mikudagur 5. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2005
3
angar ikki tey ungu
ætlaður ungum fólki, ið
vísir hvussu hugskotini til
filmarnar um dukkurnar og
um framsýningina sum
heild, eru komin, sigur
Rannvá, og heldur fram, –
List er ofta nakað mystiskt
og duldarfult. Men við
dokumentarf ilminum
kunnu fólk síggja júst
hvussu vit hava arbeitt,
hvussu
hugskotini
eru
komin, og so víðari. Vit
vildu gera listina minni
duldarfulla.
– Eitt av endamálunum
var eisini at nýta rúmd og
vídd á ein ótraditionellan
hátt. Vit vilja ikki hava eina
framsýning, har fólk koma
inn í eitt tómt, hvítt rúm,
har málningarnir hanga á
vegginum, við eini ávísari
frástøðu. Vit vilja skapa
eina atmosferu, soleiðis, at
tey, sum koma at hyggja
eisini gerast ein partur av
framsýningini, heldur enn
at tey hava eina stóra dis-
tancu til listina, greiðir
Marianna frá.
Sum skilst, verður stílur-
in gamaldags og slitin.
Retro møblar verða settir
inn í Smiðjuna, so fólk
kunnu seta seg niður og
taka tað róligt. Filmarnir
eru »aged«, t.v.s. gjørdir
slitnir á at líta við vilja.
Ætlanin er, at genbrug-
atmosferan skal vera eitt
berandi element á framsýn-
ingini.
– Vit vóna veruliga seta
nakrar tankar í gongd hjá
fólki um hvat lost í veru-
leikanum er. Hetta er
ótraditionelt, við gomlum
klæðum og møblum, bland-
að saman við nýggjastu
tøknini, og livandi mynd-
list. Hetta er so okkara máti
at gera tað uppá, og fólki
nýtist ikki at dáma tað, fyri
at tað kann hava eina ávirk-
an á tey, og fáa tey at hugsa
í nýggjum banum, sigur
Rannvá.
Framsýningin »Dukku-
mentar« hevur opið frá
fríggjadegnum 7. januar til
týsdagin 11. januar.
– Øll eru sjálvsagt væl-
komin, men vit miðja
kanska serliga ímóti at fáa
tey 20-25 ára gomlu at
hyggja, siga ungu, slóð-
brótandi listakvinnurnar at
enda.
Marianna og Rannvá vilja gera upp við siðbundnu listina í Føroyum, og vísa á óendaligu møguleikarnar, ið eru innan list
Myndir: Jens Kr. Vang