mikudagur 21. apríl 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Yngd nr. 16
21. apríl 1999
2. árg.
YNGD Í DAG:
- um GRUGG
- Uttan úr heimi
- Listarnir
Terji Nielsen
Filmssjónleikarin Mel Gib-
son er kendur fyri sínar leik-
lutir í filmum, har tað gongur
hart fyri seg. Filmar sum
Mad Max, Dodbringende
Váben, Losepenge og
aðrir við, hava gjørt Mel
Gibson kendan sum ein
filmssjónleikara, ið hóskar
sera væl í leiklutir sum ein
horð banan í harðligum
actionfilmum. | Payback
spælir Gibson ein simplan
tjóv, ið verður lumpaður av
sinum nærmastu
Sogan í filminum
Aftaná eitt væleydnað rán,
har teir ræna 140.000 doll-
arar frá nokrum kinverjum,
skulu Porter (Mel Gibson)
og samstarvsfelagi hansara
Val ( Gregg Henry) býta
peningin sínamillum. Tá ið
teir telja peningin og skulu
býta, verður Porter tíkin á
bóli. Kona Porter skýtur
hann í ryggin, og saman við
Val tekur hon peningin og
rymir í tí trúgv, at Porter er
deyður. Vit vita tó oll, at Mel
Gibson er ikki so lættur at
drepa, og tá hann kemur
fyri seg, hevur hann bert eitt
í tonkunum, og tað er
hevnd
Porter fer til gamla bústað-
in hjá sær, har hann og
konan hava búleikast, og
YNGD
- titt
umboð har
tað hendir!
har kemur hann fram á kon-
una, sum er langt úti í rús-
evnismisnýts!u. Porter tekur
rúsevnini og útgerðina frá
henni og læsir hana inni á
kamarinum, men hon hevur
eitt loyniligt goymistað til
rúsevnir í einum skógvi, og
tá ið Porter fer inn í kamarið
morgunin eftir, er konan
deyð av eini yvirdosis.
Umvegis millumhandlaran
hjå konuni roynir Porter at
finna fram til Val, ti hann
fegin vil hava sin part, -
70.000 dollarar, frå væl-
eydnaða ráninum aftur.
Hetta gerst ein sera blóðug
jagstran, og tað er ikki tal á,
hvussu nógv túsundtals skot
verða latin í filminum, og
hvussu nógvir mans lata lív
á slóðini hjá Porter, men tað
eru nógvir.
Filmurin endar tó, sum allir
aðrir rættir amerikanskir act-
ion-filmir, við, at ein illa lost-
aður Mel Gibson fær gent-
una og pengarnar eftir
knappar tveir tímar av bard-
aga, skotum og bumbu-
brestum, har tað á ein ella
annan legnan hátt altíð
eydnast Porter at lumpa
mannin við líggjanum
Tað er ikki sort, at man situr
og spyr seg sjálvan, hvag-
ani Porter fær alla orkuna
og hugskotini frá.
Mike Hammer stílur
Tað er ikki sort, at man
hómar ein feril av ironi í
filminum. Til dømis fær man
gjøgnum allan filmin innlit í
tankarnar hjá Porter, tá ið
man í besta Mike Hammer
stíli tosar við seg og til
teirra, sum hyggja at film-
inum.
Filmurin er, sum nógvir
aðrir filmar hjá Mel Gibson,
rættuliga ógvusligur. Tó er
filmurin undirhaldandi, og
tekur tú tað heila við fyri-
varni, so er filmurin verdur
at fara og hyggja eftir. Mel
Gibson er sum altíð góður í
sínum leikluti, og eisini
spælir Maria Bello væl í
leiklutinum sum skokjan
Rosie. Hinvegin er Gregg
Henry ikki alt ov sannfør-
andi í leiklutinum sum Val
Fleiri aðrir kendir sjónleik-
arar eru við í filminum, og
millum aðrar kunnu nevnast
James Coburn, William De-
vane og Kris Kristofferson
Payback er leikstjórnaður
av Brian Helgeland, og søg-
an er bygd å skaldsøguna
hjá Donald E. Westlake
Filmurin er ein tíma og
fimti minuttir til longdar,
og hann gongur fyri sein-
astu ferð í Havnar Bio
hóskvoldið.