Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 1 - 4. januar 2005 VB-Stjørnan og VÍF- Kyndil standa á skránni í hálvfinaluni í steypakappingini í hondbólti COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Stóru favorittarnir í coca- cola kappingini hjá kvinn- um og monnum tørna sam- an í hálvfinalunum. Hetta stóð greitt, tá Hondbólts- sambandið seinasta hósdag kastaði lut um, hvussu teir fýra hálvfinalistarnir skulu spæla um finaluplássini. Hjá monnum hittast tey bæði oddaliðini, Kyndil og VÍF í aðrari hálvfinaluni, meðan finalistarnir frá í fjør, StÍF og H71, hittast í hinari hálvfinaluni. Hjá kvinnunum leiktu VB og Stjørnan í fjør eina sera spennandi finalu, men talan verður so ikki um endurtøku hesaferð. Tey bæði oddaliðini hittast nevnliga longu í hálv- finaluni. Hin hálvfinalan hjá kvinnunum stendur millum nummar trý og fýra í landskappingini. Nevn- liga Neistan og Søljuna. Dystarskráin fyri hálv- finalunar sær annars so- leiðis út: 12. januar Kvinnur VB-Stjørnan Søljan-Neistin Menn H71-StÍF Kyndil-VÍF 26. januar Kvinnur Stjørnan-VB Neistin-Søljan Menn StÍF-H71 VÍF-Kyndil Favorittarnir hittast í hálvfinaluni Bæði hjá kvinnum og monnum tørna oddaliðini í landskappingini saman í hálvfinalunum í steypakappingini Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða Ann Maria Tillukku, tillukku, tillukku. Gita hvør Góði Allan Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 4. jan. Alt gott ynskja vit tær. Heilsan omma og abbi Elskaði Ári Hjartaliga tillukku við føð- ingardegnum. Jesus pápi signi framtíð tína. Ynskja vit øll í húsinum Góða Ann Maria Vit hava báðar føðingardag sama dag, so nú fært tú eina føðingardagsheilsan og stórt tillukku frá mær. Ein onnur úr Sandavági Ein heks og onnur Hjartaliga tillukku við degnum 1. jan. Ynskir hin heksin Góða Tove Hjartaliga tillukku við 15 ára føðingardegnum 3. jan. Ynskja vit á Rókini Góðu Eyðbjørg og Eyðun Hesi fittu børnini verða 25 ár í dag. Tey eru líka fitt enn. Tað takka vit fyri. Hjartaliga tillukku. Ynskja eldru systkini Góða kona Hjartaliga tillukku við teim 39 árunum. Takk fyri at tú ert so góð við meg. Tín egni stari VB-venjarin funnin VB hevur gjørt avtalu við 46 ára gamla John Christensen um, at hesin skal venja besta mansliðið hjá felagnum komandi kappingarár. John hevur tey bæði seinastu árini verið ungdóms- venjari í felagnum, og eitt tíðarskeið í 2003 stóð hann eisini á odda fyri venjingini av besta liðnum. John hevur øll tey neyðugu prógvini, sum í dag verða kravd av venjarum í bestu deildini, og eisini hevur hann ferðast víða um í royndunum at styrkja um venjarafør- leikan. Eitt nú var í heyst á venjaraskeiði í Brasilia. -jm