mikudagur 21. apríl 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sending. Seinni eru tey so komin
ásamt um, tey skiftast um at gera
sendingarnar, tí hetta var nógv
hegligari fyri tey bæði.
Hava breiðan
málbólk
Tað er greitt, at ein slík sending
er rættað til ein ávísan málbólk.
Annlis og Johannus siga, at í
fyrstuni hovdu tey sett sær sum
mál, at sendingin skuldi venda
sær til tey, sum eru millum 16 og
25 ár. Síðani eru hesar rammur
víðkaðar nakað — bæði upp og
niður eftir.
Grugg hevur, sum ådurnevnt,
ikki nakrar fastar innihaldsligar
karmar
Evnini, sum verða vidgjørd í
sendingini, spenna víða, og í
mun til so nógv annað tilfar í for-
oysku fjølmidlunum, so hevur
Grugg megnað rættuliga væl at
komið út um miðstaðarekið og út
á tey smærru plássini eisini. Tá
ið Grugg tekur eitt evni upp og
viðger tað, so verður evnið bara
lýst og ikki tikið stoðu til.
Tey bæði Annlis og Johannus
siga, at tá ið tey fóru undir send-
ingini, var tað ikki so, at tey
søgdu við seg sjálvan, at tey
skuldu undir ollum umstoðum
koma víða kring landið, men
heldur er hetta komið sum ein
náttúrligur partur. At tey bæði
koma úr hvor sínum enda av
landinum ger, at fáa fatur á evn-
um nógvastaðnis úr Føroyum og
sum tey sjálvi greiða frá, so er
tað heldur ikki so trupult at taka
ein bandupptakara við, tá ið man
fer at vitja foreldur og onnur
skyldfólk í vikuskiftunum.
Ung eru opin
Nógv vilja vera við, at tað er trup-
ult at fáa foroysk ungfólk at opna
seg. Hetta eru vertirnir í Grugg
ikki heilt samdir í. Tey siga, at
tað kann onkuntíð verða trupult
at fáa fólk at vera við í sending-
ini, men í flestu forum gongur
tað. Annlis sigur, at tey kundu
gott hugsað sær at gjørt onkrar
sendingar, har kjakast var um
ymisk evnir, men tá kemur tað
helst at gerast trupult at fáa ung-
fólk at luttaka.
Einaferð royndu tey í Grugg
seg við eini kjaksending um stuð-
ulsskipanina, og Annlis Bjark-
Yngd nr. 16 - 21. apríl 1999
hamar sigur, at
tað var í hennara
verð ein nógv
stuttligari háttur at
gera útvarp, enn
tann leistin, sum
Grugg vanligani
verður gjørt eftir.
Evnini, sum
verða tikin upp í
Grugg, koma ikki
bara frá vertunum
báðum. Johannus
sígur, at ein partur
av hugskotunum
kemur frá vinfólki,
ella bara fólki
sum man hittir á
gøtuni. Tó kundu
tey bæði gott
hugsað sær, at
ungdómurin var
meiri áhugaður í
at mynda send-
ingina, og tey vilja
ógvuliga fegin, at
ungir foroyingar
venda sær til teirr-
a við hugskotum.
- Øll uppskot eru
vælkomin, og hó-
ast tað kanska tykjast so, er
eingin vandi fyri at vit bíta, sigur
Annlis Bjarkhamar, sum til tíðir
hevur fingið onkra ákoyring fyri
sítt suðuroyarmál.
Fingið gott innlit
í tónleikin
Sum áðurnevnt, so hevur Grugg
ikki nakrar fastar innihaldsligar
rammur. Sendingin er ein tíma til
longdar, og Annlis og Johannus
meta, at umleið helmingurin ella
gott tað er tala. Hin parturin er
tónleikur.
Tá ið man hevur eina slíka
sending í útvarpinum, er eisini
neyðugt, at man hevur eitt gott
00000000000 0 0 0 017
innlit í tónleikaheimin. Hetta var
ikki júst tað sterkasta okið hjá
vertunum báðum, tá ið farið var
undir sendingina, men so líðandi
hava tey upparbeitt ein hollan
kunnleika til tann nýggjasta tón-
leikin.
Seinastu mánaðirnar er tað
Annlis, sum burturav hevur tíkið
sær av Grugg, tí at Johannus í
sambandi við sína lærarautbugv-
ing hevur verið í starvsvenjing í
India í januar og februar mán-
aða. Hetta fordi við sær, at tað
var Annlis, sum saman við Ginnu
Midjord ferðaðist kring landið til
allar Prix Føroyar undankapping-
arnar. Annlis sigur, at eftir at
hava verið til allar hesar kapping-
arnar hevur hon fingið eitt gott
inniit í tað, sum fer fram í før-
oyska tónleikaheiminum
Tá ið tað so nærkaðist Prix For-
oyar finaluni, var Annlis spurd,
um hon hevði áhuga í at vera
vertur í sendingini frá finaluni,
sum útvarpið og sjónvarpið
sendu í felag beinleiðis. Annlis
ivadist ikki og segði ja, tí sum
hon sigur, so fær man allarhelst
ein slíkan moguleika bert tí einu
ferðina.
Verkfallið
órógvaði
Beint eftir at Annlis hevði sagt ja
til at verða vertur í finaluni, kom
verkfallið á almenna arbeiðs-
marknaðinum. Alt var Ovist,
hvussu fór at verða við finaluni,
men klokkan ellivu friggjamorg-
unin undan finaluni leygarkvold
fekk Annlis ein uppringing úr út-
varpinum, har sagt var, at verk
fallið var av, og at hon skuld
verða vertur kvoldið eftir. Tað
sum eftir var til finaluna. arbeiddu
H. Nielsen, nærum út í eitt, og
úrslitið gjørdist eisini gott. Tey
bæði komu stak væl frá uppgáv-
uni, og ikki kann siga i
enn at Anniis klárað
væl, tå ið havt verður í huga, a
hon ikki hevði staðið frammar
fyri upptokutólinum hjá sjónvarp
inum áður
Vita bert fram til í
summar
Hvussu leingi Grugg fer at
standa á skránni hjá útvarpinum
er enn óvist. Í næsta mánaða fer
útvarpið undir summarskránna,
og tá er Grugg ikki við, og enn er
ikki greitt, hvussu verður í heyst
tá ið farið verður undir vetrar-
skránna aftur. Tey bæði hava
undir ollum umstoðum góðan
hug til at halda fram við útvarps-
arbeiði, og vit á Yngd vóna, at
tey fara at halda fram við Grugg.
tí tey gera eitt væla arbeiði.