á frísparks-
innleggi úr vinstru.
Egil Steintórsson setti seg
sjálvan inn fram móti dyst-
arenda, og hann minkaði
um munin til 3-4, men tá
var so lítil tíð eftir, at teir
ellivu tvøråmenninir ongan-
tíð gjørdust nøkur hóttan
móti at B68 skuldi fara
norður aftur við øllum stig-
unum. jh
KÍ aftur á slóðina
Fótbóltur: Klaksvíkingar hava eftir tepra sigurin í Vági møguleika at enda
ovast í bólkinum
I síðstu viku skrivaðu vit,
at klaksvíkingar á heima-
vølli taptu móti VB og vístu
eitt fótbóltsavrik, sum var
vánaligt. Vit skrivaðu eisini,
at trupulleikarnir tóktust
koma av, at teir vóru farnir
frå 3-5-2 spælihåttinum og
til 3-4-3, og at hetta ikki
toktist at rigga serliga væl.
Friggjakvøldid var KI å
Toftum, har teir royndu at
spæla utsetta dystin, men
veðrið var ikki til vildar.
Nógva kavarokið hevði við
sær, at teir máttu gevast, tá
eitt korter var farið. Tá var
einki mál komið. og spælið
hevdi sjálvandi ikki verið
nakað serligt. Men tað sást
á uppstillingini. at klaksvík-
ingarnir í kavarokinum vóru
farnir frá nýggju uppstill-
ingini og aftur á slóðina frá
í fjør.
Spælið í dýrdarveðrinum
á Vágseiði náddi ongantíð
hæddirnar frá í fjør, men tað
hekk væl betri saman, enn
tað gjørdi í heimadystinum
móti VB, og urtøkan var so
mikið góð. at nú liggur tað
í hondunum hjá KI at spæla
seg til fyrsta plássið í bólk-
inum.
Broytingar
Vágbingar høvdu gjørt fleiri
broytingar sammett við fyri
viku síðani. Tann størsta
var, at John Eystberg var í
miðverjuni, har hann vikari-
eraði fyri leikbannaða Jan-
us Kjærbo, og so byrjaði
Elian Hansen á vinstra
vongverja.
VB hevði bóltin meiri enn
KI, og á midvøllinum vóru
teir á heimaliðnum omaná í
1. hálvleiki (í 2. hálvleiki
var ikki so nógv skil á).
Men tað tóktist vera torført
hjá VB at spæla seg til møg-
uleikar. Tórur Holm kom
eina ferð í 1. hálvleiki til
skot, men bólturin fór í
skeivu síðuna av síðunetin-
um, og í 2. hálvleiki høvdu
teir eitt gott langskot. sum
nýggi KI málverjin fór í
fulla longd eftir.
Nýggir málverjar
KI venjarin, Tony Paris,
hevði skift målverjan út.
Meinhard Joensen hevði av-
loyst Gunnar å Steig. og
nýggi målverjin helt búrið
reint. Men spurningurin er,
um hann verður afturvaldur,
tí við á ferðini hjá klaks-
víkingum til Vágs var ein
25 ára gamal stórur og prúð-
ur amerikumaður, sum er
komin til Klaksvíkar.
Tað sigst, at hann skal
vera málmansvenjari, men
fåur man ivast í, at venjarin
ætlar at brúka ein mann í so
góðum árum og sum er
komin so langa leið.
Marek hevur verið mið-
vallari oll árini, hann hevur
verið í Føroyum, men hesa
ferð var hann saman við
landsmanninum Pacek í
midverjuni frammanfyri
Jan Andreasen.
Royndin við Marek eydn-
aðist væl. Hann var góður
eftiransari, og tað er sjálv-
andi altíð ein fyrimunur at
hava bólttryggar spælarar í
verjuni. Teir eru hentir í
uppspælinum.
Mál og meguleikar
Talan var ikki um nógvar
upplagdar møguleikar. Kurt
Mørkøre var — sum vanligt
við í tí mesta ella ollum.
Málið stútaði hann eftir
hornasparksinnlegg úr vin-
stru. Bjarni Johansen hevði
ilt við at sleppa framat í
rúgvuni. og so var Kurt
Mørkøre hægstur.
