mikudagur 5. januar 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 2 - 5. januar 2005
– Tey ungu eru
forsømd á listaliga
økinum. Vit vilja vísa
teimum, at list er
annað enn bara
málningar, sum
hanga við jøvnum
millumrúmum á
einum hvítum veggi,
siga Rannvá og Mari-
anna, sum í næstum
lata eina slóðbrótandi
listaframsýning upp
fyri ung
DUKKUMENTAR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
– Listin í Føroyum er ógvu-
liga siðbundin. Tað eru
líkasum nøkur mørk, sum
man ikki kann fara yvirum,
fyri at tað kann koma undir
heitið list. Og listin í
Føroyum tiltalar ikki tey
ungu. Eg havi varhugan av,
at tað ikki eru serliga nógv
ung, ið ganga á lista-
framsýningar, og tað er
ótrúliga spell, sigur Rannvá
Káradóttur,
onnur
av
framsýnarunum.
Marianna
Mørkøre
heldur fram og sigur:
– Tað er eisini ein stórur
avstandur ímillum lista-
verkini og tey sum koma at
hyggja at listini í Føroyum.
Tað eru altíð so og so nógv-
ir málningar, sum hanga á
einum hvítum veggi. Nokk-
so sterilt. Tú kemur ongan-
tíð veruliga inn á myndirn-
ar, tí uppsetingin er so
hátíðarlig. Og tað vilja vit
bróta, sigur Marianna.
Tær hava báðar lisið í
London. Rannvá hevur lisið
dans, og Marianna hevur
lisið móta. Men í stóra og
livandi cosmopolitbýnum,
hava tær fingið innlit og
vitan um nógv onnur ting,
enn bert tað, tær lósu. Til
dømis hvussu nógv ymiskt
kemur undir heitið list í
útheiminum.
Og tær eru á einum máli
um, at tær sakna tær spenn-
andi og øðrvísi listarligu
framsýningarnar, tá tær
koma heim til Føroya.
Og í staðin fyri at fylgja
føroyskum siði og bert tosa
um alt tað, sum ikki er og
alt tað, sum kundi verið
betri, hava tær báðar 26 ára
gomlu nú tikið sakina í
egnar hendur.
– Tá tú hevur verið
uttanfyri Føroyar, og sæð
alt sum ber til, so skyldar tú
næstan teimum, sum ikki
hava møguleika at fara
útum landoddarnar, at vísa
teimum tað, leggur Rannvá
afturat. – Vit hava verið so
heldigar at fáa stuðul til
okkara útbúgving, og vit
vilja gjarna geva nakað
aftur av tí, sum vit hava lært
og sæð.
Ein øðrvísi og slóðbrót-
andi listaframsýning fyri
ung, verður at síggja í
smiðjuni í Lítluvík 7.–11.
januar.
Sýnarar
eru
Rannvá
Káradóttir og Marianna
Mørkøre.
Íblástur handan hav
Tær hava arbeitt við hesum
tiltakinum síðani miðjan
september 04. Tað einasta
tær vistu, tá tær byrjaðu,
var, at tað skuldi bæði hava
element av dansi og av
móta, eftirsum tað jú er tað,
tær hava lisið. Tað skuldi
vera fyri ung, tað skuldi
gerast
ein
dokumentarfilmur um alla
arbeiðsgongdina, og tað
skuldi vera liðugt 7. januar
05, tí tá høvdu tær leigað
sær smiðjuna í Lítluvík til
framsýningina.
– 1. oktober fóru vit av-
stað til Montreal í Canada.
Har vóru vit í tríggjar vikur,
og síðani vóru vit eina viku
í New York. Vit skuldu bara
súgva til okkum av øllum
tí, sum var at síggja. Bæði
av
listaframsýningum,
showum mitt á gøtuni og
stuttfilmum.
Bæði
í
Montreal og í New York
vóru filmsfestivalar ímeð-
an vit vóru har, so vit nýttu
nógv tíð í biograftum,
greiða tær frá.
Eftir at hava verið hinu-
megin havið og fingið
íblástur, fóru tær aftur til
London, har tær settu seg at
arbeiða við hugskotunum,
tær høvdu fingið.
– Ímeðan vit vóru burtur,
savnaðu vit okkum eitt tons
av tilfari. Tað ringasta í
øllum
projektinum
var
næstan at skula sortera tað
tilfarið frá, sum vit ikki
ætlaðu at nýta. Tí vit høvdu
so nógv. Men tað endaði so
við, at vit gjørdu eina
animatión av dukkum, ið
dansa, greiða tær frá.
Tær løgdu klæðir á gólv-
ið, tóku eina mynd, fluttu
klæðini nakað, tóku eina
mynd afturat, og so fram-
vegis. Allar
myndirnar
vórðu so settar saman til
ein film, soleiðis, at tað sær
út sum, at tað eru fólk, ið
dansa.
– Vit hava nýtt 200
myndir um minuttin, so
nógv tíð er farin við at taka
upp, klippa og redigera. Og
av tí, at vit ikki eru vanar
við at gera hetta arbeiðið,
so hevur tað kanska tikið
longri tíð, enn vit roknaðu
við. Men tað hevur verið
óalmindiliga læruríkt, stað-
festa Marianna og Rannvá.
Hvat er list?
Endamálið var at skapa
eina listaframsýning, sum
var øðrvísi, slóbrótandi og
tankavekjandi. Tær vildu
geva av sínum hugskotum,
og vísa, at øll kunnu fáast
við list, sum bert hava hug.
Men er tað eydnast teim-
um?
– Tey, sum hava sæð tað,
sum vit hava gjørt, hava øll
sagt, at hetta er spennandi
og øðrvísi. Vit hava fleiri
»dukkumentar-filmar«, har
animeraðu
dukkurnar
dansa, og so hava vit ein
stuttfilm, kanska serliga
Siðbundna listin fa
200 tílíkar myndir um min. skapa »Dukkumentar«-filmarnar hjá Rannvá og Mariannu, sum verða at síggja 7.-11. januar. Talan er um eina listaframsýning við livandi myndum
Penslar og lørfit eru umskift við farteldu, digitalkamera og upptøkutól í spennandi
listaframsýningini hjá Mariannu og Rannvá. – List umfatar so ótrúliga nógv annað enn bert
málningar, siga tær