mikudagur 21. apríl 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16000000606L06L6LL0L0 0000
Yngd nr. 16 - 21. apríl 1999
Ungdómurin fær nógv
plass í útvarpinum
Útvarp Foroya hevur seinastu árini miðvíst arbeitt við at
geva ungdóminum rúm í skránni hjá sær.
Ungdómssendingin Vingi hevur nú skjótt tvey ár á baki,
og seinasta summar kom ein onnur ungdómssending,
Grugg, á skránna. Yngd hevur hitt tey bæði aftan fyri
Grugg, Annlis Bjarkhamar og Johannus Miðskarð, og
frætt nærri um sendingina
Terji Nielsen
Fyri góðum hálvumeðrum ári síðani
fóru nakrir læraraskúlanæmingar
undir at gera nakrar ungdémssend-
ingar til útvarpið. Sendingarnar blivu
róptar "Orð og orlað". Næmingarnir
hovdu játtað at gera eitt ávist tal av
sendingum, men tá ið avtornaði,
vantaði útvarpið fýra sendingar.
på
#
>
TD TH
- so er Grugg i luftini!
Tískil var heitt á tey bæði, Annlis
Bjarkhamar og Johannus Miðskarð,
sum bæði eru næmingar á Lærara-
skúlanum, um at gera írestandi
sendingarnar. Hetta játtaðu tey, og
soleiðis var tað, at Annlis úr Vági og
Johannus úr Klaksvík fingu fótin inn
um dyrnar í Sortudíki.
Navnið kom úr
orðabókini
Eftir at Orð og orlað var liðugt, var
heitt á Johannus og Annlis, um tey
kundu halda fram við at gera eina
ungdómssending hverja viku, sum
vardi ein tíma. Hetta játtaðu tey, og
so var farið í gongd. Fyrstu tíðina
kallaðist sendingin bara fyri ung-
démssendingin, men so fekk hon
navnið Grugg.
Tað eru óivað mong, sum hava
spurt seg sjálvan, hvagani navnið,
Grugg, stavar. Á skrivstovuni hjá
Grugg í útvarpshúsinum sita vit trý,
Annlis og Johannus, og tá tey verða
spurd, hvagani navnið kemur, kem-
ur eitt bros á andlitið hjá báðum
tveimum. Tey greiða frá, at tað gav
teimum stórt hovuðbrýggj, tá ið tey
skuldu finna eitt navn til sendingina,
og tey bæði sótu í drúgva tíð og
leitaðu í orðabókum. Funnið var
fram til orðið Grugg, og tað halda
tey bæði er sera væl hóskandi til
sendingina. Grugg hevur ikki nakrar
fastur rammur, og tískil kann sigast,
at innihaldið í sendingini er eitt sind-
ur gruggut.
Fyrstu tíðina, tá Grugg var í luftini,
var tað soleiðis, at Annlis og Johan-
nus í felag gjørdu hverja einkulta