Annar av hinum báðum
stóru møguleikunum var, tá
Kurt Mørkøre kom leysur
við målverjanum, men
Bjarni Johansen pareraði
við fótinum, tá hann noydd-
ist at leypa út.
Hin møguleikin var, tá
Kurt Mørkøre stútaði tvørt-
urum til sera álopshugaða
miðvallaran, Rógva Jacob-
sen. Rógvi var púra leysur.
og drálaði leingi, áðrenn
hann royndi at lyfta uppum
Bjarna Johansen. Men tá
var fjarstødan til VB mål-
verjan litil, og Bjarni fekk
fingrarnar å. jh
40 åra gamal
åleypari noyddist
at fara í málið
Fótbóltur: Aksel Højgaard hevur
ikki verið målverji, síðani hann
var eini 16 ára gamal
Hvat málverjum viðvík-
ur vísti illa við hjá tofta-
monnum, tá teir sunnu-
dagin vóru á Sevmyri.
Ætlanin var, at Magnus
E. Poulsen skuldi vera
málverji, men hann lá
eftir í Havnini. B68 hev-
ur altíð tveir málverjar
við, og tí var tað so líka
til, at eykamálverjin,
Eyðun Petersen, skuldi
verja málið hjá B68.
Men tað gjørdi hann
bara í átta minuttir, so
fekk hann reyða kortið,
og so vóru góð ráð dýr.
Kjartan Nesá er hjálp-
arvenjari hjá Bjørn
Krogh, og hevði hann
havt verið við á Tvøroyri,
so hevði fyrrverandi mál-
verjin hjá B68 ivaleyst
farið í málið (um hann
hevði verið á dómara-
seðlinum). Men Kjartan
Nesá var ikki við á Tvør-
oyri, og so fór Aksel Høj-
gaard, ið sat á beinkinum
sum eyka ålopsvåpn, í
málið.
Og hann stóð seg ikki
so illa. Aksel er stórur.
og hann hevur gott bólt-
eyga, so hann fekk fatur
á fleiri innleggum.
Men eina ferð gloymdi
hann, at nú eru reglarnir
viðvíkjandi málverjum
soleiðis, at málverjin
hevur íkki loyvi at taka
bóltinum uppaftur í
hendurnar, eftir at hann
eina ferð hevur slept hon-
um. Tað kostaði eitt 6-
beinleiðis fríspark, og TB
skoraði uppá hetta frí-
sparkið úr sjey metrum.
síðani seinast
Aksel Højgaard eigur ein
son, Jóhan Dávur Hgj-
gaard, sum er málverji
hjá unglingunum á Toft-
um, men sambært vete-
raninum, so er málverju-
plássið ikki eitt, sum
hann gjørt nógv av at
røkja:
— Eg minnist ikki rætt-
uliga, men eg haldi, at eg
var målverji einar tveir
dystir heilt tíðliga i tíðini.
Tá vóru vit í 2. deild. so
tað er kanska ein fjórð-
ingsøld síðani, minnist
Aksel aftur á.
Men ætlar tú at gera
álvara av at halda tørn
um møguleikan, sum tú
nú hevur fingið, skemta
vit, og Aksel er við:
— Eg helt tað við for-
mannin, tá vit vóru á veg
norður aftur. at tað verð-
ur sagt, at tú skalt ong-
antíð broyta eitt lið. sum
hevur vunnið. Eyðun
Petersen hevur leikbann,
og um Magnus Poulsen
íkki verður valdur í
kveld, so verði eg aftur í
málinum!, kemur tað
speiskliga frá veteranin-
um, sum mikudagin í
komandi viku verður 40
ár!
Burtursæð frá tá hann
var i Danmark í útbúgv-
ingarørindum hevur Ak-
sel Højgaard spælt vid
Bó68. og hann var liðfor-
maður, tá teir vunnu FM
í 1984 og 1985. Aksel er
íðin at venja, og venjarin
heldur hann framvegis
vera góðan at hava í I.
deildarhópinum. Ivaleyst
er hann elsti spælarin í
1. deild, og nú fekk hann
altso fyri fyrstu ferð
møguleikan sum mål-
verji á |. deildarliðnum.
jh
Í
Í
|
Í
|
|
Í
Jan Andreasen, KÍ (liggjandi) og Krzystof Popczynski, VB, fylgja við bóltinum
Minnist til itrottarsosialin hvønn týsdag
Mynd: Áki